hósdagur 7. mai 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— Try smittað funnin í Før-
oyum.
Óhugnalig tøl úr ødrum
londum.
Landslæknin hevur nú
fingið fráboðan um trý
fólk i Føroyum, sum hava
fingið ávíst andevni móti
AIDS-virusinum.
Fyrstu ferð hetta and-
evni, HIV-andevni (HIV
= Human Immuno-
deficiency Virus), varð
ávíst hjá fólki i Feroyum
var i september í fjør.
Ongin hevur tó fingið
sjúkuna AIDS í Feroyum.
Hildið verður, at millum
20 og 30% av teimum,
sum fáa ávíst HIV-
andevni í blóðinum, fáa
AIDS tvey, fýra ella fleiri
ár aftaná.
Læknar, sum fáa at vita,
at HIV-andevni er í blóð-
royndum, teir hava tikið,
hava ikki skyldu at boða
landslæknanum frá
hesum.
Hinvegin hava teir frá-
boðanarskyldu um sjúku-
tilburðir.
Hetta er eisini galdandi
í Danmark.
Landslæknin upplýsir,
at í Danmark vita heilsu-
myndugleikarnir um
knappliga 1700 fólk, sum
hava HIV-andevni í blóð-
inum.
Og 1. april í år høvdu
150 fólk fingið herviligu
AIDS-sjúkuna. Umleið
helvtin, 78, eru deyð.
Soleiðis smittar AIDS
AlDS-virus smittar við kynsligum sambandi og
við blóði og ávísum blóðúrdráttum. Smitta frá
móðir til barn kann henda í lívmóðrini ella í sam-
band við fødingina.
Tann langa tíðin, sum gongur frá tí eitt fólk er
smittað og til sjúkueyðkennini fyri AIDS virus
smittu kunnu vísa seg — um so er, at sjúku-
eyðkenni yvirhevur koma — ber í sær, at stórur
vandi er fyri, at smittandi, sum kenna seg heilt
frísk, kunnu smitta onnur.
Tað hevur týdning at leggja áherðslu á, at
smitta ikki verður borin manna millum á annan
hátt enn her nevnt. Ti er gott at vita hetta:
ikki er vandamikið at nerta við ein, ið er smittað-
Vandi er eingin av at taka onkran lut, sum smittað
fólk hevur nomið við.
Smittan verður ikki borin gjøgnum luftina.
Smittan verður ikki borin við mati.
Eingin verður smittaður av baðivatni, sum sjúk-
lingurin hevur verið í.
Hesi eru í vanda
Ávísir bålkar av fólki eru í serligum vanda fyri at
verða smittadir. Tað snýr seg um hesar bólkar:
Homoseksuellir menn (menn ið hava kynsligt
Biseksuellir menn (menn ið hava kynsligt sam-
band bæði við menn og kvinnur).
Fólk, ið vannýta rúseitur við at spræna tað innan-
æðra i»stikknarkomanar«).
Fólk vid bisðarasjúku.
Fólk frá Haiti og afríkanskum londum seriiga
kring linjuna lækvator).
Tey. i6 kynsligt samband hava við fólk í omanfyri-
nevndu bótkum.
Talið veksur óhugnaliga
skjótt. Í juni 1985 vóru 47
AIDS-tilburðir i Dan-
mark. 14 mánaðir seinni,
1. september 1986, vóru
teir 105 í tali.
Eisini í einum eðrum
grannalandi hjá okkum,
Íslandi, eru telini ræðandi.
Tann 1. oktober í fjør
var HIV-andevni ávíst hjá
30 fólkum. 30. juni vóru
tveir AIDS-tilburðir skrá-
settir. 1. desember eru teir
vorðnir fýra. Og ein sjúk-
lingur er tá deyður.
Í USA, har sjúkan
AIDS fyrstu ferð varð
funnin, hetta var fyri seks
árum síðani, vóru tann 6.
apríl í ár komin 19.537
nevn á deyðslistan.
Sama dag vóru skrá-
settir 33.720 tilburðir.
Millum teirra vóru 2.266
kvinnur og 475 bern!
Veksturin er stórur. Í
apríl 1985 vóru 10.000
blivin sjúk. Í juni 1986 fór
talið upp um 21.000. Og tá
vóru út við 12.000 deyð.
Landslæknin,
Høgni D. Joen-
sen, sendi i ok-
; tober í fjør út
eina frágreiðing
um AIDS.
Hann heldur,
at nú er stundin
komin at endur-
taka hesa frá-
greiðing.
| Landslæknin
sigur, at tað eru
ikki nøkur ó-
væntað tíðindi,
AIDS-smittan
finst í Føroyum.
Tí hví skuldu
Føroyar verið
einasta land í
Europa, har hon
ikki er?
Vit prenta her
frágreiðingina
hjá landslækn-
anum:
Tey, ið verða smittað við
AIDS-virus framleiða
næstan ell andevni ímóti
hesum. Hetta merkir tó
ikki, at virus doyr, og at
smittan heldur uppat,
sum vant er at vera við
virusígerðarsjúkum. Hes-
ar serligu umsteður bera í
sær, at ávísing av HIV-
andevni í blóði vísir ikki
bert, at fólkið er vorðið
smittað við AIDS-virus,
men eisini at hann ella hon
má sigast at kunna smitta
onnur. Smittuferið er
ymiskt, men varir helst
nógv ár, kanska alt lívið.
AIDS smittar ikki við
vanligari nerting, men
bert við kynsligari sam-
veru og við blóðinum.
