Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

få |; Í Nr. 56 — 19. mai 1987 GÍ—LÍF, 1. deild, 3—2: | Rættiliga fitt av fólki høvdu leitað sær til Gøtu sunnudagin, har granna- liðini GÍ og LÍF mettust. Dysturin var ikki meir enn fimm minuttir gamal, tá LÍF hevði fingið mál. Óla Jákup Joensen trekkir igjøgnum GI verjuna, skjytur móti málinum, bólturin rakar tverstongina, stekkur út aftur til Terry Blewet, ið lættliga kundi seta hann í netið til 1-0 til LÍF. Hóast hendan hvekkin, góvust Glararnir ikki so. Teir hevdu nógv álop á LÍF- málið og í 21. min. eydn- aðist teimum eisini at javna út, við einum máli, sum Pauli Jarnskor skeyt. GÍ hevði eisini nógvar aðrar málmeguleikar hendan hálvleikin, meðan LÍF sjáldan vóru vanda- miklir í hinum endanum. Í 33. min. fær GÍ brots- spark, eftir at bólturin var komin í hondina á einum LÍF leikara. Poul Enok Hansen varð settur at skjóta, og hann setti bóltin trygt í netið til 2-1. Hetta var eisini steðan í hálvleikinum. Seinni hálvleikur var meiri javnur viðvíkjandi spæli. Bæði liðini høvdu nógvar málmeguleikar. Men ikki fyrr enn í 35. min. kom mál aftur. Tað var aftur GÍ, ið fekk hetta. Magni Jarnskor skjýtur eitt skot móti málinum, bólturin rakar ein verju- leikara hjá LÍF, snýtur málmannin og endar í net- Síða 11 inum til 3-1. Men longu 3 min. seinni eydnaðist tað LÍF at minka um munin við einum máli, ið Martin Nudgent stóð fyri. Dyst- urin endaði sostatt 3-2 til GI, ið nú hevur fýra stig meðan LÍF framvegis hevur trý stig. Komandi sunnudag skal GI til Vágs at leika ímóti VB, meðan LÍF fær vitjan av NSI. Kári Martin Nudgent minkar um munin til 3—2 TB-B68 5-0 (2-0) TB i toppformi Á Sevmyru á Tvøroyri vóru likindini at leika av teimum bestu, tá B68 vitjaði sunnudagin. Nógv- ir áskoðarar vóru, bæði av Tveroyri og av Toftum. Líka frá byrjanini av dystinum var steðugt trýst á B68 málið og ein sá at TB vild gera alt fyri at ogna sær bæði stigini. Longu tá 8 minuttir vóru farnir, gav hetta eisini úr- slit. B68 málmaðurin fer út eftir einum bólti, sum hann sparkar burtur, men fer bólturin í staðin beint til ein TB leikara, sum skjýtur móti opnum máli. Ein verjuleikari hjá B68 kastar seg í fullari longd og fær boksað bóltin úr málinum, og sjálvandi varð dømt brotsspark. Tað var Jóan Petur, sum setti bóltin trygt í netið til 1-0 til TB. TB helt á við góðum og kvikum leiki, og serliga vóru tað teir ungu og nýggju leikararnir, ið gjørdu um seg. í 20. minutti fær TB eitt inn- kast í høgru síðu. Bólturin verður kastaður runt inn í 16 metur teigin hjá B68, har ein TB leikari skallar bóltin upp um B68 verj- una til Kára Niclasen, sum aftur skallar bóltin á stongina og í málið, til 2-0 .TB hevði fleiri aðrar góðar meguleikar í fyrra hálvleiki, t.d. skallaðu teir tvær ferðir á tver- stongina, men við 2 málum móti ongum fóru teir vælnegdir til hálvleik. Í byrjanini av seinna hálvleiki tóktist tað sum um B68 ætlaði at fáa meira burtur úr teirra leiki og royndu teir at pressa spælið meir inn á TB-hálv- una, tó uttan at hetta gav nakran málmeguleika. Í 12. minutti verður Aksel hjá B68 útvístur. Tað var fríspark til B68 í hegru síðu, nakað uttan fyri brotsteigin hjá TB. Meðan dómarin var við at fáa verjugarðin hjá TB á pláss, stóðu Birgir hjá TB og Aksel og trokaðust, við tí úrsliti, at Aksel sparkar Birgir á beinið. Dómarin, ið stóð tætt hjá, ivaðist ikki og gav Aksel reyða kortið. Nú hevði B68 bert 10 leikarar og væntaði ein at TB fór at útnytta henda fyrimun. Bert 5 min. seinni skoraðu teir eisini. Tað var Jens Gunnar, sum spældi ein ógvuliga góðan dyst, sum aftaná trunka- spæl skeyt bóltin í málið til 3-0 til TB. Eftir hetta sást týðuliga, at B68 hevði uppgivið eina og hverja vón um at vinna dystin. TB helt fram við trýsti á B68 málið og aftaná eitt av teimum mongu hornasperkunum eydnaðist tað Egili at skalla bóltin netið. Nú vóru 26 min. farnir av seinna hálvleiki og steðan var 4-0 til TB. Seinasta málið í dystin- um fekk TB bert 3 min. seinni og var tað Magni, sum skoraði við einum langskoti. Um dystin má sigast, at TB átti hann allan sum hann var. B68 hevði gjøgnum allan dystin onki hornaspark og onki skot upp á mál, og tað sigur eitt sindur um liðið. Harafturímóti = kunnu havnarfólk gleða seg til næsta vikuskiftið at fáa vitjan av einum góðum og sterkum TB liði, ið er fert fyri at geva HB trupul- leikar viðvíkjandi fer- ingini í 1. deild. Frætt er av Tveroyri, at nógvir áskoðarar ætla sær til Havnar at hyggja at báðum oddaliðunum og við einum fullsettum »Tvøråbakka« og tveimum teimum fremstu liðunum i landskapping- ini, ja, so kunnu vit ikki vænta annað enn ein góðan og undirhaldandi dyst … EJ. Málskjúttarar 1. deild: Símun Petur Justinussen Poul Erik Nielsen Niels Gunnar Petersen Bjarni Jakobsen Martin Nudgent 2. deild Bergur Magnussen John Ellingsgaard Vilmund Mikkelsen Abraham Hansen Jens Erik Rasmussen Jákup Olsen Petur Olsen Margar Hansen Stew Chomer Peter Low Kristin Mikkelsen Jan Poulsen Sjálvmál