fríggjadagur 13. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 240 - 13. desember 2002
Nr. 240 - 13. desember 2002
7
Stóra norska ali-
fyritøkan Pan Fish
liggur í andaleypi, og
vandi er fyri, at
ringarnir í sjónum
breiða seg til før-
oysku alivinnuna.
Stjórin í Vestsalmon
og Vestlax er í
bíðistøðu, og hann
torir onki at siga um
møguligar avleiðing
fyri størstu føroysku
alifyritøkuna
ALIVINNA
Ingi Rasmussen
Partar av føroysku ali-
vinnuni halda andanum í
hesum døgum.
Verður Pan Fish avreitt,
fóðrað ella bløðgað, eru
spurningar, sum fáa stóra
ávirkan á eitt nú Vestlax,
sum Pan Fish hevur nógv
áhugamál í.
Í løtuni eru tað norsku
bankarnir, sum halda lív í
Pan Fish. Fyritøkan skyldar
fimm milliardir norskar
krónur og hevur ongan
møguleika at gjalda skuld-
ina aftur.
Roknað verður við, at
norsku bankarnir eru um at
yvirtaka meginpartin av
Pan Fish. Í løtuni er líkt til,
at ein partur av skuldini,
meira enn ein milliard,
verður løgd um til parta-
brøv, og tað merkir, at ver-
andi partaeigarar einans
sita eftir við millum 5 og 8
prosentum av partabrøv-
unum. Sostatt verða tað
norsku bankarnir, sum ráða
fyri, hvat hendir við ogn-
unum hjá móðurfelagnum í
Pan Fish.
Stór áhugamál
Óvist er, hvat norsku bank-
arnir ætla, men í løtuni
hanga hóttafull skýggj yvir
nógvum føroyskum ali-
fyritøkum, tí Pan Fish eigur
sín stóra part í teimum.
Í alibrúkum á sjónum
kunnu útlendingar bara
eiga ein triðing, men í
Vestsalmon, sum er á landi,
eigur Pan Fish heili 60
prosent. Umvegis Vestsal-
mon, sum eigur fleiri ali-
brúk á sjónum, eigur Pan
Fish eisini í øðrum ali-
brúkum. Haraftrat eigur
Pan Fish eisini í royki-
virkinum Vestlax í Hirtsals,
tí Vestsalmon eigur tað
virkið burturav.
Stjórin bíðar
Helst vilja norsku bankar-
nir hava Pan Fish at halda
fram heldur enn at koyra
tað av knóraunum. Men við
at yvirtaka Pan Fish hava
bankarnir nógvar pengar
útistandandi, og ein partur
skal onkursvegna fáast
innaftur. Spurningurin er,
hvat bankarnir gera við
útlendsku
ognirnar
hjá
felagnum, fyri at fáa nakrar
pengar til høldar.
Suni Durhuus, stjóri í
bæði Vestsalmon og Vest-
lax, hevur merkt sær tíð-
indini um vánaligu støðuna
hjá Pan Fish, men alt er so
óvist, at hann onki vil siga
um støðuna enn.
– Eg vil ikki siga, at eg
eri bangin, men vit havi
onki frætt úr Noregi, og tí
vil eg heldur onki siga, fyrr
enn eg veit betur, hvat
hendir, sigur Suni Durhuus,
sum bara sigur seg hava
hoyrt tað, sum verður sagt
og skrivað í fjølmiðlunum.
Sam-
gongan
stríddist
til evsta-
mark
Alt bendi á, at sam-
gongan stóð sum
ein maður um
fíggjarlógarupp-
skotið fyri 2003, tá
av tornaði. Men tað
var ikki uttan stríð,
tí samgongulimir-
nir máttu arbeiða
líka til markið var
nátt fyri, at álit
skuldi handast
løgtinginum
FÍGGJARLÓG
Ingi Rasmussen
Samgongan stríddist
heilt til evstamark við
at fáa síðstu lutirnir
við fíggjarlógini fyri
næsta ár upp á pláss.
