Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 240 - 13. desember 2002 Nr. 240 - 13. desember 2002 11 Fíggjarlógarálitið skal nú viðgerast, men longu nú er greitt, at raðfestingin er ikki góð nokk. Samgongu- limir erpa sær altíð av hvussu nógv prosent játtanin til eitt nú almanna og heilsuøkið er økt seinastu árini. Spurningurin er ikki hvussu nógvir pengar verða brúktir, spurningurin er hvussu hesir pengar verða brúktir. Tað er stór skomm, at útreiðslurnar til almanna og heilsumál eru øktar í stórum, uttan at brúkarin, tað vil siga skattgjaldarin, merkir eina betri tænastu í eldrarøkt og ikki minst á landssjúkrahúsinum. Tað er stór skomm, at man noyðist at avlðsa viðgerð ella viðtalu á landssjúkrahúsinum, tí at tað lekur so illa. Ikki minst tá hugsað verður um, at man í svárastu krepputíðum megnaði at seta 10 milliónir av til við- líkahald i einum fíggjarári – meira enn Karsten Han- sen megnar í allarbestu tíðum. Vilhelm Johannesen hevur fyrr og aftur til hesa fíggjarlógarviðgerð funnist at kostnaðinum av um- sitingini, ið er vaksin eksplosivt tey seinastu árini. Ongantíð so nógv, sum undir einum borgarligum løg- manni við einum samstarvsflokki, ið ynskir at føroy- ingar gerast minni heftir av donskum blokki. Størri umsitingin er, tess meira tðdning hevur blokkurin. Í løtuni hevur eingin justerað umsitingina til tann búskaparliga veruleikan aftaná blokkniðurskurðin uppá 366 milliónir, men hetta er tí, at raðfestingin er so út av lagi vánalig. Hvussu leingi fer brúkarin av al- mennum tænastum at finna seg í lekandi sjúkrahúsum og bíðilistum? Vit eru dag og dagliga vitni til, at almennir stovnar, ið hava beinleiðis samband við borgaran skulu spara og tí lækka tænastustøðið. Tíverri sær tað út til, at almennu stovnarnir aftur skulu spara, meðan lítið verður spart í umsitingini. Gamaní okkurt verður endurskoðað, men sum heild er ikki samsvar millum orðini hjá Løgmanni og samgongu- limum, um at teir eru varugir við tað óhepna í at hava ein rakstrarkostnað uppá á leið hálvtannaðhundrað milliónum um árið í reinari umsiting, meðan spart verður á stovnum og almennum skipanum við tí sera óvísindaliga salamiháttinum. Bygnaðurin er skeivur og tí hava vit eina ov dðra um- siting. Starvsfólkið er óivað bæði dugnaligt og nær- lagt, men bygnaðurin má dagførast, so skattgjaldarin fær sum mest burturúr. Tað kann ikki vera populert í umsitingini, at blokkurin varð niðurskorin við 366 milliónum. Hetta fer at merkjast, og við rættari rað- festing, so má man fyrbyrgja, at skúlabørn, sjúklingar og pensionistar fara at merkja tað. So er ikki nógv í at velja, enn at rationalisera umsiting av almennu tænast- unum við at desentralisera og skera burtur óneyðugt dupultkontroll og deildir, ið eru góðar at hava, men ikki neyðugar. Ógvusligi blokkniðurskurðurin kemur at gera, at alt tað, sum er gott at hava má útsetast og minkast til frama fyri tær almennu tænasturnar, ið eru lívæðrin í vælferðarsamfelagnum. Hetta sæst tíverri ikki aftur í politikki samgongunar. DAGSINS MEINING Sosialurin Raðfestingin er skeiv VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Alfred Olsen løgtingsmaður Mikudagin 11. desember (dagin eftir at Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður hevði klipt snórin við Vágatunnilin), legði sami landsstýrismaður uppskot fyri tingið, um at niður- leggja Skálafjarðar-sigling- ina. Hetta er triðju ferð, at ein landsstýrismaður úr Fólkaflokkinum roynir at niðurleggja hesa søguligu rutu. Fyrst var tað Svend Aage Ellefsen, síðani Finn- bogi Arge og nú Bjarni Djurholm. Í somáta roynd- ist Fólkaflokkurin Eystur- oynni illa. Øll gleðast vit um tað stóra framstig, sum Vága- tunnilin er fyri