Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Og so varð heldur hava reiðan pening Klokkan hålvgum sjey fríggjamorgunin uppgav semingsmaðurin Petur Zachariassen at royna semju millum arbeiðs- gevararnar og tey fimm arbeiðarafelegini, Feroya Arbeiðarafelag, Klaks- víkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðs- mannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og ar- beiðskvinnufelagið Fjall- brúður í Vági. Og so varð verkfall lýst. Samráðingarnar millum arbeiðsgevararnar og Havnar Arbeiðsmanna- felag hildu tó á ótarnaðar. Tá tað slitnaði, høvdu partarnir sitið á Hafnia síðan klokkan trý hós- dagin seinnapart. Longu hósdagin skiltist á teimum flestu í sam- ráðingunum, at tey høvdu lítlar vónir um úrslit. Samráðingarnar millum partarnar góvu einki, og semingsmaðurin megnaði ikki at fáapartarnar nærri hverjum eðrum. 4-bélkurin nevnast í dagligari talu tey fýra fak- feløgini, sum hava sam- ráðst saman hesar dagar- nar. Tað hevur ikki altíð gingið so væl við sam- starvinum millum tey og Føroya Arbeiðarafélag, men hesar dagarnar hevur sambandið verið gott, og tey hava verið samd um, hvat var vert at halda fast um. Havnar mannafelag hevur ikki verið við í tí samstarv- inum. Eftirlønargrunnurin i vegin Og tað er av góðum grund- um, ti størsta forðingin fyri ursliti er eftirlønar- grunnurin. Henda eftirlønargrunn heldur Havnar > Arbeidsmanna- felag fast við, og arbeiðs- gevararnir krevja, at hini fakfeløgini skulu hava somu skipan. Men tað vilja arbeidarafeløgini ikki. Tey halda ikki, at ar- beiðsgevararnir kunnu trýsta ein eftirlønargrunn niður yvir tey, tí limirnir í teimum fimm feløgunum hava greitt sagt, at tey heldur vilja hava peng- arnar útgoldnar, enn at ein prosentpartur av len- ini skal fara í ein eftir- lenargrunn. Bæði Havnar Arbeiðsmannafelag og ar- beiðsgevararnir hava kravt, at útgoldna tíma- lenin hjá Havnar Arbeiðs- mannafelag og hinum aftur verður lika. Men hini fimm arbeidarafeløgini siga, at feløgini eiga at fåa tað sama fyri tíman frá ar- beiðsgevarunum. Havnar Arbeiðsmannafelag ræður sjálvt fyri, um tað vil hava Yvirlýsing í samband við sáttmála- samráðingarnar Landsfelagið Feroyinga í Útbúgving mótmælir hervið harðliga, at arbeiðsgevarafelagið í sátt- málasamráðingum sínum við arbeidarafeløgini hevur kravt, at lægri løn skal latast øllum, ið hava arbeitt minni enn 1 ár sum arbeiðsfólk. Hetta er eitt grovt álop á núverandi skipan, har øll yvir 17 ár fáa fulla arbeiðsmannalon. Landsfelag Feroyinga í Útbúgving heitir inni- liga á arbeidarafeløgini um ikki at ganga hesum órímiliga kravi frá arbeiðsgevarunum á meti. Landsfelag Feroyinga í Útbúgving Arbeiðs- verkfall Høvudsatvoldin er eftirlonargrunnurin, ið arbeidarafeløgini ikki vilja hava. Tey vilja ein prosentpart í eftir- lenargrunn, men ta upphæddina vilja hini hava upp á lenina. Og har stendur tað. Tvey ára gomul fløkja Fløkjan við eftirlonar- grunninum byrjaði við seinastu sáttmálasam- ráðingum fyri tveimum árum síðan. Tá góðtóku bæði feløgini í Havn og bæði í Klaksvík eitt sem- ingsuppskot við eftirlønargrunni. Men við fyrivarni, tí uppskotið fingu limirnir í feløgunum hevi til at taka steðu til. Arbeiðskvinnufelegini í Klaksvík og í Havn vóru ikki í iva. Tey vrakaðu eftirlenargrunnin, men menninir góðtóku hann. Seinni royndi Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag at sleppa av við grunnin aftur, men tað vildu ar- beiðsgevararnir ikki loyva teimum. Tískil hava menninir í Klaksvík og í Havn fingið eitt prosent av lenini goldna í eftir- lenargrunn og hava harvið fingið 63 oyru minni um tíman útgoldin sum tíma- len. Sáttmálasamráðingar- nar hesa ferð hava í veru- leikanum ikki veri nakrar samráðingar. Partarnir hava ikki kunnað tosað saman um nakað. Síðan mánakveldið sóu fakfelog- ini einki til