Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 24. apríl 1987 GG 7 2 Í / Gler tt z 3 2 Míðindablaðið S0Sialurin i Kristiligt dupultspæl og spælandi børn Øll kenna vit orðafellið: ÞAt koma sum úlvar í seyðaskinni<. Hetta lýsir fyribrigdið, at persónar fjala sínar ætlanir við at vísa ein annan ham, so tey veruligu lyndiseyðkennini ikki skulu verða sædd. Kendi bretski heimspek- ingurin Thomas Hobbes, sum livdi fyri góðum 300 árum síðani segði hin- vegin henda veruleika bart út við orðunum: „Homo homini lupuscC. Hetta merkir, at menn- iskja er ein ulvur móti menniskjum«. Leirvikingar eru vida t merkja, at ein ferðil av sannleika er í hesum orð um: »Homo homini lupus«. Teir — landsstýrið og IRF — komu til Leir- víkar á almennan fund við borgararnar um meguliga brennisteð INNAN KOMMUNUMARK leiddir av manni úr Kristi- liga Fólkaflokkinum, og nú er so meginparturin av teim lyftum, sum komu fram brotin og farin í smildur Síðani tað kveldið hava bæði umboð- ini fyri teir Kristiligu, hann á Tingi og hann í Landsstýrinum, okkum sum sannir figg- indar móti okkara argu- mentum um trygd fyri bern og eim okkara, tá ið vit vísa á at fara hinu- megin bygdina við stødini, roynsi men kortini innan kommunumark. Teir Kristiligu skuldu partú inn ímillum hús við tungu ruskbilunum. Gamla HEIDNA rómverska orðatakið Nekur uppfataðu hesar umboðsmenn kristindóm- sins sum friðarapostlar. Teir vilja hava frið at loysa ruskmálið væl at merkja fyri einhvenn prís, og tí fylgja teir kristiligu bert tí gamla heidna orða- takinum, sum rómverjar brúktu: »Vilt tú hava frið, so ger teg kláran til stríð ella kriggj«. Teir tykjast báðir at vera innetnir framtúrandi talsmenn fyri at senda túsundtals tungar lastvognar við ruski árliga inn ímillum hús og spælandi bern í Leirvík, og teir berjast sum úlvar fyri hesi skila- leysu loysn, hóast fólkið so at siga alt rópar neyðar- róp sum í Rama á sinni: „Koma tit her við hasi steðini, so farið hinu- megin bygdina, tí so sleppa vit undan ferðsluni og tit koma samstundis burtur frá okkara drekki- vatni«. Tit kundu víst náði eins og Hann, sum tit siga tykku at vera so at siga politisk einaumboð fyri í Feroyum. Vallyftini Hesir persónar, sum nýttu krossmerkið fyri at savna sær politiskar krossar til valið, hava vit fyri okkara bygd roynst sum sannir svíkjarar av tí, sum teir søgdu seg at umboða. Siga seg standa við lið á Honum, sum se;ði: >atið smábernini ko: il Mína men standa samstundis og geyla: >Latið bara ten tungu lastbilarnar við ruski fara inn ímillum tey 100 spæ'undi børn í Leir- vik«. Hetta er ein himmal- rópandi mótsegn og kristi- ligt dupultspæl, sum må fáa fylgjur um nakað rætt- vísi finnst á foldum Formaðurin í Sam- ferðsluneynd Løgtingsins er Tordur Niclasen úr Kristiliga Fólkaflokkinum Tel eru nú komin fram, sum klárt vísa, at av teimum ferðsluvanlukk- um, sum krevja mannalív, henda 2/3 inni í bygdum eki. Hetta er skelkandi. Løgtingiå hevur nýliga havt kjak um, hvat ið kann gerast við ferðslu- viðurskiftini í landi okk ara Tordur Niclassen teimum Kristiligu hevði á Tingsins rødarapalli háfloygda og sentimentala reðu um at seta ferðslutrygdina ovast og um at samráðast við landsverkfreðingin um framtíðarútbyggingar av vegunum, soleiðis at trygdin í ferðsluni altíð verður sett fremst. Hetta ljóðar væl. Jú, mín sann, segði hann eisini fråsøgn í Dimmalætting at dema, at har vegirnir vóru ov smalir og veikir til tunga ferðslu, varð at banna slíkari ferðslu. Vegirnir skulu altso spar- ast, meðan bernini og teirra trygd, leggur hesin maður eftir hesum at dema einki í. fri Ira Nú leirvikingar klaga til Tingid fyri ikki at fåa tunga ruskflutningin inn imillum okkara børn, fer