Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 12. maí 1987 Framå Føroyar Endiliga er Framå Føroyar so spakuliga vid at koma i gongd. I dag hevur felagsskapurin 12 sponsorar, sum gjalda 50.000 kr. árliga í part. Endamálið er, at hesin peningur í størst møgu- ligan mun skal koma ítróttarungdómi okkara til góðar, sum m.a. royna at gera ein eyka »innsats« fyri at náa betri úrslit í millumlanda kappingum. Stjórn ISFs arbeiðir i dag við at broyta strukturin fyri Framá Feroyar, soleiðis at felags- skapurin eisini fær eina starvsnevnd, sum skal hava ábyrgdina av dag- liga rakstrinum. Oyggjaleikirnir Sum tey flestu óivað longu vita, so verða Oyggjaleikirnir í ár á Guernsey í degunum 10. til 17. september. Ítróttasambandið hevur fingið fráboðan um, at út- við 100 ítróttarfólk higani skulu luttaka, og eini 100 ferðafólk hava higartil sagt seg vera áhugað fyri at verða við á ferðini. ÍSF arbeiðir í løtuni við at finna åtvegir fyri flutn- ingi aftur og fram til Guernsey og við at finna fígging til ferðina, so hon verður so ódýr sum gjer- ligt. NM fyri brekað Eitt ár sum í ár kann ein ikki koma uttan um at nevna tey stak góðu úr- slit, sum Ítróttafelagið fyri Brekað hevur nátt farna árið. Fyrst Heimsmeistara- kappingin í Geteborg sein- asta summar, har vit fingu 4 gullmedaljur. Síðani og ikki minst ta frálíka væl fyriskipaðu kappingina her í Havn á páskum, har vit vunnu ikki færri enn 16 heiðurs- merkir. Allir føroyingar mundu um páskirnar sita spentir framman fyri útvarps- og sjónvarpslurtunum og fylgja við í hesi stak væl fyriskipaðu kapping, sum fekk rós frá ellum luttak- arunum. Og ikki minst ein stór tøkk til føroysku svimjararnar i hesi kappingini, sum um- boðaðu okkum so væl. ÍSF 50 ár Í frágreiðingini seinasta ár varð nomið eitt sindur við 50 ára fødingardagi. hjá Ítróttasambandinum í 1989. Síðani seinasta aðalfund hevur verið arbeitt nakað við fyrireikingunum av jubileumsárinum, og fyri nekrum mánaðum síðani varð sett ein starvsnevnd, sum arbeiðir við teimum praktisku fyrireiking- unum. Eftir fyribils ætlanun- um skal fødingardagurin hjá ÍSF fyrireikast við kappingum og tiltøkum í Havn, Toftum, Runavík, Klaksvík, Sandoy, Suður- oy og Vágunum. 1.S.1. 75 Í samband við at is- lendska ítróttasambandið í januar í ár fylti 75 ár varð ÍSF eisini umboðað har við hátíðarhaldið. Fyri ÍSF luttóku Bjarni Wilhelm, skrivari, og eg sjálvur, og má sigast, at hetta var eitt stak væl- eydnað hátíðarhald. Har var fyriskipað fram- sýning, sjónleikur, sang- kór og ítróttatiltek. Har- afturat varð vitjað hjá ís- lendska forsetanum, Vigdis Finnbogadóttir, sum er verji hjá ítrótta- sambandinum har. Fríferðir Sum ellum kunnugt hevur ÍSF avtalu við landsstýrið og Strandferðsluna um sonevndar fríferðir, t.v.s. at ítróttafólk ikki gjalda fyri at ferðast við Strand- ferðsluni. Seinastu árini hevur ÍSF eisini arbeitt við at út- byggja hesa skipan, soleiðis at hon eisini kemur at umfata ferðing við Bygdaleiðum, men higartil er onki komið burtur úr hesum. Vit vóna tó framvegis, at okkurt positivt fer at koma burtur úr fyrr ella seinni. Uttanlands ferðing Um flutning uttanlands hevur ÍSF aftur í ár gjort ein sáttmála við Smyril Line, sum vit meta at vera stak góðan. Eftir hesum sáttamála kunnu ítrótta- fólk, sum ferðast í bólki upp á minst 10 fólk, ferðast allar túrarnar við minst 50% avsláttri. Fleiri túrar í juni og august kann enntá uppnáast ein avsláttur upp til 66%. Hesin frálíki sáttmáli umfatar eisini útlendsk ítróttarfólk, sum koma henda vegin at vitja. Skipanin er tá tann, at vit skulu bíleggja og avgreiða ferðaseðlarnar fyri gest- irnar. Við flogfari hava vit tí- verri ikki nakra avtalu við Danair