fríggjadagur 13. desember 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 240 - 13. desember 2002
Nr. 240 - 13. desember 2002
3
FYRILESTUR
Tíðindaskriv
Í sambandi við at tað í ár
eru liðin 150 ár síðan
Niels Winther (1822-
1892) gav út hitt fyrsta
føroyska blaðið ætlað
føroyingum - FÆR-
INGETIDENDE - skip-
ar Landsbókasavnið fyri
almennum fyrilestri, har
Jákup
Thorsteinsson,
søgufrøðingur, fer at
halda fyrilestur um bók-
mentamannin og Føroya
fyrsta politikara, Niels
C. Winther.
Umframt at tað eru
liðin 150 ár í ár síðan
Niels Winther gav út
FÆRINGETIDENDE,
so eru sum kunnugt
eisini 150 ár liðin, síðan
Løgtingið varð endur-
reist, tað løgting Niels
Winther so manniliga
bardist fyri at gera so
føroyskt sum gjørligt.
Janus Kamban, mynd-
høggari, gjørdi í tríati-
árunum eina høggmynd
av Niels Winther. Høgg-
myndin varð sýnd fram
á listaframsýning í Havn
á ólavsøku 1936. Um
høggmyndina skrivaði
William Heinesen m.a. í
einum ummæli í Føroya
Social Demokrati. nr.
38, 1936:
"Og so var har ein
standmynd av einum
røðara, ein klókur álv-
arsmaður - tann føroyski
politikarin og undan-
gongumaðurin
Niels
Winther. Tað er ein
royndur lutur, at Janus
Kamban, so ungur hann
er, hevur nógvar dygd-
argávur...
Hansara
standmynd
av
Niels
Winther er fyrsta størra
myndhøggaraverk hans-
ara. Hann er førur at
skapa okkum fleiri."
Høggmyndin er nú
stoypt í bronsu og høvi
verður aftur hjá almenn-
inginum at síggja lista-
verkið.
Fyrilesturin hjá Jákupi
Thorsteinsson verður á
Landsbókasavninum
mikukvøldið 18. de-
sember, kl. 20.
Niels Winther
aftur í Føroyum
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv frá Forlagnum
Rhema
Nýggj bók kemur í hesum
døgum út á føroyska mark-
naðin. Hon eitur “Liv sigr-
andi í Kristusi”. Skrivað
hevur Fríðtór Debes. Bókin
er 42 blaðsíður og kostar 70
kr. Fæst í flestu bókhandl-
um í landinum. Hestprent
hevur staðið fyri prenting-
ini.
Tað er onki at ivast í, at
evnið í hesi bók, ið her
verður viðgjørt, er av al-
stórum týdningi fyri okk-
um. At vit øll, ið hava gjørt
Jesus Kristus til Harra
okkara, kunnu liva eitt
sigrandi lív í gerandisdeg-
num, er Nýggja Testa-
mentið besta boð uppá.
Bókin er deild upp í 4
kapittlar, ið allir viðgera
ymisk evnir. Hon byrjar við
orðunum “vakna, tú, ið
svevur” fyri at vakja okkum
øll andaliga. Undirtónin er,
at nógv kristin byrja væl
andaliga og eru brennandi
eina tíð, men sum frá líður,
kølna tey meira og meira. Í
veruleikanum
er
hesin
kapittulin eitt ávaringarróp
til okkum øll, um at vakna
úr dvala!
Síðani heldur bókin fram
við at nevna 3 ting, ið
kunnu hjálpa okkum í
andaligu gongdini fram
eftir.
Sum tað fyrsta, verður
dentur lagdur á at geva
Orði Guds fyrsta plássið í
lívi okkara, og hvønn týdn-
ing hetta hevur fyri okkum.
Bíblian er bókanna bók og
eigur at verða kærasta og
dýrabarasta bókin í lívi
okkara.
Harnæst verður tosað um
týdningin, sum bøn hevur í
okkara kristna lívi. Tað er
ein rúgva av fólki, ið als
ikki biður og er tað í veru-
leikanum sera løgið, tí
bønin í lívi okkara er anda-
dráttur okkara. Uttan anda-
drátt doyggja vit – júst á
sama hátt doyggja vit anda-
liga um vit ikki biðja!