hesin sami maður á reð- eftir arapallin, andbráður og vísir teimum fullkomiliga bakið. Hugsjónin hjá hesum moralisins vaktara má sostatt vera tann, at tað, sum livandi er við og á vegunum einki hevur at týða. Tað er styrkin og breiddin á vegunum, sum er avgerandi tá avgerast skal, um tung ferðsla skal leiðast eftir vegunum ella ikki. Hetta er super- materialistisk lívsáskoð- an. Men vit skilja einki og standa spyrjandi, tí vit minnast talurnar frá teim um kmristiligu, sum rungaðu upp undir valið mannaliv og virði Hetta var aðalmál- ið hjá hesum flokki. At familjutrivnadin um seta håsæti og verja tey småu. Hvussu vid familjunum og teimum småu i Leir- vik? Skal teirra trygd bara ofrast, og skulu tey bara skugvast til viks, fyri at tann kristiliga kabalin kann ganga upp. harra Tordur Niclasen? itøkiligur óndskapur Okkara ben um at fara hinumegin bygdina við stødini, um hon skal koma, verður sostatt ikki hoyrd. Í kristindómsins navni leggja hesir báðir óblúgvir rygg til eina av- gerð, sum ístaðin sendir alla ferðsluna inn í bygd okkara. Henda avgerð er, tá ið hon jú ikki er neyðug, eitt greitt dømi um itøkiligan óndskap móti okkum, sum her liva, bæði smá og stor, um hon verður framd. Tó skal sigast — kortini ikki til verju fyri Niels Paula Danielsen, at hann á fundi við leirvíkingar í Lands- stýrinum í sinni læt orð fella um, at hann ikki tordi at bera Kálvadal upp á mál fyri legtingsmann- inum Signari Hansen. Fyri at blíva sitandi á taburettini er hann tilreiðar at leiða alt ruskið inn í millum bernini í Leir- vík. Men hver veit? Kanska kemur hesin familjunnar talsmaður við tí loysn, sum er at girða vegirnar í bygdini inni við píkatráði. Vit hava navnið píka- tráðsmusikk um serliga harðan rockmusikk. Kanska hava teir kristi- ligu eina harða serútgávu av kristnari lívsáskoðan, eina píkatráðsáskoðan. K.K.F. Vit skilja ikki kynismuna við at senda alt ruskið í Feroyum inn í okkara lítlu bygd, men kundu út frá hesi = avgerð hugsað okkum, at skotið upp fyri tykkum í Kristiliga Fólka- flokkinum, at tit hóskandi kundu sett eitt »K« í floks- navn tykkara, ístaðin fyri tey tvey »FF«ini, sum tit hava mist, fyri at lýst tykkara framferðarhátt betur fyri fólki. »K.K.F.« skuldi = so staðið fyri Kyniski Kristiligi Fólka- flokkurin. 2plus2=4 Franski rithevundurin Al- beri Camus sigur í einum av sínum bókum, at: >Tað finnast tíðarskeið í seg- uni, har tann, sum vágar sær at siga at 2 plus 2 = 4, má beta við harðari revs- ing og meguliga deyða- doømi«. Vit torn at siga tað, sum rætt er. Henda av- gerð tykkara, um at senda ruskið í Feroyum inn í bygdina, tá ið onnur loysn er bíligari og nógv betri er merkt av ítekiligum óndskapi. Tit kristiligu kunnu væl rættarsekja okkum, fyri hesa okkara meining og kanska royna at fáa okkum inn um tremmurnar, men vit kenna okkum sum verdug- ar borgarar i einum ærligum stríði fyri at verja bernini í bygd okk- ara fyri óneyðugari tung- ari ferðslu. Royndin Tá ið menn á fuglapláss- unum fóru at royna bjargalínurnar, var mannagongdin tann, at øll bygdin — hvert mansbarn gomul og ung — fóru á endarnar at seta á stykki fyri stykki fyri at royna um línan helt at síga í. Eftir næsta kommunu- val meta vit, at um henda ætlan verður framd við ferðsluni gjegnum bygd- ina, so fer so at siga øll bygdin saman við komandi sóknarstýri at royna I.R.F. línuna stykki fyri stykki. Hon er til skjals á bandupptekum, í skjelum og hjá vitnum. Petti fyri petti fara vit at spyrja. Helt tað, sum Niels Pauli Danielsen segði? Er tunnil komin úr Getu og út á Vík? Helt tað, sum Niels Pauli segði, at hitin verður útnyttaður og leirvíkingar fáa hann OKEYPIS? Helt tað, sum Niels Pauli segði og bygdarráðsformaðurin