leygardagur 16. mai 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Ráðið
ri Ferdslutrygd havt ársfund:
Barnagarðarnir
eru gull verdir
På -
tíÁindahlaðjð
988181, 79/1 "910
— í arbeiðinum fyri betri ferdslutrygd, sigur Niels Juul
Arge, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd
* Í umbúna at seta ferðslulærara at
vera sambindingarlið millum Ráð-
ið fyri Ferðslutrygd og skúlaverkið
e Enn størri dentur skal leggjast á at
útvega skúlunum tilfar um ferðslu-
spurningar
e Ætlanin at seta á stovn vanlukku-
neund, sum skal samskipa ferðslu-
hagtøl
Herfyri hevði Ráðið fyri
Ferðslutrygd ársfund.
Hetta er at sammeta við
vanligan aðafund. Eingin
av nevndarlimunum stóð
fyri afturvali í ár. Formað-
urin, sum er Niels Juel
Arge, er valdur fyri trý ár,
og næstformaðurin, sum
er Petur Jacob Sigvard-
sen, er valdur fyri tvey ár.
FERÐSLULÆRARI
Í ársfrágreiðing síni segði
formaðurin m.a., at tað í
eina tíð hevur arbeitt við
at fáa sett ein lærara við
skúlaverkið, sum
burturav skal taka sær av
ferðsluspurningum. Tað
hevur nevniliga leingi ver-
ið ein mangul hjá Ráðnum
fyri Ferðslutrygd ongan
tílíkan lærara at hava,
sum kann vera sambind-
ingarlið millum skúlaverk-
ið og Ráðið.
Landsskúlafyrisitingin
hevur annars samtykt at
seta ein skúlakonsulent í
ferðsluspurningum, og
hevur Landsskúlaráðið
góðkent hesa ætlan.
Síðani hevur málið ligið í
landsstýrinum til viðgerð-
ar.
— Nú tykist sjóvarfallið
einafeð at vera við Ráð-
num, og tað verður helst
soleiðis, at landskassin
yvir landsskúlaráðið rind-
ar helvtina av kostnaði-
num og Ráðið fyri Ferð-
slutrygd rindar hina
helvtina. Lærarin, sum
verður settur, kemur
síðani at virka frá sjálvum
Ráðnum, sum ráðgevi fyri
skúlarnar, segði Niels Juel
ARge og helt fyri, at tað
hevði veri eitt stórt fram-
stig fyri ferðslutrygdina,
um hetta kom í rætt lag.
BARNAGARÐAR GULL
VERDIR
Hann vísti síðani á tann
stóra týdningin tað hevur
fyri ferðslutrygdina, at
Ráðið hevur góðar sam-
arbeiðsfelagar og vísti her
serliga á barnagarðarnar
og pedagogarnar.
— Barnagarðarnir eru
gull verdir, tí sum orða-
takið sigur >Tað ein ungur
nemur, tað gamal frem-
ur<, segði formaðurin og
helt fyri, at tað hevur stór-
an týdning, at pedagogar-
nir vísa ferðsluspurningi-
num so stóran ans. Tað
hevur so eisini víst seg, at
júst pedagogarnir eru sera
áhugaðir fyri at meta til
tey ferðsluskeið, sum Ráð-
ið hevur skipað fyri í
Vágum seinastu árini.
TILFAR TIL SKÚLAR
Víðari í frágreiðing síni
nam Niels Juel Arge eisini
við spurningin um feðslu-
upplýsing í skúlunum.
Hann vísti á, at Ráðið
hevur fyrireikað nógv
tilfar til skúlabrúks, ser-
liga til teir yngru flokkar-
nar, og vónaði hann, at
Ráðið verður ført at økja
um hetta virksemi.
Serlig er tað Ferðslu-
ringur Barnanna, sum
hevur fingið sera stóra
undirteku. Her hevur
Ráðið í nekur ár sent út
tilfar til øll børn í aldri-
num frá 3 til 6 ár. Tað
vísir seg eisini, at meira
enn 80% av øllum børnum
í hesum aldursbólkunum
eru við í Ferðsluringinum.
Í løtuni er Ráðið so við at
fyrireika tilfar til tey seks
ára gomlu.
