fríggjadagur 13. desember 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 240 - 13. desember 2002
Nr. 240 - 13. desember 2002
13
Gjaldskipanin hjá
Vágatunlinum er ikki
farin at virka enn.
Kaðalslit hevur verið,
og fólk stendur við
gjaldstøðina og
steðgar øllum bilum,
sum koyra úr Vágum
VÁGATUNNILIN
Edvard Joensen
Vágar: Bilar, sum brúka
Vágatunnilin, fáa ikki brúkt
ætlaðu gjaldskipanina enn.
Kaðalslit ger, at skipanin
ikki er tilsett, sigur leiðslan
fyri Vágatunnlinum.
Tað er hósmorgun, og
klokkan er umleið hálvgum
tíggju. Tað er kalt uttan fyri
tunnilsmunnan. Landsynn-
ingurin
strýkur
norður
gjøgnum Vestmannasund
og hevur russiskan kulda
við sær. Hinumegin er
Skælingur hvítnaður í erva,
og teir báðir vaktarmenn-
inir, sum standa við støðina
og býta rokningar út til
bilarnar, trampa í asfaltið
og blaka sær, hóast teir eru
væl ílætnir.
Teir standa og skriva
rokningar til teir bila, sum
skulu ígjøgnum tunnilin úr
Vágum.
Skipanin er ikki farin at
virka enn. Tað er nakað við,
at onkur lutur ikki er komin
fram, sigur vaktarmaðurin.
Tað ber ikki til at gjalda við
korti enn, tí ikki er gjørligt
at draga kortið ígjøgnum
automatina, greiðir hann
frá.
Meðan vi práta, koma
tveir
bilar
norðaneftir.
Vaktarmennninir taka hvør
sín.
Tann, sum fremri er,
kemur heilt fram til støð-
ina, meðan hin verður
steðgaður nakað norðari.
Hvørgin hevur kubba, og
skulu tí báðir í høgru
breytina.
– Góðan morgun. Hetta
er óført, heilsar væl upp-
lagdi førarin í tí fremra
bilinum og spyr, hvussu
hann nú skal gera, tí hetta
dugir hann ikki at brúka.
Nei, tað kann hann
heldur ikki, fortelur vaktar-
maðurin honum. Men hann
skal fáa eina rokning við
sær, sum so kann gjaldast
innan tríggjar dagar.
Jú, tað má so bara verða
so, tá ikki annað gerst,
heldur fryntligi bilførarin,
og vaktarmaðurin leggur
lepan á rútin og fer at
skriva.
Ætlanin ver sjálvandi, at
skipanin skuldi rigga bein-
anveg, men til heilt greitt
er, at hon riggar, verður
arbeitt upp á hendan mátan,
sigur leiðslna fyri Vága-
tunlinum í tíðindaskrivi.
Í aðrar mátar stendur
einki til hjá teimum, sum
ikki enn hava fingið kubba,
soleiðis at skilja, at tað
verður helst ikki í ár, at
hann kemur. Tó kunnu tey,
sum hava søkt, sleppa at
koyra fyri »kubbaprís« frá
tí, tey fáa váttan um, at
umsókn teirra er móttikin.
Tað er so, at tað vórðu ov
fáir kubbar umbidnir úr
Noreg. Gravgangur er eftir
teimum, og nýggj sending
skal fáast. Men tað verður
neyvan fyrr enn eftir nýggj-
ár, at teir verða her.
Til ta tíð, mugu fólk, sum
hava biðið um hald og
fingið váttan um slíkt,
koyra sum um tey høvdu
kubba. Bilurin verður so
avmyndaður og samanborið
verður við skrásetingina hjá
Vágatunlinum,
áðrenn
rokningin verður send.
Tey, sum ikki hava hald,
skulu koyra til støðina og
trýsta á knøttin, sum sigur,
at tey skulu gjalda seinni.
Rokning verður so útskriv-
að og send teimum og skal
gjaldast á Posthúsinum ella
í
peningastovni
innan
tríggjar dagar.
Skriva rokningar við hond
Við gjaldstøðina hjá
Vágatunlinum verða
rokningar í hesum døgum
skrivaðar við loftnaðum
hondum
Mynd: Edvard Joensen
UTTAN ÚR HEIMI
ES-toppfundurin í
Keypmannahavn er
royndarstund hjá
donsku stjórnini og
Anders Fogh Rasmus-
sen, forsætisráðharra.
Alt bendir á, at
stjórnin fer at klára
royndina
ES-TOPPFUNDUR
Árni Joensen:
Tann nýggi James Bond-
filmurin
»Die Another
Day« verður nýttur sum
samanbering við møguleik-
arnar hjá donsku stjórnini
at sleppa burtur úr tí sera
týdningarmikla ES-topp-
fundinum við skinninum á
nøsini. Tað eru tey, sum
halda, at Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráð-
harri og sjónleikarin Pierce
Brosnan líkjast ikki sørt.
