Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. desember 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 240 - 13. desember 2002 Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins: Binda alt landið saman UNDIRSJÓVARTUNNIL Jan Müller -Vágatunnilin er ein ítøki- liggerðan av nøkrum, sum bara hevur verið í tonkun- um hjá fleiri og fleiri fólk- um tey seinastu 15-20 árini. Síggja vit fyri okkum kort- ið, sum Heine Olsen hjá Landsverkfrøðinginum gjørdi í síni tíð, so er hetta fyrsta dømið um, at slík ætlan verður sett í verk. Kortið var ein sambinding av okkara spjadda oyggja- samfelag til eina eind sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, nú Vágatunnilin er vorðin veruleiki. Høgni Hoydal roknar við, at líka stórt stig, sum Vágatunnilin er fyri Vág- oynna, eins stórt verður tað fyri allar Føroyar. -Eg veit ikki um man kann saman- bera hetta við, tá elektrisi- tetið kom ella tá farið varð undir at gera vegir. Men Føroyar verða í hvussu er ikki tær somu eftir hetta. Fer øll henda ætlan við at sambinda oyggjarnar at gerast veruleiki, so kann tað verða loysnin uppá, at vit framvegis kunnu hava eitt spjatt búsetingarmynst- ur í Føroyum og loysnin uppá, at man framvegis kann liva eitt nútímans lív í Føroyum uttan at liva í ein- um stórbýarsamfelag, og yvirhøvur kann tað geva so nógv størri mentunar- og vinnumøguleikar kring alt landið. Høgni Hoydal ivast held- ur ikki í, at tað verður farið víðari eftir hetta. -Um tøkn- in heldur fram at mennast - og tað ger hon uttan iva, og vit hugsa um teir fyrstu hvalbingarnar, sum man tók úr kolanámunum til at bora Hvalbiartunnilin, so stóðu teir við hondborum upp undir loft. Soleiðis varð fyrsti tunnilin í Føroy- um gjørdur - til ta tøknina, sum hon er í dag, so er tað als ikki fantastarí longur eisini at tosa um undirsjóv- artunlar til Sands og Suður- oyar. Tað liggur tí í eini rímuligari framtíð. Tann stóra avbjóðingin fyri Før- oyar er, at tá Norðoyartunn- ilin verður liðugur um eini 2-3 ár og koyrandi verður úr Gásadali til Viðareiðis, sum er ein kollvelting í sær sjálvum, tá verða Sand- oyggin og Suðuroyggin í eini serstøðu í Føroyum, sum tær stóru oyggjarnar, ið ikki hava fast samband. Tað er tað vit mugu til at hugsa um í framtíðini: hvussu vit fáa Sandoynna og Suðuroynna at verða bundnar saman við restini av landinum. Høgni Hoydal sigur ann- ars, at hesar útbyggingar mugu gerast soleiðis, at tær samsvara við fíggjarorkuna í landinum, og mest umráð- andi er, at alt ikki verður gjørt samtíðis. Um týdningin annars, sum Vágatunnilin fer at hava sigur formaður Tjóð- veldisfloksins: -Tað týdn- ingarmesta uppá stutt sikt er, at Vágoyggin fær heilt nýggjar møguleikar fyri at menna seg. Uppá longri sikt er hetta byrjanin til eina nýggja tíð fyri øll øk- ini í Føroyum. SAMFERÐSLU- MENTAN Jan Müller Um ikki so nógv ár verð- ur samferðslumynstrið í stórum parti av landinum fullkomiliga broytt. Tá tunnilin til Gásadals er liðugur og koyrandi er undir Lorvíksfjørð, ber til at koyra av Viðareiði til Gásadals. Hetta verður ein stór avbjóðing ikki minst fyri tey mongu, sum kunnu hugsast at royna tað nógv økta vega- netið og harvið síggja partar av landinum tey vanliga ikki røkka. Tað setur so eisini heilt nýggj krøv til okkara ferðslu- mentan. Í blaðnum í gjár legði Anfinnur Kallsberg, løgmaður stóran dent á, at samferðslukervið verð- ur útbygt næstu árini við bæði undirsjóvartunlum og nýggjum tunlum á landi. Hvat sigur løgmað- ur so um tær avbjóðingar hetta hevur við sær fyri eitt nú tey mongu ungu, sum kunnu hugsast at fara at brúka størri part av tíðini í