hósdagur 30. apríl 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SL EM
TI
Nr. 48 — 30. april 1987
Atli Dam, logmaður:
tíðindablaðið
— Skilagóð útbygging
hæddini er treytin
Treytin fyri, at SEV
sleppur at halda fram við
vatnorkuútbyggingini i
Eysturoynni, er ein skila-
góð útbygging í hæddini,
sigur Atli Dam, legmaður.
Hann er ikki negdur við
ta útbygging, sum SEV
higartil hevur framt í
oynni, sum hann kallar
fíggjarliga óforsvarliga og
at hon er tekniskt skerd.
Legmaður roknar ikki
við, at landsstýrið kann
medvirka, um SEV ætlar
at halda fram í somu hædd
sum nú, men um elfelagið
hinvegin vil útbyggja í
hæddini, so ber til at
bjarga nekrum av tí, sum
higartil hevur verið gjert
skeivt.
Utbyggingarætian
i framtíðini
Í eini viðmerking i sjón-
varpinum týskveldið
segði legmaður, at tann
útbygging, sum SEV
hevur framt í Eystur-
oynni, fer at kosta nógv
meira enn hetta landsstýri
heldur vera ráðiligt. Tí
ræður um at gera avtalu
nú um tær útbyggingar,
sum skulu vera í fram-
tíðini.
Legmaður kundi hugsað
sær eina útbyggingar-
ætlan tey komandi 10-15
árini og hvussu nógvur
peningur skal nýtast.
Hetta er neyðugt bæði
fyri landsstýrið, SEV og
hin einstaka brúkaran,
sigur legmaður.
tor.-
Flestu útlendingarnir
farnir heimaftur
Av teimum 40 útlendsku
arbeiðarunum við Eiðis-
verkið eru teir flestu farnir
heimaftur. Og talið á
føroysku arbeiðsmonnun-
um og handverkarunum er
heldur ikki so stórt n ú
sum tá mest var at gera.
Tað var í fjørsummar, at
mest var at gera á Eiði. Tá
arbeiddu 117 mans við
vatnorkuútbyggingina.
Nú arbeiða 77 mans
Roknað verður við, at tað
fara at arbeiða einir 30
mans á Eiði til Eiði I
ætlanin er liðug um eitt ár.
Tað, sum nú er eftir at
gera, er í hevuðsheitum, at
leggja eitt lag av asfalti á
norðaru byrgingina
afturat. Sunnara byrging-
in skal hava tvey leg av
asfalti.
Harafturat er ikki liðugt
enn at bora. Tann tunnil-
in, sum gongur norður
eftir, er liðugur, men her
eru inntekini eftir. Suður-
eftir skal nú borast tunnil
— einar tríggjar km
hartil inntekini — eini sjey
í tali
— Og
tor.-
Síða 11
Eiðisverkið
Grundhugsanin í ætlanini er, at vatnið í áunum
verður veitt í tunlar undir jørå, ið ganga fram við
fjøllunum bæði norðureftir og suðureftir. Vatnið
verður veitt igjøgnum tunlarnar til vatngoymsl-
una, ið er gjørd við Eiðisvatn. Tunlarnir fram við
fjellunum eru 3,35 m í tvørmål, og longdin er, í
fyrsta stigi (Eiði 1), 9 km, men í komandi stigum
skulu 28 km borast afturat, soleiðis at samlaða
longdin verður 37 km. Hesir tunlar verða boraðir
við eini serstakari borimaskinu, sum í einari ar-
beiðsgongd borar eitt hol, ið er 3,35 m í tvermál
Hetta er einasta maskina av hesum slag í danska
ríkinum.
Eiðisvatn verður hækkað 20 m við tveimum
byrgingum, ið verða 21 og 11 m hegar. Við hesum
fæst ein vatngoymsla, ið tekur 16,4 mió. m*. Vatn-
skorpan verður 147 m yvir havinum. Byrging-
arnar verða gjerdar úr grótfyllu, ið er tett við
asfalti á innaru síðu. Tann 21 m hega byrgingin er
500 m long, og 200.000 m* av gróti skulu nýtast. Í
hina byrgingina, sum er 11 m heg og 470 m long,
fara 100.000 m* av gróti. Grótið verður tikið úr
einum grótbroti, ið kemur at standa undir vatni,
á byrgingin er fylt. Úr vatngoymsluni verður
vatnið veitt oman til orkuverkið ígjegnum ein 700
m langan tunnil.
Orkuverkið, ið liggur sunnan fyri Brimnes, er
ein 18,5 X 31,5 m stoyptur bygningur, ið hevur
tvær Francis turbinur, hvers máttur er 2X6,3
MW. Tá mest verður framleitt, brúkar hver
turbina 5 m”/sek. Frá orkusteðini verður ein 16
km long 60 kV linja legd til sambindingarsteðina
Skálafirði
1 - Í "> r „AX
Íleguútreiðslurnar til fyrsta ggistig 2
or
lagid og Højgaard & Schultz
A/S hava projekterað teir byggiteknisku partar-
nar av ætlanini. meðan verkfreðingafelagið P.A
Petersen hava projekterað tann ravmagns-
tekniska partin
Højgaard & Schultz A/S, ið er hevuðsarbeiðs-
takari, ger arbeiðini, í felag við G. Waagstein,
Guttesen á Staksberg, Danberg & Sørensen,
Kanjon og Dekkon, ið eru undirarbeiðstakarar