fríggjadagur 13. desember 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 240 - 13. desember 2002
Nr. 240 - 13. desember 2002
5
Heri Hjelm ásannar,
at støðan hjá
laksavirknium í Vági
er ógvuliga hættislig,
nú Pan Fish er komið
í álvarsligar trupul-
leikar, men kortini er
hann bjartskygdur
VINNULÍV
Áki Bertholdsen
Vágur: Støðan hjá spildur-
nýggja og ógvuliga fram-
komna laksavirkinum í
Vági er alt annað enn góð.
Tað ásannar Heri Hjelm,
stjóri á virkinum.
Alivirkið hjá Hera Hjelm
í Vági, er eitt av virkjunum
í Føroyum, sum Pan Fish
eigur ein stóran part av og
nú norska stórfelagið er í
álfvarsligum trupulleikum,
veit Heri Hjelm ikki, hvar
hann flýtur.
– Støðan er ógvuliga
ógreið og vit vita onki,
hóast eg haldi, at ein glotti
er fyri framman.
Heri Hjelm sigur, at Pan
Fish eigur 33% av alibrúk-
inum á sjónum og meiri
enn helmingin av virkinum
á landi.
Og hann ásannar, at
støðan er ógvuliga trupul.
Ógvulig harða byrjan
Eitt er tað, at laksavirkið
hevur verið fyri fleiri
álvarsligum bakkøstum.
Bæði á jólum í fjør og í
vár mistu teir fisk í hundr-
aðtúsundatali, tá ið aliring-
ar slitu í óveðri og aftur nú
í heyst fór ein ringur til
botns, men missurin hesu-
ferð var ikki so stórur, sigur
Heri Hjelm.
Og omaná alt fekk hann
eisini ILA í eitt av brúkun-
um.
Alt hetta førdi til, at alt
fólkið varð sagt upp nú
ímóti ársenda og ætlanin
var so at taka virksemið
uppaftur ímóti sumri.
Arbeitt verður eitt sindur
hesa vikuna afturat, so
verður lagt stilt.
Men nú Pan Fish er kom-
ið í álvarsligar trupulleikar
veit hann onki, men hann er
bjartskygdur av nátúr og
hann vónar, at tað fer at
bera til at finna eina loysn,
so at Pan Fish kann halda
fram.
Partabrøvini í Pan Fish
eru rapa í botn og felagið er
í veruleikanum farið av
knóranum.
– Í løtuni liggur í kortun-
um, at bankarnir yvirtaka
Pan Fish og leggja ein part
av skuldini um til partapen-
ing.
Heri Hjelm sigur, at hen-
dir tað, sær tað ikki so galið
út, tó at tað verður ein stór-
ur missur hjá partaeigarun-
um og eisini honum sjálv-
um.
– Tað hevði verið øgiliga
gott fyri Pan Fish og sostatt
eisini fyri okkum.
Fer at standa nógv á
Hann heldur, at bankarnir
vilja treyðugt lata Pan Fish
fara á húsagang, tí so missa
teir fimm milliardir og tí
vilja teir royna at avmarkað
tapið so nógv sum gjørligt.
Fer Pan Fish á heysin, fer
samstundis alt virksemið,
sum teir eru uppi í, fyri
bakka og verður selt.
Tí hevði tað verið ein góð
loysn, soleiðis sum støðan
nú er, at bankarnir umskip-
aðu ein part av skuldini til
partabrøv sum teir síðani
kunnu selja aftur, so hvørt.
Men at tað so verður við
nýggjari leiðslu og nýggjari
nevnd, eru øll greið yvir.
Og Heri Hjelm veit ikki
enn, hvørja hugsan nýggja
leiðslan og nevndin í fel-
agnum fer at hava um virk-
semið í Føroyum.
– Vit hava havt so ringa
byrjan, at tað gongur ikki
uttan so, at eigararnir
spjaða til. Og hugburðin
hjá møguligum nýggjum
eigarum til tann spurn-
ingin, kenna vit ikki.
Tað einasta, hann veit, er,
at tað er ávísur áhugi fyri
maskinunum á laksavirkin
um í Vági.