Fyri tað triðja, so verða
vit eggjaði at lata Heilaga
Andan leiða okkum dagliga
– í øllum lívsins viðurskift-
um. Hann er ein spennandi
persónur, ið tú og eg eiga at
koma at kenna betur. Hann
skal leiða okkum inn í allan
sannleikan.
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Í ár hevur Føroya Fróð-
skaparfelag 50 ár á baki, og
í sambandi við 50-ára hald-
ið er eisini 50. bók av Fróð-
skaparritum komin út.
Permumyndin hesa ferð
vísir ikki til eina av grein-
unum í bókini, sum annars
hevur verið vanligt, men er
ein heiður til teir tríggjar av
stovnarum felagsins, ið
mannaðu nevndina fyrstu
25 árini.
Fróðskaparrit royna eftir
besta førimuni at fylgja við
nýggju tíðini, og frá bók 50
kunnu høvundarnir taka
serprent teirra niður um al-
nótina og senda greinarnar
runt knøttin. Samstundis er
ein gáva frá Føroya Lands-
bókasavni til Føroya Fróð-
skaparfelag á 50-ára deg-
num talgilding av øllum 50
bókunum, og verður tað
arbeiðið ætlandi liðugt
summarið 2003.
Føroyski
parturin
av
greinum í Fróðskaparritum
hevur í hesum 50 bókunum
skift úr 17 upp í 100 %,
men í miðal verið 66%.
Samstundis er tað sera
gleðiligt, at eisini so nógv
uttan fyri landið arbeiða
vísindaliga við føroyskum
viðurskiftum. Í bók 50 er
føroyska luttøkan júst tveir
triðingar.
Fróðskaparrit 1-50 hava
verið fíggjað av Mentunar-
grunni Føroya Løgtings (nú
Mentanargrunnur
land-
sins), og hevur Maud
Heinesen, skrivari í Føroya
Fróðskaparfelag
síðani
1963, skrivað um søguna
aftanfyri og samstarvið við
grunnin (Fróðskaparrit og
Mentunargrunnur Føroya
Løgtings).
Danski fornfrøðingurin
Steffen Stummann Hansen,
ið starvast á Dansk Polar
Center, greiðir í greinini A
Dane and the Dawning of
Faroese Archaeology frá
um navngitna danska pro-
fessaran í búlandafrøði,
Gudmund Hatt sála, sum á
veg heim úr Grønlandi í
1932 hevur grivið í eini
fransatoft við Hvítanes.
Kona Gudmunds, Emilie
Demant Hatt, ið var lista-
málari, málaði fleiri mynd-
ir, meðan hon og maðurin
vóru í Føroyum.
Frá Roskilde Universi-
tetscenter (Ruc) vísir Jørg-
en Ole Bærenholdt á týdn-
ingin av tvørtjóða sam-
starvi í Útnorðri í greinini
The Significance of Trans-
national Cooperation in
Nordic Atlantic Regions.
Tey seinastu árini hava
fleiri granskarar viðgjørt
William Heinesen og hans-
ara skaldskap, eisini í
Fróðskaparritum. Í hesi bók
hevur Aage Jørgensen við
greinini William Heinesen -
et Supplement til hans
Bibliografi gjørt greina-
savnið um og eftir William
meira fullfíggjað.
Málfrøðingurin Hjalmar
P. Petersen hevur ótroytt-
andi
viðgjørt
málið
í
Fróðskaparritum, hesa ferð
við greinini Quirky Case in
Faroese, ið er skrivað, so
tað er væl skiljandi eisini
fyri granskarar uttan fyri
føroyska máløkið.
Tað stóra og tíðarkrevj-
andi arbeiðið við føroysk-
um orðabókum hevur nú
givið so nógv av sær, at
eisini gevst høvi at granska
í orðabókum, her við grein-
ini Orð við fremmandum
atskoytum
í
føroyskum
orðabókum, sum ein av rit-
stjórunum á Føroyskari
orðabók (Móðurmálsorða-
bókini), Marjun Arge Sim-
onsen, hevur skrivað.
Sum lið í eini PhD-verk-
ætlan innan landalæru hev-
ur Lis Elinborg Mortensen,
ið starvast á Jarðfrøðisavn-
inum, millum annað kann-
að fjallaveðrið. Allar veður-
støðirnar í landinum standa
nær sjónum, men her er ein
veðurstøð sett upp á Sorn-
felli í 722 m’s hædd. Hanne
E. Christiansen og Lis E.
Mortensen hava í felag
greitt frá hesum í Arctic
Mountain Meteorology at
the Sornfelli Mountain in
Year 2000 in the Faroe
Islands.
