Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 | Heðin Mortensen, formaður í ÍSF: Truplari at fáa ítróttarleiðarar nú — Hetta er fyri ein part orsaka av grovum og útspillandi umtalum í fjólmiðlunum, segði Heðin Mortensen m. a. og helt, at tílíkt ikki hevur nakra positiva ávirkan á ítróttin Ítróttasamband Feroya hevði aðalfund leygardag- in, har formaður samb- andsins, Heðin Mortensen, gav sína árligu frágreiðing til lima- feløgini. Hedin Mortensen segåi m.a.: „Ítróttaárið = 1986/87 hevur sum umdanfarin ár víst stóran aktivitet bæði á bygd og í bý runt landið. Nýggj feløg gerast framvegis limir av Ítrótta- sambandinum, og tað er gleðiligt, at so er. Hetta má takast sum eitt týðu- ligt tekin um menning av ítróttini og álitinum til okkara ótroyttiligu ítróttaleiðarar. Til hesar leiðarar vil eg eisini siga, at eitt stórt fleirtal av Feroya fólki fylgir væl við og gleðist yvir tykkara frálíka arbeiði. Eitt nýtt felag Seinasta árið er eitt nýtt felag tikið uppá í Ítrótta- sambandið, og tað er Klaksvíkar Badminton- felag og fari eg at bjóða teimum hjartaliga væl- komin sum limur okkara. Til limafelegini og nevndir tess vil eg siga, at vit, sum stjórna Ítrótta- sambandinum, vilja gera okkara besta til at stýra eftir teimum linjum, sum tit hava sett út í kortið. Eitt mugu felegini ongan- tíð gloyma og tað er, at tað eru tey, sum mynda Ítróttasamband Feroya. Nú er ítróttalívið kring oyggjarnar so mikið út- bygt, at talið av nýggjum feløgum av sær sjálvum fer at avmarkast í fram- tíðini og spurningurin er eisini havdur frammi um at tað skal gerast eitt sindur truplari enn í dag at gerast limur í Ítrótta- sambandinum. Eg veit ikki í løtuni, um hetta skal verða gongdin í framtíðini, men gott hevði eisini verið at fingið tykk- ara hugsan um hendan spurning fram í dag. Stjórnin Síðani seinasta aðalfund eru ymiskar broytingar farnar fram í stjórn ISFs. Sum ellum kunnugt er stjórnin sett saman av starvsnevndini, ið telur tríggjar limir, og formonn- unum í sersambondunum og deildunum innan Ítróttasambandið. Broytingarnar í stjórn- ini seinasta árið eru hesar: Í Fimleikasambandinum hevur Katrin Holm tikið við sum nýggjur formaður fyri Kai Aage Troest, í Svimjisambandinum er Elin H. Mortensen vorðin nýggjur formaður fyri Marjun L. Lamhauge, og í Ungdóms- og Menninga- deildini hevur Hartvig Hansen tikið við sum formaður fyri Katrin Holm. Harafturat hevur Sigurd Andreasen tikið við sum formaður í Róðrarsambandinum fyri Lutherus Hansen. Eg vil ikki siga, at tað er lætt hjá okkum í Ítrótta- sambandinum at fáa nevndarlimir at sita í nevndum í nógv ár. Tað eru sjálvandi nekur, sum sita í nógv ár, og tað eru vit takksom fyri, ti eitt er givið, at tann vitan og samstarv við onnur, sum hesi hava, kann ikki mát- ast í pengum 5 Ágangur uttanífrá á nevndarlimir Eg skilji eisini øll tey, sum sita sum nevndarlimir í kanska 1 - 2 og 3 ár, tá er ikki altíð líka lætt. Nógv eru kanska í ferð við at stovna familju ella byggja, so vit skulu bera vera takksom fyri, at tað enn eru fólk í Feroyum, sum vilja ofra seg, uttan fyrst at hugsa um peng- arnar. Tó eru vit næstan komin á eitt vegamóti nú: Hvussu leingi afturat kann hetta lata seg gera? Eg kundi hugsað mær at sett ein spurning fram til tykkara her í dag: Tit, sum mynda ítróttin í Feroyum, hví er tað ikki »eftirtraktandi« at blíva ítróttaleiðari hjá felog- unum og Ítróttasamband- inum longur? Er tað tí at fólk ikki hava tíð longur, ella er samfelagið broytt so nógv nú, at lent fólk skal til leiðarasterv í fram- tíðini? Ella er tað so árent fyri leiðarar og familju teirra, sum tey verða úthongd í fjølmidlunum i dag, bæði fyri líkt og ólíkt. Eitt er greitt, at tann skriving, sum dagliga er frammi, bæði sum lesara- brev og tað, sum ítrótta- skrivarar mangan hava fyri, er so ljótt og persónligt, at tað er onga aðra staðni slíkt fer fram uttan her hjá okkum. Ein veit ikki sjálvur hvat endamál er við hesari skriving. Eitt vita vit innan Ítróttasambandið, og tað er at fleiri og fleiri ítróttaleiðarar fara frá og