– Vit hava ikki megnað at
goldið maskinurnar, so tað
hevur Pan Fish gjørt. Norð-
menn hava verið í Vági og
hugt eftir maskinunum. Og
kemur nýggja leiðslan í Pan
Fish til ta niðurstøðu, at
maskinurnar gera størri
gagn onkra aðrastaðni,
kann alt henda, eisini at
maskinurnar verða tiknar
úr virkinum og fluttar
onkra aðrastaðni.
– Í løtuni er bara at bíða
og vóna tað besta, leggur
hann afturat.
– Hóast eg vænti, at tað
fer at laga seg, er ikki yvir
at dylja, at tað fer at standa
nógv á tað komandi árið, tí
vit fingu so ringa byrjan og
so at hetta kom afturat.
– Í øllum førum vónar
hann ikki, at teir fáa ILA at
berjast við aftur, so so verð-
ur ikki gott. Tí royna teir at
koppseta fiskin.
Pan Fish eigur nógv í ali-
vinnuni í Føroyum. Eigur
støðan nú at fáa okkum at
umhugsa støðuna viðvíkj-
andi útlendskum pengum í
vinnulívinum í Føroyum.
– Tað veit eg ikki, tí kann
bara tíðin vísa. Men eitt er
so vist, at var útlendskur
peningur ikki uppií, varð
virkið als ikki bygt yvir-
høvur. Sjálvi hava vit ong-
an møguleika at byggja eitt
virki sum hetta, tí tað hevur
ikki sæð sín líka áður.
– Og vit mugu eisini
staðfesta, at tað hevur rigg-
að ómetaliga væl. At tað so
blivu so nógv bakkøst er
ein onnur søga, sigur Heri
Hjelm.
Smyril Line og
Strandferðslan eru
samd um, at tað er
burturvið at gera
atløgupláss til nýggju
Norrønu og nýggja
suðuroyarskipi í
miðbýnum í Havn, tí
tað fer at føra til
ruðuleika í ferðsluni
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Tórshavn: Tað er heilt
burturvið at byggja Tórs-
havnar Havn út fyri at gera
atløgupláss til nýggju Nor-
rønu og nýggja Smyril í
miðbýnum Í Havn.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni sigur, at tað
eru bæði Strandferðslan og
Smyril Line samd um.
Hann sigur, at bæði
Strandferðslan og Smyril
Line hava heldur mælt
býráðnum til at kanna eftir
um tað ikki ber til at finna
eina loysn inni á Sundi, so
at skipini kunnu brúka
havnarlagið har, heldur enn
at kroysta skipini inn í
hjartað á Havnini.
Reidar Nónfjall sigur, at
eitt er, at vanliga verður
sagt, at eitt skip skal hava
tríggjar til fimm ferðir
breiddina av plássið fyri at
hava heilt góðar umstøður
til at manøvrera og tað
hevur nýggja Suðuroyar-
skipið ikki, har ætlanin er
at leggja tað nú.
– Eitt heilt annað er, at
tað verður ruðuleiki í
ferðsluni, tá ið tey bæði
nýggju skipini verða á Hav-
nini ísenn.
– Tað er longu ruðulleiki
í ferðsluni sum er og vit
vita við vissu, at tað verður
nógva ferðir verri, tá ið tey
bæði nýggju skipini fara í
sigling, tí øll ferðsla frá
skipinum og til skipið skal
avgreiðast upp á einar tveir
tímar og tað vita vit fer at
elva til alstórar trupulleikar.
At parkera bilar aðrastaðni
í Havnini, sum skulu við
skipunum, trýr hann ikki
nogv uppá.
– Ein spurningur er,
hvørja støðu Ráðið fyri
Ferðslutrygd og Løgreglan
hava til at vegirnir nú skulu
brúkast til parkeringspláss
hjá bilum, ið skulu við Nor-
rønu
Ein annar spurningur, ið
summi seta sær, er, hvussu
tað verður at greiða einum
fransmanni týskara ella
dana, sum skal við Nor-
rønu, frá, at hann skal stilla
seg at bíða í Gundadali ella
á Oyggjarvegnum.
