hósdagur 14. mai 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 54 — 14. mai 1987
Mortani Nolsøe, professara
til minnis
Um nónleitið flaggdag-
in, fagra várlýkkuletu,
meðan landi og tjóð vóru
i håtidarlag, varð loyst
upp fyri Mortani, hann
legði eyguni saman fyri
seinastu ferð og fekk um
síðir frið og hvíld eftir
drúgva og kvalamikla
sjúku.
Hesa somu letu var eg
staddur á kirkjugarðin-
um í Vági, kæru heim-
bygd hansara, fylgdi
gomlum góðum kunn-
inga til gravar. Í ervi-
num letu seinni varð
ringt til mín. Tað var
svágur Mortans, eg
hevði fylgst við í kirkju-
garðin og aftur í bygd-
ina, ið bar mær tey sorg-
arboð, at Mortan var
sloknaður. Hesi boð vóru
væntað, og leingi hevði
eg stúrt fyri at fáa tey,
men tó at eg visti, at vin-
ur mín og starvsfelagi
nú hevði fingið tann frið,
hann leingi hevði tráað
eftir, varð hjarta mitt
fylt við sorg og trega, tí
nú var komin skilnaðar-
stund. Tað vinalag og
samstarv, ið verið hevdi í
mong ár, var at enda
komið. Spurningurin,
sum leingi hevði gjørt
vart við seg, hvussu
starvid á stovni okkara
skuldi laga seg, tá ið
hann var frá, stóð nú fyri
hugans sjón nakin og ó-
svaraður. Har sum lítið
mannval er fyri, kennist
missurin so mikið svár-
ari, enn har id fjølment
er. Vid andlåt Mortans er
høgt so djúpt skarð i
tann fámenta mann-
garðin um dýrmætu
tjóðminni okkara, at
seint man tað verða fylt
aftur. Tungt verður at
lyfta arvin eftir tílíkan
mann, ið Mortan var.
Mortan Nolsøe varð
borin í heim suðuri í
Vági 5. juni 1924. Foreld-
rini vóru Johan Nolsee,
keypmaður á Marknoy-
ri, og kona hansara Lau-
ra Larsen úr Fámjin.
Mortan hevði gávu- og
mentafólk at bregða aft-
ur í, í faðirætt m.a. Ják-
up Nolsøe, handilsfor-
valtara, og í móðurætt
Óla Jespersen, skúlahal-
dara, og faðir hansara,
Schreter prest. Faðirin
var tjóðskaparhugaður
maður, og tí arvi var
Mortan trúgvur. Hugin
fyri søgum av manna-
vørrum hevur hann eftir
ti hann sjålvur hevur
sagt, fingid stimbradan
å seglloftinum å Markn-
oyri. Har kom nógv fólk,
og teir, sum seymaðu
segl, vóru tíknir úr leik-
um at siga frá segum og
hendingum. Næmur hev-
ur Mortan verið, tí segu-
maður var hann sum fá-
ur. Ótaldar vóru tær
småsøgur, hann visti at
siga vid hvørt høvi, id
beyðst. Í 60 ára fødingar-
degi hansara minnist eg,
at eg nevndi millum tey
fáu orð, eg segði við
borðið, at nú hevði Mort-
an troytt so mong heim-
ildarfólkini um alt Fer-
oya land, og nú var tíð
uppá, at hann eisini fór
at hugsa um at vera sín
egin heimildarmaður og
savna saman allar tær
mongu søgur, hann visti
at siga. Men tað varð
vist av ongum, sum viti-
ligt man vera, tí sovorð-
nar segur koma ikki til
hugs, uttan hevi er til; og
ilt man vera at noyða tær
fram fyri minnið. Tær
eru letubornar, liva í let-
uni, ið kallar á tær.
Stórur var systkina-
flokkurin, sum íkki var
sjáldsamt tá á degum,
sjey vóru breðurnir og
tríggjar systrarnar.
Tveir av breðrunum fóru
undan Mortani.
