Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 p På - 7 Nr. 56 — 19. mai 1987 Flogboltur fyri smålond Flogbóltssamband arbeið- ir í letuni við at útvega nýggj útlendsk mótsteðu- fólk fyri landsliðini. Talan er um samstarv millum 10 smá lond í Europa. Leygardagin var fundur í Monaco, har tosað varð um samstarvið. Flogbóltssambandið var ikki umboðað á fundinumí Monaco, tí teir júst tann dagin hevdu aðalfund sjálvir. Íslendska umboðið á fundinum skuldi umboða Flogbóltssam- band Feroya. Spyrst nakað burtur úr hesum samstarvinum, umhugsar Flogbólts- sambandið at taka seg úr norðurlendsku kapping- unum, og hereftir bert hava landsdystasamstarv við Ísland umframt hini smálondini. Her er tó bert talan um A-landsliðið. Hini ung- lingalandsliðini skulu ætl- andi halda fram í teimum Flogbóltssamband Foroya: Formaðurin afturvaldur Flogbóltssambandið hevði aðalfund leygardagin, har nevndarval var á m.a. skránni. Í starvsnevndina varð Niclas Joensen aftur- valdur til formann. Hinir nevndarlimirnir eru Niclas å Lidarenda og Finngerå Sølbjørg. Tiltakslimur er Jóhan Heinesen úr Klaks- vik. Í kappingarnevndini bar Sveinur Poulsen seg undan afturvali og í hans- ara stað varð Allan Milo valdur. Hinir nevndar- limirnir eru: Hermann Lindberg, Tummas Óli Mortensen og Aki Bertholdsen. Sum nýggjur tiltakslimur varð Dess Thomsen úr Havn valdur. sj. NU er at spenna BELTINI TYGARA YNSKI — OKKARA UPPGÅVA BECKERS MÅLING Tel. 13657 . Tórshavn norðurlendsku kapping- unum. Londini, ið leygardagin av fundaðust um hesa nýggju kappingina, vóru: Ísland, Andorra, Cypros, Lichtenstein, Luxem- bourg, Malta, Monaco, San Marino og Gibraltar. 10. landið er so Feroyar. Ætlandi verður fyrsta | — Ain 165 JC É kappingin millum hesi londini í Luxembourg í 1988. sj.