týsdagur 19. mai 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 1 18 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
aðfó Høoni Djurhu
Randi Jacobser
Tórfinn Smith
Kaimar Lindenskov
P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
Ljósmyndar
Uppseting
Prent:
seg
| DEDURBEREER ER.
fólkaflokkurin
HESA seinastu tíðina hava donsku fjøl-
miðlarnir gjørt nógv burtur úr tí sokallaðu
Moonrørsluni. Blødini — eisini tey á
hegravonginum — hava mestsum øll
verid å einum måli: at Moonrørslan heila
vaskar fólk. Við at heilavaska ungdómar
fær Sun Myung Moon, leiðarin av hesi
óhugnaligu og ódámligu rørslu skaffað
sær ómetaliga stórt rikidømi og vald. Nú
um dagarnar høvdu so eisini føroyingar
hevi at síggja eina danska sjónvarps-
sending um hesa rørslu. Í hesi sending
varð líkheitstekin sett millum Moon-
rørsluna og nazismuna og millum Moon-
leiðaran og Hitler.
TEY av okkum, sum sóu hesa sending og
sum annars hava fylgt við í donsku blød-
unum, minnast helst eisini, hvat mál-
gagnið hjá ti føroyska félkaflokkinum,
Dagblaðið, skrivaði fyri bert góðum hálv-
um ári síðani — um sama Moon-leiðara og
Moon-felagsskap. Á heilari blaðsíðu stóð
prentað long verjurgða til frama fyri
Moon-rørsluna. Henda verjurøda kom
sum svar til grein í Sosialinum, har vit
høvdu dittað okkum at skriva nakrar
óhugnaligar sannleikar um henda sera
ódámliga og ódemokratiska felagsskap.
VIT vístu tá á, at felagsskapurin er ein víð-
gongd høgrarørsla, sum m.a. hevur til
endamáls at beina fyri allari sosialismu og
kommunismu á hesi klótu. Vit metta tað
vera okkara rætt og okkara skyldu at
ávara fólk ímóti hesi rørslu. Og tað er so
eisini júst hetta, sum donsku fjølmiðlarnir
í hesum døgum gera. Nú tegir Dagblaðið,
men muran er kend. Hon stendur so týðu-
liga fest á blað í Dagblaðnum tann 19.
september í fjør. Vit endurprenta greinina
í Dagblaðnum aðrastaðni í Sosialinum í
dag.
MEN okkum nýtist hverki donsk ella
føroysk blød at siga okkum sannleikar
um hesa umrøddu rørslu. Vit finna hópin
av upplýsingum í eini drúgvari frágreið-
ing. sum ein amerikonsk tingmanna-
nevnd nakað herfyri gav út. Tað var al-
tjóða nevndin í amerikanska senatinum,
sum gjørdi eitt stórt granskingararbeiði í
sambandi við Moon-rørsluna og virksemi
hennara. Niðursteðan í hesi frágreiðing
var tann, at talan er um ein felagsskap við
hernaðarligum dámi.
VIRKSEMIÐ hjá hesum felagsskapi um-
fatar keyp og yvirtøku av bankum í USA,
vápnaframleiðslu o.s.fr. Rerslan virkar
sum ein multinational fyritøka, sum tekur
sær av verjusáttmálum, altjóða handli,
framleiðslu osfr. Virksemið er bæði trúar-
ligt, mentanarligt, hugmyndafrødiligt og
politiskt. Rørslan hevur fleiri ferðir lagt
seg út í politisku vidurskiftini í USA og
hevur roynt at åvirka amerikanska uttan-
rikispolitikkin. Moon sjålvur var ein av
bestu vinmonnum Nixon's og royndi at
verja hann undir Watergate-gøluni.
EITT av sterkastu eyðkennum hjá rørsluni
er hatur å alt, sum hevur vid sosialismu at
gera. Moon hevur gjørt greitt, at tað er
ein missión hjá rørsluni at beina fyri
sosialismuni. Endamálið hjá Moonrørsi-
uni er at mynda eina heimsstjórn, ið
verður styrd av Moon sjálvum og hansara *
viðhaldsfólkum. Ætlan hansara er at
mynda ein sameindan krossferdarher, ið
kemur at hava ovurstóran leiklut í saman
brestinum, ið sambært Moon verður
millum risaveldini USA og Sovjet og N
og S. Korea og Japan og Kina.
MOON fyrireikar so eisini altjóða fundir
og stevnur millum vísindamenn og
politikarar. Hetta verður ikki gjørt í navni
Moons, men brúktir verða nýstovnaðir
felagsskapir at fyrireika hesar fundir. Alt
hetta kostar pening og verður tað fíggjað
gjøgnum tað arbeiði, ið ungfólk gera á
gøtunum í stórbýunum í USA. Har selja
tey blómur o.a. og skal peningurin so fara
til ymimsk góðgerðarendamál sum at
hjálpa narkomanum og foreldraleysum
børnum, verður sagt í amerikonsku frå-
greiðingini. Har stendur eisini, at Moon
nøkur år herfyri varð dømdur í fýra ára
fongsul fyri skattasvik.
