Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Sofus Johannesen, formaður í Judosambandinum : - Uttanlands samstarvið eigur at útbyggjast! Judosamband Feroya hevði sín regluliga aðal- fund seinasta friggjadag, har formaðurin, Sofus Johannesen, gav feløgun- um frágreiðing um árið, sum farið er síðani seinasta aðalfund. Sofus segði m.a.: „Árið, sum farið er síð- ani seinasta aðalfund, hevur á mangan hátt roynst sum eitt miðalár Tó er tað altí so, at ein kundi hugsað sær væl meira var gjørt á summ- um økjum, meðan ein á eðrum økjum kann vera nøgdur við tað, sum er rokkið Kappingin Liðkappingin í judo í vet- ur byrjaði nakað seint, men tá hon fyrst var komin í gongd, varð hildið á uttan steðg, til hon varð liðug. Kappast varð annað hvert vikuskifti og kapp- ingin má sigast at hava gingið væl. Tilmeldingin av liðum var heldur slakari enn ein kundi ynskt. Bert Klaksvíkar og Havnar Judofelag teknaðu lið til kappingina fyri menn, og má hetta sigast at vera spell, tí ov lítil kapping er, tá bert tvey lið eru í einum bólki. Tá hugsað verður um, at fyri bert einum tveimum árum síðani hevdu hvert av feløgunum næstan tvey lið í hverji deild, er tað spell, at vit hava havt tilika afturgongd í lut- tekutalinum. Men tað er at vóna, at vend kemur í tann rætta vegin, soleiðis at eisini kappingin gerst meiri spennandi. Í unglingadeildini hevdu feløgini eitt lið hvert, og má tað sigast at vera heppið, tí júst hendan deildin er sera týdningarmikil fyri víðari gongdini við ítrótti okk- ara, og tað er júst í tí aldr- inum, at fráfallið hjá okk- um er sterst. Tað er tí at vóna, at vit framyvir í minsta lagi hava eitt lið (helst tvey) frá hverjum felag í hesi deild. Dreingjadeildin hevði 5 lið og má tað sigast at vera gott, tí eftir galdandi reglum kunnu bert 6 lið vera í deildini — tvey frá hverjum felag. Vit áttu kanska at kjak- ast um hendan deildin skal víðkast til trý lið pr. felag, men kanska er tíðin ikki komin til tess enn. Tað má tó standa fast, at tað er sera týdningar- mikið, at bernini sleppa at luttaka í so nógvum til- tøkum sum gjørligt, tí eitt og hvert ítróttararbeiði má byggja á eitt gott og umfatandi arbeiði við bernum og ungdómi. Kappingin í ár var ann- ars sera spennandi og bert unglingadeildin varð av- gjerd áðrenn seinasta um- far. Í hinum deildunum var stórur spenningur um endaligu plaseringarnar. FM fyri einstaklingar Feroyameistarakappingin fyri einstaklingar skuldi ætlandi vera á Oyrar- bakka leygardagin 2. mai, men orsakað av at ikki var gjørligt at útvega høli til kappingina har tá, varð hon útsett til í morgin. 58 luttakarar hava teknað seg til hesa kapping, harav eisini fleiri gentur, og vónandi fer hetta at vera ein væleydnað kapping. Landslið Vit hava nú á eðrum ári arbeitt við landsliði við unglingum upp til 21 ár. Venjarar hava verið og eru Jan Gúnther og Hans Petur við Streym. Teir hava gjert eitt stórt ar- beiði og tað skulu teir hava stóra tekk fyri. Tó kundu vit ynskt, at fleiri hevdu givið hesum arbeiði størri gætur, tí tað má sigast, at vit kundu hugsað okkum at fleiri hevdu áhuga at luttikið í hesi venjing. Venjingin er rættað fram móti lutteku í NM í Danmark í heyst, og ein skuldi trúð at tað mátti verið áhugavert at sloppið at luttikið í hesi kapping. Tí hevdu vit vænta at fleiri fóru at luttaka i venj- ingini. Hver, ið hevur skuldina av at so fáir meta til hesar venjingar, er helst ringt at sláa fast. Kanska er tað bara so, at áhugin er ikki til staðar hjá unglingum okkara, kanska gera feløgini ov lítið fyri at fáa unglingarnar at meta upp til venjingarnar, ella kanska liggur feilurin hjá Judosambandinum? Í fjør avgiørdu vit at lata teir, ið luttóku í landsliðsvenjingini, fara til Danmarkar á summar- legu í judo, sum var í Vejle í juli mánað, men av tí at áhugin vísti seg at vera í minna lagi, umframt aðrar trupulleikar, varð avgjert at avlýsa ferðina. Vit eiga tó at halda fram 4 av okkara bestu unglingum í judo. Ragnar Joensen, Marni Olsen, Bogi í Homrum og Hendrik Johanne- sen På Nr. 56 — 19. mai 1987 Bogi i Homrum, Sunda Judofelag, fekk »fighter- steypid« fyri at hava synt bestan teknikk og størst ågrytni undir kappingini. við at royna at fáa fólk at fara á árligu summarleg- una í Vejle, tí tey, ið hava verið á leguni, lata stak væl at og siga seg hava lært ein hóp. Vit hava fingið fígging frá Jólamerkjagrunninum og Nordisk Ministerråd til eina venjingarferð við unglingalandsliðnum í summar og vóna vit at í ár fer at hepnast betur Dómara- spurningurin Dómaraspurningurin hev- ur ofta verið til umreðu Ikki bert innan okkara ítróttargrein, men innan so at siga allar ítróttar- greinir. Tað vísir bert, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin í stersta álvara, og tað verður ongantíð gjert nóg nógv við hetta álvarsmál. Tað er ongin loyna, at Judosambandið í ár hevur gjørt alt ov lítið við hendan spurning, og mega vit taka okkum um reiggj og fáa hetta upp at standa til næsta ár. Judosambandið gjerdi tó eina roynd at hava eitt dómaraskeið herfyri, men bert nakrir úr Judofelag mettu. Seinast vit hevdu skeið, har okkurt felag ikki var umboðað, var umbering Havnar teirra tann, at tað kostaði ov nógv í flutningi at koma til skeiðið. Hesa ferð gjørdu vit so tað, at vit bjóðaðu okkum at endurrinda ferðakostn- aðin, men heldur ikki tað hjálpti! Vit hava hóast tað ikki mist mótið heilt, og vit loyva okkum framvegis at vóna, at luttekan til komandi dómaraskeið verður sterri, men givið er, at hesin spurningur eigur at verða tikin í sterri alvara Vit áttu her at tikið eina avgerð um hvat vit skulu gera við hendan álvars- spurning nú. Jiu-jitsu Hóast vit fyri nekrum árum síðani fingu kapp- ingarreglur fyri jiu-jitsu, so hevur enn ongin kapping verið innan hesa ítrótt enn. Tað er kanska ikki so legið, tí tað er bert í Havnar Judofelag, at jiu- jitsu verður íðkað. Men meguleikin fyri kapping í jiu-jitsu er ti! staðar og best man bara vera at bíða til tíðin er komin ti! at halda kapp- ingar í hesum itrótti —>