vilja ikki >standa modell< til tílíkt, og rnariovVSi sersambond liggja í stjór Missa fleiri leiðarar Heldur hetta fram, eru enn fleiri leiðarar farnir, áðrenn hetta ítróttaárið er av. Vit innan ÍSF standa og mangla leiðarar vegna ósemjur, trætur og mis- tonkiliggeran av okkum í fjølmidlunum. Eitt skal standa greitt Innan sjálvt Ítrótta- sambandið og stjórn tess eru vit ikki ósamd á henda hátt. Tað vísir seg eisini, at tað eru persónar, sum onki beinleiðis hava við ítróttin at gera, sum leggja seg útí og sáa split, men sjálvir at bjóða seg fram og gera eitt gott ítróttaarbeið, nei, tað verður ikki gjørt. Tá fer halin skjótt ímillum bein- ini og so til stroks. Syndarligt, men hetta er bara so. Innan ítróttin í Feroyum verður gjørt eitt stórt gott arbeiði av okkara leiðarum, og vit finna okkum ikki í ógrund- aðum kritikki frá óvið- komandi. Tann, sum onki ger, hann ger heldur onki skeivt. Fíggjarliga grundarlagið Sum ellum kunnugt stendur og fellur felags- arbeiði við tí stuðli, sum myndugleikarnir veita ítróttinum. Av eðum inntøkum hjá Ítróttasam- bandinum kunnu nevnast limagjeldini frá felog- unum, gjøld frá Útvarp Feroya og Sjónvarp Fer- oya, stuðul frá peninga- stovnunum, Jólamerkja- grunninum, Happadrátt- inum, eðrum stovnum og handilsfyritøkum og fra N ordisk Kulturfond. Telini frá Landsstýrin- um hava verið vaksandi, men ikki í nóg stóran mun, halda vit. Vit hava gjørt langtíðar- fíggjarætlan fyri 1987, 1988, 1989 og 1990, men tað er tungt at fáa endar- nar at rekka saman. Vit roknaðu við eini munandi hækking í ár. Vit høvdu fleiri fundir við landsmyndugleikarnar, og okkum varð játtað kr. 2.200.000, harav studningurin til fótbólts- venjarar skuldi hækka úr 50.000 til 75.000 kr. Hesi telini vóru í tráð við hækk- ingarnar í játtanini árini frammanundan. Venjara- studningurin Men tá ið fíggjarætlanin kemur aftur úr fíggjar- nevndini, verða upphædd- irnar uttan víðari broytt- ast soleiðis, at Fótbólts- sambandið skal hava 300.000 kr. beinleiðis av samlaðu upphæddini til ÍSF. Nr. 53 — 12. mai 1987 Ítróttasambandið hevur so higartil einans fingið eina hækking upp á 150.000 kr. frá 1.750.000 til 1.900.000 kr., og er hetta minsta hækking nakrantíð. Tað er næstan ófyrigevi- ligt, at tingmenn byrja at blanda seg upp í stýr- ingina av Ítróttasam- bandinum. Hetta vildu vit so av- gjort ikki lata okkum lynda, og vit kravdu at fáa fund í lag við Feroya Landsstýri og fíggjar- nevndina, har greitt varð sagt frá teimum reglum, vit arbeiða eftir innan ÍSF. Men vit fingu ikki at vita, hví fíggjarnevndin hevði gjørt, sum hon hevði. Eitt skal sigast beinan vegin: Vit innan ÍSF hava onki ímóti, at fótbólturin fær 300.000 kr. Tað skal verða teimum væl unt. Men tað má og skal ikki ganga út yvir raksturin hjá ÍSF og hinum sersam- bondunum, sum ikki hava fingið eins góðan stuðul. Landsstýrismaðurin Jógvan Durhuus, fíggjar- nevndin og Ítrótta- sambandið blivu samd um, at vit skuldu fáa eyka- stuðul. Eftir hesi avtalu hava vit formliga sekt landsstýrið, men enn hava vit ikki fingið svar upp á hetta, nú fleiri mánaðir eru farnir síðani nevnda fund. Nordisk Ministerrád Aftur at stuðlinum frá landsstýrinum fáa vit eisini stuðul frá Nordisk Ministerrád. Hesin stuðul er hækkandi, og aftur í ár fingu vit hann hækl-aðan munandi. Á norðurlendskum fundi í Stockholm varð av- gjørt, at Føroyar í ár skulu fáa 22% av samlaða norðurlendska stuðlinum, sum í dag er upp á Dkr. 768.000 í alt. Harafturat fingu vit játtaðar kr. 38.400 eyka til norður- lendska ungdómsseminar- ið, sum skal verða í Feroy- um í degunum 29. juni til 6. juli í ár. Happadrátturin Harafturat er ein nýggj inntøkukelda komin. Tað er ein partur av ágóðanum frá Happadráttinum. Legtingið hevur sam- tykt, at Ítróttasambandið skal fáa ein triðing av vinninginum av Happadráttinum. Fyrstu ferð vit fáa pening haðani er av vinn- inginum fyri 1986, men enn er roknskapurin ikki klárur, so vit vita ikki í dag, hvussu stór upphæddin verður, men roknað verður við, at tað fer at liggja um 150 - 200.000 kr. > Á