leygardagur 16. mai 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Neyðars Brandur
Einaferð var tað ein kelling og maður
hennara. Tíverri áttu tey ongi bern, men
tey áttu eina kettu, sum æt Brandur, og
hevði hann tað ikki alt ov gott hjá teim-
um, Kellingin læt hann altíð í gentuklæði
og maður hennara, sum æt Rasmus, læt
hann í drongjaklæði, tí hann helt Brand
vera son sín, men kellingin helt Brand
vera dóttur sína. So at tit síggja, at
Brandur hevði tað ikki ov gott. Hvenn
einasta dag læt kellingin kettuna í gentu-
klæði og smurdi hana við kinnareyðum og
um eyguni, og ikki nokk við tí. A nei.
Altíð, tá ið Brandur skuldi í bað, læt
kellingin Brand í svimjudrakt. Tímin
leið og Rasmus var bæði vorðin elligamal
og sá hann ikki ov væl og heldur ikki kell-
ingin hevði tað ov gott.
Ein dagin heldur hon, at dótturin skal í | Á hesari myndini er okkurt skeivt. Kanst
bað, Brandur also. Kellingin gevur sær
góðar stundir. Hon turkar tað kinnareyða
burtur, og eisini kolstiftina, tí kellingin
helt tað ikki vera gott fyri heilsuna, at
dótturin fór smurd í bað. Endiliga, tá ið
hon hevði vaskað alt smyrslið burtur, læt
hon Brand í svimjidraktina. Og tá ið tað
var liðugt, koyrdi kellingin kettuna í fult
baðikar, síðani fór hon út. Ein tíma seinni
heldur tann gamla konan, at dótturin
hevði vaskað sær nóg leingi, so hon fer
inn í baðirúmi, men hon fær ein rættiligan
hvekk, tá hon sær, at dóttir hennara er |
druknað. Men neyðars Brandur dugdi
sjálvsagt ikki at svimja og baðikarið var |
so fult av vatni, at tað var ongin leið hjá |
kettuni at bjarga sær. Tey gomlu fólkini |
blivu øgiliga hørm, at teirra einasta barn
var deytt. Men tey blivu beinanvegin glad
aftur, tå ið tey sóu eina kúgv standa |
uttanfyri. Kúgvin skuldi verða teirra '
næsta barn …
Sega eftir Sólrúnu H. Njálsdóttir
tú finna tað?
Nr. I er úr
Nr. 2 er úr
Nr. 3 er úr
Nr. 4 er úr
Nr. 5 er úr
Hvat er skeivt á hesari myndini? Tú skalt
finna 5 feilir.
Hver skal brúka hvat?
| a. Gentan hjá pianoinum
| skal hava
b. Drongurin við tokin-
um skal hava
c. Gentan við dukku-
vogninum skal hava
d. Drongurin við skjóti-
skivuni skal hava
Í