Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 28. apríl 1987 % ur } i íðindablaðið ÞJ HJ} Framtøkini byrjaðu við heimastýrislógini Jákup Lindenskov, løgtingsmadur, skrivar um blokk- studulsskipanina: Tá seinasti heimsbardagi hasaði av og Feroyar aftur vóru frælsar og loystar burturúr tí oki, sum krígg- ið var fyri okkara land og fólk, var spurningurin um framtíðar Feroyar ein við- kvæmur politiskur spurn- ingur. Kríggið hevði fert við sær stórbroytingar í hugsan føroyingsins um hvussu samfelagið best átti at verða skipað. Av- byrgar sum Feroyar vóru krígsárini. Kríggið hevði sett síni spor, umframt tann svára fólkamissin og skipamiss- in. Tað vóru tankarnir í uppskoti Javnaðarflok- sins 1943 um eina frælsari stýrisskipan, ríkissteðu, sum vunnu, tá vit í 1948 fingu heimastýrisskipan- ina. Henda stýrisskipan, sum hevur roynst okkum dygg. Tað er frá hesum tíðarskeiði vit veruliga síggja framtekini og fáa sterri sjálvsálit á ellum ekjum, mótvegis tí still- steðu og ofta kenslu av hugsjónarloysi, sum ráddi, tí í teirri tíðini, vit voru amt, var næstan einki, sum var feroyskt, ið hugaði teimum hegu Sjálvt feroyska málið var kki nóg gott at brúka, verki í kirkju ella skúla Henda tíðin er eitt farið skeið førovingurin tók við heimastýrinum uppá seg at rekja sítt egna sam- felag, egnu lagnu. Náttúr- liga samskifti við ríkis- felagar okkara, ein felags- skapur vit verja. Javnaðarflokkurin hev- ur alla sína tíð staðið á odda í stríðnum at finna haldgóðar loysnir — og tað hevur ongantíð verið nekur týðandi broyting á framtaksleið uttan (sterka) medvirkan frá Javnaðarflokkinum. (fyri at sitera Knút Vang, sála). Eftir = heimsbardagan 1945 vóru tað Sambands- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin og Javnaðarflokkurin, sum samtyktu og stóðu aftan- fyri ta sjálvstýrislóg vit fingu í 1948. Seinni hevur Javnaðarflokkurin eisini saman við eðrum flokk- um, Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum sam- tykt aðrar samfelagsgagn- ligar broytingar, nýggj) uppgåvuøki, so vit í dag eiga eitt meiri fjøltåttad, tryggari og liviligari sam- felag, har vit sohvert hava sæð, at brúkt og pláss hev- ur verið fyri meiri fjøltått- að útbúnum fólki og virk- isekjum. Í dag stendur landsstýr- issamgongan við uppskot- inum um eina nýggja skipan av ríkisveitingum til Feroya. Eini skipan, sum semja er um at fremja. Ein modernisering av skipanini frá 1948, ein einfaldgering og broyting- ar av teimum nógvu studningssatsunum og lutvís ein flyting av ar- beiðsuppgávum á umsit- ingarekinum til Feroya, men semjan er ikki í sær sjálvum nekum prinsipp- broyting av steddini av studningsveitingum til Feroya úr ríkiskassanum. Tá rikisstyri3 hevur strongt á at fremja hetta mál, er tað við ynskinum um at fáa skipanina ein- faldari og í tráð við skip- anina teir hava við amtini annars. Úrslitið av samráðing- unum hetta síðsta árið eru niðurfeldar í uppskotið, sum ber í sær at vit lutvís fáa ríkisstudningin úr ríkiskassanum sum ein blokkur og lutvís eftir somu reglum sum higartil, sum refusión, endurrind- ing av útreiðslunum. Sosialu pensiónirnar higartil, t.v.s staturin ber snegga helvt era sum Uppskotið er ein einfald- rerðing av teimum 73 ymsu unum studningsskipan- hava, og sum partvís ganga aftur í amtstíðina. Nýggi blokk- studningsformurin er ein foreinkling av system- inum og samstundis ein sterri, frælsari ábyrgd til føroyingin, sjálvur at sita um peninganegdina í blokkinum. Vit sita nú meiri við ábyrgdini av for- deilingini, tó so at peningsnegdirnar eru út- skrivaðar við spjaldri um at so og so nógv skal brúk- ast til sjúkrahús, fólka- skúla o.t. — og rímuliga vil staturin tryggja sær, at vit ikki brúka peningin, sum er ætlaður fólkaskúl- anum, til berghol ella til graslíkisvell í Lítlu Dímun At umskipanin av stats- studninginum er eitt ynski frá danskari síðu hava vit vitað longi og nú tey mongu árini, undir síðsta landsstýri og higar- til undir hesum, hevur ríkisstýrið bart út blokk- erað allar samráðingar um broytingar, økingar í rikis- stuðlinum til Feroya, av