Tann seinni hevur staðið
seg væl í tí kravmikla leik-
lutinum sum James Bond,
og nógv bendir á, at danski
forsætisráðharrin eisini fer
at standa seg væl, nú hans-
ara veruliga fyrsta royndar-
stund er komin.
Men tað leikar hart á.
Øðrumegin borðið hevur
hann tey stóru ES-londini,
sum framvegis kenna seg
sum stórveldi í evropeiska
samveldinum, og sum hava
sett seg væl og virðiliga á
pengakassan hjá ES. Hinu-
megin hevur forsætisráð-
harrin umboðini hjá um-
søkjaralondunum,
sum
hvørt í sínum lagi royna at
fáa sum mest úr hesum
sama kassa. Og í gjár var
sjálvur George W. Bush,
forseti í telefonini úr Was-
hington við einari inniligari
áheitan á danska forsætis-
ráðharran um at geva
Turkalandi ein dag fyri,
nær samráðingarnar um
turkiskan limaskap í ES
kunnu byrja.
Í Keypmannahavn tykist
semja kortini vera um, at tá
saman um kemur kann
Anders Fogh Rasmussen
lyfta sjampanjuglasinum og
ynskja sær sjálvum og fel-
øgum sínum tillukku við
einari søguligari stórhend-
ing, tá limatalið í ES fer úr
15 upp í 25. Forsætisráð-
harrin hevur ongantíð latið
nakran vera í iva um,
hvussu
týdningarmikið
hann metir hetta stigið, og
hann hevur heldur ikki dult
fyri, at fyri Danmark hevur
tað sera stóran týdning, at
hetta hendir júst í Keyp-
mannahavn. Tað fer at geva
Danmark og Keypmanna-
havn eina serstøðu í søgu-
bókunum
hjá
ES
og
Evropa.
Tað er ikki bara forsætis-
ráðharrin, sum er væl fyri-
reikaður til toppfundin.
Ongantíð áður hava so
nógvir løgreglumenn verið
í
Keypmannahavn,
har
helvtin av allari donsku
løgregluni er savnað í hes-
um døgum.
Moyrir leiðarar
Men fleiri av leiðarunum,
sum nú koma til Keyp-
mannahavnar, hava annað
at hugsa um enn at taka
nýggj lond upp í samveld-
ið. Týski kanslarin, Ger-
hard Schrøder, hevur so
stórar trupulleikar í heim-
landinum sum sjáldan fyrr.
Bretski forsætisráðharrin,
Tony Blair, er komin í eldin
í heimlandinum, eftir at
kona hansara hevur nýtt ein
svikafullan millummann í
einum húsakeypi. Spanski
forsætisráðharrin,
Jose
Maria Aznar, er fyri hvøss-
um atfinningum í lands-
partinum Galicia, har fólk í
túsundatali hava mist ar-
beiði orsakað av oljudálk-
ingini frá »Prestige«. At
enda skal svenski forsætis-
ráðharrin, Gøran Persson,
skiljast, og tíðindini um
skilnaðin komu fyrr út enn
ætlað.
So tá saman um kemur
munnu menn vera nakað
moyrir, og tí munnu teir
fara at góðtaka eina ella
aðra loysn hjá danska for-
sætisráðharranum,
sum
ikki hevur teir stóru heima-
trupulleikarnar at hugsa
um.
Fleiri ilskast um, at
USA einsamalt fekk
sær atgongd til
iraksku vápnafrá-
greiðingina. Men
hetta er bert ein
staðfesting av, at USA
ætlar sær at stýra
Irak-kreppuni, sama
hvat onnur siga
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Ósemjan um ta iraksku
vápnafrágreiðoingina tók
seg upp seinasta vikuskift-
ið.
Fríggjadagin samdust tey
fimtan limalondini í trygd-
arráðnum hjá ST um, at
vápnaeftirlitsmenninir hjá
ST og altjóða kjarnorku-
stovnurin í Wien skuldu
sleppa at síggja frágreið-
ingina fyrst. Men dagin
eftir broytti USA støðu og
noyddi formannin í trygd-
arráðnum, kolombiska ST-
sendiharran Alfonso Valdi-
vieso, at útflýggja frágreið-
ingina.
Amerikanskir diplomatar
fóru síðani við flogfari úr
New York til Washington
við iraksku frágreiðingini.
Har varð hon so margfald-
að og síðani latin hinum
føstu limunum í trygdar-
ráðnum. Samstundis varð
fráboðað, at hini londini í
ráðnum skuldu fáa eina
minni útgávu av frágreið-
ingini.
Noreg og Sýrialand, sum
eru í trygdarráðnum, hava
mótmælt
amerikansku
framferðini, men altjóða
serfrøðingar siga, at amer-
ikanska framferðin í hesum
máli vísir bert, at USA
ætlar sær at stýra Irak-
kreppuni, sama hvat onnur
lond siga.
