Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Áhugin fyri Føroyum munandi vaksin síðani »Færøerne í Fokus« Føroyska Vidskiftastovan hevur sid- ani Føroya-vikuna upplivad ein stødugan streym av fyrispurningum, bædi um Føroya-ferdir og um upp- lysandi tilfar annars. Tey, id hava vid ferðafólkavinnuna at gera, kunnu vátta, at hugurin at vitja Foroyar er vaksin munandi. Hetta merktist longu á sumri 1986 og enn meira í 1987. sum talið av fyrispurningum bendir á. M.a. er stórur áhugi frá skúlaflokkum, ið júst var ein av teim- um bólkum, ið miðað varð ímóti við tiltakinum, verður sagt frá Foroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahaun. A AA [ [AA [AA [ff [Æ[ [| At Føroya-vikan eisini hevur hjålpt til at bøta um ta mynd, id danir hava av Føroyum, er neyvan ivi um millum teirra, sum fylgja vid i slikum. Før- oyskir útisetar siga ein- mælt frå positivum frå- boðanum frå denum, ið teir kenna, siga fyri- reikararnir í eini meting av tiltakinum Færøerne i Fokus. — Sjålvsagt er tad bert ein partur — ja kanska ein litil partur — av danska fólkinum, ið hava latið seg freista av tilboðnum um at vita meira um Feroyar, men alt bendir á, at ímill- um teirra, ið hava tikið av, eru nógv, sum hava ávirkan, t.d. lærarar og blaðfólk. Eitt annað úrslit av Føroya-vikuni er, at hon hevur givið einstaklingum og felogum hug at fara í holt við ymiskt, sumt, sum longu er avvirkað, annað, ið fer at henda í næstum, men meira um hetta í næsta petti. Tað hevur sjálvsagt frett fyrireikararnar og onnur, ið á ein ella annan hátt hava verið við í ella stuðlað tiltakinum >Fær- øerne i fokus“, at tiltakið sum heild var væl og professionelt lagt til rættis og úr hondum greitt, og væleydnað, ja, sum heild nakað, ið vit óskammað kunnu vera fegin um. Og vónandi fer ávirkanin av tiltakinum at halda sær nekur ár fram í tíðina. Í hesum sambandi er ætlanin at hava nekur uppfylgingartiltøk og regluliga at gera vart vid seg i donskum fjølmidlum, m.a. vid at senda ut tidindaskriv. Hetta virksemi skuldi byrjað beinanvegin eftir Feroya-vikuna, men kann av ymiskum orsøkum nústaðni byrja, verður sagt. Uppfylgingar- tiltøk Um tey tiltøk, sum fylgdu eftir »Fokus« og um tiltøk framyvir, verður sagt: Frammanundan varð ikki gjørd nekur ætlan um uppfylgingartiltøk, m.a. tí at stundir ikki vóru til tess, meðan Feroya-vikan varð fyrireikað. Longu frammanundan varð avtalað við Foreningen af Kunstforeninger, at listaframsýningin í Niko- laj skuldi ferðast runt i Danmark i 1 1/2. Hetta kostadi ikki »Færøerne i fokus« stórvegis eyka, og verður rundferðin fyri- stílað av nevnda felag í samstarvi við Listafelag Føroya. Eisini varð framman- undan avtalað feroysk lut- tøka í Fiskiveiði-, sjó- matar- og havbúnaðar- framsýningini i Bella- sentrinum í Keypmanna- havn í juni 1986. Har luttóku 17 feroyskar fyri- tekur við fiskitekni, vitan og fiskavørum. »Færøerne i fokus« var figgjarliga bert: óbeinleiðis vid í hesi framsýning. verið =" Á Feroya-vikuni kom úmboð úr Hirtshals við ti hugskoti at flyta partar av framsýningini til Nordse- museet í Hirtshals. Hetta fekst eisini í lag, eisini uttan stórvegis eyka- kostnað fyri fíggjarætlan- ina hjá »Færøerne i fokus<. Framsýning varð hildin í Nordsemuseet frá 4. august til 30. septemb- er. Umframt myndatalvu- i syningina umfatadi syningin i Hirtshals eisini fiskitøkni og nakað av vinnulívsseguliga partin- um. Onnur tiltek vóru eisini, t.d. fyrilestur um grind og um feroyskan fiskiskap. Nordsemuseet er eitt tað mest vitjaða savnið í Danmark. Her fingu mong, bæði úr Danmark og úr eðrum londum, hevi at kunna seg um Feroyar. Teir, ið fyrireikaðu fram- sýningina í Hirtshals, halda framsýning í Norð- urlandahúsinum í apríl mai 1987. Ein lutvíst óvæntað hending, sum eisini virkaði sum uppfylging eftir Feroya-vikuna, var tann stóri donsku fjølmidlarnir vístu áhugin, sum Ova Joensen, tá ið hann í august 1986 kom rógv andi úr Feroyum til Dan- markar. Henda hending hevur saman við Feroya vikuni vakt almiklan áhuga fyri Feroyum í Dan- mark. Igjøgnum Foreningen Norden i Danmark er tilboð sent til oll lokal- felegini hjá teimum um at vísa myndatalvufram- sýningina har, sum hon ikki áður er víst. Umframt frían flutning er boðið teimum film/video og upp- lýsingartilfar og megu- ligur — fyrilestrarhaldari, um teir sjålvir gjalda Eisini Sosialurin var vid å Fokus-framsyningini og gav blað út hvenn framsýningardagin. helvtina av flutningi og uppihaldi hjá viðkom: ndi. Higartil hava umleið 10 felog tikið av. Myndatalvuframsýn- ingin hevur annars síðani mai 1986 ferðast runt á Suður- og Vestursælandi, stundum saman við film- sýning ella eðrum virk- semi. Tað er Feroyinga- felagið í Sore, ið hevur fingið hesi tiltek í lag. Í minni mun er líknandi gjørt við aðrar av mynda- talvusýningunum, ið oft- ast framvegis eru í teim- um býum, ið tær vórðu sendar til Norden hevur umframt avgjert at lata tær 18 myndatalv- urnar minka niður í A4- stedd og at senda tær í einum hylki, skrýtt við tekning eftir Bárð Jákups- son, sum ársins gávu til teir umleið 22.000 limir- nar. Hetta fær stóra ávirkan, tá ið havt verður í huga, at talan er um fólk, ið hava áhuga fyri norður- lendskum starvi og ofta hava ávirkan á onnur fólk. Tað seinasta hugskotið, ið komið er frá feroying- um, ið búgva í útjaðaran- > Foreningen