Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í í É Nr. 54 — 14. mai 1987 —— Flakavirkini eru dyggasta stødid undir bygdamenningini Midsavnan: samfelagið tornar. Miðspjaðing: samfelagið vatnast út — men bygdamenning: samfelagið mergjast. M.a. hetta sigur Ernst Hansen, stjóri á flakavirkinum Nyki á Toftum og formaður í umbodsnevnd Foroya Fiskasolu, í grein í seinasta nummarinum av blaðnum »Okkara millum«, sum Føroya Fiskasøla gevur ut. Vit loyva okkum at endurprenta grein hansara Skeið hava verið hildin, og starvsfólkini á Feroya Fiskaselu hava viðgjert innanhýsis viðurskifti, viðurskifti millum Fiskaseluna og ánarar okkara (limirnar) og somu- leiðis samstarið við okk- ara keyparar. Vit hava vidgjørt tað ynskjandi at koma tí endaliga brúkar- anum nærri, og tað seinasta uppbýtið í selu- deildini skal fatast sum eitt úrslit av hesi viðgerð. Men vit hava ikki flutt okkum eitt fet hinvegin, tað vil siga til veiðuliðið. So er tað onkur, sum sigur, at tað skulu tit bara vága tykkum, tí vit hava samtøkur sum Fiski- mannafelagid og Reidara- felagid, i3 umboda veidu- liðið. Fiskivinnutingið Vit minnast seinasta fiski- vinnuting. Okkum varð greitt, at neyðugt er at beta um viðurskiftini við tey felog, ið umboða veiði- liðið. Vit eru eitt so lítið Ernst Hansen, stjóri á Nyki og formaður í um- bodsnevnd Føroya Fiska- sølu samfelag, at tad åtti at borið til, og Føroya Fiska- søla åtti at gjørt sitt til at bøtt um hesi vidurskifti. Lat okkum eina løtu i- mynda okkum, at flakavirkini frå skipum fåa eina råvøru, sum iva- leyst er av å marknadinum frammanundan. Skipini gera hetta í góðum treysti uttan at vita, at tann vera, ið kemur burturúr, fer at liggja í kuldagoymslu í langa tíð ella verður seld við avsláttri, tí spurt verður ikki eftir henni. Dentur eigur sjálvandi fyrst at verða lagdur á, at eingin á landi eigur at leggja seg útí, hvar roynt verður, tá ið tað er undan- tikið, sum tvingad er uttanífrá, men gott hevði verið við einum betri samstarvi millum skip og virkir. Tað kemur jú fyri, at ein last av fiski frá einum skipi kemur illa fyri hjá einum virki, og virkið hevði ynskt, at lastin var eðrvísi enn tað, hon í veru- leikanum er. Til hetta kann sigast, at ein betri upplýsing hjá veiðuliðnum hevði verið hóskandi. Sum í bakspeglinum Eins og limirnir í Feroya Fiskaselu fáa at vita marknaðarsteðu og prísir einaferð um vikuna og út Síða 13 frá tí kunnu meta um, hver framleiðsla av hverjum fiskaslagi sær er mest lenandi — so áttu reiðaríini/skipini og teirra „paraply-organisatiónir=, Feroya Reidarafelag/ Fiskimannafelagið i dag at vita, hvørji fiskasløg, ið størsti eftirspurningur er eftir, og hver framleiðsla, ið best er hjá virkjunum. Hetta er nakað av tí, ið eigur at vera millum upp- lýsingarnar, tá ið nevndin fyri Ráfiskagrunnin roknar avrokningarprísir- nar út. Í letuni er mest- sum alt grundað á meira ella minni seguligt tilfar, og er hetta at líkna við mannin, ið koyrir bil við at hyggja í bakspeglinum. Onkur hevur í orðaskift- inum, Råfiskanevnd/ Fiskimannafeløg/Reidara- felag/Føroya Fiskasela, tosað um kanónir, ið peika skeivan veg. Tað er eftir mínum tykki fáfongd tala. Vit áttu ikki at tosað um kríggj og kanónir — vit skulu heldur tosa um at sameina kreftirnar við einum positivum enda- máli. Okkara samfelag er so lítið og so einstáttað, at alt annað kann og eigur at verða mett sum niðurbrót- andi virksemi. Bonusskipan? Hugsa vit okkum, at skipini vita, hverjum fiskaslegum og hverjum verum, marknaðurin hevur áhuga fyri, so kundu virkini til demis fingið eina bonusskipan í lag við skipini. Ein góð last av fiski, har lutfallið millum tey ynsktu fiska- slegini eisini var gott hjá virkjunum, hevði givið eina ávísa upphædd eyka til skipini fyri kilo. Hetta hevði ivaleyst eis- ini gjert sítt til at fingið tað áhugaverdari hjá manningini at fylgt við og lagt seg eftir at avreiða fisk, ið er so góður sum yvirhevur meguligt. Hesin fiskur skuldi eisini verið hóskiligur í eftir- spurninginum á marknað- inum. — Líka so væl, sum sam- anhald gevur styrki í tí smáa, gevur tað eisini styrki í tí stóra, tí eiga vit eisini úteftir at standa saman og skipa okkara fiskaútflutning gjøgnum eina sterka seluskipan »Føroya Fiskasølu«, sigur Ernst Hansen — Størsta og dyggiligasta bygdamenningartiltak, sum enn er framt her å landi, kom, tå flakavirkini i 1960-70 árunum vórðu bygd, sigur Ernst Hansen Ein slík skipan hevði eisini verið fíggjarliga góð hjá virkjunum, ið so vítt gjerligt hevdu fingið eina ráveru, sum passaði teim- um bæði í negd og slag. Ein annar táttur, ið vit ikki hava nortið við enn, er tann politiski. Vit eru ernir av samfelag okkara, og úteftir eru vit ein eind, hóast tað tíðum knípur innanlands. Eg ætli mær ikki at gera meg til talsmann fyri, hvussu vit kunnu arbeiða saman, men eftir mínum tykki tervar okkum eitt betri samstarv. Vónandi kann tað, sum her er sagt, elva til eitt orðaskifti, ið hevur til endamáls at skapa eitt samspæl, ikki bara millum Føroya Fiskaselu og keyparar hennara og Fiskasøluna og limir hennara, men at okkara uppskot um samstarv eisini kann náa veiðiliðið og gjarna við Feroya Reið- arafelag og Førova Fiski- mannafelag sum millum- lið. R.P.