leygardagur 9. mai 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Løgtingslog nr. 13:
- -
I sosialurin
Byarskipanir og
byggisamtyktir
Løgtingsløg nr. 13 um byarskipanir og byggisamtyktir
frá 1956 átti (vid broytingum) at verið endurskoðað, so-
leiðis, at lógin partvís verður rættað og partvís fær nýggj
ar tíðarhóskandi greinar og partar, skrivar Høgni Larsen,
arkitektur og býarplanleggjari m.a. í hesi greinini
sjónarmið
Í flestum londum finnast
skipanir á ymiskum stig-
um — ríkisskipanir, regi-
ónsskipanir og kommunu-
skipanir. Á hverjum stigi
er ein partur av hverji
skipan ein meira ella
minni »fysisk« skipan, har
roynt verður at skipa so
fyri, at býar- og bygda-
veksturin og teir trupul-
leikar, ið standast av hes-
um vekstri, verða greiddir
á skynsaman hátt.
Skal væla heilarúrslit
fáast er neyðugt, at gott
samband er millum tey
ymisku stigini, og tær
lógir, ið hesar »fysisku«
skipanir stiga seg til, eru
tíðarhóskandi og greiðar.
Í Feroyum tervar
okkum tey hægri
»fysisku« skipanarstigini.
Hetta er stórt spell, tá
hugsað verður um okkara
serstakliga góðu møgu-
leikar at samskipa innan
hetta ekið, og kundi hetta
verið eitt frálíkt evni at
umrett í serstakari grein.
Tó vil eg í hesi grein halda
meg til kommunustigið av
tí, at vit í Føroyum hava
skipanir á hesum stigi,
nevniliga býarskipanir og
byggisamtyktir.
Ein náttúrlig byrjan
kundi fyrst og fremst
verið at lýst munin millum
hesi bæði orðini ella
»begrebini« tó soleiðis, at
bert hevuðsskilnaðurin
kemur fram.
Í fleiri býarskipanum og
byggisamtyktum stendur
soleiðis:
Endamálið við býar-
skipanini er at áseta hev-
uðsreglur fyri útbygging
av kommununi.
Býarskipanin sam-
skipar tey ymisku áhuga-
málini, tó soleiðis at fram-
tíðar broytingar kunnu
fremjast á tekniskum —
ekonomiskum skilagóðum
grundarlagi, samstundis
sum umhvervið verður
virt.
Tað stendur víðari:
Endamálið við byggi-
samtyktini er at áseta
gjøllari reglur fyri fram-
tíðar bygging á teimum
ymisku nýtslugkjunum,
sum tilskilað er í býar-
skipanini.
Legtingslóg nr. 13 um
byarskipanir og byggi-
samtyktir frå 1954 er eis-
ini i høvudsheitinum býtt í
tveir partar. Ein stytri
partur, ið greiður frå um
býarskipanir og síðani
annar longri, og greiðir frá
um byggisamtyktir.
Innihaldið í eini býar-
skipan mótvegis eini
byggisamtykt er sambært
lóggávuni eisini ymiskt.
Sum demi kann nevnast,
at har býarskipanin hevur
5 partar, ið helst skulu
uppfyllast, hevur byggi-
samtyktin 19 partar.
Í hesi somu lóg gr. 6, 1.
partur stendur m.a.
soleiðis um byggisamtykt-
ir:
„Áðrenn uppskot um
byggisamtykt verður sent
landsstýrinum, skal tað
verða lagt fram í minsta
lagi 3 vikur til alment
eftirlit á einum fólki at-
komiligum staði. Komm-
unan skal frammanundan
á vanligan hátt kunngera,
at byggisamtyktin er
framlegd til eftirlits, og
kunngerðin skal skila til,
hvert ekið tað er, ið upp-
skotið umfatar. Mótmæli
móti uppskotinum, og
broytingaruppskot mega
verða send kommunustýr-
inum, áðrenn 3 mánaðir
eru lidnir frá kunngerðar-
degnum«.
Harafturímóti stendur
onki um framløgu av býar-
skipanum og finnist so-
statt ikki lógarkrav fyri,
at hesar verða framlagdar.