F í g g j a r n ev n d i n
skuldi lata løgtingin-
um álit í málinum hós-
dagin, men álitið varð
ikki komið, áðrenn
blaðið fór til prent-
ingar, og meirilutin var
heldur ikki nógv fyri at
siga nakað um tað.
Tað hevur ljóðað, at
samgongulimirnir
í
fíggjarnevndini
ikki
vóru samdir um allar
lutir heilt til tað síðsta,
men sambært Kára P.
Højgaard úr Sjálvstýr-
isflokkinum, varð tað
eitt meirilutaálit frá
øllum samgongulim-
unum í fíggjarnevnd-
ini, sum varð lagt
fram.
Hóast tað mesta var
komið upp á pláss,
noyddust samgongu-
flokkarnir kortini at
brúka síðstu tímarnar
til at fínpussa upp-
skotið og skriva enda-
liga tekstin sama dag,
sum uppskotið skuldi
leggjast fram. Kvøldið
fyri høvdu flokkarnir
eisini havt sínámillum
fund um tølini.
Óteljandi broytingar
eru gjørdar til upp-
runaliga uppskotið frá
Karsten Hansen lands-
stýrismanni, og úrslitið
er,
at
fíggjarlógin
verður
umleið
90
milliónir krónur lægri
fyri 2003.
Sostatt eru fleiri játt-
anir skerdar ella tiknar
burtur. Tað hevur ljóð-
að, at útbyggingarnar á
Drelnesi hava verið í
vanda, men eftir øllum
at døma er tann játtan-
in fingin upp á pláss,
so ferjulegan verður
liðug, tá nýggja suður-
oyarskipið kemur.
Pan Fish í Føroyum
Pan Fish stríðist fyri lívinum og skyldar umleið 5
milliardir krónur, sum felagið ikki megnar at rinda
aftur.
Pan Fish eigur meirilutan av Vestsalmon í
Føroyum.
Vestsalmon-group telir 14 alibrúk, smoltstøðir og
hagreiðingarvirki.
Tey eru:
Vestmanna, Veslax P/F
Vestmanna, Smoltaling P/F
Kollafjørður, Vestsalmon P/F
Stilli, Vestlax P/F
Svínáir, Vestlax P/F
Vík, Vestlax P/F
Veðranes, Vestlax P/F
Kollafjørður, Vestlax P/F
Funningsbotnur, Norðsmolt P/F
Oyndarfjørður, Vestlax P/F
Oyndarfjørður, Laksá P/F
Fuglafjørður, Alilaks P/F
Viðareiði, Vestsmolt P/F
Árnafjørður, Hellisvað P/F
Fakta
Alivinnan heldur andanum
Føroysku firðirnir hava havt stóran áhuga hjá norska alirisanum Pan Fish, sum stendur á knøunum
(tilvildarlig mynd)
Støðir
Alibrúk
Smoltstøð
Hagreiðingarvirki
Framvegis er óvist,
hvørt tey arbeiðsleysu
fara at fáa meira frá
ALS. Uppskotið frá
Kristian Magnussen
úr Javnaðarflokkin-
um um at hækka
útgjaldið uppí 80
prosent av eini ar-
beiðaraløn, varð við
3. viðgerð beint aftur
í nevnd
ARBEIÐSLOYSIS-
TRYGGING
Jón Brian Hvidtfeldt
Ivasamt er, hvørja lagnu
uppskotið
hjá
Kristian
Magnussen úr Javnaðar-
flokkinum um at hækka
útgjaldið úr ALS úr 70
prosentum uppí 80 prosent
av eini arbeiðarløn fær.
Herfyri varð uppskotið,
kanska heldur óvæntað,
samtykt við 2.viðgerð í løg-
tinginum, tí bæði Javnað-
arflokkurin og Sambands-
flokkurin, umframt sam-
gongutingmaðurin Jenis av
Rana, atkvøddu fyri upp-
skotinum, samtíðis sum
nakrir
av
samgongu-
tinglimunum ikki vóru til
staðar í løgtinginum undir
atkvøðugreiðsluni. Tí var
stórur
spenningur
um
málið, tá tað kom til
3.viðgerð. Úrslitið gjørdist
tó, at málið varð beint aftur
í vinnunevndina.
