fríggjadagur 13. desember 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 240 - 13. desember 2002
Nr. 240 - 13. desember 2002
19
Høgni Vest úr Klaks-
vík er annar stýri-
maður umborð á
einum stórum ferða-
mannaskipi, sum er á
veg til Belize beint
norðanfyri Hondu-
ras. Høgni er júst
blivin pápi og hevur
einans sæð nýfødda
sonin á myndum
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Tá Sosialurin fær fatur á
Høgna er hann á vakt á
brúnni umborð á stóra
f e r ð a m a n n a s k i p i n u m
Rhapsody of the Seas.
Høgni fór umborð tann 26.
oktobur, og hann kemur
ikki heimaftur fyrr enn
einaferð fyrst í februar
mánaða.
Útmynstringin
umborð er 14 vikur, men
Høgni veit at siga frá, at tað
verður arbeitt við at fáa
hana niður á tíggju vikur.
Skipið
siglir
millum
Houston, Texas, Key West í
Florida, Belize og so til
eina lítla oyggj, sum eitur
Couzmel, áðrenn leiðin
gongur aftur til Houston.
Veðrið har á leiðini er
avbera gott. Klokkan har
hjá teimum, meðan sam-
røðan varð gjørd, var um
hálvgum fýra um morg-
unin, og hitin lá um 27 stig.
- Tað verður sera løgið at
halda jól umborð í øllum
hesum
hitanum,
sigur
Høgni, sum ikki hevur
roynt at vera burtur fyrr á
jólum. Hann sigur, at hon-
um sjálvandi fer at leingjast
heim, men tað at alt er so
nýtt og spennandi fyri hon-
um enn umborð, ger sítt til,
at longsulin verður til at
liva við. Men tað er ikki
einans jólini, sum hann
verður burtur frá. Hann og
konan, Hansa, eiga tveir
synir. Tann eldri eitur Áron
og er sjey ára gamal og fyri
stuttum bleiv Høgni pápi
aftur, tá Hansa átti ein lítlan
drong tann 28. novembur,
og hann hevur tí einans sæð
lítla son sín, sum verður
yvir tveir mánaðar, tá
Høgni kemur heimaftur, á
myndum.
- Tað er kanska eitt sindur
hart, men eg visti av tí,
áðrenn eg fór, so eg var
innstillaður upp á tað.
Slíkir møguleika hanga ikki
á trøunum, og eg havi eina
góða konu, sum eggjaði
mær at fara, sigur Høgni og
leggur afturat, at tað hevði
stóran týdning fyri hann, at
hon stuðlaði honum so væl.
Eisini heldur hann, at tað
var betur at fara, áðrenn
hann bleiv pápi, enn at
verða noyddur at fara einar
tríggjar dagar aftaná.
- Ja, eg haldi tað er betur,
tí tað hevði heilt vist verið
nógv torførari at farið beint
aftaná at hava fingið ein
son afturat.
Vanligt er at teir, sum
arbeiða á brúnni hava
brúgvarfund
fjúrtanda
hvønn dag. Men tá boðini
um, at Høgni hevði fingið
ein son afturat bórust um-
borð, varð skipað fyri ein-
um tílíkum fundi í úrtíð.
- Eg undraðist, tá eg fekk
boð um at møta til fund, tí
tað var einans ein vika
farin, síðani seinasta fund.
Men tá eg kom upp á
brúnna, høvdu offiserarnir
skipað soleiðis fyri, at vit
fingu kaffi og vaflir. Eisini
var ein køka, har tað stóð
tillukku við soninum á. Tað
var sera vakurt gjørt av
teimum, og eg var avbera
bilsin, tí tað hevði eg als
ikki væntað, sigur Høgni,
og tað hoyrist á honum,
hvussu fegin hann er um
tað.
Trívist væl
Høgni trívist sera væl um-
borð. Hann er einsamallur
føroyingur á hesum skipin-
um, men hann veit at siga
um aðrar føroyingar, sum
sigla við øðrum skipum hjá
sama reiðaríi.
Hann letur sera væl at
móttøkuni, sum hann hevur
fingið umborð og sigur, at
higartil hevur honum dámt
væl, og hevur hann bert
gott at bera øllum umborð.
Men hann leggur afturat, at
enn er so stutt fráliðið, at
hann fór umborð, og tískil
er alt so nýtt og spennandi
enn.
- Av tí sama veit eg ikki
at siga fyri vissu beint nú,
um hetta er eg, men sum
sagt, so dámar mær avbera
væl, sigur hann sannførdur
á málinum.
Tá skipið liggur í havn,
hevur starvsfólkið møgu-
leika til at fara í land, tá tey
hava frí. Høgni sigur, at
hann og ein annar offiserur
umborð, ein normaður,
fóru einaferð í land í
Belize. Men har var ikki so
nógv at síggja.
Høgni greiðir frá, at tað
er so stutt tíð síðani, at
ferðamannaskip eru farin at
sigla til Belize, og tí er tað
enn ikki vorðið so til-
trekkjandi har enn. Men
hann vísir á, at eitt nú
Couzmel, sum teir fara til
aftaná, eisini fyri nøkrum
árum síðani ikki sá út av
nøkrum, tá stóru ferða-
mannaskipini byrjaðu at
sigla hartil. Í dag er ein
himmalvíður
munur
á.