Ein annar týdningar-
mikil lógarskilnaður er
ognartøkurætturin. Í gr.
12, 1. partur framgongur
tad tyduliga, at tad bert er
byggisamtyktin og ikki
byarskipanin, sum gevur
heimild til ognartøku. I ti
partinum i lógini, sum við-
ger býarskipanir verður
orðið ognarteka íikki
nevnt.
Hetta er í stuttum sam-
bært lóggávu hevuðs-
skilnaðurin á býarskipan-
um og byggisamtyktum
og er hann lættur at skilja.
Men tíverri er henda sama
lóg ikki eins lett at skilja,
um hon verður lisin at
enda.
Í síðstu grein í lóggáv-
uni gr. 26, 2. partur stend-
ur soleiðis:
Har tað í lóggávum
orðið »byarskipan« hevur
verið nýtt, skal orðið
»byggisamtykt« verða
nýtt í staðin fyri ella javn-
bjóðis tí, tá ið lóggávan
ikki — skilliga tilskilar
annað.
So er spurningurin, hvar
í lóggávuni lóggávan ikki
skilliga tilskilar annað.
Men er tað heilatikið
meguligt, at »begrebiåd«
byggisamtykt, sum bæði í
innihaldi og lógarliga
hevur so stóran skilnað í
mun til »begrebid« byar-
skipan kann verða nýtt í
staðin fyri ella javnbjóðis
hesum?
Í øllum føri vil eitthvert
arbeiði, ið stigar seg til
eina ikki fullfíggjaða
og/ella misskiljandi lóg-
gávu hava meguleika fyri
at vera merkt av hesum.
Hetta er ein av grund-
unum til, at eg haldi, at
legtingið átti at endur-
skoðað hesa lóggávu.
Onnur grundin er, at
lóggávan í dag átti at um-
fatað aðrar tíðarhóskandi
partar, sum meguliga ikki
vóru frammi í tíðini í 1954.
Í Noregi, Sveríki og
Finnlandi hevur leingi
verið arbeitt við uppskot-
um til lógarbroytingar
innan lóggávur ið við fyri-
varni kunnu sammetast
við legtingslóg nr. 13.
Í Danmark er nýggj lóg-
gáva komin í gildi, tann
sonevnda >kommunuplan-
lov« frá 1979. Hendan
lóggávan verður av hinum
norðanlondunum mangan
nýtt sum fyrimynd bæði á
ein og annan hátt, men er
tað serstakliga gr. 6 í lóg-
gávuni, ið oftast verður
umredd.
Í hesi grein stendur so-
leiðis:
»Inden udarbejdelse af
et forslag til kommune-
plan skal kommune-plan-
styrelsen offentliggøre en
kortfattet redegørelse om
hovedspørgsmål og plan-
lægningsmuligheder i det
forestående planlægnings-
arbejde.
2. partur. Samtidig med
offentliggørelsen sendses
redegørelsen til milje-
ministeriet og amtsrádet
og indenfor hovedstads-
omrádet tillige til hoved-
statsrádet.
3. partur. Kommunalbe-
styrelsen skal forestá en
oplysningsvirksomhed
med det formál at frem-
kalde en offentlig debat
om planlægningens mál-
sætning og nærmere ind-
hold.
Ofta verður tikið til, at
vit liva í einum demo-
kratiskum samfelag. Um
so er, so átti lóggávan
helst eisini at veri demo-
kratisk.
Men, sum áður nevnt í
hesi grein, so hevur borg-
arin innan tey ymisku
býarskipanar- og/ella
byggisamtyktarekini bert
meguleika fyri at siga sína
hugsan og meguliga gera
seg galdandi eftir, at upp-
skot til byggisamtykt er
fingið til vega. (Sí gr. 6 1..
partur í lóg nr. 13). Hetta
skerjir í sær sjálvum tann
sjálvsagda rættin hjá
borgaranum, nevniliga at
vera við til at ávirka og
skapa tað umhvervi, hann
nú einaferð er komin at
liva í.
Tað er ongini vi um, at
slík lógargrein, sum nevnd
er í donsku kommunulóg-
gávuni frá 1979 eigur at
vera við í nýggjari býar-
skipanar- og byggisam-
tyktarlóg, um henda
verður endurskoðað.
