hósdagur 7. mai 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 7. mai 1987
TIL TEIRRA, IÐ ERU Í
ONKRUM
VANDABÓLKINUM
Tey, ið hoyra upp í onkran av nevndu vanda-
bólkum, skulu vita, at vanda fyri :smittu við
AlDSvirus slepst bara heilt undan við at
halda seg frá kynsligum sambandi, ið ber við
sær samband millum slímhinnur og millum
sáð og slímhinnur.
Eisini skal áherðsla verða legd á, at vandin
fyri smittu kann gerast minni á henda hátt:
* Hav kynsligt samband við so fá fólk sum
gjørligt. Best er í kynslívinum bert at halda
seg til eitt fólk. Serliga týdningarmikið er ikki
at hava tilvildarlig kynslig sambond.
*x Nýtsla av hít (kondom). Tað er greitt, at
AIDS-virus ikki kann fara igjøgnum veggin í
eini hít, og nýtslan av hít minkar tí í stóran
mun um smittuvandan.
k Samlega igjøgnum gatið (baktarmin) eigur
ikki at verða framd, av tí at tað ber við sær
serligan vanda fyri lest av slímhinnum.
x Nýtið ongantíð tannbustir, barbertól og tílíkt
hjá eðrum. Tannbust og barbertól kunnu uppi
á sær hava smáar blóðnegdir.
*x Tey, ið vannýta rúseitur til innspræningar
mugu ongantíð býta sprænur ella nálir síná-
millum.
X Fólk, ið hoyra upp í vandabólkar, mugu ikki
geva blóð, sáð ella yrkisgøgn (organ).
TIL TEIRRA, IÐ LEITA
SAMBAND VIÐ
PROSTITUERAÐ
(mannfólk og konufólk, sum bjóða sær til)
* Halt teg frá samlegu við prostituerað.
Nýtið ið hvussu er altíð hít.
TIL TEIRRA, IÐ
FERÐAST
UTTANLANDS
Havikki kynsligt samband vid onnur enn tey,
id tå kennir ogvuliga væl. Nyt altid hit. Mest
ræður um at vera varin á ferðum til afrikansk
lond kring linjuna og til Haiti, har sjúkan ser-
liga ofta kemur fyri. Í nógvum størbyum er
sjúkan serliga vanlig, eitt nú í Keypmanna-
havn. Av teimum 150 tilburðunum, ið vóru
skrásettir 1. apríl 1987 í Danmark, vóru teir
128 skrásettir í ekinum í ella nærhendis'
Keypmannahavn. Mett verður, at nógv fleiri
fólk eru smittað. Serken meta talið av,
smittaðum fólkum í Danmark í dag at vera
millum 5.000 og 15.000.
TIL TEIRRA, IÐ ERU
HEILT UTTAN FYRI
VANDABÓLKARNAR
* Havið kynsligt samband við so fá fólk sum til
ber. Halt teg frá tilvildarligum kynsligum
sambondum. Nyt ið hvussu er hit. Havið ikki
"kynsligt samband við prostituerað og fólk,
sum nýta rúseitur innanæðra.
Hóast nógv tað stersta talið av fólki við
AIDS í Danmark eru homoseksuellir ella bi-
seksuellir menn, so finnast lond, eitt nú Zaire
og Kenya, har AIDS er ein sjúka, ið er líka
vanlig hjá kvinnum og monnum.
Síða 5
Teknikapping góða
undirtøku í Fóroyum
Einar 30 tekningar komu
frá førovskum skúlanæm-
ingum til kappingina hjá
apotekinum um við mynd-
um og/ella orðum at lýsa
evnið fyribyrging.
Kappingin er liður í her-
ferðini móti AIDS.
Apotekini í Danmark
tóku stig til kappingina og
í Feroyum tóku apotekini
undir við hugskotinum, so
eisini føroyskir unglingar
sluppu at royna seg.
Hardy Madsen á Tjald-
urs apotekinum sigur, at
undirtekan var betri enn
væntað her í Feroyum.
Einar 30 tekningar komu
inn. Summar eru heilt
góðar, sigur hann.
Feroysku tekningarnar
eru sendar til Danmarkar,
har ein dómsnevnd nú
roynir at finna teir 20
vinnararnar. Úrslitið
verður kunngjert nú í mai.
Feroysku tekningarnar
verða ikki demdar fyri
seg, men saman við teim-
um donsku.
Kappingin var fyri
næmingar í 7., 8., 9. og 10.
flokki. Fimm bestu tekn-
ingarnar úr hverjum
flokki fáa virðislen.
Fyrsta virðislen er ein
ferð fyri tvey til París.
hd
Tryggingin stovnar
d
upplysingadelil
Tryggingarsambandið
Feroyar fer nú at seta á
stovn upplýsingadeild.
Hetta stendur at lesa í
danska blaðnum »For-
sikring<, sum hevur tosað
við tveir føroyskar trygg-
ingarmenn á kunningar-
ferð í Danmark. Teir báðir
eru Jákup Lindenskov,
deildarleiðari og Jóan Pet-
ur Jacobsen, roknskapar-
leiðari.
Teir siga við danska
blaðið, at í fyrsta umfari
vera teir tveir í nýggju
upplýsingadeildini. Men
tað fer ikki at undra teir,
at deildin fer at hava
fimm-seks starvsfólk
longu um tvey ár.
Í greinini verður greitt
frá føroysku seguni og
seguni hjá trygging í Fer-
oyum.
Jákup og Jóan Petur
upplýsa eisini, at Trygg-
ingarsambandið nú ætlar
at blása lív í aftur felagið
Lútzhøft á Co. í Keyp-
mannahavn, sum
sambandið eigur. hd
Mugu
framvegis
vera varin
Ongin meningitistil-
burður hevur verið í
Feroyum síðani í febru-
ar.
Men hetta merkir
sjálvandi ikki, at
sjúkan er horvin.
Landslæknin, Hegni
Debes Joensen, sigur,
at vit eiga avgjørt at
vera varin viðvíkjandi
Tryggingarsambandið
hevur gjørt nógvar fald-
arar við upplýsingum um
møguleikar at tryggja.
hesi sjúku, sum í ring-
asta føri kann hava
deyðan við sær.
Í januar í ár vóru
fýra meningitistilburð-
ir og ein í februar. Síð-
ani hevur ongin verið.
Sjúkan rakar serliga
børn og ung. Elsti
sjúklingurin í ár er
feddur í 1969.
Í 1986 vóru 16 til-
burðir og tveir sjúk-
lingar doyði. Í fjør vóru
eisini nakrir mánaðir
við ongum tilburði.
Hetta var um summ-
arið. Men so komu
knappliga fýra til
burðir í august.
Í fjør vóru 10 til-
burðir frá 1. januar til
15. mai.
Men hóast bara ein
tilburður hevur verið
nú í yvir tríggjar mán-
aðir, so kann sjúkan
koma aftur. Og vit
mugu endiliga ikki
slaka á varseminum,
sigur landslæknin.
hd
FERÐSLUTRYGD
æ
om
2
er at fara yvirum
bert undir
ge grenum ljósi