enn, men hin vegin fáa vit avsláttur við at ferðast við Iceland Air. Her er skipanin tann, at vit skulu bíleggja ferðir- nar igjøgnum islendska ítróttasambandið. Strukturbroyting Seinni á fundinum í dag hava vit eitt uppskot um at broyta strukturin í Ítróttasambandinum. Uppskotið er soljóðandi: „Fótbóltssamband Fer- oya vil loyva sær at skjóta upp, at sett verður trý- mannanevnd, ið skal kanna meguleikan fyri at broyta »Log fyri Ítrótta- samband Føroya« soleiðis, at bert sersambond og deildir innan ÍSF hava rætt til at meta á aðal- fundi og eykaaðalfundi sambandsins«. Tað er givið, at tíðin krevur sínar broytingar. Sum steðan er í dag, so luttaka ítróttafelegini sera aktivt á aðalfund- unum í teimum sersam- bondum, sum tey hava við at gera. Tað er eisini náttúrligt, tí tað er har á teimum aðalfundunum, at ell tey ítróttarligu viðurskiftini, sum felegini skulu virka eftir, verða viðgjerd. | Aðalfundurin hjá ISF hevur í dag onki við tað praktiska við sjálvum ítróttinum at gera, og tí hevur tað ikki nakran serligan áhuga hjá feløgunum at vera á hesum aðalfundinum. Tí er tað helst ein gongd leið at gera nakrar broyt- ingar á hesum eki. Eg vil tí heita á feløgini um at umhugsa hendan spurning og at siga sína hugsan her í dag. Uppskotið frá Fótbólts- sambandinum gongur út uppá at seta eina trý- mannanevnd at kanna hendan spurning, og hetta uppskotið kann eg bert mlæa til at felegini atkveða fyri, tí tað skaðar í hvussu so er ikki at seta eina nevnd at kanna spurningin. Úrslitið hjá tí nevndini skal so leggjast fyri aðalfundin hjá ÍSF komandi ár til viðgerðar. Endi Eingin er í iva um, at Ítróttasamband Feroya er nógv meira enn her er greitt hesum tær frágreiðingar, frá, og vil eg í sambandi vísa á sum sersambond, deildir og onnur hava gjert, og sum eru viðlagdar í hesum hefti. Har er mangt for- vitnisligt at finna um tað stóra arbeiði, sum í dag verður gjert innan tann feroyska ítróttin. Vegna starvsnevnd og stjórn takki eg ellum nevndarlimum og feløgum fyri gott samstarv í farna itrottararn Eftir hjå mær er ber veita eina Stora landsmyndugleikar E kommunur kring landið fyri tann veittur er ítróttararbeiðir stuðul, sum um, og somuleiðis ein tekk til Strandferðsluna, peningastovnarnar og aðrar stovnar og handils- fyritekur fyri teirra stóra lut í teirri framgongd, fer- oyski ítrótturin var fyri seinasta årid«. Aðalfundurin hjá ÍSF: Nevndin afturvald Leygardagin hevði ISF aðalfund, har m.a. val av starvsnevnd var á skránni. Fyri vali stóðu SVerri Midjord, næstformaður, og Bjarni Wilhelm, skriv- ari, og teir vórðu báðir afturvaldir uttan mótvalevni. Eisini tiltakslimurin, Herborg Joensen, varð afturvald fyri eitt ár. A skránni var annars uppskot frá Fótbóltssam- bandinum um at bert ser- sambond og deildir innan ÍSF skulu í framtíðini hava hevi at meta til aðal- fundir hjá ÍSF. Men hetta uppskotið varð ikki samtykt, og í staðin varð samtykt at seta eina nevnd at skipa so fyri, at aðalfundirnir hjá ÍSF verða meira áhugaverðir. sj. Judo a Skála Komandi leygardag verður Feroyameistara- kappingin í judo fyri ein- staklingar í Ítróttarhellini á Skála. Tilsamans verða eini 60- 70 luttakarar, sum koma at kappast um medaljur- nar í teimum ymisku bólkunum. Luttakararnir koma frá Havnar, Sunda og Klaksvíkar Judofelag. Hetta er fyrsta ferðin at kappingin er á Skála. Vanliga plagar kappingin at vera í Havn, Klaksvík ella Oyrarbakka. Í ár átti kappingin at vera á Oyrarbakka, men av tí at trupult var at út- vega heli har til kapping- ina, varð avgjert at hava kappingina í ítróttarhell- ini á Skála í staðin. Kappingin byrjar kl. 10.00 fyrrapartin og hildið verður á til einaferð út á seinnapartin. sj.