HETTA er so nakað av ti ein óheft ameri-
konsk tingmannanevnd kemur til eftir at
hava kannað Moon-virksemið.
NÚ kann ein so spyrja, hví tað, sum
Dagblaðið skrivaði um hesa rørslu fyri
einum hálvum ári síðani nú skal dragast
fram í kjakinum! Tað er hugsan okkara, at
øll fanatisma er av tí ónda, antin hon so er
til hegru ella vinstru. Vilja vit
varðveita okkara demokratisku rættindi,
so mugu vit eisini verja hesi og tala at, har
tað er neyðugt. Meðan vit valdu at tala at
Moon-rørsluni og hennara virksemi, so
valdi málgagn fólkafloksins heldur at
bera i bøtuflaka fyri hana. og hví! Jú
svarið er einfalt tað, at slík rørsla er full-
komiliga í tráð við aðalmál Dagblaðsins:
nevniliga at beina fyri øllum sum ber bráð
av sosialismu og kommunismu. Uttan
mun til hvat Moon-rørslan stendur fyri og
ger vid okkara ungu, so verjir Dagblaðið
hesa rørslu, tí hon hevur fingið sær sama
skjaldrarmerki, sum ÓB: antisosialismu
fyri einhvønn pris.
DAGBLAÐIÐ er málgagnið hjá tí føroyska
fólkaflokkinum. Tá blaðið ferð eftir ferð
ger seg til forsprákara fyri einvísari
herferð móti allari sosialismu og eingin av
teimum fólkavaldu fólkaflokspolitikarun-
um talar at, so megu vit sanna, at her
veruliga er talan um ein miðvísan politikk
hjá hesum flokki.
EINGIN talaði at tá Dagblaðið valdi at
verja Moon-rersluna fyri hálvum ári
síðani, og heldur eingin talaði at, tá
formaðurin í landsfelagnum hjá fólka-
floksungdómi í grein í blaðnum hótti við
at skjóta sovjettiskar sjómenn í Vági.
Heldur eingin talaði at, tá tað kom fram,
at Óli Breckmann hevur tætt tilknýti til
ein meira ella minni loyniligan danskan
felagsskap, sum m.a. brúkar ódemo-
kratiskar og skitnar metodur til tess at
stinga ein politiskan mótsteðumann
knívin í ryggin.
NIÐURLAGIÐ hjá fólkaflokkinum, sum
annars í stevnuskrá síni sigur seg vera
demokratiskan, gerst alsamt greiðari og
greiðari: ein miðvís útspilling og for-
fylging av øllum sosialistum í málgagni
floksins, Dagblaðnum, skal útvega
flokkinum fleiri atkvødur til komandi val.
Vit mugu so bert vóna, at tey ungu og
veljararnir annars venda slíkum bakið.
jamú
Enn einaferð — hver sigur
satt Pauli Ellefsen, sam-
bandsformaður, limir í
vinstraflokkinum í Dan-
mark ella Poul Sclútter,
forsætisrådharri?
Henda spurningin verði
eg noyddur at seta fram-
aftur aftaná grein, sum
Pauli Ellefsen skrivar í
Dimmalætting, nevnd:
„Skamma teg Sverre Mid-
jord«.
Nu er tad so, at eg meti
ikki, at eg havi nakað at
skammast fyri og vísir
greinin hjá Paula Ellef-
sen, sum skal vera eitt
aftursvar til mín um við-
urskiftini viðvíkjandi
blokkstuðulsskipanini.
Aftursvarið frá Paula
Ellefsen vísir, hvussu lágt
fyrrverandi legmaður
fyrrverandi legmaður
ríður. Sambandsformad
urin vil sum so mangan
frígera seg og flokkin, í
hesum feri leggur hann
alla ábyrgdina á javnaðar-
flokkin fyri, at vit nú
skulu hava fingið eina
meira nútímans skipan
viðvíkjandi tilskotinum
úr Danmark, kallað blokk-
stuðulsskipanin.
Tað er ongin loyna, at
javnaðarflokkurin er við
sum samgongufelagi at
fremja nýskipanir í tí før-
oyska samfelagnum, eitt
nú blokkstuðulsskipan-
ina, ein nýskipan til frama
fyri heildina, men tað er
ikki satt, sum Pauli Ellef-
sen sigur, at hetta er eitt
krav frá ti føroyska javn-
aðarflokkinum, og tað er
heldur ikki satt, sum
Pauli Ellefsen sigur, at vit
eu farnir á sjálvstýrisleið.
Javnaðarflokkurin er ein
samríkisflokkur og tað vil
siga, at fyri at varðveita
verandi ríkisfelagsskap
við teimum broytingum,
sum eru skrásettar í
heimastýrislógini, sum
hári
sambandsflokkinum
Blokktilskotsskipanin
er sambært samreðu við
danska forsætisráðharr-
an, Poul Schlútter í
danska útvarpinum, eitt
ynski frá skiftandi donsk-
um stjórnum. Hesa sam-
reðu kann Pauli Ellefsen
sum fólkatingslimur
uttan iva frá avspælda, og
so hvur hann sum fólka-
tingslimur í hvussu so er
gjørt nakað positivt, og so
fær hann sannleikan at
vita, tí tað, sum Pauli ger,
hann gitar, og hann, sum
gitar, hann fer oftani
skeivur.
