hósdagur 7. mai 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Utgevari: P/ Sosialurin
Fyritaksstjóri: Krisjan Daht
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: Pif Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Hvítt val
í Suðurafrika
Í GJÁR hevdu 3 millónir hvítir
borgarar í Suðurafrika hevi at nýta
tann ofta nógv virda demokratiska
rættin at velja menn og kvinnur at
sita við landsins stýri. Um somu tíð
vóru umleið 22 milliónir svartir borg-
arar noyddir at sita heima við hús
sum passivir eygleiðarar — til henda
hvíta rasismusjónleikin.
STØDAN í Suðurafrika er tann, at
bert tey hvítu og ein partur av teim-
um sonevndu littu hava valrætt. Tey
svertu, sum eru meginparturin av
landsins íbúgvum, hava als onga
ávirkan á landsins stýri og hava tískil
einki at skula sagt.
UNDAN hesum hvíta minnilutavalin-
um bendi nógv á, at verandi forsætis-
ráðharri, Piet Botha, fór at vinna og
harvið varðveita vald sítt. Hóast ávís-
ir hvítir minnilutabólkar so sum
liberalir studentar hava mótmælt
apartheidstýrinum hjá Botha, so eru
hesir kortini eitt fátal í mun til hini
hvítu.
TAÐ hevur fyri ein stóran part
eydnast tí óvikiliga og konservativa
Botha at basa svertu andstøduni,
uttan at hetta hevur hótt valdið og
privilegiini hjá tí hvíta minnilutanum.
At fleiri túsund svørt eru myrd hevur
so minni at siga. Nettup við at vísa
sína støduføstu og harðrendu hond
mótvegis øllum atfinningum ímóti
apartheidstýrinum hevur tað eydnast
Botha at vinna teir hvítu veljararnar,
sum kanska vóru farnir at bera ótta
fyri, at stjórnin ikki fór at megna at
standa ímóti trýstinum frá teimum
svertu.
TAÐ er serliga undantaksstøduni fyri
at takka, at Botha hevur megnað at
berja niður mest sum alla andstøðu.
Undantaksstødan hevur gjørt, at um-
heimurin hevur eingi tíðindi fingið úr
Suðurafrika, tí forboð er sett fyri at
bera tíðindi, sum ikki eru sensurerað
av stýrinum. Eisini hevur henda
undantaksstøda gjørt, at hvítu løg-
reglumenninir hava kunnað sett fólk
fest uttan at lata tey koma fyri ein
rætt fyrst. Tað hevur helst ikki verið
nóg mikið fyri teir hvítu legreglu-
menninar at handtaka svartar
leiðarar og fakfelagsfólk. Teir eru
farnir fram við harðari hond móti
øllum svørtum, ið hava víst tekin til
mótmæli. Ja, sogar smábern í
túsundatali eru tíkin og fongslað.
Hetta er hvíti minnilutin í Suðurafrika
í dag. Alt verður gjørt fyri at forða
fyri, at tey svertu fáa nakra sum helst
ávirkan á landsins stýri. Tí, júst tað er
einasti máti, at tey hvítu fult og heilt
kunnu sita omaná øllum ognunum og
rættindunum.
MEN hóast tað hevur eydnast Botha
við táragassi, stórum politista- og
hermannadeildum, við skotvápnum
o.ø. at niðurberja svertu andstøduna
nú í eina tíð, so er tað ein sannroynd,
sum ikki vikast, at eingin skipan,
ikki heldur apartheid, megnar í
longdini at trælka meirilutan av
fólkinum í egnum landi. Tí er tað bert
ein spurningur um mánaðar ella ár til
hvíta minnilutastýrið er tvungið at
lata vald í hendurnar á teimum
svertu.
MEN jú longri tíð gongur, tess álvars-
ligari og blóðugari verður uppgerðin
millum tey svertu og tey hvítu. Tað er
eisini tí, at svartir leiðarar nú í fleiri ár
av øllum alvi hava roynt at sannføra
hvíta minnilutastýrið um, at tað nú
beinanvegin er tvungið at fremja ný-
skipanir og beina fyri apartheidpoli-
tikkinum. Men tíðin er við at ganga
undan og ein dag verða eisini tey
mongu svertu, ið høvdu ynskt at
kunna fingið eina loysn uttan at blóð
fleyt, noydd til at taka til onnur ráð.