Fleiri føroyingar kunn-
gera teirra høvuðsritgerð í
Fróðskaparritum, eitt nú
Magnus Gaard, lívfrøðing-
ur á Náttúrugripasavninum.
Hann hevur við greinini
”Myxidium gadi (Georgé-
vitch, 1916) and Myxidium
oviforme (Parisi, 1912) in
the Gall Bladder of Cod
(Gadus morhua L.)” roynt
út frá slagnum av snúltar-
unum í gallbløðruni hjá
toski at staðfesta, hvar
toskurin hevur hildið til.
Somuleiðis sum lið í
PhD-verkætlanunum hava
Erla Olsen and Anna Maria
Fosaa, báðar plantufrøð-
ingar á Náttúrugripasavnin-
um, í The Mycorrhizal
Status
in
Mountainous
Vegetation in the Faroe
Islands skrivað um sam-
bandið millum moldsoppar
og plantur á fimm fjalla-
síðum kring landinum.
Ein høvuðsritgerð afturat
er prentað í hesum Fróð-
skaparriti. Ámundur Nol-
søe á Lærda Háskúlanum í
Århus hevur eisini arbeitt
við snultarum og nágreini-
liga kannað vistfrøðina hjá
øllum snúltarunum í lund-
um. Úrslitini standa í Eco-
logy of Endoparasites on
the Atlantic Puffin (Frater-
cula arctica grabae (Alci-
dae: Charadriiformes).
Lívfrøðingarnir
Søren
Achim Nielsen á RUC og
Boy Overgaard Nielsen á
Lærda Háskúlanum í Århus
hava funnið eitt nýtt slag av
bitmýggi herheima, og
greiða teir frá tí í The
Biting Midge Culicoides
impunctatus Goetghebuer,
1920 (Diptera: Ceratopo-
gonidae) recorded from the
Faroes.
Eins og í Fróðskaparrit-
um frammanundan verða
tey umrødd, ið hava fingið
doktaraheiti, og somuleiðis
er yvirlit yvir tað, sum
granskarar innan- og uttan-
lands hava útint av vís-
indaligum verkum av yms-
um handa slag árið 2001
um føroysk viðurskifti.
Fróðskaparrit 50. bók er
169 blaðsíður. Haldara-
gjaldið er 165 kr. um árið,
og nýggir haldarar kunnu
tekna seg hjá: Føroya
Fróðskaparfelag, handan
Á 5, Tórshavn, tel/fax
322074, ella við teldupost:
fff@frodskaparfelag.fo
Í leysasølu kostar ritið
195 kr.
Mentanargrunnur Land-
sins stendur fyri seinastu
ferð sum útgevari, og
Bókamiðsølan hevur enn
sum áður søluna um hend-
ur.
KONSERT
Tíðindaskriv
Sunnudagin kl. 16 hevur
gospelkórið Vox jóla-
konsert í Fríðrikskirkj-
uni á Toftum. Vox er
myndað av 24 ungum
fólkum úr Heimamissi-
ónini, og kórleiðari er
Ásbjørn Berthelsen av
Strondum.
Gospelkórið hevur nú
tilsamans fimm ár á
baki, og hesi árini hevur
kórið havt fleiri fram-
førslur serliga í sam-
bandi við ymisk tiltøk
hjá
Heimamissiónini.
Vox syngur rytmiskan
gospelsang, sum í sam-
band við jólahátíðina,
verður av tí meira friðar-
liga slagnum.
Á jólakonsertini verða
flest føroyskir sangir
framførdir, men onkur
útlendskur verður inní-
millum. Umframt tað
samlaða kórið verða
eisini nakrar framførslur
frá einstaklingum í kór-
inum.
Gospelkórið
Vox
bjóðar øllum hjartaliga
vælkomnum á jólakon-
sert í Fríðrikskirkjuni á
Toftum sunnudagin kl.
16.
Gospelkórið
Vox í Fríðriks-
kirkjuni
Liv sigrandi í Kristusi
50. bók av Fróðskaparritum útkomin
C
M
Y
K
3
2