Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 RS sosjalurin J.P. Gregoriussen hevur tekn flutt eysturum. að bygningin. Tekningin er ikki heilt endaliga, skilst á lagnum. Og bilplássið verður Grannskoðaraholl við Landavegin — Virkið hjá Jógvani Sundstein byggir fyri 12 mill. kr. Tað er vorðið trongligt hjá P/f Grannskoðaravirkin- um við R.C. Effersøesgøtu i Havn. Ti ætlar virkið at flyta út á Landavegin. Virkið hevur keypt eina 8.600 fer- metrar stóra treð úti á Fletum frá Eli Rubeksen fyri 1,3 mill. kr. Og fyri páskir byrjaði útgrevsturin. Jógvan Sundstein, stjóri, sigur, at stoypingin byrjar vænt- andi eftir ólavseku. Hús- ini verða stoypt og síðani kledd við timbri. Húsini vera í trimum hæddum og hver hæddin er 470 fermetrar. Til samanberingar kann nevnast, at virkið nú hevur tilsamans 450 fer- metrar. Virkið flutti í hús- ini í R.C. Effersøesgøtu í januar 1979 og tá vóru tey húsini spildurnýggj. Ov trongligt Men nú er vorðið ov trong- ligt har. Virkið fær ikki sett fleiri fólk og tað kann heldur ikki byggja út. Húsið verður selt, tá virkið flytur út á Landa- vegin, antin seinast í 1988 ella fyrst í 1989. Bygg- ingin er mett at kosta umleið 12 mill. kr. Jógvan Sundstein sigur, at virkið skal brúka alt húsið sjálvt. Tað verður kanska nakað rumligt í fyrstani, men sum frálíður man tað fara at vera á góðari leið. — Vit hava ikki hugsað um at leiga út. Men vit vilja heldur ikki upp á for- hond avvísa, um onkur skuldi spurt um leigumál. Jógvan Sundstein sigur, at heldur ikki er avgjert, hvat gerast skal við tað, sum eftir er av treðni. Grannskoðaravirkið brúkar umleið helvtina av henni til húsið og 40 bil- pláss. Jógvan Sundstein sigur, at virkið beinanvegin, tað flytur, fer at seta trý ella fýra fólk afturat teimum 22, sum nú starvast hjá tí. hd [ir 1,7 Upptøkuroynd å DJH Leygardagin 13. juni 1987 kl. 9.00 verð- ur å Handilsskålanum i Torshavn upp- tøkuroynd til Danmarks Journalist- højskole. Lesturin byrjar 1. september 1987 og varar fýra ár, harav hálvtannað er starvsvenjing. Tann, sum fer til upptøkuroynd, skal duga at brúka skrivimaskinu. Annars eru ongar treytir. Skúlin væntar tó, at umsøkjarar eru á kunn- leikastødi, sum svarar til studentsprógv. Sambært kunngerð frá Kenslu- málaráðnum skal upptøkuroyndin »dokumentere ansøgerens iagttagelses- evne, evne til at refere, prioritere og klargøre problemerne i et givet stof samt evne til kreativ sproglig formuler- ing«. Royndin verður á donskum og tann sama sum í Danmark. Miðaldur teirra, sum í seinastuni eru byrjað í DJH, er 23 ár. Serligt umsóknarblað til upptøku- royndina fæst vid at venda sær til Landsskúlafyrisitingina, Falkavegi 6, 100 Tórshavn, tlf.: 15555. Umsóknarblaðið skal sendast skúl- anum, ið skal hava umsóknina í seinasta lagi fyrrapartin 1. juni 1987. Aðrar upplýsingar fáast hjá formanni Blaðmannafelagsins, Høgna Djurhuus, tif.: 11820 ella 16380, ella á Landsskúla- fyrisitingini, tlf.: 15555. LANDSSKULAFYRISITINGIN FØROYA BLADMANNAFELAG 8. mai 1987 Y ma 1987 Lærararnir aðru ferð Lærarafelagið og Lands- stýrið skuldu hava sam- ráðingarfund seinnapartin í gjár. Hetta er annar fundurin millum partarnar. Tað var ikki væntað, nakað stór- vegis fór at spyrjast burt- ur úr fundinum í gjár. Sáttmálin millum partar- nar er galdandi til 1. juni og væntandi fer Lands- stýrið at bíða eftir úr- slitunum á privata ar- beiðsmarknaðinum, áð- renn tað fer at samráðast um lenir við Lærarafelag- ið, Starvsmannafelagið og onnur yrkisfelog, tað hevur sáttmála við. Lærarafelagið vil ikki upplýsa, hverji krev, tað hevur latið Landsstýrin- um. Men 11. apríl segði Súsanna Danielsen, full- trúi hjá Landsstýrinum, at felagið krevur 30% meira í len. Og fær felagið úti á Nesinum ell síni krev eftirlíkað, so verður lenarhækkingin í veruleikanum 57% saman- borin við lenina í 1986. Hans Trygvi Henriksen, formaður í Lærarafelag- num, vildi hósdagin hverki vátta ella avsanna hesi telini. Ikki verkfall Lærarafelagið kann ikki lýsa verkfall, tí limir tess eru tænastufólk. Og tey hava einfaldliga ikki loyvi til at fara í verkfall, ella leggja arbeiðið niður. Lærarafelagið hevur fyri ikki so le. vari tíð fingið hetta heilt greitt at vita. Limirnir fingu bót frá Landsstýrinum, tí teir legdu niður arbeiðið 29. september í fjer, tá fleiri yrkisfeløg mótmæltu inn- tekulógaruppskotum Landsstýrisins. Felagið hevur goldið bótina, tilsamans 272.000 kr., fyri limirnar og ger ikki meira við málið. hd i É É 1