eisini. at ein havn er løgd Uti å Vik? Helt tad, sum bygdarráðsformaðurin segði, at spesialskip siglir á Víkina, og bert ruskið úr Eysturoynni og Streymoy verður flutt við bili? Helt tað, sum bygdarráðs- formaðurin segði, at einki skuldi flytast gjegnum bygdina? Helt tað, sum IRF serfreðingarnir lov- aðu leirvíkingum, at alt ruskið, sum tað var, bleiv ikki 5 bilar meira enn 5 dagliga? Helt prisurin, sest sum IRF lovaði borgarun- um? Helt tað, at leirvík- ingar skuldu fáa arbeiði at gera stødina, um teir bjóðaðu seg fram? Nei, forrestin, tað lyftið er longu brotið. Hóast tilboð úr bygdini. Og soleiðis kunnu vit halda fram at seta spurningar petti fyri petti. Hetta fara leirvíkingar einaferð at gjegnum- ganga. Ikki á fundum í loyndum, sum nú, men fyri opnum hurðum. Og so fara vit helst rættarvegin fyri at kanna, hvussu nógv ósannindi kunnu fyllast niður í fólk áðrenn rætturin sigur: Hesi fólk hava krav uppá, at tað sum varð teimum sagt, verður hildið. Eitt skal í øllum førum standa greitt. Innan kommunumark í Leirvík skulu leirvíkingar ráða tá. Líkamikið hvenn ham tit draga upp á tykkara skinn, so hava tit einki at gera við at tosa um vegir í og uttanum Leirvík, uttan 80, at tit koma við eini játtan upp á tær milliónir, ein vegur uttan um bygdina kostar. Tykkara innantómu orð hava ikki hildið higartil, tað hava vit roynt uppá okkara kropp. Petur Adelbert Ellingsgaard Justinus Eliasen Eivind Hansen Eli Joensen Randi í Jógvanstovu Stutt um brenning og brennistødir Tann fyrsta brennistødin i Danmark bleiv aldarmótið. Brenningin hevði til endamáls at sótt- reinsa ruskið, tí meguliga kundu teir skitnu rusk- dungarnir dálka drekki- vatnið við kolerafarsótt og eðrum sjúkum. Í dag er hevuðsenda- málið eitt annað. Nevni- liga at minka um ta rusk- negdina, sum skal á rusk- dungarnar. Øskan fyllir umleið 10% av teirri upprunaligu rusk- negdini. Meðan ruskið verður brent, verður tað skapað um til stev, esku og ilsku- leivdir. Ilska og eska verða flutt á ruskdungar. Stev og gass fara við royk- inum upp í gjegnum skor- steinin og spjaðast í allar ættir til umhvervið. Ílska og eska verða tik- in úr einum filtri — sum situr áðrenn skorstein — og flutt á ruskdungarnar. liska, oska og flúgvieska bygd um viga umleið 1/3 av teirri upprunaligu rusknøgdini. Meginparturin av ruskinum, nevniliga umleið 2/3 verður skapað um til gass og stev, sum fara upp í gjegnum skor- steinin. Hava vit brennt 1000 t. av ruski, so viga ilska og støv 300 í. og gass og støv 700 t. Av hesum eru 10 t. dálkandi evni. Tann minkingin av rusknegdini — sum fer fram, tá ruskið verður brent — hendir ikki uttan at hava avleiðingar fyri umhvervið og heilsu. Tungmetallini kyksilvur og cadmium eru demi um umhvervisskaðilig evni, sum eru í roykinum. Hesi evni eru víðagitin, tí tey eitra umhvervið og savna seg saman í fødiketunum. Men afturat hesum sera vandamiklu evnunum eru komin tey nógv vanda- miklaru eiturevnini PCDD og PCDT, betur kend sum dioxinir og furanir. Ruskbrenning — serliga brenning av plasti, sum inniheldur klor — er nógv tann størsta keldan til spjaðing av hesum sera eitrandi evnunum. Av tí at dioxinir eru so sera eitrandi, verður ar- beitt við ætlanum um at minka um framleiðsluna av dioxini við at betra sjálva brenningina, m.a. við at fáa hitan í ovninum longur upp. Tó benda nýggjar royndir á, at dioxin ikki bert verður framleitt í sjálvum ovninum, men eisini í skorsteininum, har hitin er nógv lægri. Ti kemst ikki undan, at dioxin sleppur út í um- hvervið. Tað hevði verið ein betur máti fyri at minka um dioxindálkingina, at ruskið varð skilt, soleiðis at plast innihaldandi klor sum PVC — ikki verður Framhald á síðu 8