Danski forsætismála-
ráðharrin segði soleiðis:
„Det er et ønske fra skift-
ende danske regeringer,
som vi nu er blevet enige
om«, og helt hann fram, at
bådir partar t.v.s fyri at
skera tað út i papp, soleið-
is at Pauli Ellefsen skilur
tað, báðir partar, lands-
stýrið og danska stjórnin
hevdu slakað og endaði
hann við at siga: >Som
staísminister er jeg meget
glad for, at vi er blevet
enige«. Hetta sigur danski
statsforsætismálaráðharr-
in, men Pauli Ellefsen
sigur, at broytingarnar
eru bert komnar sum eitt
krav frá Feroya Javnaðar-
flokki.
Pauli Eilefsen er stats-
viðurkendur grannskod
ari, so hann átti at revi-
derað tað hann skrivar, í
hvussu so er eitt sindur
meira, ella fer hann líka
rætt um sannleikan í
eðrum føri, so er tað nógv,
sum ikki ruggar ræt. Í
hesum førinum fer tú
skeivur, tí ikki bara tann
danski forsætismálaráð-
harrin sigur, at hetta er
ynski frá skiftandi stjórn-
um, men tað er eisini eitt
ynski frá vinstraflokki-
og júst hesum
flokkinum er Pauli Ellef-
sen limur av í Danmark.
Um Pauli Ellefsen og
flokkur hansara í spurn-
inginum um blokkstuðul-
in ætlar at vaska fingrar,
so fer tað ikki at bera til,
heldur ikki tá ið Pauli
Ellefsen sigur í grein síni,
at Anker Jergensen krav-
di nógv meira, men vit
segdu nei. Hvat var tað,
sum Pauli Ellefsen segði
nei til, og hvar var tað
sum Anker Jergensen
kravdi meira, sum tú
Pauli, sum limur í vinstra
ikki var vitandi um, tí
eisini, meðan Anker
Jergensen var forsætis-
ráðharri í Danmark, var
Pauli Ellefsen ein av hans-
ara stuðlum. Sum limur í
vinstra, ið varð partur í
stjórn, var atkveðan hjá
Paula Ellefsen við til at
seta Anker Jergensen til
forsætisrådharra og tå
segði Pauli Ellefsen eisini
undir veitsluhaldi, sum
hann sum legmaður helt
fyri Anker Jørgensen:
»Du var en god stats-
minister, da jeg var en af
dine soldater«.
At Pauli Ellefsen
vantrúgvur leypir frá
ábyrgd saman við vinstra-
flokkinum og sambands-
flokkinum vísir steðu-;
fasta persónin og ikki po-
litikkaran og ikki minst
soldátin Paula Ellefsen og
framvegis roynir hann at
vaska fingrarnar, men
álvaratos Pauli, vatnið er
nakað mórut.
Sverre Midjord
num,
Eg eigi ongar pengar…
Hvert vikuskifti ljóðar
tann sama segan: Mamma
gev mær pengar, eg skal í
dans! Eg vil eisini hava
pengar til okkurt drekk-
andi, so tað er ikki nóg
mikið við 60 krónum,
einki drekkandi kostar
undir 10 kr. í dansinum.
Hví skal tað vera so
nógv dýrari í Havnini enn
úti á bygd at fara í dans?
Og harafturat endar dans-
urin úti á bygd nógv
seinni enn í Havn.
60 kr. fyri eitt atgongu-
merki. Tað er ikki tað, vit
hava ráð til.
Hevði ein so í minsta
lagi kunna hongt yvir-
klæðini frá sær í hatta
myrka holið, har akslatre-
ini hanga, uttan at stúrt
fyri at onnur letu seinni
ganga í teimum, eins og
vanligt er at síggja onnur
ganga við ognarlutum hjá
sær, sum ein helt liggja
trygt í einum lumma.
Ikki fær ein fleskur við
inn. Tað syrgja kontroller-
arnir fyri. Tað er bara
gott. Men hví skulu teir
tka tað frá eðrum og sjálv-
ir drekka tað? Tað er nak-
að svínarí!
Ein hevur ikki ráð at
fara í dans fyri 60 kr. Um
ein skal í dans, má ein
sloyfa okkurt annað. Men
ein fer í dans allíakavæl, tí
einki annað er at fara til.
Um hugsað verður um
eina familju við trimum
ungum bernum, ið øll
ganga í dans. Har fara 180
kr. upp á eitt kveld, og fá
fara bert í dans bert eitt
kveld um vikuna, so talið
kann skjótt blíva 360 kr.
um vikuna.
Tá farast skal á WC, má
dadda havast við, at halda
hurðini, tí fáar av teimum
kunnu læsast. WC'ini eru
ofta typt, kranarnir brotn-
ir og veskini eru svert av
øsku og eðrum lorti og
>