KOYRILÆRARAR OG
KOYRIKORT
Niels Juel Arge vísti eisini
á týdningin tað er at hava
gott samstarv við koyri-
lærararnar. Tað er jú tann
seinasti møguleikin at
kunna motivera tey, sum
Nr. 55 — 16. maí 1987
Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú undir eina kampanju fyri
at fáa fókk at brúka trygdarbeltini
skulu koyra bil ella motor-
súklu í ferðsluni og skulu
hava ta stóru ábyrgdina
ongum at gera mein ella
skaða, men tverturímóti
vísa ábyrgdarfullan koyri-
sið.
Hann helt eisini, at vit
eiga at kanna av nýggjum
tær fyriskipanir og treyt-
ir, sum liggja til grund
fyri koyrikortinum.
FERDSLUHAGTØL
Ráðið fyri Ferðslutrygd
hevur annars øll árini
síðan Tryggingarsam-
bandið fór at lata síni hag-
tel, virkað við teimum
sum grundarlag. Men í
fjør kom so landsverkfrød-
ingsstovnurin vid nyggj-
um hagtølum, og nu er so
eisini fútaembætið komið
við sínum hagtelum.
Hetta helt Niels Juul
Arge vísir, at teir stovnar,
sum eru við í ferðslumáli-
num, hava hug til at draga
hver sína línu.
— Tað var annars ikki
hetta, sum Ráðið fyri
Ferðslutrygd var ætlað
til. Tverturímóti var enda-
málið at savna upplýsing-
ar viðvíkjandi skaðatil-
burðum, sum vóru falir,
men tað hevur so gingið
eðrvísi, og hetta er eitt
álvarsmál, sum vit mugu
loysa.
Starvsnevndin
skjytur ti upp, at
verdur å stovn ein sokall
sett
ið vanlukkunevnd, sum
skal hava heimild at kan
na øll ferðsluóhapp av ein-
um ávísum slag, kanska
har andlát er uppi í ella
eftir eðrum kriterium
Ráðsformaðurin vísti til
royndir, sum eru gjerdar í
Noregi hesum viðvíkjan-
di, og har siga teir, at að e
Myndirnar, sum Kalmar
hevur tikið, eru frá sein-
asta árs ráðsfundinum hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
rætt at halda fram við hes-
um royndum. Tað hevur
nevniliga nógv at siga fyri
lýsingina av málinum, at
allir stovnar eru við at
gera frágreiðingar frá
ymsum sjónarmiðum sum
lýsa vanlukkutilburðir-
nar.
ONGI KRØV TIL
VEGIRNAR
Aftaná at formansfrá-
greiðing og roknskapur
vórðu góðkend var orðið
frítt og var tað ikki so lít-
ið, sum ráðslimirnir høvdu
uppá hjarta.
Jens Dalsgaard, komm-
unufelagið, vísti á, at vit í
Feroyum als eingi krev
seta til okkara vegir, við
undantaki av einum kravi,
og tað er, at tað skal bera
til at kunna koyra so
skjótt sum gjørligt.
Hann sipaði til, at vit
ongan vegnormal hava,
t.v.s. at ongar reglur eru
fyri, hvussu breiðir vegir-
nir skulu vera, hvar
gongubreytir skulu
gerast, og hvussu breiðar
tær skulu vera, hvat er
bygdavegur, hvat ferðslu-
vegur, hvat arbeiðsvegur,
hvat uppdyrkingarvegur
0.s.fr.
Hann helt fyri, at vit
oftani leggja asfalt omanå
uppdyrkingarvegir fyri
seinni at brúka hesar til
tunga og nógva ferðslu,
sum teir als ikki eru gjørd-
ir til
TEKAVIKUR
Olivur Næss, dagligur
leidari av Rådnum fyri
Ferðslutrygd, visti á tað
stóra arbeiði, sum skúlar-
nir í Eysturoynni hava
gjørt í samband við tema-
vikur um ferðslu. Nú er so
ætlanin at skúlarnir og Li-
ons felagið har skulu geva
út ein bókling, sum skal
kunna vera stuðul hjá
eðrum skúlum í landinum,
ið ætla sær undir líknandi
tiltøk.
i samband vid at ein
danskur byggiverkfrød-
ingur, Henning Bank hev-
ur verið i Føroyum og
hildið fyrilestrar um býar-
-