Møguleiki fyri lívið
Á myndini sæst Høgni Vest til vinstru. Høgrumegin hann stendur 39 ára gamli kapteinurin, Charles Teige
Ferðamannavinnan
kann
byggja eitt tílíkt stað upp
upp á stutta tíð, og tað er
tað, sum er hent í Couzmel,
og sum eisini væntandi fer
at henda við Belize.
Key
West
samanber
Høgni við eina av oyggjun-
um sunnanfyri, sum nógvir
føroyingar ferðast til, tá
longsulin eftir sól ger um
seg.
- Tá føroyingar fara til
Kreta, Mallorca ella Rho-
dos, fara amerikanarar til
Key West, sigur hann.
Eitt sum Høgni serliga
hevur bitið merki í tíðina,
hann hevur verið umborð,
er at virðingin millum
starvsfólkini fyri offiser-
unum er sera stór. Hann
sigur, at fleiri ferðir gjøg-
num ein dag, verður heils-
aður við: »Good afternoon,
sir«. Og hann sigur, at hann
hevur havt eitt sindur ilt við
at venja seg við tað, tí tað er
jú langt frá, tí sum ein er
vanur við í Føroyum. Men
soleiðis eru starvsfólkini
upplærd, og tað er onki
óvanligt í tí.
Fekk møguleikan
Høgni arbeiddi í alivinnuni
her í Føroyum, tá hann
byrjaði at spæla við tankan
um at royna at sleppa um-
borð á eitt størri ferða-
mannaskip. Hann sendi so
nakrar umsóknir avstað, og
nakrar vikur seinni ringdi
hann so til reiðaríið Royal
Caribean
Cruiseline
at
fregnast.
Hann greiðir frá, at hann
tosaði við ein, sum lat til at
vera sera positivur yvir fyri,
at hann kundi fáa ein
møguleika.
Eina
viku
seinni ringdi reiðaríið so
aftur og boðaði honum frá,
at tey høvdu avgjørt, at
hann skuldi fara umborð á
Rhapsody of the Seas at
sigla sum annar stýrimaður.
Høgni fegnaðist sjálvandi
um henda møguleikan, og í
samráð við konuna gjørdi
hann av at fara, hóast tað
merkti, at hann ikki fór at
verða heima, tá hon skuldi
eiga.
Hann fekk myndir at
ferðamannaskipinum send-
andi, so hann var á ein hátt
fyrireikaður upp á, hvussu
stórt og flott tað er. Men
hann sigur, at tað var nakað
heilt annað at koma um-
borð og síggja alt í veru-
leikanum.
- Tað var sera stórsligið at
síggja, hvussu stórt hetta
skipið í veruleikanum er,
og hvørjir møguleikar eru
her umborð.
Skipið er eitt luksus-
ferðamannaskip við øllum
møguligum
hentleikum.
Har eru fleiri matstovur,
svimjihylur bæði inni og
úti,
massørar,
frisørar,
vakurleikaklinikk, bóka-
savn, internet-café og sjálv-
andi eitt ótal av handlum.
Tað er enntá eisini ein
barnagarður umborð, har
foreldrini kunna lata teirra
børn í hendurnar á peda-
gogunum, sum starvast
umborð, meðan tey so
kunna taka sær av løttum
uttan at vera ørkymlaði av,
hvar børnini munnu vera
umborð á stóra skipinum.
Og stórt er skipið sanni-
liga. Tað er 279 metrar
langt, 32 metrar breitt og
hæddin er 53 metrar niður
til sjógvin. Skipið tekur
2.638 ferðafólk og 780 fólk
úr 58 ymiskum tjóðum
starvast umborð. Kostnað-
urin fyri ein túr, sum varar
eina viku, er skiftandi alt
eftir hvørjum klassa ferðast
verður í.
Høgni arbeiðir til dagligt
saman við átta øðrum offi-
serum á brúnni.
Hann sigur, at hann sjálv-
andi gleðir seg nógv at
koma heim, og nú hevur
hann eisini ein meira at
koma heim til. Men tíðin
umborð fellur honum ikki
so drúgv, tí tað er altíð nóg
mikið at gera, og tað er
hann glaður um.
- Tveir mánaðir ganga
skjótt, og við tøknini, sum
er í dag, so fái eg væl fylgt
við útviklingini hjá sonin-
um, hóast eg ikki eri heima.
Og harafturat, so tosi eg
ofta heim, sigur Høgni Vest
at enda.
Her er Høgni avmyndaður frammanfyri einari av mongu
matstovunum umborð. Hendan matstovan hevur pláss fyri
umleið 1.000 fólkum
Tvey stór ferðamannaskip lið um lið. Høgni siglir við Rhapsody of the Seas, sum er tað minna
av teimum báðum á myndini
Høgni her avmyndaður saman við øllum offiserunum umborð, beint eftir at hann hevði fingið køku frá teimum sum eina heilsu
til nýfødda sonin
Hetta er køkan, sum
Høgni fekk frá
offiserunum
C
M
Y
K
19
18