Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 200 krónur á ferðaseðilin Lógin lýst tvær ferðir men enn skilja DFDS og Smyril Line lógina á hvor sín hátt Týsdagin lýsti landsstýrið lógina um gjald fyri ferð- ing úr Føroyum. Eftir hesi lóg, sum varð samtykt í fjør heyst, skulu ell ferðandi úr Feroyum gjalda 200 krónur. Undan- tikin eru fólk áleiðis til annað land, og bern, yngri enn 15 ár. Sagt verður somuleiðis í lógini, at gjaldið kann eftir avtalu við flutnings- felagið krevjast sum meðalgjald, um felagið svarar fyri gjaldinum. Lógin kemur í gildi 1. juni. Ymiskar tulkingar Lesur tú lógartekstin, kann í fyrsta lagi tykjast sum her er alt greitt og lætt at skilja Men soleiðis sær ikki út at vera, tí tey bæði skipa- feløgini Smyril Line og DFDS hava skilt hesi orð á hver sín hátt. Smyril Line hevur longu, tá ferðaseðlakostn- aðurin varð lýstur saman við summarferðaætlanini, roknað gjaldið til lands- kassan upp í prísi. Tað hevur DFDS ikki gjert. Hetta felag lýsti sínar prísir við fyrivarni fyri almenna gjaldinum. Tað vil siga, at afturat prísunum, sum DFDS hevur lýst, skulu leggjast 200 krónur afturat hverj- um ferðaseðli til vaksin DFDS /skilir soleiðis, at tey, ið lógina keypa og rinda ferðaseðil áðrenn 1 1.1 1. juni, skulu ikki gjalda tær 200 krónurnar til landskassan Keypir tú harafturímóti ferðaseðil frá Smyril Line er gjaldið íroknað. Fyrstu ferð varð lógin lýst í oktober i fjør og nú aðru ferð. Smyril Line hevur longu roknað gjaldið í ferðaseðilin, mer tað hava DFDS og Danair ikki Ikki 15 ár men 12 Tá vit so koma til flog- felagið verður ein heilt annar trupulleiki. Lars Larsen, stjóri, sigur, at tað verður helst ógjerligt at halda seg til tað 15-ára aldursmark, sum lógin á- setir. Flogferðslan hevur einki, sum eitur 15 ára aldursmark, men 12 ár. Tí verður tað helst so, at bern niður í 12 ár koma at gjalda 200 krónur til landskassan, um tey ferð- ast loftvegis. T Hinvegin heldur Lars Larsen, at tað verða ikki teir stóru trupulleikarnir við at krevja gjald fyri ferðaseðlar sum frá líður, SKI i n u t þ Eitt tílíkt gjald er ikki óvanligt í eðrum londum, Gott ár hjá Tr ingini: Allar deildir hjå Trygging- arsambandinum høvdu eitt figgjarliga gott 1986 uttan biltryggingin. einki avlop. Fyri tad føroysku trygg- ingina visti tað samlaða rakstrarúrslitið ein vinn- ing uppå slakar 69 milli- ónir, ímóti einum vinningi í 1985 uppá stívliga 55 milliónir. Tryggingargjeldini vuksu við uml. 20%, frá 207 milliónum til 250, meðan skaðabeturnar — tað tryggingin letur úr aftur fyri skaðar — vóru tær somu fyri 1986 sum fyri 1985. Hesar vóru stív- liga 200 milliónir krónur. Tær báðar deildirnar hjá Tryggingarsambandinum, sum vóru fíggjarliga best fyri í fjør, vóru Bruna- tryggingin og Sjóvátrygg- Hagani er ingin, sum hevdu eitt av- lop uppá ávikavist 20 mill. og 36 mill. Hinvegin er biltrygging- in ikki nakar góður handil. Hon hongur fíggjarliga í vatnskorpuni og fyrsti ársfjórðingur í ár er enn verri. Tí er einki at ivast í, at gjøldini í hvussu er í onkrun parti av biltrygg- ingini, fara at hækka. Helst verða tað gjeldini fyri ábyrgdarskaðar, sum fara at hækka við umleið 10% Brunatryggingin bíligari Tey góðu árini hjá Føroya Avlopið var 69 Brunatrygging fara nú at koma brúkarunum til