Hetta setir nýggj krev
til politikararnar og tekn-
ikkararnar, ið fáa plan-
irnar til vega. Meguliga
Nr. 52 — 9. maí 1987
Hegni Larsen, arki-
tektur m.a.a. og býar-
planleggjari, skrivar
Fyri góðum hálvum ári síðani var nógv kjak í
bæði útvarpi og sjónvarpi um planlegging,
byggi- og býarsamtyktir o.l. Hetta kjakið
snúði seg fyri størsta partin um Sundsdepils-
málið.
Teir, sum vóru við í hesum orðaskiftinum,
vóru serstakliga borgarstjórin í Haun, Poul
Michelsen = og
landsstýrismaðurin í
kommunumálum, Niels Pauli Danielsen.
Nomið varð eisini við spurningin bygda-
menning, midsavnan og miðspjaðing og
tosað varð eisini um okkara byggi- og býar-
skipanarlóg, sum hevur meira enn 30 ár á
baki.
Longu í 1981 høvdu vit her í blaðnum grein,
sum vísti á hvussu ótíðarhóskandi henda
lógin tá var, og at ein skjótast gjorligt átti at
endurskoðað hana og fáa tíðarhóskandi lóg
til vega.
Skjótt tíggju ár eftir er lítið og einki íteki-
ligt hent í hesum máli.
Fyri at lýsa hesar spurningar hava vit vent
okkum til Hogna Larsen, arkitekt og býar-
planleggjara. Vit loyva okkum fyrst at
endurprenta grein hann skrivaði í 1981. Hon
gevur lesaranum gott innlit í, hvat hetta mál
snýr seg um.
I tí greinini umrødur Høgni planlegging á
kommunustigi. Ætlanin er so at hann í eini
komandi grein skal royna at umrøda spurn-
ingin um landsplanlegging.
verður eisini longt um
»planlegningsprocessina«
samstundis sum komm-
unan eisini i minni mun
verður ávirkað figgjarliga,
men kortini man hetta
vera beinasta leiðin at
ganga.
Eisini átti lóggávan at
gjørt greitt nær og í
hvussu stórum tíðarbilum
eitt kommunustýri hevur
skyldu til at endurskoða
býarskipanir og/ella
byggisamtyktir sínar. Tað
kundi sjálvandi verið av
stórum áhuga fyri tann
einstaka borgaran.
Tíverri verður einki
nevnt um hetta í lóg-
gávuni, men harafturímóti
verður týðuliga greitt frá,
hverjar atgerdir lands-
stýrið hevur heimild til at
sta í verk mótvegis
kommununum, tá lands-
stýrið hevur hug at broyta
ella at víðka eina býar-
skipan ella byggisamtykt.
Og her stingur
spurningurin seg upp
aftur, hvussu skal ein í
veruleikanum skilja
»begrebini« byarskipan og
byggisamtykt.
Eftir mini metan skulu
tey ikki bert skiljast ut frå
tí, ið skrivað stendur i
endamálunum í byrjanini
av hesi grein, men haldi eg
tað vera av stórsta tydn-
ingi, at fyrst og fremst
limirnir í bygdaráðunum
og harnæst kommunu-
teknikararnir og fólkið
sum heild skilir býarskip-
anina og byggisamtyktina
sum eina »prosess«, eina
mynd, sum kann og skal
broytast eftir tíðarinnar
krevum.
Tíverri gevur lóg nr. 13
við síni núverandi orðing
og sínum tervandi para-
graffum og pertum eina
heldur dikterandi og ov
bindandi mynd av
»begrebunum«.
Annar spurningur, ið
eisini átti at verið tikin
upp í samband við megu-
liga endurskoðan av lóg
nr. 13 er tann fíggjarliga
planleggingin hjá komm-
ununum.
Eins og í Feroyum eru
tær skipanir, sum við fyri-
varni kunnu sammetast
við føroysku býarskipanir
og byggisamtyktir í Dan-
mark, Sveríki og Finlandi
einans »fysiskar« skip-
anir. Hetta er rætt
sambært lóggávurnar í
er
L
#
3
— is