tí at teir vildu hava málið avgreitt. Hetta uppskotið loysir upp fyri eini fram- haldandi góðari sam- virkan millum ríkið og landið. Í uppskotinum liggur eisini, at ætlan er eingin um at minka tær donsku studningsveit- ingarnar til Feroya. So leingi vit ynskja nú- verandi steðu við Dan mark, fer valla nekur broyting at henda í studn- ingsmálinum, uttan so at munandi broytingar vera hjá okkum, og tá er megu- leikin opin fyri nýggjum samráðingum við ríkis- stýrið. Vit halda, at uppruna- liga uppskotið frá 1979 um studningsskipan var tað betra fyri framtíðar studningsskipan, tað upp- skotið hevði eðrvísi býti, meira refusión enn hetta, men borgarliga stjórnin vildi ikki góðtaka tað, men hevur harafturímóti undir- strikað, at ætlingin við skipanini ikki er at minka um studningin til Feroya, men endamálið er at modernisera, foreinkla teir mongu studningssatsir- nar. Vit hava fingið eina hóskiliga skipan burturúr samráðingunum, men kunnu valla vera teir, sum seta serlig krev í so máta, tá parturin, sum gjalda skal peningin, sjálvsagt er hin sterkari. Eisini er at siga, at Fólkaflokkurin sovæl sum Sambands- flokkurin eru partar av borgarligu stjórnini — og hava helst eisini ávirkað til hesa loysn. At vit á henda hátt eisini koma at standa við sterri ábyrgd í peninga- brúkinum, er sjálvsagt ein avleiðing av semjuni. Men enn verða fleiri súðir at syfta, til nýggja skipanin kemur at virka burturav, tí tillaðingar til feroyska lóggávu og flyting av umsitingarlig- um slag skulu avtalast. Vónandi fer hetta at lata seg gera og verður gjert uttan ov stórt drál. At fleiri fólk mugu set- ast afturat í umsitingini er ein avleiðing, men hetta eiga vit eisini ásanna í verki. Jóngerð Purkhús, lands- stýrismaður, var í útvarp- inum og segði seg vera fegnari um vit ongar pengar fingu úr ríkiskass- anum. Eg haldi, milt sagt, hon er sjáldsamur fíggjar- ministari, sum ikki skoytir um pengar. Eg eri so ósamdur í hesum — tað má vera ein meiri trygg loysn, at stóru utreidslukrevjandi = upp- gávurnar verða loystar saman við einum sterri samfelag, einum bróður- samfelag, tí framvegis eru tað stórar samfelagsupp- gávur, sum vit ikki fult makta sjálvi, um vit fram- haldandi vilja liva í einum modernaðum samfelag og við tí liviføti vit i dag hava. Tað eru virðismikil rætt- indi, vit eiga í samríkis- felagsskapinum, á útbúgvingargkinum, heilsubótarekinum, skúla- økinum og eðrum ekjum við. Vit skulu — eingin ivi um tað — umsita ríkis- studningin forsvarliga, tí hesin peningur hevur munað ikki minst, tá niðurgangstíðir hava verið. Hetta er konstantur og kontantur peningur. Er hetta ein hóttan fyri ovurbrúkið í góðum tíð- um, t.d. nú aktiviteturin er ov stórur í Feroyum, so noktar eingin fyri, at vit regulera og stýra peninga- streyminum tann vegin . vit ynskja. Vit í Javnaðarflokkin- um standan aftanfyri hetta uppskotið, vit halda tað vera eina eykatrygd, at sosialu pensiónirnar eru undir verandi refusjón- skipan. Eg veit av royndum hvussu torfert tað hevur verið gjøgnum árini at fáa pening til at fremja sosial- ar reformar, sum eru pen- ingakrevjandi — og hvaðna verri hevði verið, um vit ikki áttu helvtina gjøgnum rikisfelags- skapin. Hesin veruleika mugu vit ikki vera blindir fyri. Jåkup Lindenskov, Síða 7 Tað vil loysa upp fyri ti naggatódn, sum verið hevur í alt ov mong ár í meguleikum at samráðast um og fremja nýggjar og betri loysnir. Studnings- málið hevur ligið sum fót- ongul fyri tey, sum illa eru fyri sosialt og fíggjarliga, teimum serliga, sum ikki hava meguleika at vera í arbeiðslívinum av heilsu- ávum m.a. Hetta mál er ein lívsæðr fyri feroyska samfelagið nú og frameftir. FRAMSÝNING Vit hava framsýning av ATLAS COPCA LUFTAMBOÐUM Í DAG OG MIKUDAGIN Akranesgøta 5 (v. Velbastaðvegin) VÍSTIR FRAM VERÐA HYDRAULISKIR BORIVOGNAR AV SLAGNUM ROC 410, 512, 812, KOMPRESSARAR Í YMISKUM STØDDUM OG YMISK LUFTAMBOÐ, EINS OG HØVI EISINI VERÐUR AT SÍGGJA OKKARA NÝGGJA BYGNING! OPIÐ HÚS VERÐUR FYRI KUNDUM OG ÁHUGAÐUM Í DAG FRÁ KL. 14-18 OG MIKUDAGIN FRÁ KL. 10-18. Vælkomin KAJ ANDREASEN P/F