Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1987síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Niclas Joensen, formaður í Flogbóltssambandinum : tíðindablaðið Nr. 56 — 19. mai 1987 — Vit figgjaðu Leygardagin hevði Flog- bóltssambandið aðalfund, har formaðurin, Niclas Joensen, greiddi frá ar- beiðinum seinasta árið. Hann segði m.a.: „Mongum brestur ætl- an, sigur gamalt orðatak. Og so var eisini hjá okkum í skula hava stýrt Flog- bóltssambandi Feroya tað seinasta árið. Í seinastu formannsfrágreiðing varð stórur dentur lagdur á, at næstkomandi árið skuldu allar undirnevndirnar mannast, her hugsi eg um Utbugvingarnevnd, frimmnevnd, Ungdóms- nevnd, Blaðnevnd og Landsliðsnevnd. Bert ta einu nevndina fingu vit mannað og var tað Lands- liðsnevndin, men er henda nevnd ikki rættiliga farin til verka enn, og er hetta fyri stersta partin skuld Flogbóltssambandsins. Sostatt verður hesin setningur enn einaferð undantikin: Komandi árið skulu undirnevndirnar mannast. Síðani oktober mánaða hava vit havt lent fólk á skrivstovuni 8 tímar um vikuna, og lættir hetta munandi um arbeiðið hjá nevndarlimunum, men tekur tað eitt sindur av tíð, til henda skipan rætti- liga er innkoyrd, so at bæði feløg og nevndar- limir fáa sum mest burtur úr. Men hugsan er, at tað eigur at verða hildið fram við hesi skipan. Á fyrsta sinni í segu Flogbóltssambandsins varð í ár útgivin ein kapp- ingarskipan, ið felegini, leikararnir og vit í Flog- bóltssambandinum kunnu góðtaka. Hetta skal kapp- ingarnevndin hava stóra tekk fyri. Bóklingurin varð prentaður í lumma- stedd og prentað var í honum tað, ið skuldi. Onkur hevur kanska hug at finnast at, at tað bert var eitt dagyvirlit í bókini og einki deildaryvirlit, men mín meting er, at bóklingurin ikki skal vera ov tjúkkur. Vónandi fáa vit eina kappingarskipan av sama slagi til komandi ár. Eitt, sum vit haraftur- ímóti saknaðu í ár, var ein kapping av sama slagi, cum var í fyrraárið, tá Flogbóltssambandið skip- aði fyri eini skúlakapping fyri allar 6. flokkarnar í landinum. Hetta er eitt tiltak, ið ikki eigur at detta niðurfyri. Landsliðini Flogbóltssamband Feroya arbeiðir í letuni við 6 landsliðsbólkum. U-89 bólkurin, sum er tann yngsti, hevur verið saman nakrar ferðir, kanska ser- liga genturnar, og er hetta orsakað av at tað í letuni ikki er nakar venjari til dreingirnar. Í heyst vóru liðini á eini venjingarlegu í Vágunum, har dentur ikki bert varð lagdur á flog- bélt, men varð eisini vitjað inn á virkir í Vág- unum. Eitt tiltak, ið eigur at verða endurtikið. U-87 bólkarnir, sum nú verða nevndir unglinga- landslið, hava vant dúg- liga saman, og er hetta or- sakað av at 1987 er tað árið, tá hesir leikarar skulu standa sína roynd. Kvinnuunglingarnir hava leikt 2 landsdystir móti ís- lendingum og vunnu tær báðar dystirnar 3-2. Dreingirnir hava um somu tíð leikt 3 dystir og taptu teir tveir av teimum 3-0 og ein 3-2. Eina viðmerking havi eg til nakrar av leik- arunum, sum hava lut- tikið á U-87 bólkinum, og er hon, at eg haldi at tað er átalu vert, at nakrir av hesum dreingjum ikki skulu tíma at leika í lands- kappingini og sást hetta týðuliga undir dystunum, at nakrir av hesum mangl- aðu dystarvenjing. U-91 bólkarnir skuldu verið byrjaðir í ár, men enn hava vit ikki funnið venjarar til hesar bólkar, og er hetta eitt tað fyrsta, ið farast má undir kom- andi ár. Í summar verður eisini farið til Sveríkis við nekr- um av U-bólkunum. A-landsliðini hava eisini spælt dystir í ár. Fyrsta uppgávan var N.M., sum hjá kvinnunum var í Sve- ríki og hjá monnunum i Ís- landi. Í samband við N.M. vóru liðini á eini 7 daga venjingarlegu í Danmark, har leikt varð ímóti liðum úr Elitudivisiónini, 1. deild og 2. deild. Hetta var í samband við tiltakið »Færøerne í FokuscC. Liðini fingu sera nógv burtur úr hesum túri, og var hetta ein sera góð fyri- reiking til N.M., har úr- slitið tó gjerdist, at kvinn- urnar taptu allar dystirnar og sostatt endaðu á aft- asta plássinum, meðan menninir vunnu ein dyst ímóti íslendingum 3-2, men taptu returdystin 3-2, og vegna tess at íslendingar fingu fleiri point samanlagt, so endaðu Feroyar á 6. pláss- inum. Nú í apríl 87 leiktu bæði A-landsliðini aftur lands- dyst og var hetta ímóti ís- lendingum í Íslandi. Kvinnurnar leiktu tveir dystir og taptu báðar 3-0, meðan menninir taptu tveir 3-0 og ein 3-1. A-landsliðini eru nú í gongd við at venja