Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 7 Nr. 54 — 14. maí 1987 Jørgen Thomsen, tingmaður Javnadar- floksins í Eysturoynni: Nýtslan av P-talinum skal forða spekulantum at misbrúka skattalógina — Til tess at hjálpa skattavaldinum, verður nú loyut at brúka P-talið, sum kom við kelduskattinum uppgávu. Tað átti at lóggávuvaldinum skattakonu at gjørt eisini til hesa verið uppgávan hjá saman við teimum skattaskipanina soleiðis, at møguleikin fyri sokalladari lógligari misnýtslu verður so lítil sum til ber. Tað má eisini vera uppgávan at byrgja allar loynistíggjar, sum av óvilja koma í lóggávuna, og sum spekulantarnir við hjálp teirra serkonu royna at finna, skrivar Jorgen Thomsen, tingmaður Javnaðarfloksins í Eysturoynni, m.a. í hesi greinini. Stutt áður enn tingið fór heim, vórðu gjerdar broyt- ingar í skattalóggávuni. Hesar broytingar fingu ógvuliga vånaliga mót- tøku av andstøduni. Løgid kortini, ti broytingarnar eru sera småar i sjålvum sær. Hvat ið hesar broytingar í hevuðsheitum føra við sær, er í stuttum sagt í viðmerkingunum til lógina. Har stendur: „Endamálið við broyt- ingunum er í stuttum at dagfera verandi lóggávu, so hon svarar til tíðarinn- ar krøv, eins og roynt verður at byggja út eitt neyvari skattaeftirlit, og eina munadyggari skattaálíkning. Afturat hesum verður miðað eftir at gera avmarkingar í av- skrivingarreglunum, so at avskrivingar ikki fara til privata nýtslu, men at tær í sterst meguligan mun koma vinnuni til góðar<. Hetta má tá vera vinnu- lívsvinarligt. Tað, sum serliga ger fólkafloksmenn í eðini, er at ein lítil broyting til teirra egnu lóg, sum sigur, ella ger, at peninga- stovnar, postgirostovan og onnur, sum taka ímóti peningi til rening og/ella læna pening út móti rent- ing, av teirra eintingum skulu lata líkningarvald- inum upplýsingar um inni- standandi eins og árliga rentuútreiðslur og saldo á útlánskonti. Ein tílík skipan ber í sær eina sjálvvirkandi flyting av upplýsingum úr pen- ingastovnum og eðrum til líkningarvaldið. Hetta er soleiðis ein lítil skerping av verandi lóg, soleiðis at hon kemur at virka ... Tá ið vit fingu keldu- skattin, varð eisini við- tikið, at persónsnummar skuldi brúkast í samband við skattin. Øll fólk fingu tå send- andi eitt spjaldur við persónsnummari á, og varð hetta av mongum hildið sera ódámligt. Tá ið kelduskatta- skipanin var til viðgerðar í tinginum, varð upplýst, at kelduskattaskipanin væl kundi setast í verk, hóast P-talið ikki varð brúkt, men so kom tað at kosta mikið meir. Undanfarna samgongan valdi tí, at P- talið skuldi gjegnum- førast í samband við kelduskattaskipanina. Tí kann sláast fast, at fólkaflokkurin, sambands- flokkurin og sjálvstýris- flokkurin gjerdu eina skattalóg, sum er grundað og bygd á P-talið. Jergen Thomsen: Hverja ferð roynt verður at gera broytingar í lógum, hava við pening at gera, so eru tað sum mong, sum hava til livi breyt at gata lógirnar ut ella leita eftir loynistíggj- um Tá ið sjálvstýrislands- stýrið við fólkaflokkinum á odda sat, tá fingu fer- oyingar skyldu til at lata inn ognaruppgerð. Hetta hendi í 1963. Fyriskipað varð við lóg, at ell skuldu geva upp fyri skattavald- inum, hvat tey áttu bæði leyst og fast. Tað skuldi sendast inn fullfíggjað yvirlit yvir allar ognir og fíggjarlig rættindi teirra við tilskilan av virðum. Ímillum annað. 1) Fastognir (grundeki við húsum ella uttan, eins og hús á annara manna eki). 2) Fer. 3) Verur, ráevni, ma- skinur, innbúningur, inn- støda og leysafæ, ið nýtt eru í vinnu. 4) Motorakfer, flogfer, ross og hestavognar, ið skattgjaldarin nýtur sjálvur. 5) Peningur og peninga- gildi, útistandandi skuld- ir, skuldabrøv, inniogn i banka, sparikassa ella aðr- ari peningastovnan, parta- brev, lutabrev og aðrir partar í feløgum, somu- leiðis lista- og frímerkja- sevn eins og skartgripir, tá ið virði teirra er meir enn 10.000 kr., og mangt annað. Stutt sagt er skylda eftir fólkaflokslógini at upplýsa øll ognarviður- skifti. Henda ognaruppgerð var uttan iva ætlað sum eitt amboð fyri betri at vita, hvussu feroyska samfelagið var fyri fíggjarliga, og at fáa eina rættvísari skattaskipan. Fíggjarfreðingarnir halda, at tað liggur lættari fyri at stýra landsbú- skapinum, um so er, at vitan er um, hvussu pri- vati peningaflutningurin fer fram, og um tað er so, at landskassin og harvið foroyski skattgjaldarin líður undir órímuligum peningaspekulatiónum. Tá ið Fólkaflokkurin, sum hevði leiðsluna í landsstýrinum, gjøgnum- førdi | ognaruppgeråina, kann tad hugsast, at tad eru slik vidurskifti, id teir hava havt fyri eyga. Tað er í øllum føri tað, sum nú verður havt fyri eyga, og ikki nekur sum helst ætlan um ognar- skatt. Verður h etta annars hildið at vera grundarlagið undir ognar- og húsaskatti, ja so er tað fólkaflokkurin, sum sjálvur hevur lagt grundina, ella hava teir nú aftur skift stúku??? Tað er júst teirra eyðkenni. Í ellum feri er tað sera legið, at teir nú leika í sum óðir menn, tí roynt verður at fáa hesa lóg at virka, sum teir sjálvir hava gjert. Til tess at hjálpa skatta- valdinum, verður nú loyvt at brúka P-talið, sum kom við kelduskattinum, eisini til hesa uppgávu. Tað átti at verið upp- gávan hjá lóggávuvald- inum, saman við teimum skattakønu, at gjert skattaskipanina soleiðis, at meguleikin fyri so- kalladari lógligari mis- nýtslu verður so lítil sum til ber. Tað má eisini vera upp- gávan at byrgja allar loynistiggjar, sum av óvilja koma í lóggávuna, og sum spekulantarnir við hjálp teirra serkønu royna at finna. Tað er ein royndur lutur at hverja ferð roynt verður at gera lógir ella broytingar í lógini, sum hava við pening at gera, til dømis skatta- og avskriv- ingarlógir, ja, so vita vit, at stór fjølmenna er, sum hevur til livibreyð at gata lógirnar út, ella leita eftir loynistíggjum. Soleiðis sum Nólsoyar Páll so beinrakið kveður um ravnin, sum náttúrliga er feitastur fellisár: Tó man tað ikki nerva mær mína fødslu at vinna Kunnugir eru mær loyni- stíggir og allir vegir at finna. Okkurt bendir á, at loynistíggjarnir eru gjerd- ir torferari, tí láta menn so illa. Jergen Thomsen