Vágoynna og alt Føroya fólk, og tí er tað hugstoytt at síggja, at ein niðurbróting á sam- ferðsluøkinum skal henda í øðrum økjum av landinum. Mest trafikkeraðu øki í landinum eru í Eysturoynni og Streymoynni. Hvørt samdøgur koyra umleið 2.700 bilar gjøgnum Norðskálatunnilin, og um- leið 4.000 bilar gjøgnum Kollfjarðatunnilin. Tá Norðoyatunnilin verður veruleiki, kann roknast við, at ferðslan millum Eystur- oy og høvuðsstaðarøkið fer at økjast munandi. Kanningar hjá Lands- verksfrøðingsstovninum vísa, at tað er ikki einans talið av bilum, sum er nógv økt tey seinnu árini, men akførini eru eisini vorðin munandi tyngri, nú megin- parturin av allari frakt í Føroyum fer yvir land, har hon áður fór sjóvegis. Til dømis var tunga ferðslan í Eysturoy (roknað sum ak- før longri enn 5,80 metrar) umleið tríggjar ferðir so stórur partur av samlaðu ferðsluni í oynni í 2001, samanborið við 1996. Tá Dúgvan sigldi millum Skálafjørðin og Havnina, sigldu nógv (bæði ferða- fólk og bilar) við. Men síðani rutan var niðurpri- oriterað (fyrst við einum minni skipi, og seinni varð als ikki loyvt at taka bilar við), hava færri nýtt hesa farleið. Eisini hevur tað verið eitt stórt afturstig fyri siglingina, at rutan summar tíðir hevur verið niðurløgd, og síðani byrjað aftur av nýggjum. Tað er einki at ivast í, at tørvur er á at menna sam- ferðslukervið millum Skálafjørðin og høvuðs- staðarøkið. Í fyrstu atløgu eigur ein skjóttgangandi bilferja at verða sett í fasta sigling og um fá ár kemur ein undirsjóvartunnil at verða gjørdur millum Skálafjørðin og Hvítanes.. Sambandsflokkurin tekur ongantíð undir við teimum niðurbrótandi kreftum, og tí fær landsstýrismaðurin ikki nakað herðaklapp frá okkum fyri ta niðurbróting av rutuni, sum hann hevur gjørt gjøgnum mong ár. Hvussu sveinaroyndin hjá Bjarna Djurholm fer at eydnast, veit eg ikki, men sambandið millum Havnina og Skálafjørðin gongur eini samfelagsmennandi fram- tíð í møti. Bjarni Djurholm mótvegis Skálafjarðasiglingini FRAMSÝNING Tíðindaskriv Frá hósdegnum 12. til leyg- ardagin 14. desembur er forvitnislig framsýning av lutum úr formstoyptum glasi á Torginum í SMS. Tað eru Elisabeth og Páll Ellingsgaard, sum, eftir at hava búð í Danmørk í sløk 50 ár, eru flutt heim aftur til Føroya. Tey hava sett á stovn fyritøkuna, Glarlist, ið framleiðir formstoypt glas. Hjúnini hava seinastu 15 árini fyrireikað seg til eina virkna tilveru sum eftirlønt. Tey hava gingið á nógvum skapandi skeiðum; serliga í list og handverki. Elisabeth, sum bæði er skapandi og hevur listaligar gávur, hevur millum annað nomið sær kunnleika hjá Peirrè Gaborit, mynda- høggara, og Susanna Hav- steen Mikkelsen, listamál- ara. Í glarlist hevur Elisa- beth fingið frálæru hjá Else Willumsgaard, glaslista- konu. Stundum hevur høvi ver- ið at sýnt fram, og hevur Elisabeth millum annað sýnt fram á ymsum stovn- um og í listafeløgum í Keypmannahavn og øk- inum nærhendis. Páll, sum hevur góðar handaligar gávur, hevur gingið til silvursmíð og violinbygging. Saman hava tey bygt sær ein stak hugnaligan og prýðiligan verkstað Uppi á Grind á Eiði. Verkstaðurin er gjørdur av tveimum stór- um bingjum, sum eru klæddar og taktar soleiðis, at tær hóska væl til vakra umhvørvið. Í bingjunum er gólvvíddin 60 fermetrar. Rávøran er hondrullað amerikanskt glas av ymsum slagi. Annars er form- stoypta glasið føroysk framleiðsla burtur av. Glarlistaverkini, sum Elisabeth ger, eru ætlað bæði sum prýðislutir og til dagliga nýtslu; í at velja eru t.d. skálir, føt, ljósastakar, oljulampur og øskubikør. Lutirnir, sum verða sýnd- ir á torginum í SMS frá 12. til 14. desembur, eru til keyps í 3´aranum. Glarlist forvitnisliga framsýning í SMS