hósdagur 14. mai 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í nýggja kirkju
a hvitusunnu
Nýggja katolikkakirkjan er nú komin so
væl áleiðis, at hon kann takastínýtslu á
hvítusunnu
Tað nógva byggivirksemi
í landinum hevur eisini
havt sína ávirkan á bygg-
ingina av nýggju kato-
likkakirkjuni í Havn. Eft-
ir upprunaligu ætlanini
skuldi kirkjan vera liðug
fyrst í hesum árinum,
men torfert hevur verið
at fáa handverkarar, og
verður hon tí íkki liðug
fyrr enn einaferð í summ-
ar
Tó er komið so mikið
væl áleiðis, at kirkjan
kann takast í nýtslu á
hvítusunnu. Eftir ætlan-
ini skal kirkjan vígast 30.
august
Nýggja katolikkakirkj-
an verður bygd beint om-
an fyri kleystrið í Havn
Kirkjan kemur at kosta
einar átta miljónir, og er
tað Tórshavnar Komm-
una, sum letur kirkjuna
byggja. Hetta er ein part-
r av avtaluni í samband
við at kommunan yvir-
tekur skúlabygningarnar
hjá katolikkunum.
Tað er arkitektavirkið
hjá Árna Winther, sum
hevur teknað kirkjuna,
sum er í trimum hædd-
um
Í kjallaranum verður
meinigheitsrúm og kekur
o.a. Í midhæddini verður
kirkjurúm og forkirkja og
á loftinum verða nekur
sitipláss
Pláss verður fyri 50
fólkum í sjálvum kirkju-
rúminum, men sita fólk í
forkirkjuni og á loftinum
er pláss fyri umleið 180
fólkum.
Feroyskt
byggitilfar
Tað er byggifelagið hjá
G. Waagstein, sum stend-
ur fyri arbeiðnum
Ein stórur partur av til
farinum inni í kirkjuni er
føroyskt. Altar, doypi-
fontur, lesipultur eins og
veggurin millum for-
kirkjuna og kirkjuskipið
verður úr feroyskum
timbri
Eisini stólarnir eru fer
oyskir. Teir eru teknaðir
á teknistovuni hjá Arna
Winther og gjerðir á
snikkaravirkinum hjá
Bjarka Jacobsen
| tór.-
Teir eru nú farnir undir
at klæða tornið við kopari
Nr. 54
Ferðsluóhappini í Torshavn:
Okjast í
stórum
Dupult so nógvir persóns
skaðar í fjor sammett við
fyrrári
Tann nógva ferðslan í
Havn hevur eisini við
sær, at nógvir skaðar
henda.
Og hetta tal av ferðslu-
óhappum økist í hverjum.
Talið er ekt við ikki minni
enn 25% í 1986 í mun til
árið fyri.
Í fjør hendu nærum 800
ferðsluskaðar i Havn.
Nógv tann stersti partur-
in eru skaðar, har tveir
bilar koyra á hvenn ann-
an. Hetta hendi í 622 fer-
um, og í 118 førum kom
”
skadi å einstakar bilar.
Persónskaðar gerast
eisini alt fleiri og fleiri. Í
17 førum eru fólk til
gongu árend av bili og 16
ferðir hendi tað, at bilur
rendi á prutl ella súkklu.
Flestu skaðarnir henda
mitt í býnum. Serliga eru
tað vegastrekkini Matta-
lág-J. Paturssonargeta-
Bekjarabrekka, R.C. Eff-
ersøesgøta-J. Broncks-
geta, Tórsgeta-Hoydals-
vegur og Varðageta.
Tað eru serliga í tveim-
um vegamótum í býnum,
at skaðar henda. Tað er á
vegamótinum Landaveg-
ur/Íslandsvegur/Heygs-
vegur og á vegamótinum
Brisnageta/Áarvegur.
Flestu persónsskaðar-
nir henda millum kl. 13 og
17.
Seta nevnd
Tekniska Deild hjá Tórs-
havnar Kommunu hevur
arbeitt við ferðsluspurn-
inginum í longri tíð, og
hevur eisini gjørt ymsar
kanningar.
Vegg Guttesen, býar-
verkfreðingur sigur, at
teir hava í hyggju at seta
eina sokallaða ferðslu-
tryggleikanevnd við um-
boðum úr Teknisku Deild,
Skúlum, ferðslupoliti,
Landsverkfreðinginum,
Tryggingarsambandin-
um og Ráðnum fyri
Ferðslutrygd at arbeiða
við spurninginum um,
hvussu vit fáa ein ferðslu-
tryggari bý.
Ein tann mesta ferðslan
i Havn fer eftir R. C.
Effersøesgøtu, og har
henda eisini nogvir
skadar
Sum skilst, skal alt
ferdslumynstrid i bynum
endurskodast.
tór.-
14. maí 1987
Atlogubryggja
norðanfyri
Norðborg
A býráðsfundi í
Klaksvík týskveldið
varð samtykt, at gera
eina ætlan fyri at-
legubryggju norðan
fyri Norðborg.
Ein skitsa er gjørd
og eftir henni skal ein
meira itøkilig ætlan
gerast.
Málið hevur verið
fyri í Havnanevndini,
sum eisini hevur giv-
ið sítt viðmæli.
Keypa borivogn
Á býráðsfundinum
varð eisini ein tilráð-
ing frá Teknisku
Nevnd samtykt um
at keypa ein borivogn
fyri 2,3 miljéhir.
tór.-