Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 2. maí 1987 tíðindablaðið Góð byrjan ja minka- garðinum í Rituvik Foto: Kalmar Tá havt verður í huga, at hetta er ein nýggjur garð- ur og, at teir, sum eiga hann, ikki hava tær nógvu royndirnar enn, kann ikki sigast annað enn, at úr- slitið er rímiliga gott. Hetta siga teir báðir Knud A. Sveistrup, stjóri og Poul Erik Flee Jergen- sen, seluráðgevi hjá Hudson's Bay Center Danmark A/S um fyrstu skinnini frá P/f Faroe Fur í Rituvík. Hudson's Bay Center Danmark er dótturfelag hjá Hudson's Bay í London. Felagið fekk í vetur knappliga 2.000 skinn frá minkagarðinum í Rituvík. Eini 1.200 blivu seld í London í februar og mars. Tey, sum eftir eru, verða seld í Danmark nú í mai og í september. I ———— — Minkur krevur nógv um- hugsni, skulu skinnini ger- ast vekur og fáa góðan prís. Eisini krevst góður kunnleiki, tá setast skal við. Tí fá djór hava slíkar arvaeginleikar sum mink- ur. Poul Erik Fløe Jørgen- sen hjá Hudson's Bay var í Feroyum í heyst, tá minkagarðurin í Rituvík skuldi velja tey djórini, sum skuldu setast við. P/f Faroe Fur fekk 700 kvidnar tíkar úr Danmark í apríl í fjor og um heystið vórðu settar við 100 tíkar afturat. Prísurin reyk upp aftur Líkt er til P/f Faroe Fur valdi rettu tíðina at byrja. Ti veturin 1986/87 var prísurin á minkaskinnum eins góður og hann var 1984/85. Og tá var hann betri enn nakrantíð. Men í 1985/86 fór hann niður aftur. Og so upp aftur, 30 - 40%, í 1986/87. Í februar og mars i år fóru skinnini fyri í miðal 303 kr. á uppboðunum. Í mars 1986 var miðalprís- urin niðri á 225 kr. Tað vil siga, hann var undir fram- leiðslukostnaðinum Tað er vónleyst at siga longu nú, hvussu prísurin verður komandi vetur. Men tað ber væl til at vera optimistiskur, sigur Knud A. Sveistrup Bæði hann og Poul Erik Fløe Jørgensen eru vísir í at minkagarðurin Ritu- vík hevur fingið góða byrjan og hann skuldi havt eina trygga framtíð, hendir ikki okkurt heilt ó væntað Bestu umstødur Teir báðir skinnahandils- menninir eru komnir til Feroya at vitja viðskifta- fólkini Rituvík, geva teimum góð ráð um rakst- urin í summar og at tosa við feroyskar myndug- leikar um loðdjórahald í Feroyum. Teir hava m.a. hitt landsstýrismannin í búnaðarmálum, lands- 60 tíkaskinn ella 30 skinn av kalldjórum fara til ein vanligan minkapels Tíkaskinnini eru vakrari. Av tí talan er um mótaklæði, er ikki altíð sami litur best umtóktur hjá keyparunum. Men svart slepst altíð av við Og í letuni eru litir, sum minna um náttúruna, væl dámdir, tað vil siga teir brúnu. Tað krevur ágrýtna og dygdargóða marknaðar- føring at selja skinn og skinnverur. — Tað verður alla tíðina leitað eftir nýggjum marknaðum og nýliga er Kina komið millum | aralondini, sigur Knud Hudson's Ba Center Danmark A/S, sun KEY Sveistrup, selur Í8Broyskt n K SKInnir djóralæknan £ landbunadarrådgevar Feroyar eru væl egnaða naida te X eðurlag ð er 10SKand ! LR spara í innflutningi Feroyar kunnu nakrar minkagarðar afturat og kunna teir hava eina felags fóðursteð. Mer tað krevur samstundis at ansa eftir, hendan nýggja vinnan kki skaðar náttúru og mentan, leggja teir afturat Framhald á siðu 15