til næstu Oyggja- Olympiadu, sum verður á Guernsey í døgunum 10. - 17. september i år. Ætlan- in er i hesum sambandi at royna at fåa eitt utlendskt lið til Føroya fyrst i august månada at leika nakrar dystir. Sidasta summar høvdu vit eisini vitjan av einum ungdómsliði úr Noregi og i hesum sambandi varð skipað fyri kapping, har U-87 og U-85 liðini saman við einstøkum feløgum luttóku. Kappingina vunnu norsku genturnar, ið komu frá Tambars- skjelvar — Volleyballklub frá Sogne og Fjordane, uttan stórvegis trupulleikar. Hesar gentur, ið høvdu unglinga- aldur, vóru meistarar í hesum bólki í Noregi. Skeiðvirksemi Seinasta ár varð bert skipað fyri einum skeiði, og er hetta ov vánaligt. Hetta skeiðið var eitt skeið fyri venjarar, ið ikki hevdu tær stóru roynd- irnar, og fyri venjarar, sum hevdu við nýbyrjaðar leikarar at gera. Skeið- leiðari var danin Ole Bindslev, og vóru øll sera væl negd aftaná teir 25 tímarnar, ið undirvíst varð. Í degunum aftaná skeiðið vitjaði Ole Bindslev ymisk feløg runt landið, og var hann sera væl negdur við tann blíð- skap, ið feløgini vístu honum. Tianverri varð íkki skipað fyri nekrum dóm- araskeiði, og er hetta átalu vert. Hetta má og skal ikki henda aftur komandi ár. Eisini eigur at verða fyriskipað fleiri venjara- skeið. Fíggjarviðurskifti Studningurin frá Í.S.F. var í 1986 kr. 135.000,00, t.v.s., at vit til hvert kvartal fingu útgoldið kr. 33.750,00. Hetta tal er í ár hækkað til kr. 42.500,00. Rakstrarúrslitið fyri 1986 gjerdist gott fyri Flogbóltssambandið. Vit hevdu ein rakstrarvinning uppá umleið kr. 130.000,00 og má hetta sigast at vera sera gott við tí stóra aktiviteti, vit hóast alt hava havt í hesum tíðarskeiði; eg hugsi her um allar lands- liðsbólkarnar. Tað, at vit hava spart hesi seinastu árini, hava serliga lands- liðsleikararnir merkt, orsakað av at teir í nógv- um førum hava goldið ferðaútreiðslurnar sjálvir, ella verið við til at fingið fígging til vega til allar uttanlandsferðirnar. Hetta eru vit ógvuliga takksamir fyri í Flogbólts- sambandinum og vóna vit at hildið verður fram við hesum. Onkur vil nú meguliga siga, at Flogbóltssam- bandinum ikki tervar meira studning, og vísa til rakstrarúrslitið í ár, men hetta úrslit var hart til- trongt. Í 1984 høvdu vit eitt hall uppá umleið kr. 75.000,00, meðan vit í 1985 hevdu eitt hall uppá umleið kr. 85.000,00. Framtíðarætlanir Um mál skulu setast fyri næsta ár, so er eitt tað fyrsat, ein fer at hugsa um, tær fyrr umtalaðu ur.dirnevndirnar. Eisini kann nevnast, at vit eru í ferð við at koma upp í eitt samarbeiði mill- um smálond í Europa, har m.a. Ísland, Luxembourg, Lichstenstein og onnur lond luttaka. Hetta er eitt samarbeiði um lands- dystir, sum er ógvuliga forvitnisligt fyri okkum, og kanska eitt alternativ til N.M. fyri A-landsliðini. Eitt annað, sum vit eisini mugu fara at hyggja at, eru U-bólkarnir ella ungdómsarbeiði okkara. Skulu vit halda fram á sama hátt? Skulu vit broyta nakað viðvíkjandi ungdómsarbeiðinum? Eg haldi at vit líkasum mangla stuðul ella kritikk frå feløgunum. Eitt, id eigur at verða gjørt komandi ár, er at samla allar ungdóms- venjararnar runt landið til ein felags fund, har hesir kunnu tosa saman, kunnu geva hverjum ødrum hug- skot. Seinastu tíðina hava vit eisini hoyrt flogbóltsfólk tosa um at komandi ár skulu útlendskir venjarar koma til oyggjarnar. Tosað hevur serliga verið um at fáa kinverjar, sum íslendingar hava sera góðar royndir av, hendan- vegin. Vit her í Flogbólts- sambandinum vilja stuðla hesum ætlanum, og vóna at vit eisini kunnu gera brúk av hesum venjarum, um hesar ætlanir verða gjegnumferdar. Tað er hart brúk fyri nýggjum venjingarháttum, so at vit kunnu halda uppá tey, ið hava valt sær flogbólt sum sína ítróttargrein. Stuttligt hevði eisini verið at fingið at vitað, hvat tey ymisku felegini halda um hesar ætlanir. Eitt, ið tey ymisku feløgini = skuldu gjert meira av, var at senda ungdómslið av landinum til kappingar uttanlands. Hetta er sera læruríkt og mennandi, og vil eg heita á teir ymisku venjararnar um at hava hetta í hugan- um til komandi summar. Vit vilja um neyðugt hjálpa til við at finna egnaðar kappingar í hesum sambandi. At enda vil eg takka landsliðsvenjarum, spon- sorum og eðrum stuðlar- um. Somuleiðis vil eg takka Feroya Landsstýri fyri tann stóra stuðul til ítróttina sum heild. Eisini takki eg hinum nevndar- limunum fyri gott sam- starv«.