fríggjadagur 13. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 240 - 13. desember 2002
Nr. 240 - 13. desember 2002
9
Hjá NCC restar bert
upprudding og onkrir
smáir snøklar
VÀGATUNNILIN
Heri á Rógvi
NCC, sum hevur gjørt
sjálvan tunnilin fyri P/F
Vágatunnilin, manglar bert
at rudda upp, so eru teir
lidnir við verkætlanina
Vágatunnilin.
Somuleiðis skulu onkur
heilt lítil arbeiði gerast.
– Tað eru sovorðnir
snøklar, sum altíð eru í tí-
líkum arbeiðum, sigur Her-
man Lindberg frá NCC.
Hesa vikuna og næstu
viku fara fólk frá NCC at
rudda upp. Síðani verður
farið í jólafrí, og tað, sum
so er eftir, verður so tikin
eftir høgtíðina einaferð.
Hóast NCC nú pakkar
saman í sambandi við
Vágatunnilin, so hevur fyri-
tøkan ongar ætlanir um at
gevast í Føroyum.
– NCC ætlar sær at halda
fram í Føroyum og bjóða
upp á tey arbeiði, sum vit
halda vera áhugaverd, sigur
Herman Lindberg.
Dávid Reinert Hansen
váttaði fyrr í vikuni, at
NCC er inni í myndini til at
gera Norðoyatunnilin, nú
bíðað verður eftir politisku
viðgerðini. Men hetta vil
NCC sjálvt ikki gera nakrar
viðmerkingar um.
Alt annað arbeiði, sum er
eftir í sambandi við tunni-
lin, er arbeiði hjá øðrum
veitarum enn NCC, m.a.
ymiskt elektriskt arbeiði.
Nú arbeiðið er liðugt, er
Herman Lindberg eisini
væl nøgdir við arbeiðið.
– Vit eru ongantíð heilt
nøgdir, men sum heild eru
vit væl nøgdir við arbeiðið,
sigur Herman Lindberg.
Starvsfólkið hjá
Vágatunlinum hava
havt so nógv at gjørt,
at stundir hava ikki
verið til kanna eftir,
hvussu nógvir bilar
hava koyrt gjøgnum
tunnilin
VÁGATUNNILIN
Heri á Rógvi
Áhugin fyri at koyra til og
úr Vágum gjøgnum Vága-
tunnilin hevur verið ovur-
stórur, síðani tunnilin lat
upp mikudagin. Somuleiðis
hevur arbeiðsbyrðan hjá
starvsfólkunum hjá P/F
Vágatunnilinum verið so
stór, at tað hevur ikki verið
hugsingur um at greiða á
samlaða bilatalinum fyrstu
dagarnar, greiðir stjórin,
Dávid Reinert Hansen, frá.
Tað er kanska óneyðugt at
skriva tað, men ferðslan til
og úr Vágunum hevur
ongantíð verið størri og
meiri umfatandi enn hesar
seinastu dagarnar.
Hetta skyldast ikki minst,
at týsdagin og mikudagin
var ókeypis at ferðast eftir
gjaldsvegnum
millum
Streymoynna og Vágoynna.
Dávid Reinert Hansen
upplýsir, at teir hava teljar-
ar, sum kunnu siga teimum
talið á ferðandi gjøgnum
tunnilin, men stundir hava
ikki enn verið at fáa greiðu
á hesum tølum, tí arbeiðs-
byrðan sum sagt hevur ver-
ið so stór hjá starvsfólkun-
um hjá P/F Vágatunlinum.
Orsøkin er tann, at P/F
Vágatunnilin í løtuni verð-
ur niðurringdur av fólki,
sum ætla at ogna sær kubb-
an. At avgreiða øll hesi er í
løtuni ein møtimikil upp-
gáva hjá starvsfólkunum,
upplýsir Dávid Reinert
Hansen.
Syndararnir
Í løtuni eru ávísir trupul-
leikar við sjálvvirkandi
gjaldstøðini við tunnils-
munnan á Vágalandinum.
Nógv fólk fáa heldur ikki
teirra kubba fyrr enn eftir
høgtíðina.
Hetta
gevur
kanska
summum hug at royna
eydnuna og snýta seg ígjøn-
um. Men hetta er ikki rætti-
liga ráðiligt, tí vidoeftirlitið
hjá Vágatunlinum er fult
virkandi.
Skipanin virkar á tann
hátt, hvørja ferð eitt akfar
fer ígjøgnum uttan at
gjalda, so skrásetur teldu-
skipanin hjá Vágatunlinum
hetta, og skipanin finnur
videoupptøkuna av hesum
fram.
Dávid Reinert Hansen
sigur, at teir kanna so, um
hetta skyldast einum feili
við skipanini ella um fólk
royna at snýta.
Er tað so, at onkur roynir
at snýta, so verður numm-
arplátan lisin, og umvegis
Bileftirlitið fær viðkom-
andi eigari fráboðan um
mistakið og kravboð um
gjald fyri koyringina.
Ferðsla uttan íhald
NCC ruddar upp
NCC, sum hevur gjørt sjálvan Vágatunnilin, manglar bert at
fáa teir síðstu smálutirnar frá hondini
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyrstu dagarnar hevur ikki
staðið á, at fáa fólk at koyra
undir sjónum til og úr
Vágum
Seinastu tíðina hava
útróðrarbátar á
Sandi fingið upp
ímóti 300 pundum á
stampin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki smávegis,
sum útróðrarbátarnir á
Sandi hava fingið nógvan
fisk í seinastuni, tá ið
roynandi hevur verið.
Mikudagin hevði An-
tares heili 14.000 pund,
og dagin fyri høvdu teir
12.000 pund.
