Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 52 — 9. mai 1987 Hotel Borg verður Bd s95Sialurin TE stongt um neyðútgongdir ikki verða gjørdar beinanvegin, tí hotellið er brunaliga óforsvarligt. wÆ Hotellið hevur bert loyvi at taka ímóti 50 veitslugest- um, men hóast tað eru mangan tíggju ferðir so nógu fólk har. Tær stóru veitslurnar ella fundirnir = við nekrum hundrað fólkum á Hotel Borg eru brandólógligar. Tá vit siga brandólóg- ligar, er hetta at skilja í orðsins rætta týdningi, tí hotellið lúkar als ikki tey brunatrygdarligu krev, sum sett eru. Sum viðurskiftini eru á hotellinum, hevur hotellið ikki loyvi at hava meira enn tilsamans 50 fólk á restauratiónini og veitslu- hellini, og er hetta ikki meira enn talið á starvs- fólkum tá veitsla er á hotellinum. Gunnar Hoydal, komm- unala byggieftirlitið í Havn, sigur, at hann fer at mæla Byggi- og býar- skipanarnevndini til at krevja, at hotellið beinan- vegin ger tær ábetur, sum Hetta er hurðin millum restauratiónina og veitslu- høllina. Um hendan verður gjørd dupult so breið, kann hotellið hýsa í mesta lagi 340 fólkum í hesum báðum rúmum hotellið fyrr hevur fingið boð um. Annars verður hotellið stongt. Loyvi til 50 fólk Tað var í sambandi við eigaraskiftið á hotellinum, at nýggi eigarin sekti um loyvi til at halda fram við hotellvirkseminum um- framt at hava almennan dans. Landsverkfreðingurin varð biðin um at gera eina kanning av brunatrygdini á hotellinum og fekk ho- tellið at vita, hvat skuldi gerast, áðrenn nakað loyvi varð givið. M.a. skal hurðin millum restauratiónina og veitslu- hellina gerast dupult so breið og ganga báðar vegir. Varð hetta gjert, kundi loyvast at í mesta lagi 340 fólk kundu vera í hesum rúmum. Skuldu fleiri fólk inn, skuldi ein eyka trappa gerast niður í túnið. Byggjeftirlitið hjá Tórs- havnar Kommunu fekk hesa frágreiðing til um- mælis og í oktober í fjør segði byggieftirlitid fútan- um frá, at tað kundi ikki mæla til, at loyvi varð givið til meira enn 50 fólk. Fleiri fundir Fleiri fundir hava verið millum umboð fyri hotellið og byggjeftirlitið. Umboð- ini fyri hotellið hava játt- að at gingið krevunum á meti og í fyrsta lagi at senda kommununi tekningar í samband við byggiumsókn. Men enn er einki gjørt. — Vit mugu tí fara haråligari fram móti Síða 9 Verða åbøturnar ikki gjørdar beinanvegin, fer byggideildin at mæla til, at hotellið verður stongt hotellinum og geva teimum greið boð. Annað- hvert at gera ábeturnar beinanvegin ella steingja vit hotellið, sigur Gunnar Hoydal. tór.- um t.d. eldur kemu í Her er trappan til veitsluhøll- = ina. Hon er 170 cm breið Konurnar sparka klokkan try — Vár- og sólskemtið á Getusandi verður seinnapartin og í kvold Kl. 15.00 í dag byrjar »Vår- og sólskemt á Gøtu- sandi« við fótbóltsdysti á spæliplássinum. Mammur hjá bernum í 5. flokki og aðrar getukon- ur spæla. Aftaná, kl. 16.00, verða vinnararnir í keku- og grindalykkjukappingini kosnir. Tá lata eisini upp Café Geta við kaffi, pyls- um og eðrum og Getu Shop við loppumarknaði. Fimm båsar eru eisini settir upp: Getu Body- building (kropsvenjingar), Gøtu List (børn og onnur tekna), Salong Geta (vakurleiki), Getu Olymp- ics (ringa- og dósaspæl) og Harenga (fiskibrunnur og tombola). Kl. 17.00 verða ymsar stuttligar kappingar: kappróður á luftmadrass- um, eggjastafett, posa- renning, glíming og onnur tek, togtogan og kapp- koyring á BMX-súkklum. Kl. 21.00 verður dansur fyri bern, kl. 22.00 bál og felagssangur, kl. 23.00 dansur fyri vaksin og til- takið endar á midnátt. Verður várveðrið ikki til vildar, verður vár- og sól- skemtið ikki á Getu sandi, men í Getu skúla. Luft- madrassirnar verða so flotaðar i svimjihøllini og í staðin fyri bál og dans verður kveldseta í Auluni. Tiltakið er til frama fyri Noregsferðina hjá 5. flokki í Getu skúla, sum skal umboða Feroyar á einari norðurlendskari barnaráðstevnu.