góð- ar. Brunatryggingin sam- tykti at lækka gjeldini fyri storm- og vatnskaðar við 25% frá 1. apríl og frá 1. oktober í ár lækka øll tryggingargjeldini hjá Brunatryggingini við 25%. Brunatryggingin út- skrivaði 6152 tryggingar- skjal i fjør og tryggjadi ognir fyri tilsamans 17,5 milliardir. Nógvar óneyðugar útreiðslur Sjóvátryggingin tryggj- aði i fjør 320 skip yvir 20 BRT. og vóru fráboðaðir 1077 skaðar. Hetta eru fleiri enn nakrantíð áður. Hinvegin vóru skaðar- nir á skip ikki so stórir sum undanfarna ár. Í fjer rindaði Sjóvá- tryggingin 46 milliónir fyri skaðar, og er hetta minni enn helmingurin í mun til 1985 Frá Tryggingarsam- bandinum verður sagt, at 4 - AF I FerPrrPrr! tr # %* une + + SMYRIL-LINE- og skal hetta gjald altíð krevjast frå selustaðnum. Ísland hevur avgjald. Fimm krónur skulu latast íslendska statinum av hverjum ferðaseðli úr Ís- landi. Keypir ein dupultan ferðaseðil til Íslands verða tær fimm krónurnar goldnar saman við ferða- seðlinum Allar skrivstovur hava heimild til at selja ferðaseðlar til flogferðir, sum hava eisini eitt yvirlit øll avgjøld. Lars Larser kemur skipanin ikki at virka fult út Landsstýrið er ikki í iva Í lógini stendur, at tey, ið ferðast úr Feroyum, skulu gjalda 200 krónur og lógin kemur í gildi 1. juni. Tí er hetta at skilja soleiðis, at tey, sum ferð- ast aftaná 1. juni, koma undir hetta gjald, sigur Leivur Gregersen, fulltrúi í landsstýrinum Lógin lýst tvær ferðir Lógin um gjald á ferðandi er annars lýst tvær ferðir Fyrstu ferð í okt. í fjør og nú fyri aðru ferð | lógarlýsingini fyrru stóð, at gjald skuldi leggj- ast á ferðaseðlar. Tá klag- aðu DFDS og Danair til forsætismálaráðið, sum sendi klaguna víðari til løgmålarådid og svarið fekk landsstýrið ikki fyrr enn í januar mánaða. Hetta svar frá legmála- ráðnum kundi tulkast so, at um navnið >ferðaseðl- ar< stóð í lýsingini, kundi ivi vera um rættin til at krevja gjaldið, um ferða- seðilin var keyptur uttan fyri Feroyar. Tí er lógin nú lýst um- aftur og í staðin fyri at nýta orðið »ferdasedlar« stendur nú »ferdandi« Hetta er orsøkin til, at lógin og reglugerðin ikki er lýst fyri langari tíð síðani sigu Leivur Gregersen tór eftir teirra tykki eru nógvir skaðar, sum valda tryggingini óneyðugar út- reiðslur. Í nógvum ferum verður ikki nóg stórt ansni víst, verður sagt. Tryggingargjeldini fyri útróðrarbátar og skip verða óbroytt, men lækka fyri smærri útróðrarbátar LÍ ik — båtar undir 5 BRT — vid 17% og fyri stuttleika- båtar eru gjøldini lækkad vid umleid 11%. Aling tryggjað fyri meira enn 200 milliónir Tryggingarupphæddirnar av alistødum eru vaks- andi. Við árslok vóru 46 alisteðir á sjónum tryggj- aðar fyri stívliga 180 milli- ónir. Harafturat átta smoltsteðir fyri stívliga 30 milliónir. Ein stórur skaði hendi í fjør. I illveðri í januar mánaða doyði smálaksur id & FØRONSKT Hil ERAT 5 fyri hálva aðru millión á eini steð í Tjaldavík. Har- afturat hava eisini aðrir skaðar verið. Orsakað av dálking á Skálafirði er avmarking gjørd fyri steðir har, soleiðis, at endurgjald verður ikki veitt m.a. fyri skaða orsakað av súr- evnistroti ella eitran. Tryggingarsambandið sigur, at vandi er fyri, at Framhald á síðu 21 Føroyska tryggingin hevdi eitt gott 1986 vid einum avlopi uppá nærum 70 mill. kr.