Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1987síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Á | Nr, 52 — 9. mai 1987 Føroyingar vitja innfødd i Suðurameriku , Ahugin fyri ferðunum er stórur. Vit halda okkum ikki órógva teir innføddu indiån- ararnar, sigur Plátubarrin, sum er við til at leggja ferðina til rættis Úr Feroyum verða í summar tríggjar ferðir gjørdar til Paraguay. Har verður m.a. vitjað hjá ache-indiánarunum, sum búgva í frumskóginum. Indiánararnir eru einir 200 í tali, og teir hava lítið samband við umheimin. Fyri ferðini stendur Flemming Petersen, sum fyri nekrum árum síðan var húskallur á einum bóndagarði í Paraguay, og ferðalegini, sum fara úr Feroyum, skulu búgva í eini smáttu á tí garðinum. Inni í skóginum. Plátubarrin er við til at leggja ferðina til rættis, og Páll Arge sigur, at áhugin er stórur at fara við til Paraguay. Tríggjar ferðir = verða gjerdar. Afturat Flemming og gentu hansara Ann var ikki ætlanin at hava fleiri enn fýra fólk við, men longu nú hava fimm fólk teknað seg til ta fyrstu ferðina, sum byrjar 1. juni og varir til 1. juli. Fleiri hava eisini spurt seg fyri um tær báðar næstu ferð- irnar, ið verða beint aftaná. Verjufelagsskapum dámar lítið Altjóða verjufelagsskap- um hjá upprunafólki dám- ar lítið, at tílíkar ferðir verða gjerdar, tí ferðirnar hótta tilveruna hjá upp- runafólki, siga felagsskap- irnir. Eitt danskt ferða- mannafelag, Janus Travel, ætlaði at gera eina slíka ferð í summar til Venezuela fyri at síggja indiánarafólk, sum búgva heilt avskorin frá umheim- inum. Men ferðin verður av ongum. IWGIA, ein al- tjóða verjufelagsskapur hjá upprunafólki, legði trýst á danska ferða- mannafelagið og fekk tað at avlýsa ferðina. IWGIA hevur í hyggju at upplýsa ell ferdamannafeløg um vandarnar, ið kunnu standast av at fara til upp- runafólk, sum ikki hava samband við umheimin. Summi suðurameri- kansk lond hava sett full- komiligt forboð ímóti at vitja indiánararnar. Sjálvt læknar og antropologar hava torfert at fáa tey neyðugu loyvini. Og onn- ur hava einki at gera har, siga myndugleikarnir. Tola ikki krím Hesum er felagsskapurin IWGIA samdur í. For- vitin fólk eiga at halda seg burtur, sigur IWGIA. Upprunafólkini eru ofta ógvuliga góðtrúgvin og taka ímóti við opnum ørm- um. Men teirra lívsmynst- ur tolir ikki vitjanir. Ser- liga eru tað sjúkurnar í Síða 17 ; gar ilazon e IWGIA óttast. Sjúkur, sum hesi fólk einki kenna til, og ikki eru for fyri at standa ímóti. Vanlig krím- sjúka er nóg mikið til at gera av við eitt heilt fólk. Í eini grein herfyri í danska blaðnum Information segði eitt umboð fyri IWGIA, at alskyns trygd- arreglur hjá teimum, sum skipa fyri tílíkum ferðum, ikki eru nóg mikið. Ferðin til Suðurameriku er ikki 6- keypis, og fólk, sum hava goldið stórar upphæddir fyri eina slíka ferð, fara neyvan at leggja seg heima á gistingarhúsinum við krími, meðan hini í ferðalagnum vitja indián- ararnar. Heldur fara tey at krógva sína sjúku, heldur IWGIA. Vitja eisini onnur stød — Vit hava einki frætt frá hasum felagsskapinum, sigur Páll Arge í Plátu- barrini Hann leggur afturat, at Flemming sjálvur er ógvuliga bangin fyri at órógva. Tí sleppa ikki fleiri fólk við, og tey ferðandi fáa boð um at vera sera varin. Einki við at handla við indiánarar- nar. Og rúsdrekka má ikki takast við. Ferðin úr Feroyum kost- ar 18.000 krónur. Um- framt indiánarafólkini, fara ferðafólkini eisini at vitja heimsins stersta foss á markinum til Brasilia, og í hevuðsstað- num í Paraguay, Acuncion, fara tey at ve nakrar dagar