Jólini nærkast, og jólakonsertirnar verða hildnar víða um. Sunnudagin fara tvey kór í Vestmanna at hava felags jólakonsert í Vestmanna Kirkju JÓLAKONSERT Edvard Joensen Í Vestmanna eru ikki færri enn tvey kór. Vestmanna Sangkór og Vestmanna Kirkjukór. Tey fara at hava jólakonsert í Vestmanna Kirkju sunnudagin klokkan 18.00. Vestmanna Kirkjukór verður stjórnað av Erlu Olsen, organisti við Vest- manna Kirkju, meðan tað er Kári Bæk, tónleikalær- ari, sum stjórnar Vestmanna Sangkóri. Á stóru felags jólakon- sertini fara kórini í Vest- manna fyri tað mesta at syngja gamlar, kendar jólasálmar og -sangir. Onkran tó í eitt sindur nýggjari líki, siga kórini í tíðindaskrivi. Eisini verða verk hjá útlendskum tóna- skøldum á skránni. Fyrst syngur Vestmanna Kirkjukór. Síðan verður ein felagsframførsla, og Vest- manna Sangkór fer at enda konsertina. Vestmanna Sangkór er vanligt, blandað kór, meðan Vestmanna Kirkjukór er eitt gentu- og kvinnukór. Á skránni hjá Vestmanna Krkjukóri eru bæði kend og minni kend verk. Byrjað verður við sanginum: Eitt ljós mær geislar sendir, sum Johannes Mortensen hevur týtt til føroyskt. Lagið er norskt. Síðan er tað væl kendi jólasálmurin: Eitt barn er føtt í Betlehem. O, come all yee faithfull, eftir J.Å. Hillerud og David Villcock er væl kendur, eins og Halleluja úr Messiah hjá Händel eisini er tað. Síðan er tað Glory halleluja, eftir Noru E. Burne og Nothing is impossible, eftir Eugene E. Clark. Tá Kirkjukórið er liðugt við sína skrá, fara kórini bæði saman at syngja: Eg standi tíni krubbu hjá, eftir J.S. Bach , P. Gerhardt og H.A. Djurhuus. Síðan verður sungið sum veksil- sangur saman við kirkju- fólkinum: Her koma Jesus tíni smá. Vestmanna Sangkór eig- ur so seinasta partin av jólakonsertini í Vestmanna Kirkju. Sungið verður fyrst: Jólaklokkan aftur ringir, eftir Knút Olsen og Jakob Jakobsen. Síðan kemur: Mítt hjarta tilhald hevur, eftir Carl Nielsen, Brorson og Axel Tórgar. Eingilin við ljósi fer, hava Ingemann og Weyse gjørt, meðan Axel Tórgarð týddi til føroyskt. Hin vænasta rósan er eftir Klug og Brorson. Føroyski týðarin er ókendur. Endað verður við Himmalsins harpum, eftir C.E.F. Weyse og Jógvan Nolsøe. Jólakonsert í Vestmanna Vestmanna Kirkja verður karmur um jólakonsert hjá Vestmanna Kirkjukóri og Vestmanna Sangkóri sunnukvøldið Mydn: Edvard Joensen VIÐMERKINGAR Kristian Magnussen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Í bløðunum síðsta viku- skifti spyr Rúni Hentze "Hvat vilja Astrup og Javn- aðarflokkurin?". Orsøkin til spurning hansara er m.a. drúgva orðaskiftið á tingi síðsta hósdag, tá Høgni Hoydal svaraði fyrispurn- ingi frá mær um m.a. sam- starvsavtaluna millum Elektron og PBS (Penge- institutternes Betalings- service). Um Astrup hevur onnur motivir enn nærlagni í sín- um arbeiði, ætli eg mær ikki at gita um. Hann er nevndarformaður í Elek- tron, har landsstýrið eisini hevur nevndarlim. Elektron søkti fyrr í ár Dátueftirlitið, ið umsitir løgtingsins vilja, tá talan er um at flyta per- sónsupplýsingar av land- inum, um loyvi at flyta slíkar upplýsingar av land- inum í samband við nýggju Gjaldsskipanina, ið teir ætlaðu at menna í sam- starvi við PBS. Fyrst vildi Dátueftirlitið ikki geva loyvi, men aftaná at Elek- tron hevði lýst málið nærri, varð loyvið givið. Rúni Hentze sígur í grein síni, at trýst varð lagt á Dátueftirlitið, so tað at enda mátti geva loyvi. Hetta eru álvarsamar skuld- setingar at seta ímóti eftir- litinum, og Rúni Hentze eigur tí at biðja Høgna Hoydal, ið hevur ábyrgdina av lógini og harvið eisini av eftirlitinum, kanna málið. Dátueftirlitið eigur eisini alment at vátta ella avsanna hesar skuldsetingar og har- umframt greiða