Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Gt I SOSÍalUrin peer Å einum vegamóti — nú Mikkjal Helmsdal fer frå: Landsverk- frødings- stovnurin Landsstýrið arbeiðir vid ætlanum um at umskipa ein av teimum stóru almennu stovnunum í landinum, nevniliga landsverk frød- ingsstovnin. Eitt utlendskt felag hevur gjørt uppskot um, hvussu ein tilik umskipan skal gerast. Nu skal landsstyrid so taka stoðu til málið og verður úrslitið helst, at ein sonevnd sam- skiftisdeild verður sett á stoun í Tinganesi. Henda deildin fer at rekja uppgávur, sum landsverkfrødingsstovnurin og aðrir al- mennir stovnar í dag taka sær av. M. a. hetta verður upplýst í eini samrødu, sum nýggja blaðið hjá føroyskum verkfrødingum, »Verk frødi« gevur út. Av ti at lítið hevur verið frammi um júst henda spurningin i fjølmidlunum loyva vit okkum at endurprenta samreðuna, sum blaði Verkfrødi hevur havt við Atla Dam, løgmann, um málið. Blaðið spyr fyrst løgmann, hvussu langt landsstýrið er komið við spurninginum um frmatíðar bygnaðin á landsverkfrødings- stovninum. Hann sigur: — Tað er í so tíðliga at úttala seg um henda spurningin, tí hann beint nú er til viðgerðar í lands- stýrinum, sum helst skal koma til eina stødutakan innanfyri ein mánað. Landsverkfreðingsstovnurin hevur verið ógvuliga nær knýttur at sjálvum persóninum Mikkjal Helmsdal, sum hevur fræmt eitt megnar arbeiði, sigur Atli Dam, legmaður — Tað eg kann siga er tí bert nakað um mína egnu hugsan í hesum sambandi, og tað er óvist, um tað verður tað, sum kemur at vera tað endaliga viðvíkjandi bygnaðinum á landsverkfreðings- stovninum. EIN SE RSTAKUR STOVNUR Víðari sigur Atli Dam, at lands- verkfreðingsstovnurin hevur sum ein av teimum fáu almennu stovn- unum virkað bæði sum departe- ment og direktorat tvs., at ein stórur partur av tí yvirornaðu planleggingini og tí politisku við- gerðini í samband við hesa plan- legging, tað er farið fram á stovn- inum í samráð millum fyrst og fremst tann landsstýrismannin, sum hevur samferðslumál undir sær og so stovnin — og í eðrum lagi igjøgnum landsstyrismannin millum landsstyrid og stovnin. Haraftrat hevur stovnurin i ávísan mun arbeitt sum av- greiðsluskrivstova hjá tinginum, løgtingsins havna- og veganevnd serliga, og sum avgreiðslustað í samband við legtingslógir um ávísar broytingar. So stovnurin hevur havt eina rættiliga sentrala steðu í myndini N.F ES 14. mai 1987 Landsverkfrødingsstovnurin hevur havt eina rættiliga sentrala stødu i myndini her i landinum og hevur kanska verid minni heftur at teimum politisku myndugleikunum enn nógvir aðrir stovnar her í landinum og hevur kanska verið minni heftur at teimum pol- itisku myndugleikunum enn nógv- ir aðrir stovnar. Hann hevur eisini ígjegnum árini uppbygt eitt sam- arbeiði við aðrar stovnar og funktiónir í samfelagnum, eitt nú kommunur. Planlegging og ráð- geving í sambandi við kommunur, t.d. ráðgeving við kommunur í bý- ' arplansspurningum. Hartil í ávís- an mun framt býarplansarbeiði, soleiðis at hann hevur skapt sam- arbeiði millum útlendsk ráðlegg- ingarfeleg og ávísar kommunur, og hevur sjálvur verið uppi í hes- um arbeiði. SERLIGA SØGU Atli Dam sigur víðari, at lands- verkfreðingsstovnurin hevur sína serligu segu. — Sjálvsagt hevur hesin stovn urin verið ógvuliga nær knýttur at sjálvum persóninum Mikkjal Helmsdal, sum hevur framt eitt megnar arbeiði ta tíðina, hann hevur sitið sum landsverkfreðing- ur — sum ígongsetari og eisini í mongum førum sum tann, ið fekk yvirtalað politikkararnar at lata ávís arbeiði fremja, í heila takið soleiðis, at tað er hesin maður, sum hevur uppbygt ein rættiliga týðandi, sentralan og sterkan stovn uttan um sín persón. Og Atli Dam heldur fram: — Tað var helst gott til sína tíð, at vit fingu ein landsverkfreðing eftir kríggið, sum var kompetent- ur til at uppbyggja alt hetta. Men tað er eingin loyna, at mong kanska hava hildið, at stovnurin hevur tikið sær av í so nógvum uppgávum, sum kanska náttúr- liga hoyrdu heima aðrastaðni i samfelagnum ella aðrastaðni í teirri umsitingarligu myndini. — Men nú fer Mikkjal Helmsdal so frá vegna aldur. Hverjar broyt- ingar kann ein tá vænta verða gjerdar á landsverkfreðings- stovninum? — Tað er rætt, at Mikkjal Helmsdal nú fer frá, og í tí sam- bandi er tað ikki legið, at tað verð- ur umhugsað, um tað skulu fremj- ast umskipanir í hesum stóra stovninum. Landsstýrið hevur kannað henda spurning rættiliga gjella. Tað hevur verið arbeitt við kortlegging av virkseminum hjá hesum stovninum. Okkurt út- lendskt rationaliseringsfelag hev- ur verið inni í myndini, og tey alternativ hesir hava greitt úr hondum hava verið til ummælis hjá landsverkfreðingsstovninum. Alt tað tilfarið er nú tøkt hiå landsstýrinum at viðgera. Eg segði at byrja við, at stovn- urin hevur loyst bæði tær departe- mentalu uppgávurnar og direkto- ratsuppgávurnar, og tað er ein rættiliga sjáldsom kombinatión í umsiting, og tað verður helst so at hon kemur ikki at halda fram. =>