SVARTI meirilutin hevur heitt á
umheimin og biðið okkum havast at
apartheitstýrinum á ymsan hátt.
Hetta er ein roynd at fáa hvíta minni-
lutan at innsíggja, at hann ongan
góðan hevur, og at hann tí má taka
seg um reiggj fyri at fremja åbøtur.
Nógv lond hava sett í gildi fullkomið
bann fyri samstarvi við Suðurafrika
og herfyri var so eisini uppskot
frammi á tingi um hetta sama. Men
vit hava so einki hoyrt aftur til hetta
mál. Nú kemur tingið so saman aftur
á ólavseku og er tað okkara vón, at
hetta uppskotið kemur fram aftur, og
at teir av okkara tingmonnum, sum
hava verið í iva um, hvat teir skulu
velja, gjølla kunna seg við vidur-
skiftini í Suðurafrika — tí veruliga
vitanin um, hvussu apartheid virkar í
Suðurafrika í dag, eigur at vera nóg
mikið til at sannføra okkum um, at vit
eiga at vera við til at máa grundar-
lagið undan tí hvíta minnilutastýrin-
um har. Latið okkum vísa okkum
sum kvinnur og menn og siga korta-
nei til apartheidstýrið í Suðurafrika.
jamíú
Nr. 51 — 7. mai 1987
Familjuvegurin Funningur
— Funningsbotn
Nógv hevur verið sagt um
henda veg, sum eg annars
líkni við Burma-vegin á
sinni.
Tíbetur er eingin deyður
av hesi vegagerð enn,
meðan eg og aðrir, ið hava
brúk fyri hesum veg, so
áhaldandi hava verið seig-
píndir og ikki kunnað rekt
okkara áhugamál, tað veri
seg við sjógv ella í haga.
Undirritaði atleði við
Lassa Klein, sum umsitur
hesi mál í landsstýrinum,
uml. hålvan febr. og lovaði
hann, at vegarbeiðið
skuldi byrja aftur um
mánaðarskiftið mars/
apríl, men einki er gjert
enn. Um sama mundið tal-
aði eg við Jergen Thom-
sen, sum spurdi, hvussu
tað bar til, at bert eg
sóknaðist eftir vegnum, tí
frá Funnings Sóknarstýri
hevði hann aldri hoyrt eitt
orð um vegin í síni heild.
Hetta haldi eg vera alla
átalu vert, men undrar tað
meg kortini íkki, tí
»Såttarenni« fekk sína
rætt av okkara vegajått-
an.
Um eg í hesum havi mis-
tikið meg, so biðið eg um
fyrigeving.
Men brúk havi eg fyri
vegnum, tí tað er einki
dulsmál, at lív mítt hevur
verið og er á sjónum. Tekk
fái Gud — hesum havi eg
livað av.
So fari eg at enda at
spyrja: Hvat bagir í
hesum máli, og hví verður
einki gjert fyri at gera tað
koyrandi millum Funning
og Funningsfjerð? Ella er
tað veruliga so spinnandi
galið, at landsverkfreð-
ingurin leggur sína keldu
hond yvir >bílætið<, ella
uppaftur verri — vil okk-
ara góða sóknarstýri als
ikki hava vegin?
Og eg krevji svar í blød-
unum, tí frá sjálvum
fíggjarnevndarformannin-
um Jergen Thomsen havi
eg fingið váttað, at um
játtaði peningurin ikki
rekk, so kundi arbeiðast
víðari uppå komandi
játtan.
Eg ætli mær ikki at gev-
ast á hesum sinni fyrrenn
eg veit hvar hundurin er
grivin.
Við tekk fyri upptek-
una,
W.0.
Skåla skipasmidja
bíðar eftir skipa-
pakkanum — gjørt 5
fyribils sáttmálar
— Vit bíða eftir skipa-
pakkanum hjá landsstýr-
inum og vóna, at tað
skjótt fer at loysa upp fyri
hesum pakkanum, soleiðis
at vit kunnu fáa nýggjar
sáttmálar um nýbygn-
ingar.
Hetta sigur stjórin á
Skála skipasmiðju, Óli
Zachariasen á 25 ára deg-
num fyri at fyrsta stál-
skipið fór í gerð á Skála
skipasmiðju
Hann vísir á, at lagnan
hjá skipasmididnadinum
her á landi liggur í hond-
unum á landsstýrinum, tí
tað eru politikararnir, sum
Framhald á síðu 9