Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Annika er her við at slípa ein stein til. Steinurin verður heftur á ein pinn at halda í meðan hon slípar Grannakonurnar = Karin Nordere og Annika Gaard- lykke í Havn hava fingið sær eitt meira sjáldsamt arbeiði. Tær slípa steinar, sum tær finna úti í náttúr- uni, og forma teir til prydislutir. Mest til ringar, hálsprýði. Arbeiði Orð: Randi Myndir: Kalmar er tað, sjálvt um tær hig- artil bara hava havt tað sum frítíðarítriv. Nú ætla tær sær at gera meira við ítrivið. — Vit hava báðar tvær hver sær altíð gingið nógv úti í náttúruni. Men tvey tey seinastu árini hava vit verið úti saman og leitað eftir steinum, siga tær. Leingi hava tær tosað um at gera nakað meira við teirra felags áhuga- mál. Báðar hava tvær ferðir verið burturi á skeiði í steinslíping og fyri at læra meira um gim- Nr. 48 — 30. apríl 1987 Eyga fyri náttúruni er fortreytin At slípa steinarnar er ikki so stórt arbeiði sum at finna teir Karin og Annika við einum úrvali av lutunum, tær hava gjort steinar. Tvær ferðir hava tær eisini havt /slípi- lærarar í Feroyum á vitj- an. Í seinastu viku var ein m.a. fyri at seta verkstað- in upp saman við teimum. Ella rættari verkstaðir- nar, tí tær hava hver sín verkstað, men onkrar av FI | | teimum dýrastu maskin- unum hava tær keypt fe- lags. Maskinurnar hava tær keypt sær so við og við. Higartil hava tær goldið alt sjálvar, maskin- ur og skeiðini, tær hava verið á. Nú hjálpti Menn- ingargrunnurin teimum við at fáa slípilæraran til Feroya. Her eru og beltispenni við foroysk- nokur hálsprýði um sterni I Eisini annad arbeidi Tær hava stovnað parta- felagið Helvdin og ætla at fara at gera meira. Báðar hava tó útiarbeiði eisini, tí hesum arbeiðinum kunnu tær ikki liva av. At slípa steinarnar er eitt handverk, ið tekur tíð. Grótið er hart, so roknast skal í miðal við trimum tímum at slípa hvenn steinin. Tað er skittligt ar- beiði, dustið fer víða og gangurin er nógvur, og ti ber illa til at sita leingi í senn við arbeiðinum. Men so hava tær báðar húsið at taka sær av samstundis