Undir 3. viðgerðini í løg-
tinginum vístu tinglimir
m.a. eisini løgmaður á, at
tey hildu tað vera óheppið,
at løgtingið legði seg út í
arbeiðið hjá stýrinum fyri
ALS.
Men hesum varð Kristian
Magnussen, ið hevur lagt
uppskotið fram, ikki samd-
ur í. Hann vísir á, at stýrið,
ið er umboðað av arbeiðs-
takarum og arbeiðsgevar-
um, hevur ligið »handlings-
lammað« í samband við
henda spurning í fleiri ár,
og tí hendir einki.
Herfyri gjørdi stýrið av at
lækka inngjaldið í skipan-
ina úr 1,25 prosentum niður
í 0,5 prosent. Broytingin
kemur í gildi á nýggjárin-
um. Undir 3.viðgerð førdu
tinglimir fram, at tað má
vera samanhangur millum
inngjald og útgjald, og tí
kann tað vera óheppið, at
løgtingið ger av at hækka
útgjaldið, samtíðis sum
stýrið lækkar inngjaldið.
Kristian Magnussen førdi
í hesum sambandi fram, at
við verandi arbeiðsloysi fer
tað at kosta umleið 8,6
milliónir árliga fyri ALS,
um útgjaldið verður hækk-
að úr 70 prosentum uppí 80
prosent av eini arbeiðara-
løn. Hann vísti samtíðis á,
at var hetta ein so stórur
trupulleiki fyri fíggjarstøð-
una hjá Arbeiðsloysisskip-
anini, so kundi inngjaldið
lækkast niður í 0,6 prosent,
heldur enn 0,5 prosent.
Hetta hevði, sambært Krist-
ian Magnussen, givið skip-
anini umleið 12 milliónir
krónur meira í inntøku.
Heini O. Heinesen, for-
maður í vinnunevndini,
segði undir 3.viðgerð í
løgtinginum, at tað vísti seg
at Sambandsflokkurin tók
ikki undir við uppskotin-
um, tá málið var til við-
gerðar í vinnunevndini eftir
1. viðgerð, men síðan at-
kvøddi flokkurin kortini
fyri uppskotinum, tá at-
kvøðast skuldi við 2. við-
gerð. Tí metti hann tað vera
rættast at málið varð beint
aftur í vinnunevndina. Og
tað var eisini ein sambands-
maður, Kaj Leo Johanne-
sen, ið skeyt upp at koyra
málið aftur í vinnunevnd-
ina.
25 tinglimir, allir flokkar
uttan
Javnaðarflokkurin,
tóku undir við at beina málið
aftur í vinnunevndina.
Í fjør vóru 60 milliónir
krónur útgoldnar úr ALS til
arbeiðsleys,
og
roknað
verður við umleið somu
upphædd í ár. Eginognin
hjá Arbeiðsloysisskipanini
kemur við árslok uppá um-
leið 480 milliónir krónur.
Teir báðir andstøðuflokk-
arnir, Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin, ætla
sær í felag at leggja fram
eitt minnilutaálit til fíggj-
arlógaruppskotið. Flokk-
arnir hava kortini hvør
sínar viðmerkingar.
Eins og meirilutin í fíggj-
arnevndini,
samgongu-
flokkarnir, er eisini and-
støðan trek at siga nakað
um, hvussu teirra álit sær
út, áðrenn tað er lagt fram.
Eftir ætlan skuldu álitini
til fíggjárlógaruppskotið
leggjast fram á tingfund-
inum seinnapartin hósdag-
in. Upprunaliga skuldu
álitini leggjast fram á
tingfundinum mikudagin,
men
Edmund
Joensen,
tingformaður, játtaði at
leingja freistina til hós-
dagin. Tveir dagar skulu
ganga millum at álitini
verða løgd fram, til 2. við-
gerð kann vera, og tí kann
væntast, at løgtingið fer
undir 2.viðgerð av fíggj-
arlógini fyri 2003, mána-
dagin í næstu viku.
jbh
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
samferðslumálum,
hevur lagt uppskot
fyri tingið um at
strika siglingina á
Vág og millum
Havnina og Skála-
fjørðin. Við at
niðurleggja hesar
farleiðir ber til at
spara sjey milliónir
SAMFERÐSLA
Jón Brian Hvidtfeldt
Tvær av farleiðunum hjá
Strandferðsluni, ið løg-
tingið hevur álagt stovn-
inum at røkja, eru nú aftur
endaðar í tinginum. Talan
er um siglingina hjá Smyrli
á Vág og siglingina inn á
Skálafjørðin.
