Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Verkfallið VERKFALLIÐ, sum fimm arbeið- arafeløg lýstu herfyri, er nú farið at gera um seg. Hóast Havnar Ar- beiðsmannafelag ikki er við í verkfallinum, so er greitt, at tað sum frálíður fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri samfelagið alt. Tað seinasta vit hava frætt er, at hvørgin av pørtunum vil boyggja seg. UNDIR samráðingunum hava ar- beiðsgevararnir givið landsstýri- num og serliga landsstýrismanni- num í arbeiðaramálum skyldina fyri verkfallinum, tí at hann í Sosialinum skal hava úttalað seg um arbeiðsmarknaðarpensión. TIL HETTA er at siga, at hetta málið varð longu felt niður í sam- gonguskjalið, tá hetta varð skriv- að í 1984, áðrenn nakar eftirlønar- grunnur var komin upp at standa hjá nøkrum. Í umrødda sam- gonguskjalið varð skrivað, at skipast skal eykapensión til timalønt og onnur, sum ikki fáa tænastumannapensión. LANDSSTÝRIÐ hevur ikki havt stundir enn at viðgera hetta stóra mál, men hevur annars brúkt tíðina til at skipa fyri betri frítíðar- lóggávu, lóggávu um trygdar- grunn o.s.fr. Men nú er komið hartil, at landsstýrið metir seg hava møguleika at taka spurning- in um arbeiðsmarknaðarpensión upp til viðgerða av álvara. HERFYRI úttalaði landsstýris- maðurin í arbeiðaramálum seg um hesar spurningar í samrødu við Sosialin. Hetta var í samband við eina politiska stevnu, sum javnaðarflokkurin skipaði fyri í Ábyrgdarblaðstjóri: Utgevari: Jan Miller Krisjan Dahi Fyritaksstjóri: Blaðfótk: Ljósmyndari : Kalmar Lindenskov : Pif Sosialurin : Pif Pressan 1981 Norðurlandahúsinum. Á hesi stevnu vóru eisini umboð úr Svø- ríki og Danmark, sum gjølla greiddu frå pensiónum í londum sínum. Í Svøriki hava tey eina tí- líka arbeiðsmarknaðarpensión og í Danmark verður nú arbeitt við at fremja eina líknandi sum hana í Svøriki og fer hon tå at avloysa verandi ATP-skipan, sum ikki tyk- ist at virka so væl. HERFYRI Greiddi landsstýris- maðpurin so frá, at landsstýrið fyrireikar seg til at gera kanning- ar av pensiónunum í grannalond- um okkara. At tengja slík úttalilsi saman við verandi verkfalsstødu halda vit einki høpi vera í. Ella halda arbeiðsgevararnir, at lands- stýrið nú skal fara at viska grein- ina um arbeiðsmarknaðarpensión burtur úr samgonguskjalinum, tí teir ynskja at kroysta ein eftirløn- argrunn niður yvir Føroya Arbeið- arafelag! SPURNINGURIN er tí, um tað í veruleikanum er ætlanin hjá ar- beiðsgevarunum at tvinga arbeið- arafelggini út í eitt drúgt verkfall, sum so landsstýrið í síðsta enda skal hava ábyrgdina av. Kann tað veruliga vera so, at arbeiðsgevar- arnir vilja brúka verandi samráð- ingar- og verkfalsstødu til at máa sjálvt grundarlagið undan verandi landsstýri, sum enn hevur hálvt- annað ár eftir, og sum hevur boðað frá fleiri nýggjum lógum og tiltøkum, sum skulu betra um umstødurnar hjá verkamanna- fjøldini! jamú Nr. 54 — 14. maí 1987 : Vidmerking til bræv frå Brúkarafelagnum í Sosiali- num hin 12. mai 1987 Fyri at kunna svara spurningunum frå Brúk- arafelagnum um, hví ong- in ávaring kom í útvarpi- num beinanvegin, tá tað frættist, at tyfusbakteriur vóru ávístar í norskari sjololåtu, er neyðugt at lýsa gongdina í málinum. Fríggjamorgunin hin 3. apríl 1987 ringdi eitt fólk til Starvsstovuna og boð- aði frá, at norska útvarpið kveldið fyri hevði ávarað fólk ímóti at keypa 3 ávís sleg av norskari sjoko- látu, av tí at tyfusbakteri- ur vóru ávístar í hesum verum, og at nekur norsk børn vóru blivin sjúk (skræpusótt) av hesum. Starvsstovan takkaði fyri upplýsingina og setti seg beinanvegin í sam- band við norska Heilsudi- rektoratið, sum er við í norðurlendsku fráboðan- arsamstarvinum. Biðið varð um eina frágreiðing í málinum og upplýsingar um, hvert hesar sjokolát- ur framleiddar í ávísa tíðarskeiðnum