Mortan tók prelimi-
nerprógv í Vágs skúla í
1940 og studentsprógv á
Studentaskeiði Føroya
legtings í 1942. Stríðsár-
ini slapst sum vera man
ikki burtur til náms, og
Mortan hevdi nøkur år
starv i Sjóvinnubanka-
num. Tá ið farandi var
aftur millum landa, fór
hann til Keypmanna-
havnar, har hann ætlaði
at læra handilsfreði,
men hann noyddist at
leggja seg undir skurð
fyri brek, hann einaferð
hevði fingið av detti, og
stígur kom tí í skúla-
gongdina. Tá fór hann til
Oslo, har hann var at
vera eina tíð hjá móður-
systir síni, ið har búði.
Har fór hann at lesa
norðurlendska málfreði
á lærda háskúlanum,
men sum frá leið, fór
hann í lestri sínum at
leggja hevuðsdent á
tjóðminnafreði við ensk-
um og týskum sum stuð-
ulsgreinum. Í hesum
greinum tók hann cand.
mag.prógv í 1960, og í
1964 tók hann magist-
arastigið (mag.art.) í
tjóðminnafreði. Próvrit-
gerðin var um trúgv og
siðir í sambandi við út-
róður i Føroyum. Hann
fekk loyvi til at skriva
ritgerðina á føroyskum,
og man tað helst vera
eindømi.
Årini 1962-65 starvad-
ist hann sum visindalig-
ur atstødari (vit.ass.) á
Institutt for folkeminne
á lærda háskúlanum í
Oslo, og 1965-73 sum
savnsverður (konserva-
tor) á sama stovni. Í
sambandi við hesi sterv
hevur hann undirvíst í
tjóðminnafreði á øllum
stigum á lærda háskúla-
num i Oslo og eitt skifti
eisini í Bergen. Arini
1962-72 hevur hann eisini
hildið skeið i føroyskum
fyri høvudsgreinar- stu-
dentunum á Nordisk
institutt á sama há-
skúla. Meðan hann var í
Oslo, var hann virkin í
Norsk-færøysk lag og rit-
stýrdi eina tíð saman við
vinmanni sínum Tennes
Andenes tíðindabrævi-
num »Nytt fra Færeya-
ne«.
Í 1972 tók hann ta tydn-
ingarmiklu avgerð at
koma heim aftur til
lands at taka upp vís-
indaligt yrki. Hann søkti
um og fekk starv, id var
lýst leyst á Feroyamáls-
deildini á Fróðskapar-
setri Feroya at seta við
ársbyrjan 1973. Har hev-
ið hin fúsasti og dirvis-
mesti, tó at hann longu
bar tað mein, id varð
honum at bana.
Námsárini og starvs-
árini i Oslo, eini 29 ár til
samans, var hann at
kalla á hverjum sumri
heima i Føroyum í savn-
ingarørindum. Høvuds-
úrslitið av málsliga
savningararbeiðinum er
stórt savn av midanøvn-
um og nøvnum á ýtum úr
ellum landinum. Eisini
hevur hann savnað - tík-
ið upp á band - kveðing,
frásagnir um pátrúgv á
sjónum o.m.a. sunnan-
fjørds og í Streymoynni.
Bondini frá hesum ferð-
um eru um 200 í tali. So
væl veit við, at vit hava
fingið heim makaeintek
av ellum hesum bondum
til ljóðbandasavnið á
4 Føroyamålsdeildini,
ur hann sidan virkad
sum amanuensis, lektari
og frå 7. desember i fjør,
sum professari i skald-
skapi av mannamunni,
te. munnbornu arv-
mentan okkara sum
kvæðum, segnum, ævin-
týrum 0.ø., sum hann
hevur verið hin kenasti í.
Tá ið Mortan kom hig-
ar, hevði læran á Feroya-
málsdeildini verið próv-
leyst ársskeið í føroysk-
um fyri lærarum og eðr-
um åhugadum, men ætl-
anin var at taka stig
longri fram á vegin. Nú
var lagamanni at fremja
hesar ætlanir, tí Mortan
var góður í ráðum og
verki, kenur sum hann
var í viðurskiftum á
lærdum háskúla. Í 1974
kundu vit so fara í holt
við »Årsnåm í norður-
lendskum, serliga fer-
oyskum máli og bók-
mentum« við fyrimynd í
hinum norska »grunn-
fag<. Tvey ár eftir varð
eitt ár lagt omaná til
exam.art.-nám, sum
fekk viðurkenning sum
hjágrein til skúlaembæt-
isprógv á lærdum há-
skúlum í grannalondum.
