Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 240 - 13. desember 2002 Nr. 240 - 13. desember 2002 17 Berghild Poulsen og Elsa Súsanna Dalsgaard JÓLAORATORIIÐ Ólavur Hátún Eins og Händels Messias er Jólaoratoriið ein gleði- ljómur frá byrjan til enda. Tað, sum ivaleyst ger sítt til, at hesin tónleikur helst meira enn nakað tónaverk eftir J.S.Bach fellur fólki væl í oyru, er tann veru- leiki, at Bach í stóran mun nýtir aftur tónleik, sum hann frammanundan hevur havt góða eydnu við til ser- lig hátíðarhøvi eitt nú til føðingardag hjá drottning- ini ella í øðrum fúrstaligum samkomuføri. Hetta kemur serliga til sjóndar í byrjan- arkórunum til 1., 3. og 5. part av verkinum. Vegna sítt djúpt religiøsa sinnalag og sínar sannfør- andi musikalsku lýsingar av bíbliuhendingunum og tí kristliga boðskapinum hev- ur Bach fingið heitið "Tann fimti evangelisturin". Hjá honum er her tí ikki talan um lættvunna endurnýtslu av nøkrum, hann hevur liggjandi, heldur lyftir hann tónleik frá fyrr upp í enn sublimari hæddir, nú tekst- liga innihaldið er sjálvur jólaboðskapurin. Hann, sum við øll síni størru skaparnarverk setti merkis- orðini "Soli Deo gloria" t.e. Harranum eina heiðurin, gjørdi ikki tann stóra skiln- að millum tað kristiliga og tað verðsliga her á fold. Tí sakaði tað honum onki, at tú í hesum lovsongi til tað himmalska eisini kundi hóma dansikenda fagnaðar- rómin í teim fúrstaligu samkomuhallunum. Í hesum umfatandi tóna- verki er ikki einans talan um ovfarakæti, men eisini um stillførar løtur, har kirkjufólkið gjøgnum kórið gevur til kennar sína lut- tøku og sítt inniliga takk- semi fyri gleðiboðskapin. Hugtakandi eru vøgguljóð fyri lítla barninum á krubbustrá - tónleikur sum lutvís eisini hevur sín upp- runa í verðsligum høpi. Í eisini rurandi inngang- inum til 2. part, har hirðar- nir savnast um nýfødda kongasonin, vísir Bach av sonnum sítt instrumentala tónakynstur, har tú í skifti millum strúkarar og blásar- ar fært kenslu av veingja- suði og gleðiboðum av himli og fagnandi svari aftur frá hirðunum á mark- ini, og har øll ljóðførini at enda fylkjast í felags lov- sangi - sanniliga ein satsur, ið valla finnur sín líka í all- ari tónleikasøguni. Jólaoratoriið er tó ikki eitt oratorium í vanligari merking, hóast Bach sjálv ur brúkti tað heitið. Eitt oratorium er at lýsa sum eitt drama í orðum og tón- um - men uttan leik og íklæðing sum í opera -, sum greiðir frá einstakari bíb- ilskari hending. Men í Jóla- oratoriinum er talan um seks sjálvstøðugar kantatur skrivaðar til hvønn av kirkjudøgunum um jóla- halguna, sum tó við sínum tekstliga innihaldi um jólabodskapin mynda eina listarliga heild. Partarnir eru hesir: Fyrsti jóladagur: Kristi føðing Annar jóladagur: Eingilin boðar hirðunum frá Triði jóladagur (sum tá var halgidagur): Hirðarnir tilbiðja barnið í krubbuni Nýggjársdagur: Jesus verður doyptur Sunnudagur eftir nýggjár: Teir tríggir vísmenninir vitja Heródes Trettandadagur: Vísmenninir vitja og til- biðja nýfødda kongasonin. Havnarkórið við solistum og orkestri framførir, sum vanlig siðvenja nú er, bara partarnar 1-3 - tó við í- skoyti av tveimum arium úr fjórða parti og endandi við tí fagnaðarmikla "Ehre sei Gott", sum er fyrsta kór úr 5. parti. Jólaoratorium eftir J.S. Bach Berghild Poulsen hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla við tónleiki