týsdagur 19. mai 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 56 — 19. mai 1987
ey fyrstu í ár
Klokkan niggju í gjåramorgunin kom norska ferðafólkaskipið Jupiter á Havnina vid 300 fólkum, sum eru á rundferð
x
i Norduratlantshavi. Jupiter kom úr Hetlandi og fór víðari til Islands klokkan seks seinnapartin.
Jupiter er fyrsta tilika skipid i Føroyum i år. Men fleiri koma í summar, tað næsta 1. juni. Hetta er sovjetiska verið ,
á sjarmuherferð í
Leonid Bresnev, sum 400 ferðafólk vera við.
Jupiter er 5.503 tons netto og 142 metrar langur. Til samanberingar kunnu vit upplýsa, at Norrena er 4.011 tons
netto og 129 metrar long.
hd
Verkfall á Havsbrún
Elida Pilot arbeiðs-
loyvi frå Landsstýrinum
— Vit leggja okkum ikki
út í handan spurningin.
Hann mugu arbeiðara-
feløgini og arbeiðsgevar-
arnir greiða.
Hetta er tað stutta og ó-
innballaða svarið hjá fiski-
vinnustjóranum, Kjartani
Hoydal, til spurningin,
um Landsstýrið íkki
er við til at undirgrava
verkfallið, tá tað nú hevur
longt loyvið hjá norska
verksmiðjuskipinum
Elida Pilot at taka móti
svartkjafti frá føroyskum
nótaskipum.
Kjartan Hoydal sigur,
at hetta sjónarmiðið als
ikki var við í metingunum,
tá loywi hjá Elida Pilot
hósdagin varð longt til 16.
juni. Hann sigur, at
umsóknin hjá felagnum
Elida Shipping á Malta
um at sleppa at taka móti
fiski í føroyskum eki kom,
áðrenn verkfallið varð
lýst.
Elida Pilot fekk fyrst
eitt fyribils loyvi í eina
viku. Men hósdagin varð
so loyvið longt ein mánað.
Keypa til matna
Onkur vil vera við, at
Elida Pilot nú er vorðið
verkfalsbrótari, tí tað ger
verkfalsrakt arbeiði, tað
vil siga arbeiði, sum ann-
ars hevði blivið gjert í
Eysturoynni, á Havsbrún
ella Bakkafrost.
Onnur vísa á, at skipini,
sum avreiða til Elida
Pilot, høvdu avreitt har
kortini, ti prisurin er betri
enn i landi. Skuldu skipini
avreitt í landi, var tað til
Havsbrún, til ídnað fyri 30
- 35 oyru minni fyri kg.
enn Elida Pilot letur.
Elida Pilot kann gera
fars ella surimi burtur úr
svartkjaftinum ella skera
hann til flak. Skipið letur
70 - 75 oyru fyri kg.
Svartkjaftaskipini fáa
ikki studning, tá tey selja
til Elida Pilot.
Ymsar treytir
Kjartan Hoydal sigur, at
ymsar treytir eru við
loyvinum hjá Elida Pilot
at keypa fisk i Føroyum.
Skipið má bara taka
móti fiski frá føroyskum
skipum. Hvenn dag á
middegi skal skipið boða
Vaktar- og bjargingartæn-
astuni frá, hvar tað er,
hvussu nógv tað hevur
keypt og fyri hvenn prís.
Skipinum er eisini álagt at
halda lógina um vernd av
havumhvervinum.
Elida Pilot hevur loyvi
til at keypa fisk bæði inni
við land og úti á svart-
kjaftamiðunum.
hd
FERÐSLUTRYGD
ff
er at hava røtt
og rein ljós
Síða 5
Foroysktu
skot:
Laksaskipini
fiskidagar
í staðin fyri
kvotu
— Nú lurta m.a. EEC eftir
foroysku
sjónarmiðunum
um laksaveiðu. Men tað er
sera umráðandi, at framtid-
in hjá hesi veiðu verður av-
gjørd á NASCO-fundinum i
næsta mánað og ikki í sam-
ráðingunum við EEC seinni
í ár, siga Hilmar Kass og
Kjartan Hoydal, sum hava
fimm londum.
Skal føroyska laksaveiðan
í framtíðini avmarkast við
fiskidøgum í staðin fyri
kvotu?
Hetta er spurningur,
sum uttan iva verður nógv
umreddur á fundinum hjá
NASCO (laksanevndini
fyri Norðuratlantshav) í
Edinbourgh 8. - 12. juni.
Spurningurin fer tó ikki
at gera nakran klekkan á
fundinum. Tí feroyingar
hava longu gjert vart við
hann. Hilmar Kass, for-
maður í marknadarnevnd-
ini, Kjartan Hoydal, fiski-
vinnustjóri, Árni Olafson
og tveir aðrir embætis-
menn í Uttanríkisráðnum
hava verið í fleiri lima-
londum í NASCO og upp-
lýst tey um feroysku
sjónarmiðini. Teir vóru í
Írlandi, Onglandi, Noregi,
Sveríki og hjá EEC-
nevndini í Bruxelles.
Ikki til fánýtis
Hilmar Kass og Kjartan
Hoydal eru samdir um, at
ferðin ikki var til fánýtis.
Feroyska uppskotið um
fiskidagar varð ikki víst
aftur og áhugi var fyri tí.
Hilmar Kass sigur, at
feroyingar kundu bundið
seg til ávíst fiskidagatal.
Á tann hátt minkar veiðan
av sær sjálvum, tá lítið er
at fáa og hinvegin kann
hon økjast, tá nógv er at
fáa.
— Út frá telum, vit
hava, kunnu vit rokna út,
hvat svarar til okkara
,
veiðu í dag, helst eitt sind-
ur meira.
Vit rokna náttúrliga út
frá 750 tonsum og fáa so
fiskidagar samsvarandi tí.
Eisini verður avmarkað,
hvussu langa línu, vit
kunnu brúka um dagin.
Og so verður veiðan
stýrd upp ella niður eftir,
hvussu steðan hjá laks-
inum er.
Hilmar Kass sigur, at
EEC-nevndin var ikki so
negativ móti feroyingum í
laksaspurninginum, sum
hon hevur verið.
Eiga rætt
EEC hevur viljað, ikki al-
ment, men tað hevur
heldur ikki verið nakað
loyndarmál, fingið fer-
oysku laksaveiðuna niður
í einki.
— Men nú siga teir, at
hetta ongantíð hevur verið
ætlan teirra, sigur Hilmar
Kass. Og hetta heldur
hann er eitt gott tekin.
Fyrr hevur EEC heldur
ikki viljað hoyrt talað um,
at laksurin eigur at býtast
rímiliga = millum áar-
londini og tey lond, har
hann gongur stóran part
av lívinum.
Nú vísir EEC ikki aftur,
at Feroyar hava náttúr-
ligan rætt til at fiska laks.
hd