arbeiðsgev- ararnar. Semingsstovnur- in kom bara við tveimum semingsuppskotum, ið bæði vórðu vrakað. M.a. tí tey 63 oyruni ikki vóru á muni millum hini felegini og Arbeiðsmannafelag, sum framvegis hevur sín eftirlenargrunn. Haraftur- at vóru í semingsupp- skotunum næstan ongar hækkingar av yvirtíðar- satsunum, og viðbeturnar fingu bara nøkur oyru afturat. Góður hýrur Sjálvt um eingi úrslit vóru at hóma, vóru eingi tekin um mismót í fakfeløgun- um. Hýrurin var frálíkur hóskveldið og fríggja- kveldið á Hotel Hafnia, har ell samráddust. Hver tíðindablaðið Til fyri stuttum var hetta neundin í Foroya Arbeiðarafelag. Johannes Olsen, sum situr uttast til vinstru, er nú farin frá. Í hansara stað er komin Símun Pauli Tí eru vit ímóti eftirlønargrunninum FA vil heldur hava eykapensión Fyrst av ellum: Vit eru ikki ímóti eftirlen. Men vit halda tað ikki vera rætt at taka prosent av lenini og gera ymiskar eftirlønar- skipanir út frá hesum pro- sentgjaldi. Hetta hevur við sær, at tey, sum tjena nógv, meðan tey eru í vinnu, fáa stóra eftirlen. Men tey við litlari inntøku fáa lítla eftirlen. Hevur ein forvunnið 20-25.000 um mánaðin, gevur hetta t.d. (alt eftir %-inngjaldinum) 9-10.000 krónur um mán- aðin í eftirlen. Men tann, ið fær 10.000 krónur um mánaðin bara fær 4.000 í eftirløn. Tað er eftir okkara tykki órættvíst at halda fast við og økja um stættarmunin heilt upp í pensións- aldurin. Hetta er eisini beint ímóti tí pensiónsskipan, sum vit hava nú. Grund- upphæddin verður útgold- in til øll, og tey, sum ongar inntekur hava aftrat, fáa eina viðbót. Henda skipan ger í hvussu er ikki stætt- armunin sterri í pensións- árunum. Tann eftirlønarskipan, sum nú roynt verður at trýsta inn á okkum, er bæði órímilig og órættvís. Tað eru eisini aðrar týð- andi grundir til, at vit eru ímóti einari eftirlønar- skipan sum tí hjá Havnar Arbeiðsmannafelag: parturin hevði síni høli. Men luttakararnir vóru ofta at síggja á gongum, trappum, í liftini og í mat- stovuni, har prátið var lív- ligt. Onnur fakfelagsfólk, sum ikki eru í samráð- ingum júst nú, vitjaðu fyri at fregnast um megulig úrslit. 1) Grunnurin hjá Havn- ar Arbeiðsmannafelag er ikki ein grunnur hjá felog- unum. Arbeiðsgevarin hevur vetorætt í ellum av- gerandi viðurskiftum. Í eðrum londum, m.a. Dan- mark, umsita og ráða felogini yvir grunninum av tí heilt einfaldu orsek, at hetta er eftirlen hjá ar- beiðarunum. 2) Grunnurin hjá Havn- ar Arbeiðsmannafelag er soleiðis skipaður, ar ar- beiðsgevarin og arbeiðarin gjalda hver sítt prosent inn í grunnin, t.v.s., at báðir partar gjalda líka nógv. Hetta er ein klárt verri skipan enn tær almennu eftirlenarskipaninar, har arbeiðsgevarin skal gjalda tveir triðingar og lentak- arin ein triðing. Hetta eru so nakrar av grundunum til, at vit ikki kunnu góðtaka eina eftir- lønarskipan sum ta hjá Havnar Arbeiðsmanna- felag. Vit eru ikki ímóti, at Havnar Arbeiðsmanna- felag ynskir at gera eina eftirlenarskipan fyri sínar limir. Tað stendur Havnar Arbeiðsmannafelag púra frítt at gera ta pensións- skipan, sum teir nú eina- ferð halda vera best. Men Feroya Arbeiðarafelag kann ikki á nakran hátt góðtaka, at Havnar Arbeiðsmannafelag og ar- beiðsgevararnir vilja kroysta okkum til at góð- taka eina eftir okkara sannfering vánaliga og ó- rættvísa eftirlønarskipan. At landsstýrið júst nú kannar, hvussu ein eyka- pensión kann skipast, er bert ein grund aftrat til at lata vera við at taka við eini vånaligari eftirlønar- skipan nu. Føroya Arbeidarafelag Kári Petersen, skrivari Heilsuverkið undantikið Millum limirnar í feløgunum í verkfalli eru bæði heimahjálparar og starvsfólk á sjúkrahúsunum og heilsuverkinum annars. Men heilsuverkið verður ikki rakt av verkfallinum. Fakfeløgini hava samtykt at gera undantaks- loyvi fyri hesar limirnar, sum ti fara at arbeida undir verkfallinum.