bili! Verður t.d. neyðugt at meiri politi á vegnum? -Nú veit eg ikki, um politi er tað rætta. Eg eri í prinsippinum ímóti eini forboðsskipan, men eitt nógv størri veganet krev- ur av hvørjum einstøkum, bæði ungum og gomlum fyrst og fremst at taka ábyrgd av sær sjálvum og øðrum og vísa hesa ábyrgd í verki. Fara vit hinvegin og siga, at vit ikki tora at binda oyggjar saman, tí vit bera ótta fyri teimum negativu avleið- ingum hetta kann hava, so læsa vit okkum inni og koma ikki víðari. Tað haldi eg er skeivur hugs- unnarháttur. Løgmaður heldur, at her hava ikki minst for- eldrini stóra ábyrgd. -Tey mugu leggja niður í okk- ara unga fólk, at tað at vit fáa nakrar møguleikar og nøkur rættindi hevur eis- ini við sær, at tey taka á seg nakrar skyldur. UNDIRSJÓVARTUNNIL Jan Müller -Tað er ein gleði at hava verið ein partur av hesi verkætlanini sum lóggevari og játtandi myndugleiki, tí hon var jú fremmand, tá hon tók seg upp. Hon var tann fyrsta av sínum slag, og tí vóru tað nógv, sum ivaðust, um hetta bar til. Men tað hevur Vágatunnil- in væl prógvað, at hetta er ein samferðslumøguleiki, sum nú stendur føroyingum púra opin og sum letur upp fyri heilt fantatiskum per- spektivum fyri framtíðar samferðsluna í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, nú Vágatunnilin er tikin í nýtslu. -Sum tann fyrsti av sín- um slag fær Vágatunnilin allar føroyingar at síggja samferðslumøguleikarnar heilt øðrvísi enn vit higartil hava gjørt. Hetta er í veru- leikanum at sammeta við, tá vit gjørdu fyrsta tunnilin á landi og teir stóru møgu- leikar, sum tá tóku seg upp. Frá tí at man bara hevði verið bundin at ferðast um sund við bátum og ferjum, bráddliga kundi hava aðrar møguleikar. Jóannes Eidesgaard sær nú fyri sær eina nátúrliga menning á samferðsluøki- num. -Nú kemur so túrurin til Lorvíksfjørð. Og hvør sigur, at man ikki eftir hetta, verða ráðini til tað, kann fara at tosa um fast samband um Skopunar- fjørð! Og tað at Sandoygg- in kemur uppí miðøkið ger teinin til Suðuroyar mun- andi minni. Hvat viðvíkur tunnili til Suðuroyar heldur formaður Javnaðarfloksins, at tað tøkniliga helst ikki fer at vera nakar trupulleiki í framtíðini. -Tøknin menn- ist alla tíðina. Vit mugu minnast til, at tá bergholið millum Tvøroyri og Hvalba varð borað fyri 40 árum síðani, sótu menn fast- spentir og boraðu við luft- borum í hondini. Nú stend- ur ein maður og stýrir ein- um teldustýrdum bori- vogni. So møguleikin at bora tunnil undir Suður- oyarfjørð hevur kanska ongantíð verið so nær eftir, at vit hava fingið okkara fyrsta undirsjóvartunnil. Tá verður tað bara ein spurningur um longd. Tekniska menningin er so stór, at tær stóru forðingar- nar fella ein fyri og onnur eftir sigur Jóannes Eides- gaard, sum heldur, at Vága- tunnilin fer at geva føroy- ingum og tí føroyska sam- felagnum nakrar heilt aðrar møguleikar. Størri vegakerv setur nýggj krøv Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins: Gevur okkum heilt nýggjar møguleikar Nr.240 • fríggjadagur • 13.desember 2002 • 76.árgangur • www.sosialurin.fo Um vikuskiftið hevði ÍSB sonevndu jóla- kappingarnar á skránni, og fyri tey luttakandi gjørdist talan um ein av teimu heilt hugnaligu døgunum JÓLAKAPPINGAR Jákup Mørk Um vikuskifti skipaði ÍSB fyri sonevndu jólakapping- unum í svimjing og boccia. Svimjikappingin fór fram í Eysturskúlanum, meðan boccia-leikararnir kappað- ust í Badminton høllini, og í alt tóku 35 fólk lut. Frá ÍSB verður sagt, at kappingarnar í allar mátar hilnaðust sera væl, soleiðis at ásettu tiðarkarmarnir kundu haldast, umframt at luttakararnir sjálvsagt fingu ein góðan