Tann fyrra dagin settu
teir 42 stampar; so hetta
er rættiligur útróður. Vit
hava ikki frætt, hvussu
nógvar
stampar
teir
høvdu mikudagin.
- Tað hevur viðrað illa,
men tá ið roynandi er,
hevur útróðurin verið
ógvuliga góður, siga tey á
Sandi.
Lagt verður aftrat, at
bátar javnan hava fingið
upp ímóti 300 pundum á
stampin.
- Umleið tveir triðingar
av veiðini er gráur fiskur;
restin er hýsa. Fiskurin er
misjavnur til dygdar, men
væl nýtiligur í framleiðsl-
uni.
Eysturbúgvin fullur
Mikudagin landaði trolar-
in, Eysturbúgvin á Sandi;
teir vóru fullir undir lúk-
urnar. Veiðan var smátt-
fallandi upsi.
Á Sandi vænta tey par-
trolararnar, Skansatanga
og Research, í dag ella
mánadagin.
Bæði á Sandi og í
Skopun
hevur
nógv
fiskaarbeiði verið sein-
astu tíðina, verður sagt úr
oynni.
- Endamálið við bygg-
ingini hjá Skipafelag-
num er at fáa størri
rásarúm á havnalag-
num - Beta har suð-
uri, sum feløgini í dag
hava sítt virksemið og
Skipafelagið har
norðuri á nýggja
havnalagnum, sigur
Rodmundur Nielsen,
býráðsformaður
BYGGING
Vilmund Jacobsen
Skipafelag Føroya og P/F
Beta, sum eiga bygningar á
havnalagnum í Saltangará,
fáa í næstum betri umstøð-
ur og størri rásarúm til sítt
virksemi.
Skipafelagið
fer
at
byggja ein nýggjan og stór-
an bygning á nýggja havna-
lagnum norðanfyri, so-
nevndu oljuhavnini, og
samstundis fær Beta betri
møguleikar, har felagið í
dag húsast við sínum virk-
semi undir liðini á Skipa-
felagnum.
Bæði feløgini hava stórt
virksemi og hava brúk fyri
meira plássi. Tí er ætlanin,
at Beta eisini skal húsast í
onkrum at verandi bygn-
ingum hjá Skipafelagnum,
samstundis sum Skipafel-
agið fær stór og nýggj hølir.
Byrjar til várs
Rodmundur Nielsen, bý-
ráðsformaður, sigur, at
Skipafelagið hevur fingið
formelt byggiloyvi til bygn-
ingin, og ætlandi verða
fyrstu formarnir settir upp
til várs.
- Endamálið við bygging-
ini hjá Skipafelagnum er, at
bæði feløgini skulu fáa størri
rásarúm á havnalagnum -
Beta har suðuri, sum fel-
øgini í dag hava sítt virksem-
ið og Skipafelagið á nýggja
havnalagnum, sigur hann.
Spurdur, um annað virk-
semi ella aðrar byggingar
eru í umbúna á nýggja
havnalagnum, sigur Rod-
mundur Nielsen, at ætlanin,
sum liggur nærmast, er
byggingin hjá Skipafelag
Føroya.
- Nakað inn í kom-
andi ár verður vænt-
andi greitt, hvar mál-
ið um dumping av
laksi endar, sigur
Vinnuhúsið
DUMPINGÁKÆRAN
Vilmund Jacobsen
Síðst í november vóru um-
boð fyri Havbúnaðarfelagið
á fundi við nevndina hjá
ES, sum viðger dumping-
málið
móti
føroyskum
laksaalarum.
Á
hesum
fundi løgdu føroysku um-
boðini saman við sakførara
sínum í Brúsell fram sína
verju í málinum.
Gongdin
Tað var 18. juli í ár, at ES
kunngjørdi, at dumping-
ákæra var reist móti Føroy-
um og Chile.
- Virkini, sum vóru út-
vald til nærri kanning, lótu
tilfar sítt inn fyrst í oktober,
og ein mánað seinni vóru 2
umboð frá Trade Defence,
ið er tann deildin í DG
Trade, sum viðger málið, í
Føroyum og grannskoðaðu
tær frágreiðingar, sum virk-
ini høvdu latið frá sær.
Vinnuhúsið
sigur,
at
Havbúnaðarfelagið í okto-
ber læt eina skrivliga frá-
greiðing til ES, har felagið
lýsti síni sjónarmið viðvíkj-
andi ákærunum um, at før-
oyingar hava dumpað og
harvið volt laksaframleið-
arum í ES skaða.
Á fundi við ES
- Seinasta, sum so hent er í
málinum er, at umboð fyri
Havbúnaðarfelagið síðst í
november vóru á fundi við
nevndina,
sum
viðger
dumpingmálið, og har vóru
høvuðstættirnir í verjuriti-
num framlagdir.
Endamálið við fundinum
var at tryggja sær, at nevnd-
in, sum viðger dumping-
málið, hevur skilt tey sjón-
armið, sum Havbúnaðarfel-
agið ynskir at føra fram.
- Nakað inn í komandi ár
verður væntandi greitt,
hvar málið um dumping av
laksi endar, sigur Vinnu-
húsið.
Skipafelag Føroya undir stóra bygging
Tað verður rúmligari hjá
Skipafelag Føroya og P/F
Beta, tá ið Skipafelagið flytir
norður á nýggja havnalagið.
Ætlandi byrjar byggingin til
várs.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Havbúnaðarfelagið á fundi við ES
Umboð fyri Havbúnaðarfelagið í DG Trade í Brússel
Útróðrarbátar
hava rokfiskiskap
C
M
Y
K
9
8