vóru seldar til Feroyar. Samstundis varð eisini heitt á Gjald- stovuna um at kanna eft- ir, um hesar verur vóru innfluttar til Feroya og hver, ið stóð sum inn- flytari. Gjaldstovan segði seg ikki at hava nakran megu- leika fyri at svara hesum. Síðan fór Starvsstovan undir at ringja til tær stóru innflutningsfyritøk- urnar, og vísti tað seg skjótt, at ávís innflutn- ingsfyritøka var eina- handlari av hesum sjoku- látumerki. Henda fyritek- an upplýsti beinanveg, at tey ikki hevdu innflutt nevndu sleg av tí ávísa sjokulåtumerkinum í ti givna tíðarskeiðnum. Seinni sama dag fingu vit haraftrat boð frá norsku myndugleikunum um, at ávísu sjokulåtusløgini íkki vóru innflutt til Feroyar. Sostatt metti Starvs- stovan, at als ongin vandi var á ferð og lat ti ikki fjølmidlunum nakra ávaring, ið eftir okkara metan hevði skapt óneyð- uga ørkymling. Hóast tey nevndu sjokolátuslegini ikki vóru innflutt til Feroya, bað Starvsstovan innflutn- ingsfyritøkuna um prøvar av ørum sjokulåtusløgum av sama merki. Haraftur- at fekk innflutningsfyri- tøkan boð frá norsku sjokulåtufyritøkuni um — sum eina eyka trygd — at taka øll sjokulåtusløg av hesum merki av hyllun- um. Hetta gjerdi innflutn- ingsfyritøkan. Starvsstovan åvisti tyfusbakteriuna Salmo- nella typhimurium í einum sjokulåtaslagi og boðaði innflutningsfyri- tøkuni frá hesum, so skjótt sum royndirnar góvu okkum illgruna um hetta. Um sama mundið hevði fyritskan longu fingið boðini um at taka ell sjokolåtasløgini av hyllunum, og Starvs- stovan metti enn einaferð, at ongin grund var til at ávara fólk í fjølmidlunum. Nevnast kann, at sjoko- láta frá hesi norsku fyri- tekuni ikki er innflutt til Feroya síðani og er avtala gjørd við innflutningsfyri- tekuna um, at onki av hes- um sjokulåtumerki verður sent á marknaðin, fyrr enn verurnar eru kannaðar. Tíðindini í Sosialinum hin 30. apríl 1987 var so- statt ongin tíðindastubbi, ið var sendur av Starvs- stovuni, men var eitt svar uppá fyrispurning frá ein- um tíðindafólki, ið hevði fingið frænir av, at okkurt hevði verið á vási í sam- band við sjokulåtu. At undirritaða ikki hev- ur nevnt, at skrivarin í Brúkarafelagnum, sum var fyrstur at boða Starvsstovuni frá tilburði- num, kemur av, at stovn- urin arbeiðir undir tagnar- skyldu, og hava vit m.a. tí fyri vana ikki at nevna nevn ella feleg fyri al- menninginum, um hetta ikki er neyðugt. Fólk venda sær dagliga til Starvsstovuna um ymiskt, og eru vit sera takksom fyri hetta. Hin- vegin mugu hesi eisini kunna fela seg tryggan í, at tey ikki verða nevnd fyri almenninginum av tí grund. Sum kunnugt, er Mat- verulógin ikki sett í gildi enn, og hevur Starvsstov- an ikki fingið nakað tekin úr Landsstýrinum, sum bendir á, at tey vilja gera verandi stovnar ferar fyri at rekja hesar uppgávur. Lítið nyttar at seta eina lóg í gildi uttan eftirlit. At enda skal nevnast, at sum er hava heilsunevnd- irnar á staðnum ábyrgd- ina av, at matverur ikki eru heilsuskaðiligar. Í flestu kommunum er kunngerð nr. 68 frá 1969 um eina standard heilsu- samtykt galdandi og er grein 25, 1. stk. í hesari orðað soleiðis: »Heilsunevndin hevur eftirlit við øllum fødi- og nytsluevnum, sum ætlad eru til sølu, at tey hava ikki i sær heilsuvanda ella eru falskað soleiðis, at tey ringast í nýtsluvirði og dygd. Tá ið heilsunevndin heldur, at grund er til at kanna alment útboðin fødievnir ella lutir, sum í brúki sínum kunnu skaða heilsuna, skal hon geva sýslumanninum (landfúta- num) tilråding.«. Heilsufrødiliga Starvs- stovan hevur i hesum måli atborið seg eftir bestu sannfering — uttan at hava nakra lógarfesta heimild ella ábyrgd. Spurningurin er bert, hvussu leingi og í hvenn mun hetta kann gerast í framtíðini. f. Heilsufrødiligu Starvsstovuna Marjun Hanusardóttir HONDA lakærust garanti H -findes ikke bedre