og hugna- ligan dag burturúr. Um- framt at tey trý fremstu í ymsu kappingunum fingu heiðursmerki, fingu allir luttakararnir luttøkuprógv, eins og Javni og MBM høvdu skipað fyri, at okk- urt leskiligt var at fáa ímill- um einstøku kappingarnar. Úrslitini í kappingunum gjørdust hesi: Boccia, rorslutarnað 1 Jógvan Telling Joensen 2 Jóannes Ziska 3 Marius Johansen Boccia, menningartarnað 1 Elvin Weihe 2 Símun Petur Zachariasen 3 Theodor Esmar Hansen Boccia, Børn 1 Hjørdis Jacobsen 2 Dánial Jákup Djurhuus 3 Martin Kristoffur Kristiansen 50 m bringusvimjing 1 Símun Petur Zachariasen 17 m ryggsvimjing 1 Halla Poulsen 100 m frísvimjing 1 Símun Petur Zachariasen 17 m bringusvimjing 1 Beinta Sørensen 34 m frísvimjing 1 Símun Petur Zachariasen 2 Júst í Túni 3 Elvin Weihe 34 m bringusvimjing 1 Júst í Túni 34 m ryggsvimjing 1 Elvin Weihe ÍSB-jólakappingar Svimjingin gekk fyri seg í Eysturskúlanum, og vóru tey luttakandi Júst í Túni, Magnus Vatnhamar Olsen, Símun Petur Zachariasen, Theodor Esmar Hansen, Beinta Sørensen, Halla Poulsen og Elvin Weihe Mjølnir staðfesti triðjaplássið, tá tær uttan stórvegis hóva- sták smurdu Drátt av KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tað var annars lagt upp til ein spennandi dyst í KÍ- høllini. Undan dystinum vóru liðini bæði ájøvn í stigum á triðja plássi. Ikki minst hevði Dráttur eftir eina heldur laka byrjan tikið seg nógv fram í sein- astuni, har tað millum ann- að var blivið til sigur á ÍF. Hinvegin hevur Mjølnir verið í einum lítlum aldu- dali, men dysturin vísti týðiliga, at tær nú eru á veg upp úr hesum. Dráttur fekk nevnliga ongan tíð somikið sum fótin fyri seg í dystinum, og í so máta tala tølini fyri seg. Batar at hóma Og sum vera man, so frøast Mjølnir leikararnir um, at tær loksins høvdu ein dyst, har spælið koyrdi soleiðis, sum tað alla tíðina hevur verið ætlanin. Serstaklia álopsparturin koyrdi væl, og tá Dráttur so samstundis ikki hevði ein av sínum bestu døgum, so funnu tær ongan tíð nakað hóskandi vápn móti ágangandi spæl- inum hjá heimaliðnum. Og møguliga var hetta eisini eitt tekin um, at tað nú er um at koma vend í hjá Mjølni, sum higartil ikki hevur hvt ta úrtøkuna, sum tær eru vanar við at hava. Sum skilst hava leikarar og venjari havt eitt slag av eftirmeting um gongdina higartil, og har var í øllum førum semja um, at tað hevur ikki alt riggað, so sum tað átti at gjørt. Ein einstakur dystur er kanska ov tung grundarlag til at meta, um Klaksvíkin við hesum aftur hevur lagt seg út í oddastríðið, men ein byrjan var hetta í øllum førum, og so mugu kom- andi dystirnir vísa, hvørt liðið megnar at halda fast um hetta framyvir. Mjølnir fekk loksins gongd á álopsspælið, sum vanliga eyðkennir liðið, og tá Dráttur ikki hevði ein av sínum góðu døgum, funnu tær ongan tíð nakað vápn ímóti hesum Mjølnir-Dráttur 3-0 (25-9, 25-13, 25-16): Mjølnir hongur í Hóast hon fyrst og fremst ætlaði at koma ígongd aftur eftir skaða- steðgin, sum hon hevur havt, so vann Heidi Andreasen longu í fyrstu kappingini í HM silvur. Hetta hendi týsdagin, tá hon tók lut í 100 metra frísvimjing. Vinn- arin av kappingini gjør- dist ísraelska Keren Leybovitch, sum eisini vann gull á teininum í Sydney fyri tvemum árum síðani, men at Heidi megnaði at halda restina av feltinum aftan fyri seg, má metast sum einki minni enn eitt bragd. Umframt kappingina ´i100 m frí, skal Heidi eisini taka lut í 50 og 400 metra frí, umframt 200 m blandaðari svimj- ing. Farið varð undir blandaðu svimjingina hósdagin, og frætta vit væntandi meira um úr- slitini her seinni. -jm Fyrsta heiðursmerkið til Heidi C M Y K 21 20