leygardagur 9. mai 1987síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20
LI or %
Skrivstovustjóri
á býráðnum
Starvið sum skrivstovustjóri á býráð-
num er leyst at søkja.
Skrivstovustjórin hevur undir býráðs-
skrivaranum ábyrgdina av, at
roknskapardeildin
líkningardeildin
sosiala deildir
mentamáladeildin
ognardeildin
kunningardeildin og
journaldeildin
virks sum fyriskrivað undir sínum deild-
arleiðslum.
Skrivstovustjórin hevur herumframt
øll vanlig starvsfólka- og lønarvidurskifti
undir sær.
Saman vid avvardandi deildarleidslu
setir og loysir hann starvsfólk í/úr
starvi,
leggur hann til rættis útbúgving av ein-
støku starvsfólkunum sbrt. útbúgving-
ar- og menningarætlan komununnar,
stílar hannfyri neyðugari flyting av
starvsfólkunum og næmingunum mill-
um deildirnar,
ansar hann eftir, at starvsfólk og øll í
býráðsins tænastu verða lent sbrt. gald-
andi sáttmála og avtalum,
tekur hann sær av øllum ødrum starvs-
fólkaviðurskiftum og starvsfólkamálum.
Skrivstovustjórin hevur ábyrgdina av
samskipan og útbygging av teldu-
skipanum kommununnar og neyðugum
útbúgvingum í hesum sambandi.
Hann er skrivari i figgjarnevndini og
varamaður býráðsskrivarans.
Umsøkjari skal vera framtakshugaður
og ágrýtin, og tað er ein fyrimunur, at
hann hevur góðar arbeiðsroyndir og
hollan kunnleika í búskaparmálum,
samskipan, starvsfólkaleiðslu og edv-
viðgerð. Kunnleiki um kommunal viður-
skifti er ein fyrimunur.
Treytað av landsstýrisins góðkenning
verður starvið normerað sum tænastu-
mannastarv í 38. lønarrammu sbr. før-
oysku tænastumannalógini.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá
Poul Michelsen, býráðsformanni.
Umsóknir skulu sendast Tórshavnar
býráð, postsmoga 32, 110 Tórshavn,
innan 20. mai 1987 og verða merktar
yskrivstovustjórina.
Tórshavnar býráð
Foroya
Skúlabókagrunni
Starv hjá Føroya Skúlabókagrunni verð-
ur lýst til setanar frá 1. august 1987, ella
skjótast tilber.
Starvið fevnir um praktiskt útgávu-
virksemi til oll skålasløg og allar læri-
greinir, harímillum eisini útgávu av und-
irvísingartilfari til hægru skúlarnar, og
lutvíst ráðgeving og vegleiðing í sam-
band við útgávu.
Til starvið kann tað vera ein fyrimunur
at hava royndir í undirvísing við hægru
skúlarnar og kunnleika til undirvísingar-
tilfar. Hollur kunnleiki til føroyskt mål er
ein treyt.
Løn og setanartreytir verða sambært
útbúgving og royndir eftir sáttmaála við
avvarðandi yrkisfelag, ella eftir samráð-
ing.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum
og møguligum viðmælum skal vera
skúlabókanevndini í hendi í seinasta lagi
4. juni 1987.
Gjøllari upplýsingar um starvið fåast
frá skrivaranum hjá skúlabókanevndini,
Rógva Thomsen, telefon 16100.
Tórshavn, tann 4. mai 1987.
Skúlabókanevndin
Føroya Skúlabókagrunnur
Hoydalsvegur 40
FR-100 Tórshavn, Føroyar
Telefon 16100
Rein og frisk
innanduraluft
Tif. 1.1071
| Sekt verður eftir |
EDV-
teknikarum
til deild okkara í Havn.
Arbeidsøki: Umvæling, vidlikahald, inn-
legging v.m. av teldum og tilhoyrandi
útgerð.
Hevur tú áhuga í hesum starvi og vil vita
meira um tað, kanst tú ringja til okkara
og tosa við Óla Simonsen.
Skrivlig umsókn við upplýsingum av
týdningi skulu sendast sum skjótast til:
COM-DATA P/F.
Á Á Skålatrød
Í Postbox 1118
110 Tórshavn
tlf. 16175
Námsfulltrúi
Í Landsskúlafyrisitingini er eitt starv,
fyribils í 1 ár, sum avloysari fyri náms-
fulltrú leyst at søkja.
Starvið fevnir í høvudsheitum um
virkisøki innan yrkisútbúgvingarnar við
serligum atliti til teknisku skúlarnar.
Umsøkjarar eiga at hava kunnleika til
yrkisútbúgvingar og vinnulívsviðurskifti.
Starvið verður lønt samsvarandi 31.
lgnarrammu í tænastumannalógini og
harafturat 6000 kr. árliga í viðbót.
Tann, ið sett(ur) verður, hevur skyldu
til eftir ynski landsskúlastjórans at taka
lut í ødrum arbeiði innan Landsskúla-
fyrisitingina.
Starvið skal setast sum skjótast, og
umsóknir til starvið skulu verða Lands-
skúlafyrisitingini, Falkavegi 6, 110 Tórs-
havn í hendi í seinasta lagi 1. juni 1987.
LANDSSKÚLAFYRISITINGIN,
6. mai 1987
Søkt verður eftir
skrivstovufólki
Løn sbrt. sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Starvsmannafelagid.
Umsókn eigur at verða send grunnin-
um sum skjótast.
LØNJAVNINGARGRUNNUR
SKIPSFISKIMANNA