Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1987síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 14. mai 1987 Til minnis um Sverra Dahl Sandagerði syrgir, Kirkjubøur saknar, Før- oyar allar hava mist nógv við Sverra. Árini vóru til, men enn var so nógv at hagreiða, at fáa skil á, av øllum ti, sum fyrsti og mætasti fornfreðingur okkara hevði fingið fram í dagin. Hann var fastur og sermerktur dráttur í mentanarandliti okkara. Hann var í sannroynd ein mentastovnur, ótemandi við vitan og kunnleika um lands okkara segu, skriv- aða og, ikki síðari, óskrivaða. Hann hevur fingið steinarnar at tala og siga sína hugtakandi søgu um lív og virki for- fedra okkara. Men hann var meiri enn so, tí hann var eisini ein lívsfús og yl- t vera sýtin við gleði ir á tær Otaldu ferðir. ið n hevur rúnabundið gestir við livandi frásegn um sínum frá dýru segu- minnum okkara í Kirkju- be, sum hann var kenur í sum eingin annar. Tá ið vit hevdu skeið fyri út- lendskum studentum ella skipaðu fyri ráðstevnum og fundum við fremm- andafólki, var fastur liður á skránni útferð till Kirkjubøar undir leið- segu Sverra. Í august- mánaði 1984 hevdu vit á fyrsta sinni norður- lendskt målnevndating her i Føroyum; nógv stóð å okkum, id reikadu fyri, tí tað leikaði okkara og landsins æru á, at alt fór so væl og sámiliga fram, sum eftirynskjandi var. Mær hevði dámað væl at havt Sverra við til Kirkju- bear, men gjørdi av at líva honum á hesum sinni, tí at heilsan hevði ikki verið so góð eina tíð, men tá ið nærkaðist tí, at farið skuldi verða heim til Kirkjubøar — hetta var sunnumorgum, heiman- gerðin var at fara í kirkju og síðan til borðhald í roykstovuni, sum lands- stýrið hevði boðið til — helt eg, at tað var mest sum ikki fyri mark, at Sverri ikki var við. Fór so út í Sandagerði at taka hann á bóli. Turið dóttir- in, id tá var at vera hjá honum, fór inn fyri seing- ina hjá honum at siga honum ørindi mini. Ja, var hansara fyrsta orð, hann læt eyguni upp, og kvikur var hann at leypa fram á gólv. Ein tima' seinni stóð hann brosandi og væl útborin fyri buss inum uppi við lands- sjúkrahúsið. Aldri minn- ist eg hann tala av meiri andans íblástri enn við borðið í roykstovuni tann dagin, og sum íkki eina ferð kom hann við nýggj- um hugmyndum og sjón- um, tí hugur hansara fekst altíð við at royna at ráða gátur í freðigrein síni. Stuttligt var at eyg- leiða gestirnar, hvussu hugfangaðir teir vóru av hesum fróða og telandi orðsins meistara Eg kendi mær stoltleika í barmi, tí at vit áttu hann Hann var gleðimaður mikil, sum fornir tóku til og manga ríka letuna er at minnast aftur á í góð- im lag saman við honum hin síðsta var ikki so angt síðan tagá vdi I Q ra Y g hann id stovr iði føroyska fornfreði ra aðrir mær kenari at ita og reða tó loyva mær at gera vart við, at hann gav freði- grein síni mál á feroysk- um, evnaði henni til bein- rakin og bærilig heiti, ið verða standandi eftir- monnum at nýta og rekja. Móðurmálið elskaði hann av heitum huga, og tað hevði hann ikki eftir fremmandum. Faðirs, síns minni goymdi hann og varðaði um við alski og virðing. Seinastu árini savnaði hann til fullfíggj- aða útgreinda skrá um ritverk hansara; vónandi var tað mesta greitt úr hondum, nú boðini vóru eftir honum. Avrátt var, at Feroya Fróðskaparfe- lag skuldi geva ritskránna út í reð síni Supplementa. Fróðskaparfelagið minnist hann í takksemi sum ein av stovnarum sínum og nevndarmann í mong ár og tá samtíðis ein av ritstjórunum á Fróðskaparritum, har ið úrslit av rannsóknum hansara vórðu birt, so hvert sum tey lógu fyri Felagið var fegið um at kunna víga honum sjeyti ára gomlum stórt og veg- ligt heiðursrit, ið samtíð- is var 28. og 29. bók av men eg skai Fróðskaparritum, við greinum eftir vinir og samvísindamenn innan- lands og uttan Vinsælur var hann sum fáur føroyingur víða um í grannalondum. Nevnt kann vera, at hann var kosin felagi í hinum virði- liga Gustav Adolfs aka- demii í Uppselum í Sve- ríki. Okkum, ið javnan fáast við føroysk stadanøvn, rennur tydur til Sverra fyri tað megnarverk, hann gjerdi stríðsárini sum skrivari hjá Staða- navnanevnd Feroya leg- tings við at fáa stadanøvn uppskrivað um alt landið. Ogn er í teimum. Nú er tómligt í Sanda- gerði, hesum yndisliga stað, sum hann unti so væl, bæði innan og uttan gáttar. Hann gleddist hjartaliga um sandin, ið aftur var komin í víkini, fullgott demi um, at menniskjan, tá ið væl skal vera, kann beta aftur tað, hon hevur í ansaloysni týnt. Eitt tað seinasta av skrivligum, hann læt av hondum, var væl grund- givin áheitan á býráðið um at eira tí fríða lendi niðan fyri landssjúkra- húsið og í Sandagerdisbø 2 = = 2113138 SORKTRREPERRR ARUBA NR tA 00 sum hann hevði í festi, fyri breiðum og háva- miklum akvegi. Gævi, at minni hansara verður tann sómi sýndur, at farið verður eftir ben hansara, teirri evstu. Sverri er ikki longur okkara millum. Hann er okkara millum. Hann er farin í annað ljós. Men andi hansara dvelur hjá halgum og dýrmætum minni Jóhan Hendrik W. Poulsen Dkk om ar pet ry Ob —— 5 ; 18080RRR44 r HI. Innn á Til dømis í vanligum 4-koyggjukamari: Til Noregs 1. juni — heimaftur 9. juni kostnaður einans kr. 1 .080,- Til Íslands 3. juni — heimaftur 11. juni kostnaður einans kr. 1.1 60,- Til Danmarkar 5. juni — heimaftur 13. juni kostnaður einans kr. Í -340,- SMYRIL BYRJUNARTILBOD! SMYRIL-LINE | samband vid at NORRONA byrjar summarsiglingina, hava vit nøkur vikutilbod. Í hesum tidarskeidi kunnu vit eisini útvega tygum gisting í Danmark fyri sera lágan prís. Ringið og fáið meira at vita! TLF 15900 + NORRONA TT + LINE