Í eini roynd at spara
pengar á samferðsluøkin-
um hevur Bjarni Djurholm
nú lagt uppskot fyri tingið
um at strika hesar farleiðir.
Í viðmerkingunum til bæði
uppskotini sigur landsstýr-
ismaðurin, at endamálið er
at fremja eina rasjonali-
sering av almenna flutn-
ingssambandinum.
Spara sjey mió.
Verða uppskotini samtykt,
ber til at spara sjey milli-
ónir krónur um árið í rakst-
rinum av sjóvegis sam-
ferðslukervinum. Í fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri
næsta ár eru seks milliónir
krónur settar av til Skála-
fjarðarleiðina. Í fjør gav
farleiðin 2,8 milliónir í
halli, og fyribilstølini hjá
Strandferðsluni benda á, at
úrslitið í ár verður nakað
tað sama. Harumframt er
Ternan 1, ið røkir sigling-
ina, 42 ára gomul, dýr í
rakstri, og harumframt má
leggjast upp fyri, at nýtt
skip skal útvegast innan fá
ár. Eitt nýtt skip til far-
leiðina er mett at kosta
millum 40 og 60 milliónir
krónur.
Sum er siglur Smyril ein
túr um vikuna á Vág. Verð-
ur hesin túrur strikaður, og
Smyril í staðin siglir á Drel-
nes, so ber sambært lands-
stýrismanninum til at spara
750.000 krónur. Í viðmerk-
ingunum til uppskotið vísir
landsstýrismaðurin á stóru
útbyggingina av havnini í
Vági, ið er neyðug um
nýggja
suðuroyarskipið
skal
kunna
leggja
at
bryggju har. Ein íløga, ið er
mett at kosta landskass-
anum 18,5 milliónir.
Verður siglingin á Vág og
siglingin inn á Skálafjørðin
niðurlagdar, hevur landið
bundið seg til at rinda
kommununum endurgjald
fyri mist havnagjald. End-
urgjaldið er havnagjald í
fimm ár. Sostatt skal landið
gjalda Vágs Kommunu
840.000 krónur í endur-
gjaldi, gevst Smyril at sigla
á Vág. Verður Skálafjarð-
arsiglingin niðurløgd, skal
Nes
Kommuna
hava
420.000 krónur, Sjóvar
Kommuna
skal
hava
160.000 krónur og Tórs-
havnar Kommuna skal hava
210.000 krónur í endur-
gjaldi.
Veg út á Strendur
Í øðrum av uppskotinum,
sum Bjarni Djurholm hevur
lagt fyri løgtingið, stendur
beinleiðis, at tekur tingið
undir við at niðurleggja
Skálafjarðarleiðina, so er
ætlanin at peningurin í
staðin skal nýtast til vegin
millum
Skálabotn
og
Strendur.
Andstøðan stendur saman
Siglingin á Vág og Skála-
fjørðin í løgtingið
Eftir øllum at døma er siglingin millum Havnina og Skála-
fjørðin skjótt søga. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í sam-
ferðsumálum, hevur lagt uppskot fyri tingið um at niðurleggja
bæði Skálafjarðarleiðina og siglingina hjá Smyrli á Vág
Óvissa um hægri útgjald úr ALS
- Útgjaldið úr ALS skal
hækkast upp í 80 prosent,
heldur Kristian Magnussen
úr Javnaðarflokkinum.
Uppskotið hjá honum er nú
aftur endað í vinnunevndini.
C
M
Y
K
7
6