Øllum hesum átti Mort-
an sín stóra lut í. Og nú
ið fyrireikingar hava
verið til at stíga uppaft-
ur hægri við at leggja
onnur tvey ár omaná til
hevuðsgreinarnám í fer-
oyskum, hevur hann ver-
sum undir fyristeðu
Í Mortans er vaksið al-
samt hesi árini og nú tel-
” ur um leið 1650 bond, alt
mentanargripir, id tjóð-
arogn er í. Sum demi um
hugflog hansara og evni
at ganga nýggjar leiðir
er vert at nevna, at hann
lærði fleiri av okkara
góðu kvæðarum at nýta
bandupptekutól, sum
henn so læt teir hava hjá
sær at kveða uppá, tá ið
hugurin var til. Soleiðis
fekst upp á band alt, id
teir dugdu at kvøda.
Hetta eru framúr virðis-
mikil sevn. Hansara var
eisini hugmyndin at nýta
stórar litmyndir av
bjørgunum og eðrum
brattlendi tiknar úr flog-
fari til at merkja á tey
mongu staðarnevn, har
eru, verk, ið gjert varð í
evstu stund. Tað fyrsta,
ið gjert varð av hesum,
var í samstarvi við Al-
bert Djurhuus at merkja
nøvnini í Sunnbiarbjørg-
um å myndir. Seinni er
hetta gjørt fyri flestøll
fuglabjørg i landinum.
Til at útvega hesar dýru
myndir hava peninga-
stovnar okkara latið góð-
an stuðul.
Úrslit av rannsóknum
sínum hevur Mortan lagt
fram í vísindaligum
greinum í Fróðskapar-
ritum og útlendskum tíð-
arritum og verkum og í
fyrilestrum á Fróðskap-
arsetrinum, í útvarpi-
num og á ymsum mill-
umtjóða ráðstevnum.
Hann umboðaði Feroyar
og føroysk vísindi á
virðiligan hátt burtur í
londum.
Nógvar vinir og góðar
kunningar hevði hann
víða í útlondum, serliga í
Noregi, og tað kom eisini
setrinum at gagni. Alda-
vinur hansara Reidar
Djupedal, professari í
Tróndheimi, hevur verið
deild okkara hollur sum
próvdómari øll árini, til
hann noyddist at gevast
vegna vanheilsu fyri ári
síðan. Hann var limur í
teirri nevnd, sum lands-
stýrið setti at gera álit
um nýskipan setursins.
Stórt spell var, at Mort-
an ikki fekk tær arbeiðs-
umsteður, sum hann
hevði uppibornar. Hann
var soleiðis staddur, at av
fíggjarligum grundum
varð hann at taka á seg
arbeiði uttan fyri setrið.
Hann hevði tímar í fer-
oyskum bæði á studenta-
skúlanum og handilsskul-
anum. Hann var væl dám-
dur av næmingunum,
hevur mær verið sagt, og
hann hevur lagt alsk og
kunnleika til mál okkara
og mentan niður í mang-
ar teirra, og tað man fara
at bera ávekst. Men trá
hansara var at fáa náðir
til at halga seg meira vís-
indaverkum sínum.
Hóast tað næstan yvir-
menska stríð, ið hann
legði á seg, læt hann íkki
á sær finna, men var sami
glaðlyndi og lívsfúsi mað-
ur sum vant. Hann var
»drengr góðr<, sum tað
æt á máli forfedra okka-
ra, á leið tað, sum bretar
nevna »gentleman«. Livs-
hug og livsgledi åtti hann
sum fåur, eisini medan
hann gekk vid deydanum i
hondunum.
Ometalig eftirsjon er i
honum á Feroyamáls-
deildini, og so mikið
meiri er hon hjá konuni
og børnunum, id vóru um
hann til tað seinasta.
Teimum dvelur hugurin
hjá við inniligari samken-
slu og ben um ugga. Stóra
gleði hava tey í tí lítla
fitta beiggjanum, ið er so
líkur abbanum og ber
navn hansara.
Systkinum hansara og
ellum teirra vátta vit eis-
ini samhuga, nú tey hava
mist sín kæra bróður.
Vit hjúnini og bern okk-
ara varðveita minhið um
Mortan í sakni og takk-
læti.
Jóhan Hendrik W.
Poulsen