Uttan vanda kunnu vit
Nr. 51 — 7. mai 1987
sostatt halda fram at sýna
eymleika og samhuga
hver ímóti eðrum.
HVAT ER
AIDS?
Tað skilst, at AIDS er ein
ógvuliga álvarsom sjúka.
Gávurnar hjá manna-
kroppinum at verja seg
fyri = ávísum ígerðar-
sjúkum og fyri einum ill-
kynjaðum vekstri, ið
nevnist Kaposi's sarkom
minkar í stórum. Hetta
sæst ikki hjá fólkum, har
mótsteðuferi er, sum tað
eigur. Mótsteðuferi okk-
ara verjir okkum móti
ígerðarsjúkum og helst
eisini = móti summum
vekstrum. Mótsteðuferi
(órinsverjan), er ein rætti-
liga fløktur sinåmillum
leikur millum ymisk sløg
av hvítum blóðkroppum.
áður nevnt er
bilandi mótsteðuferi í
sambandi við sjúkuna
AIDS íkomin. Hon er
fingin og sostatt ikki við-
fodd. Í dag vita vit, at bil-
andi mótsteðuferi er elvt
av einum virus, ið verður
nevnt Humant T-lymfo-
tropt virus typa III, stytt
HTLV-III, ella LAV,
HIV, her eisini nevnt
AIDS-virus.
Virussjúkur gera, at
kroppurin framleiðir and-
evni, sum royna at gera av
við smittuevnið. Í flestu
smittandi sjúkum eydnast
hetta, og tá ið andevnini
Sum
hava gjørt arbeiði sitt, sc
smittar ein ikki longur. Og
í fleiri forum verður ein tá
ikki sjúkur aftur av somu
smittandi sjúku.
Tey, ið verða smittað
við AIDS-virus, framleiða
næstan øll andevni móti
tí. Hetta merkir tó ikki, at
virus doyr, og at smittan
heldur uppat, sum vant er
at vera við virusígerðar-
sjúkum. Hesar serligu um-
steður bera við sær, at
ávísing av HIV-andevni í
blóði vísir ikki bert, at
fólkið er vorðið smittað
við AIDS-virus, men eisini
at hann ella hon má sigast
at kunna smitta. Smittu
ferið er ymiskt, men varir
helst nógv ár, kanska alt
lívið.
ÍGERÐARTÍÐ OG
SJÚKUTEKIN
AIDS-virus-ígerðarsteðan
kann ógvuliga væl koma
fyri heilt uttan sjúkueyð-
kenni. Hjá teimum, har
sjúkutekin vísa seg, er
ígerðartíðin, tað er tíðin
frá ein er smittaður og til
sjúkan vísir seg, ymisk.
Sjúkutekin kunnu vera
trupulleikar, ið hava varað
í fleiri mánaðar við ringari,
meði, nógvum fepri, ring-
um sveitta um náttina,
ringum lívsýki (diarré),
lættnan uttan kenda
orsek, hovnir eitlar,
serliga á hálsi og undir
hondum. Eitlarnir kunnu
annaðhvert vera eymir
ella ikki sárir. Ein partur
av teimum smittaðu fáa
seinni lívshóttandi ígerð-
arsjúku og/ella Kaposi's
sarkom sum vekstur í
húðini ella aðrastaðni. I
hesum seinast nevndu fer-
um verður sjúkan AIDS
staðfest.
Hildið verður, at and-
evni móti AIDS-virus
vísir seg í blóðinum um-
leið tveir mánaðar eftir, at
smittan er farin fram. Ó-
vissa er kortini um hetta,
Ring og spyr!
Ert tú í iva um okkurt
viðvíkjandi AIDS, kanst tú
ringja til AIDS-injen i
Danmark.
Nummar 01 911119 svarar
kl. 09.00 - 23.00 allar dagar.
Nummar 09 911119 svarar
alt samdegrið allar dagar.
kanska kunnu fleiri
mánaðir ganga, til
andevnið kemur hjá
einum, ið er smittaður.
Hjá einstøkum verður
einki andevnið framleitt
hóast smittu.
Ígerð við AIDS-virus
kann sostatt elva frá ong-
um trupulleikum til lívs-
hóttandi sjúkur. Sjúkuav-
gerðin. AIDS er bert gald-
andi fyri tær álvarsam-
astu lívshóttandi steður-
nar i AIDS-virus ígerðini.
Avgerð må
takast I
hvørjum
einstøkum
føri
Tað verður avgjert
hverjum einstøkum føri
hvussu møguligir AIDS
sjuklinga Førovun
KUÍU VIOZErast un Ler
skulu vidgerast her i land
inum ella sendast til Dan-
markar, upplysir lands-
læknin, Høgni Debes
Joensen
AIDS-sjúkan kann
koma fram á so nógvan
hátt, at tað ber ikki til at
gera nakrar avgjerdar
reglur um, hvussu berast
Eyðkvæmi
á føroyskum
Sjúkan AIDS eitur á føroyskum eyðkvæmi, sigur
landslæknin í frágreiðing síni.
AIDS er stytting
fyri
Acquired Immune
Deficiency Syndrome, á føroyskum: samheild av
sjúkueyðkennum elvd av fingnari órinsbilan.
skal at, tá, og um, fyrstu
AIDS-sjúklingarnir = eru
veruleiki i Føroyum
Støda má takast til
spurningin í hverjum ein
støkum føri
hd