týsdagur 12. mai 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — 12. maí 1987
HB—GÍ 1. deild menn 1—1 (1—1):
Carl Whitehouse bjargaði eisini hesu ferð
Sunnudagin spældu fer-
oyameistararnir GÍ, móti
HB, sum higartil hevur
ligið á odda í 1. deild fyri
menn í ár.
Nógvir áskoðarar vóru
mettir upp og
spenningurin áðrenn
dystin var heilt stórur.
Veðrið var gott, bert eitt
sindur av vindi var, men
tað hevði lítla og onga
ávirkan á spælið.
Tað var HB, sum legði
harðast út frá byrjan. Eitt
steðugt trýst á GÍ málið
gav eisini úrslit, tá Jan
Dam aftaná trunkaspæl
framman fyri málið, skall-
aði bóltin í netið, til 1-0 til
HB.
HB-ararnir hildu á við
teirra góða spæli, og ein
bíðaði bert eftir at teir
fóru at ekja um feringina.
Hetta hendi kortini ikki,
takkað verið GÍ-
málverjanum, Carl White-
house, sum leikti ein av-
bera góðan dyst.
Tá uml. 35 min. vóru
farnir, fekk Kári Reyn-
heim gula kortið. Dómarin
skrivar upp, og hevur
hann ikki meir enn koyrt
bókina í lumman, tá Kári
sparkar bóltin út av vell-
inum. Hetta eigur at geva
reytt kort, og hví Kári
slapp við bert eini
ábreiðslu, ja, tað veit bert
dómarin sjálvur. Eitt
minutt seinni fekk Julian
gula kortið, tá bólturin
støkk upp í hondina á
honum.
Hesi bæði kortini tykt-
ust at seta ein dapran dám
á spæli hjá HB, og mistu
teir eisini fullkomiliga
tamarhaldið á dystinum
teir síðstu 10 min. áðrenn
hálvleik.
Hetta kom væl við hjá
GÍ. Teir áttu restina av
hálvleikinum allan sum
hann var, og fingu teir
eisini javnað út tá 40 min.
vóru farnir. Tað var
Símun Petur Justinussen,
sum skeyt bóltin í málið
fyri GI til 1-1. Hetta var
steðan í hálvleikinum og
endaði dysturin eisini við
hesum úrsliti.
Seinni hálvleikur var
meira javnur enn fyrr.
Eina letu hevði HB yvir-
takið, síðan GI, so aftur
HB, og soleiðis skiftust
liðini alla tíðina. Fleiri
málmeguleikar vóru, men
kláraðu báðir málverjar-
nir at halda málini rein,
allan seinna hálvleik.
Bestu leikarar á
vellinum vóru, fyri HB,
Jan Dam, sum vísti frálík-
an, tekniskan leik, og var
tað eisini hann, sum skeyt
málið hjá HB.
Hin var málverjin hjá
GÍ, Carl Whitehouse, sum
bjargaði GÍ fleiri ferðir,
serliga í fyrra hálvleiki, tá
Gunnar Mohr ferð eftir
ferð varð púra fríur
frammanfyri GÍ málið.
Dómarin var toluligur,
men ivaðist ein um hann
nakrantíð hevði hoyrt um
»fordeild« og »praktiskan
fordeild«. T.d. tå bélturin
trillar aftur til målmannin,
tå dømir ein ikki fyri rang-
stødu, sjålvt um so er at
ein mótspælari er rang-
staddur. Bæði liðini áttu
hvert sítt brotspark, og
vóru tey so týðulig, at
Síða 11
Jan Dam hjá HB var besti leikari á vellinum
sjálvt mótspælarar ristu
við hevdinum, tá dómarin
læt spælið ganga víðari,
ella sum í tí eina ferinum
demi fríspark til mótpart-
in.
Annars var dysturin
javnur, men hevði HB tað
betra spælið tekniskt sæð,
og kanska eisini (serliga í
fyrra hálvleiki) fleiri mál-
meguleikar enn GÍ, men
úrslitið 1-1 má sigast at
vera nekurlunda rættvíst.
Næsta vikuskiftið fær
GÍ vitjan av LÍF og HB
skal leygardagin til Runa-
víkar at spæla móti NSÍ,
sum saman við HB liggur
á odda í landskappingini.
Hetta verður eina helst
ein sera spennandi og
undirhaldandi dystur,
sum kemur at avgera
framhaldandi oddasessin
EJ
NSÍ—B 68, 1. deild, 1—0 (1—0):
Stríddist manniliga
NSÍ hevur loypt hvekk á
1. deildarliðini í ár. Fyrst
leiktu teir javnt móti KÍ,
síðani vunnu teir TB og
nú fekk B68 toyggið. Teir
leiktu sunnudagin á
Svangaskarði móti B68 og
vunnu dystin við einum
máli móti ongum.
Vit frætta av Toftum, at
NSÍ átti fyrra hálvleik og
stríddust eisini manniliga
í seinna hálvleiki.
Tað var rættilig ferð
yvir dystinum og 29 min.
inn í fyrra hálvleik eydn-
aðist tað Trúgva Morten-
sen við einum góðum
langskoti at seta bóltin
trygt í B68 málið til
steðuna 1-0.
Í seinna hálvleiki strídd-
ist B68 dúgliga, men
komu ongantíð rættiliga
fyri seg. Endaliga steðan
varð tiskil 1-0 til NSI.
Gdm.
EB—MB 2. deild 0—0:
Spennandi dystur
] . 0 |
Tað vóru góð líkindi á Eiði
sunnudagin, tá EB fekk
vitjan av MB.
Fyrri hålvleikur var
javnur við nógvum spæli á
miðvellinum, og av ti
komu ikki teir stóru mál-
meguleikarnir.
Tað var EB sum hevði
tað vandamiklastu at-
sóknina í 1. hálvleiki.
Konrad Joensen fekk ein
bólt millum sekstan
meturin og miðjuna.
Hann rak framvið einum
trimum MB-arum, heilt
fram til sekstan meturin,
skeyt so eitt gott skot,
men málmaðurin fekk
akkurát stýrt bóltinum á
steingina og útaftur í
spæl. Eitt skot, sum líka
so væl kundi lagt EB fram
um.
Seinni hálvleikur byrj-
aði við jøvnum spæli, men
teir síðstu 15 min. hevði
MB yvirtakið, men EB-
verjan stóð seg væl og
forðaðu teir eisini fyri at
MB fekk nakað mál.
Ein spennandi og til
tíðir væl leiktur dystur,
sum endaði við einum
rættvisum úrsliti 0-0.
b.