almenn- inginum frá um hetta málið í síni heild. Rúni Hentze spyr eisini, hvat Javnaðarflokkurin vil. Javnaðarflokkurin hevur onki við hetta mál at gera, og flokkurin hevur hvørki sagt ella skrivað eitt orð um hetta málið. Rúni Hentze kundi spurt, hvat eg vil við málinum. Eg vil ikki annað enn at tryggja at øll eru líka fyri lógini og at metingarnar av, hvørjir persónsupplýsingar kunnu fara av landinum byggja á saklig atlit og onki annað. Eru Rúni Hentze og Høgni Hoydal bangnir fyri at EDV-førleikin á Elektron fer fyri bakka orsakað av Gjaldsskipanini, so mugu teir fáa samtykt lógarupp- skot í tinginum, har tað greitt verður ásett, at tað er bannað Elektron at sam- starva við PBS um Gjald- skipanina. Tá er málið klokkureint og ongum gerst neyðugt at meta um ting- sins vilja, ið er eitt diffust og ógjørligt atlit at taka við í eina málsviðgerð, eisini hjá Dátueftirlitinum. At Rúni Hentze metir, at orðaskiftið í tinginum meiri var ein viðgerð av, tí eftir hansara tykki, altíð sakliga Høgna Hoydal, enn av málinum, má metast sum skemt. Hvussu sakligur Høgni Hoydal var undir viðgerðini av fyrispurn- inginum, er til skjals. Høgni Hoydal var so "sakligur", at tá hann onki annað argument hevði, so førdi hann fram, at ávísir lobbiistar høvdu lagt trýst á løgtingsmenn. Eg boðaði honum tá frá, at um hann kundi finna ein einasta lobbiist, ið eg hevði tosað við, áðrenn eg setti fyri- spurningin, so skuldi eg taka meg úr Løgtinginum í stundini. Høgni Hoydal tvíheldur enn um, at hann bert ger eftir tingsins vilja, tá hann nú við kunngerð, afturvirk- andi, ætlar at steðga áður- nevndu Gjaldsskipan. Heitt var á hann um at skipa fyri eini hoyring um málið, so løgtingið kundu fáa betri innlit í torgreidda pro- blematikkin viðv. persóns- upplýsingum í síni heild, tí at tingið harvið gjørdist betri ført fyri at meta um sín vilja. Hetta kveistraði hann til viks, lítilátin sum hann jú er um sín egna før- leika og leiklut í politikki. Rúni Hentze eigur sum lóggevari at tryggja sær, at øll eru líka fyri lógini og at øll verða viðgjørd eins og hann átti ikki at lagt seg upp at rættarfatanini hjá Høgna Hoydal, at man við eini nýggjari kunngerð kann taka givin loyvi aftur. Hetta eigur ikki at koma fyri í einum rættarsam- felag. Rúni Hentze og rættartrygd Verk fyri kór, solistar og orkestur TÍÐINDASKRIV Havnarkórið Fyri árum síðan setti Havn- arkórið sær fyri árliga fram móti jólum at framføra okkurt størri tónaverk fyri kór, solistar og orkestur. Seinastu 6-8 árini er tað vorðið føst siðvenja annað hvørt árið at hava Händels Messias og annað hvørt Jólaoratoriið eftir J.S.Bach. Í fjør varð oratoriið Mes- sias framført í Fuglafjarðar Kirkju og í Vesturkirkjuni, og í ár verður Jólaoratoriið at hoyra leygardagin 14. desember kl.17.00 í Vest- urkirkjuni og sunnudagin 15. desember kl. 17.00 í Gøtu Kirkju. Solistar verða: Berghild Poulsen, sopran Súsanna Dalsgaard, alt Jonas Fosdal, tenorur BergÞór Pálsson, bassur Orkestrið mynda lærarar í føroyska musikkskúlanum saman við sínum fremstu næmingum. Oboistarnir koma tó tríggir úr Íslandi og ein úr Danmørk. Dirigentur hesaferð er Ólavur Hátún. At fáa slíkt tiltak í lag er eitt tungt tak, serliga tá hugsað verður um tað fíggjarliga. Tí sjálvt um kórið á hvørjum sinni møtir vælvild frá almennum mentanarstovnum og við- komandi kirkjum og kommunum, er ilt at fáa endarnar at røkka saman. Ikki er tað enn her í Før- oyum eins og aðrastaðni møguligt at lata fólk rinda atgongupening til kirkju- ligar tónleikaframførslur. Men um fólk sjálvboðin vilja stuðla tiltakinum, verður høvi til tað. Íløt verða sett fram í báðum kirkjum, og kórið takkar fyri tann stuðul, ið verður veittur. C M Y K 11 10