og halda upp á tann meira vanli mátan í summar og s Feroyingarnir fara ei at vitja eitt trúars felag, sum nev? Mennonittar. Truarsan: lagið varð stovnað fí: næstan 500 árum síða Hollandi og heldur nú mest í Europa og USA. randi hesum londum. Í Noregi er haraftur- ímóti endamálið sambært lóggávuna at samskipa fysisku, fíggjarligu og sosialu planirnar í kommununi. Ein grundin til henda skilnað er, at í Danmark, Sveríki og Finlandi eru kommunurnar vanliga nógv sterri enn í Noregi, og verður tað tí í hesum kommunum roknað sum neyðugt, at hver »sektorur« sær fremur sina egnu planlegging. Tað verður tó tilskilað í lógunum, at samstarv eigur at vera innan teir ymisku »sektorarnar«. Kommunurnar í Noregi kunnu í stedd á mangan hátt beinleiðis sammetast við føroysku kommun- urnar. Tad kundi hugsast, at tær føroysku Byarskipan- inar og byggisamtykt- irnar høvdu verið merktar av størri realismu um sosialu og figgjarligu mål kommununar komu við i myndina. (Tó átti Tórshavnar kommuna við síni stór- leika at komið undir aðrar treytir). Byggireglugerðir Í legtingslóg frá 24. mai 1974 um broyting í lóg um býarskipanir og byggi- samtyktir fær landsstýrið heimild til við gildi fyri allar kommunur at útvega eina serliga byggireglu- gerð. Endamálið við slíkari byggireglugerð skuldi í hevuðsheitinum verið at áseta krev til bygningar og hús, soleiðis at hesi verða trygg og góð at nýta. Ein slík byggireglu- gerð, sum inniheldur gene- rellar ásetingar fyri alla bygging í Feroyum hevði verið ein stór hjálp hjá ellum føroyskum komm- unum, og fleiri av nú- verandi lokalum býar- ídnaðarlonunum, ið skipanum og byggisamtyktum eru gjørdar við tí fyri eyga, at slík reglugerð fór at koma í nærmastu framtíð. Fyri kommunurnar skuldi ein slík reglugerð verið eitt amboð, sum tann lokala býarskipanin og eina mest byggisamtyktin = kundu styðjað seg til. Fleiri upskot eru fingin til vega eftir at lógin kom í gildi í 1974, men enn er einki av teimum góðtikið av landsstýrinum. Ymisk- ar grundir munnu vera atvoldin til hetta. Men tá tað nú skjótt eru gingin tíggju ár uttan góðtikna reglugerð, so fær ein ill- gruna um, at týðandi partar munnu terva í hesi lógarbroyting frå 1974. Í dag hava flestu stóru kommunur í Feroyum fingið býarskipan og byggisamtykt, og partvís hevur lógin nr. 13 sostatt tænt sínum endamáli, nevniliga givið kommun- unum meguleika fyri at útvega sær áður nevndu skipanaramboð, men merkir hetta ikki tað sama sum, at legtingslóg nr. 13 gevur okkum greiðar fyri- setingar at styðja okkum til. Samanumtikið, so átti legtingslóg nr. 13 við broytingum at verið endurskoðað, soleiðis at lógin partvís verður rættað, og partvís fær nýggjar tíðarhóskandi greinar og partar. Ófaklærd ikki í sjúkra- hjálparafelagið Meirilutin av teimum 50 limunum, sum mettu á aðalfundinum hjá Feroya Sjúkrahjálparafelagið hós- dagin í seinastu viku, var fyri at geva ófaklærdum limaskap í felagnum. Men meiriluti er ikki nóg mikið. Tað krevur lógarbroyting, og 2/3 skulu atkveða fyri. Tað var um reppið, at lógarbroytingin varð sam- tykt, og tí verður málið sjálvandi tikið upp aftur, sigur Meta Johannesen, forkvinna á felagnum. Meta Johannesen og Karin Andreassen vórðu báðar afturvaldar í nevnd- ina. Hinir nevndarlimirnir eru Inna Nattestad, Sig- fríður Dam Olsen og Marj- un Olsen. Fundurin vidgjørdi eisini eitt uppskot um rætt til at atkvøda við brævi å adalfundum felag- sins. Men limirnir vrakadu hetta uppskot við ti grundgeving, at limirnir eiga at meta á aðalfundi 230 limir eru í Feroya Sjúkrahjálparafelag. randi