týsdagur 12. mai 1987síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Svimjisamband Føroya:
10 elitusvimjarar
úttiknir
Svimjisambandið er nú
komið rættiliga í gongd
við fyrireikingunum til
Oyggjaleikirnar á Guerns-
ey í september.
Tað eru nú fleiri mán-
aðir síðani at farið varð
undir miðvísa venjing av
einum bruttolandsliði til
hesa kapping.
Nú aftan á Feroyameist-
arakappingina í Vági fyri
eini viku síðani, hevur
Símun á Hevdanum,
landsliðsvenjari, úttikið
eitt nettolandslið upp á 10
persónar, 5 gentur og 5
dreingir.
Tey úttiknu eru: Martin
Venned, Elmar Ósá, Heri
Mortensen, Jóhannes Ny-
sted, Hegni T. Hansen,
Sára Bech, Petra Gardar,
Elisabeth Mortensen,
Katrin Michaelsen og
Margreta Hansen.
Hesi 10 mynda saman
vid 8 ødrum eitt brutto-
landslið og i veruleikanum
hava øll hesi 18 møguleika
at umboda FØroyar å
Oyggjaleikunum.
Hesi 10 úttiknu hava
nevniliga fingið tey greiðu
boð, at fyri at sleppa at
umboða FØroyar krevst
'ein miðvís venjing, og um
onkur teirra ikki ger nóg
nógv við venjingina, so
sleppur onkur av hinum á
bruttolandsliðnum við
ístaðin.
Símun á Hevdanum sig-
ur annars, at Svimjisam-
bandið er farið undir fyri-
reikingarnar av eini ferð
til Noregs. Hesi ferðini
skulu øll 18 á bruttolands-
liðnum vera, og har fáa tey
hevi at luttaka í eini kapp-
ing umframt venjingar-
leguna.
Upp á fyrispurning um
hverjar vónir tey hava til
Oyggjaleikirnar, sigur
Símun, at tað kann vera
ringt at úttala seg um.
— Men vit hava vant
dúgliga, og FM-kappingin
herfyri vísti týðuliga, at
foroysk svimjing fram-
vegis er í stórari fram-
gongd. Tíðirnar hesa ferð
vóru nógv betraðar, ikki
bert við tíggjundaparti,
men við heilum sekund-
um.
— Um ein skal nevna
okkurt demi, so svam
vinnarin á Isle of Man 200
m crawl upp á 2.09, meðan
Elmar Ósá í dag svimur
hendan tein upp á 2.01.
Hegni T. Hansen hevði
Her eru 8 av
Mortensen, Petra Gardar, Sára Bec
Nr. 53 — 12. maí 1987
teimum á svimjilandsliðnum. Martin Venned, Johannes Nysted, Elmar Ósá, Elisabeth
h, Hogni T. Hansen og Margretha Hansen saman við landsliðs-
venjaranum Símun á Høvdanum. Katrin Michaelsen og Heri Mortensen eru ikki við á myndini.
fyri einum ári síðani 1.17
um at svimja 100 m
bringu, meðan tíðin í dag
er 1.09.
— Hesi demini vísa, at
føroysk svimjing er fyri
stórari framgongd, men
tó kann vera sera ringt at
siga, hvussu úrslitini hjá
okkum á Guernsey verða,
tí hini londini hava óivað
eisini betrað sínar tíðir.
— Men samanumtikið
hava vit góðar vónir um
úrslitini å Guernsey,
hóast vit als ikki hava
gjørt okkum tankar um
medaljur, sigur Símun á
Hevdanum, landsliðsvenj-
ari, í stuttari viðmerking
til Ítróttarsosialinum.
sj.
Skrá hjá svimjilandsliðnum:
22.
06.
19.
10. -
24.
14. -
28.
10. -
- 24. mai lega í Havn
-08. juni = lega í Klaksvík
- 21. juni lega i Lorvik
12. juni Lega i Vågi
- 27. juni lega i Havn
16. august lega í Klaksvík
- 30. aug. lega
17. sept. Guernsney
LiF—VB 1. deild, 2—0 (1—0i:
iF—B711—10—1:
VB liggur niðast |Sandingar góðan
Í Leirvík leiktu LÍF og
nýggja liðið í 1. deild, VB.
Men enn hevur ikki ging-
ist vágbingum serliga væl.
Aftaná hendan dystin
hava teir framvegis ikki
meira enn tað eina stigið.
Leirvíkingar hevdu fyri-
reikað seg væl til dystin
og komu á odda í 35. min.
við máli, ið góði álops-
leikarin, Martin Nudgent,
skeyt. Fleiri mál komu
ikki í fyrra hálvleiki hóast
onkrar meguleikar.
20 min. inn í seinna
hálvleik slerdi Sigurd
Vatnhamar sigurin fastan
SÍF—Sumba, 3. deild, 3—1 (2—0):
fyri LÍF. tá ið hann
headaði bóltin í netið.
Vágbingar liggja nú
aftast í 1. deild og eiga at
taka seg um reiggj, skulu
teir verða í deildini.
Gdm.
3—1 sigur til sandavågsmenn
SÍF hevði leygardagin
vitjan av sumbingum, og
kanska ikki heilt óvæntað
vann SÍF dystin við trim-
um málum móti einum.
Tað vóru sandavágs-
menn sum longu í sjeynda
min. loyptu hvekk á
sumbingar, tá ið Petur
Olsen legði SÍF á odda 1-0.
15 min. seinni ekti Torkil
Nielsen um munin til 2-0.
Aftaná hetta dalaði
tempoið hjá SIF-arum
nakað og sumbingar komu
meira og meira fyri seg,
men uttan úrslit.
Í seinna hálvleiki gekk
spælið javnt á. Í umleið
55. min. kom SÍF tó á
odda 3-0 við máli, sum
Petur Olsen skeyt, men
einar 10 min. seinni
eydnaðist tað John
Ellingsgaard at minka um
munin fyri Sumba til 3-1,
sum eisini varð endaliga
steðan.
Gdm.
Í Fuglafirði vóru ikki góð
líkindi at spæla fótbólt
leygardagin, tá sandingar
vóru komnir á vitjan.
Úr Fuglafirði frættist,
at tað var B71, sum
byrjadi best og høvdu teir
eisini yvirtaki tad mesta
av dystinum. Hetta gav
úrslit tå o.u. 15 min. vóru
farnir av dystinum, tå
B71 fekk mål, sum eisini
var hålvleiksstødan.
Tå 20 min. véru farnir
av seinna hålvleiki,
javnaði ÍF út. Gordon
Martin legði ein bólt inn
fyri Margar Hansen, sum
stóð o.u. 20 metrar frá
málinum. Hann tók so og
knallaði til og fór bólturin
líka undir tversteingina
og í mál. Eitt sera vakurt
mál.
dyst í Fuglafirði
Aftaná málið kom ÍF málafturat, so at endaliga
meira við, men eydnaðist
úrslitið gjørdist 1-1.
tað tó ikki at fáa nakað b.
Dagrøkt
frå kl. 8 - 16 søkist beinanvegin til 7
mánaða gamlan drong.
Tlf. 1 1820/arb. - Heima tlf. 1 7561