Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 12. mai 1987 Tvøroyrar Bóltfelag 95 ár Tann 13. mai 1987 fyllir Tveroyrar Bóltfelag 95 år og hetta, at ein slikur felagsskapur er vorðin so gamal, er í sjálvum sær eitt bragd. Teir, sum stovnaðu TB, ella sum navnið tå var »Tverø Boldklub af 1892«, grunaðu ikki yvir hvønn týdning hetta tiltak teirra vildi fáa, tí sannast má í dag, ja, tað er ein veru- leiki, at tað er hesum monnum, sum stovnaðu TB fyri 95 árum síðani fyri at takka, at vit í dag hava fyriskipaðan ítrótt í føroyum: at tað træið, sum varð plantað á Tver- oyri hevur greinar, sum felagsskapin ÍSF og tann tydning, sum itrétturin hevur vid at akitivisrea ungdómin sum sosialupp- gåvu, ið verður framd við frívillugari arbeiðsmegi til gagns fyri samfelagið alt, og hetta er stovnarunum av TB fyri at takka. TB hevur verið og er eitt virkið felag. Ongantíð øll hesi 95 árini hevur felagið ligið stilt. Sjálvandi var tað nakað trekt í byrjan- ini, áðrenn nakað annað felag kom við, men so í 1904 kom HB, Havnar Bóltfelag og seinni VB, Vágs Bóltfelag. Nú kom verulig gongd á ítróttina. Tað er soleiðis við ellum felagsskapum, eisini í tí praktiska lívinum, tað eru upp- og niðurgangstíðir, skiftandi úrslit og soleiðis hevur tað eisini verið fyri TB hesi 95 árini. Men uttan mun til hetta, uttan mun til vinning ella tap, so er TB hjartabarnið hjá bygdarfólkinum. Øll, ung og gomul, liva við í ti, sum fer fram á Sevmyruvølli, ja, so sanniliga eru tey passivu, tann Vvanligi íbúgvarin, líka móður, sum tann, ið luttók á velli. Hetta kemur av, at bygdarfólkið livir við teimum úrslitum, sum fáast. Tað merkist týðu- liga, um tað gongst TB væl ella illa. Tí er tað ein stór ábyrgd, sum verður løgd á teir/tey, sum mynda tað aktiva TB, og hetta er galdandi fyri limirnar frá minstu piltum, til teir, sum mynda meistaradeildarlið- ið. Men somuleiðis er tað eisini ein stór æra at fáa loyvi at spæla í tí svert- hvítu troyggjuni, hetta er uttan mun til hverjum liðið tú spælir á. Tú um- boðar jú ikki bara eitt heiðurligt felag, nei, tú umboðar alla sókn okkara. Tað er, sum Martin Holm, sáli, einaferð skrivaði í eini grein í ítróttartíðindum til TB: »At syftast har upp, tað hóvar TB-arunum best, á aldukambinum hoyra teir heima<. Hetta er so satt, sum tað er sagt. Tað er eingin loyna, at tað er ein tung fíggjarlig byrða at reka eitt so stórt felag sum TB við ellum tí virksemi, sum er í felag- num, við teimum krevum, vit passivu seta. Tær smáu deildirnar eru út- reiðslukrevjandi, men tær kann felagið ikki vera fyriuttan, um felagnum skal vera lív lagað, har er tað felagið byggir sína framtíð á. Men hetta kostar. Teir og tey, sum stjórna so stórum felagi við so stórum ungdóms- og sosialum arbeiði, tey eiga stóra tekk fyri arbeiði sítt. Tí uttan stríð, so var einki felag. Hvussu viðurskiftini LIE tidindabladid verða i framtíðini er ikki gott at vita. Tað er torfert at spáa og serliga um framtíðina, verður sagt, og rætt er tað. Men við teimum krevum, sum nú verða sett til TB og við teimum krevum, sum alt Tveroyri setir til at rekka úrslit, so mugu vit eisini vera við til at gera umsteðurnar betri, enn tær eru í dag, nú felagið fyllir 95 ár. Á Sevmýru verður fram- vegis spælt á grúsvelli, einum sera vánaligum velli, og hetta alt meðan » í Ar sørnsúrra 3 a) hr røret ak , i 4 o eitt felag fyri og annað eftir fær sær graslikisvøll, so má ein eisini seta tað feðingardagsynski fram, sum té ikki er eitt krav, men eitt ynski, at Tver- oyrar Bóltfelag, áðrenn sín 100 ára feðingardag í 1992, við hjálp frá okkum øllum og tí almenna við, fær sín graslíkisvell, tí um hann ikki kemur nakað skjótt, so verður tað ikki á aldukambinum, at TB og harvið Tveroyri kemur at syftast, men í aldudalinum og tað er ikki ynski okkara. * ÞÁ ARIEL Tvøroyrar Bóltfelag verður ynskt hjartaliga tillukku og somuleiðis takka vit øllum teimum, sum gjegnum tey mongu ár hava verið stuðlar felagsins. Vit seta við nú soleiðis, at 100 ara dag Tveroyrar Bólt- felags 12.5. 1992, koma vit við skaldinum at siga: Síða 15 1. deildarliðið hjá TB, sum vitjaði Hetland í 1956. Aftast frá vinstru: Jonna og George Thomsen, ferðaleiðarar, Mervin Dimon, George Niclasen, Hans Btrøm, Hjarnar Bech og Arne Nolsee. Í miðjuni: Petur Holm, Kei Mayer, Torbjørn Holm og Petur Emil Hansen og fremst Jarmund Steinkross, Poul Einarson og Poul Juel Kjær. Verið kvikir, væl dugið at ansa annars verður vár manning ein kransað Við teimum boðum norður tit fóru og heim við tykkum sigurin bóru. Hvat fekk Suðuroyar ungdóm hin stinna til álops á leikvellum at vinna og til sigurs stolt kveða og dansa hava fornblóðið íra og fransa Henda brending sum feroyingar rópast sum úr ymiskum tjóðflokkum hópast Ver altíð á leikvelli hon kransað kveða, dysta hon dugdi og dansa Hesa heilsan fekk TB frá J.O.H. Djurhuus, tå TB fylti 50 år, og hon er lika aktuell i dag. At syftast å aldukamb- inum hugar TB best, og tað fer tað eisini at gera i framtíðini, tí vit vilja vinna. Vit skulu sýna tað, at tverámenn í handans verki roynast fullvæl enn. Í ítrótti, skaldskapi og list stavnhald vera skal Tver- oyri fyrst. Men hetta gerst ikki bara av teimum aktivu. Hetta er eisini ein spurningur um umsteður, og har verður tað, at tey almennu umboðini mugu vísa góða vilja sín og hann hava vit ongantíð ivast í. Hjartaliga tillukku. Sverre Midjord GLAR- SMIÐJAN Á Miðgerði 410 Kollafjørður TIf. 21323 Uppmáting og og íseting av termorútum — tað veri seg ný- gerð ella umvæling.