Hann sigur, at hann veit
ikki, um tað ber til at finna
eina loysn á Sundi.
Men hann heldur at tað er
skeivt, at møguleikin ikki
verður kannaður út í æsir, tí
Sund er uttanfyri Havnina,
har er nógv pláss og øll
ferðslan, sum skal norður-
eftir sleppur frá at koyra
ígjøgnum Havnina. Sam-
stundis kann ferðslan, sum
skal til Havnar, greinast
sundur eftir teimum ymsu
ringvegunum, so at trýstið á
vegirnar inni í býnum ikki
verður størri enn neyðugt,
tí tað er ivaleysa stórt sum
er.
50-80 ár fram í tíðina
Reidar Nónfjall sigur, at
hann vildi mælt til at allir
partar seta seg niður og
royna at leggja ein langtíðar
ætlan, sum røkkur eini 50-
80 ár fram í tíðina, sigur
Reidar Nónfjall.
Men hann sigur, at ongin
tykist at vera áhugaður í
eini slíkari viðgerð og tí
dugir hann heldur ikki at
síggja, at nøkur slík við
gerð er farin fram.
Hann sigur, at tað tykist
sum um at hvør kommuna
sær fær loyvi til at gera
loysnir, sum gagna henni
best einsamallari, uttan at
hugsað verður um heildina.
Men her heldur hann, at
okkum tørvar ein yvirskip-
aðan politikk á, t.d, ferðslu-
økinum, so at tað verður ein
samanhangur í tí, sum
verður gjørt og soleiðis at
tað gagnar heildini.
Men tað er ikki til og
hann heldur, at Havnin man
vera eindømi, har tað verð-
ur útbygt so grovliga mitt í
hjartanum á býnum.
– Tað hevði neyvan kom-
ið fyri aðrastaðni enn í
Havn, at tað varð bygt út til
tvey risa skip og har tað bar
til at reisa goymslubygn-
ingar av stáli og blikki mitt
í býnum, eitt hanagleiv frá
okkara stjórnarbygningi á
Tinganesi, leggur hann
afturat.
Laksavirkið í Vági hongur í klønum tráði
Stórar vónir vórðu settar til tað nýggja, framkomna laksavirkið í Vági. Men tað hevur gingið
trupult og nú er høvuðseigarin á veg at fara á heysin, so tað fer at standa ógvuliga nógv á tað
komandi árið, sigur Heri Hjelm
Ruðuleiki at leggja Smyril
og Norrønu í miðbýin í Havn
Tað er longu sum er, ruðuleiki, tá ið ferjurnar koma til havnar
og tá ið nýggja Norrøna og nýggja Suðuroyarskipið koma, fer
tað at føra til ruðuleika, heldur Reidar Nónfjall, sum harðliga
saknar eina yvirskipaða ætlan
Saman við D. J.
Alligator, sum kemur
til Føroya millum
jólanna, fer James
Olsen at framføra
»Frælsi í dós-show«
KONSERT
Tíðindaskriv
Aftur í ár fáa Føroyingar
høvi at hoyra og síggja
heimskenda
bólkin
DJ
Aligator. Síðan hann var í
Føroyum seinast – tað var í
januar í fjør – hevur hann
millum annað havt hitt
bæði á Top of The Pops og
á MTV.
Tann fyrsta konsertin
verður í TB-húsinum á
Tvøroyri fríggjakvøldið 27.
desembur, har diskotek
eisini verður við okkara
egna DJ Kristjan Joensen
úr Klaksvík.
Seinna tiltakið verður í
Mentunarhúsinum í Fugla-
firði, har Eyðun & Terji
eisin fara at spæla øll teirra
hitt
úr
millum
annað
Frændum, Føstufressum &
Moirae. Sum nakað heilt
serligt, fara Kall eisini at
lutaka við teirra Frælsi-
show við James Olsen og
dansarum.
Dentur skal leggjast á, at
einki aldursmark er, og at
tiltøkini eru frá kl.23.30-
04.00.
D.J. Aligator og
Frælsi í dós
C
M
Y
K
5
4