sum linjugrein. Tíðliga gav hon til sjóndar sínar ser- tøku songgávur. Hon hevur sungið nógv í kóri og tey seinastu mongu árini í Havnarkórinum. Í hesum umhvørvi kom hon í sam- band við úrvaldar sanglær- arar sum André Orlowitz úr Póllandi og gitnu íslendsku operusangarinnuna Ólöf Kolbrún Harðardóttir. Í kórsins framførslum av størri verkum sum t.d. Skapanini eftir Haydn, Händels Messias og Ein deutsches Requiem eftir Johs. Brahms hevur Berg- hild Poulsen við sínari ljómandi, kenslubornu rødd ikki smæst burtur undir liðini á úrvaldum solistum uttan úr heimi. Ofta eru boð eftir Berg- hild til solouppgávur hjá øðrum ljómliðum eisini, og eitt serligt tilknýti hevur hon havt til Tórshavnar Kamartrio. Elsa Súsanna Dalsgaard tók diplomprógv í sangi á Det kgl. danske Musik- konservatorium í Keyp- mannahavn. Sanglærarar hennara vóru John Gutman og Anne Nyborg. Í Danmark starvaðist hon sum professionellur sangari í Radiokoret, Det kgl. Operakor og í Jysk Opera- kor. Síðan 2000 hevur hon havt fast starv í Den norske Operas Kor í Oslo. Elsa Súsanna hevur havt solokonsertir ymsa staðni í Danmark, og hennara ljóm- andi rødd hevur eisini verið at hoyra á solokonsertum í Føroyum eitt nú í sambandi við Summartónar. Tá Havnarkórið til sínar ora- toriiframførslur hevur havt tørv á alt-sangara, hevur tað verið sum ein sjálv- fylgja at heita á Elsu Sú- sonnu – soleiðis eisini til framførsluna av Händels Messias fyri seinastu jól. Í komandi starvsári skal Elsa Súsanna Dalsgaard verða solistur í operunum Rigoletto og La Traviata eftir Verdi á Den norske Opera. Jonas Fosdal tók diplomprógv í sangi á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn sein- asta summar. Høvuðs- lærarar hansara har vóru Keld Thaarup og Bodil Øland. Samstundis hevði hann frammíhjá fingið undirvísing hjá gitnum sanglærarum sum An- thony Rolfe-Jonson og Dorothy Irving. Fam- haldandi fær hann nú sangútbúgving í London hjá Roger Vignoles og Robert Tear. Jonas hevur serliga lagt seg eftir at syngja lieder og solopartar í oraorium, og ungur, sum hann er, hevur hann longu havt hópin av framførslum í slíkum sambandi m.a. sum evangelistur í Jólaora- torium og Jóhannnes- passión J.S. Bachs og sum solistur í Händels Messias og Skapaninin eftir Joseph Haydn. Har- umframt er hann eisini limur í operukvartettini Opera Sublima. BergÞór Pálsson leyk B.M og Master´s Degree of Voice frá Inidiana University í USA í 1987., har hansara høv- uðslærarar vóru Roy Samuelsen, Nocola Rossi-Lemeni og Vir- ginia Zeani. Síðan starvaðist hann í trý ár á Pfalztheater í Kaiserslautern í Týsk- landi, har hann var so- listur í gitnum operum og m.a. hevði høvuðs- leiklutin í Don Giovanni eftir Mozart. Síðan 1991 hevur hann havt tætt tilknýti til íslendsku operuna og havt týðandi leiklutir í operum eftir Mozart, Verdi, Puccini, m.a. tittul leiklutin í "Eugene Onagin" eftir Tjaikov- ski. Eisini hevur BergÞór mangan verið sang- solistur hjá íslendska symfoniorkestrinum eitt nú í Carmina Burana hjá Carl Orff. Sum oratoriisangari hevur BergÞór Pálsson afturvendandi luttikið t.d. í Requiem Mozarts, Skapanini eftir Haydn og í passiónum og ora- torium J.S.Bachs - so- leiðis var hann eisini bass-solistur, tá Havn- arkórið fyri tveimum árum síðan framførdi Jólaoratoriið. Solistar í Jóla- oratoriinum Elsa Súsanna Dalsgaard Berghild Poulsen C M Y K 17 16