– Tað er heilt týðiligt, at
USA við hesum roynir at
vísa heiminum, at tað er
Washington og ikki ST,
sum avger, hvat skal henda,
sigur William Hopkinson á
Royal Institute of Inter-
national Affairs í London.
Aðrir serfrøðingar hava
somu áskoðan.
Danska stjórnin til roynd
Tað er USA, sum ræður
Annan til Danmarkar
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, boðaði mikudagin frá,
at hann kemur til Keypmannahavnar í sambandi við
ES-toppfundin.
Ørindini hjá aðalskrivaranum eru at royna at fáa
gongd á stríðið millum grikkar og turkar á Kýpros.
ST legði herfyri eina friðarætlan fyri teir báðar part-
arnar, men mikudagin segði leiðarin hjá kýprisku
turkunum, Rauf Denktash, at hansara fólk kann ikki
taka undir við ætlanini hjá ST.
Grikski parturin av Kýpros fær eftir ætlanini
limaskap í ES á toppfundinum í Keypmannahavn, og
higartil hevur verið hildið, at hetta fórn at seta ferð á
friðartilgongdina á oynni. Tí kemur Kofi Annan til
Danmarkar at gera enn eina roynd at fáa partarnar til
samráðingarborðið. Umboð fyri griksku og tukrisku
kýprarnar eru í Keypmannahavn í sambandi við topp-
fundin.
Minni dálking
Bretsku myndugleikarnir hava nú boðað frá, at dálk-
ingin frá kjarnorkuendurvinningarverkinum Sella-
field skal avmarkast munandi.
Margaret Beckett, umhvørvismálaráðhari sigur, at
ætlanin er at skipa so fyri, at minni technetium-99
verður latið út í havøkið við Sellafield. Sambært ráð-
harranum skal útlátið skerjast so nógv, at í 2006 verð-
ur útlátið bara ein níggjundapart av tí, sum tað er í
dag.
Margaret beckett sigur, at tað er ikki vísindaliga
prógvað, at hetta útlátið er skaðiligt fyri umhvørvið
ella heilsuskaðiligt, men at stjórnin í London hevur
staðfest, at útlátið hevur elvt til ótta í fleiri øðrum
londum. Norska stjórnin hevur longu boðað frá, at
hon er sera væl nøgd við avgerðina hjá bretska um-
hvørvismálaráðharranum at avmarka dálkingina frá
Sellafield-verkinum.
Klár at rýma
Starvsfólkini á teimum norsku sendistovunum í Mið-
eystri hava seinastu dagarnar eftirkannað sínar til-
búgvingarætlanir, samstundis sum tey fyrireika seg til
at rýma, skuldu amerikanarar lopið á Irak.
Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Oslo, Karsten
Klepsvik, váttar tíðindini, men leggur afturat, at hetta
er vanlig mannagongd á sendistovum í økjum, har
vandi er fyri ófriði ella kríggi. Á norsku sendistovuni
í Amman í Jordan verður sagt, at har hava tey fyri-
reikað seg til at fara av landinum, brestur kríggj á, tí
eitt kríggj við Irak fer uttan iva at hava við sær, at øll
flúgving til og úr Jordan steðgar.
Jordan styðjar USA í stríðnum við Irak, men sam-
bært norsku sendistovuni styðjar meginparturin av
jordanska fólkinum Irak. Tað er tí ikki óhugsandi, at
vesturlendingar verða illa sæddir í Jordan, leypa
amerikanarar á Irak, verður sagt.
Bumbumenn kendu
hvør annan
Løgreglan í Indonesia sigur, at menninir, sum skip-
aðu fyri teirri ógvusligu bumbuspreingingini á Bali í
oktober, og teir, sum løgdu eina bumbu við eina mat-
stovu á oynni Sulawesi tann 4. desember, kendu hvør
annan.
Bumbuspreingingin á Bali kravdi meiri enn 190
mannalív. Bumban, sum brast uttan fyri eina mat-
stovu hjá McDonalds á Sulawesi fyri 14 døgum síð-
ani, kravdi trý mannalív.
Indonesiski løgregluovastin sigur, at løgeglan nú er
í ferð við at kanna, um tær báðar bumbuatsóknirnar
vóru liðir í einari størri atsókn. Kortini verða teir
báðir tilburðirnir framvegis kannaðir hvør sær, sigur
hann.
George W. Bush, forseti og stjórn hansara hava enn einaferð gjørt greitt, at tað er USA, sum ger
av, hvussu Irak-kreppan skal loysast
C
M
Y
K
13
12
Álmanakkin
- aftur í ár
Ársins jólagáva í 75 ár
H.N.Jacobsens Bókahandil
Vaglið 1 · Tlf. 311036 · Fax 317873
e-mail: hnj-bokh@post.olivant.fo
130,-
180,-
Innbundin
Heft