týsdagur 19. mai 1987síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Flakavirkini
eru dyggasta
stødid undir
bygdamenningini
Miðsavnan: samfelagið tornar. Miðspjaðing: samfelagið vatnast
út — men bygdamenning: samfelagið mergjast.
M.a. hetta sigur Ernst Hansen, stjóri á flakavirkinum Nyki á
Toftum og formaður í umboðsneund Foroya Fiskaselu, í grein í
seinasta nummarinum av blaðnum >Okkara millum<, sum
Foroya Fiskasola gevur út. Vit loyva okkum at endurprenta
grein hansara
Tá fylgt verður eitt sindur
við í almennum kjaki í
fjølmidlunum, so er nógv
áhugavert, sum kjakast
verður um, men nógv er
ógvuliga lætt og lítiðsig-
andi, fyri ikki at siga
meira til skaða enn til
nyttu.
Tað, sum nú í mong ár,
hevur hildið sær í hesum
kjaki, eru serliga tvey orð,
»mentan« og »menning«
— bygdamenning.
Eg haldi ikki, at orðið
miðspjaðing eigur at
verða nýtt í týdninginum
bygdamenning, tí bæði
mentan og menning verða
nýtt fyri nakað, sum ber
framburð við sær, tað ger
spjaðing vanliga ikki.
Ætlanin er ikki at gera
eina útgreinan av orðinum
mentan, tí her eru nógvar
ymiskar meiningar, men
nekur orð um bygdamenn-
ing.
Orðafellið bygdamenn-
ing verður mest nýtt á tí
politiska pallinum, men
ofta hevur ein eina kenslu
av at lítið álvara liggur
aftanfyri, men at tað í
flestu forum man vera fyri
Ernst Hansen, stjóri á
Nyki og formaður í um-
bobsnevnd Føroya Fiska-
sølu
egnan politiskan fyrimun.
Skal menning koma i
eina bygd eila eitt fólk, so
má tað verða fólkið sjálvt,
sum tekur lógvatak
saman og í felag fremur
tað, sum nú umsteður og
meguleikar eru fyri. Sjálv-
sagt skal tað almenna
stuðla einum slíkum til-
taki, men drívkraftin —
mergurin — má liggja í
fólkinum sjálvum, annars
verður ikki tað rætta
burturúr.
Eg havi ongantíð hildið,
at miðspjaðing er tað
rætta fyri framburð, tí tað
er bert at flyta nakað, sum
er, úr einum stað til eitt
annað. Hetta eigur einans
at verða gjert, tá tað kann
gera sterri nyttu enn áður.
Miðsavnan er ikki av tí
góða, um tað tekur frá
einum stað, fyri at byggja
eitt ávíst stað sterri, tí tá
ger tað land okkara enn
minni.
Nei! menning er, at eitt
stað á náttúrligan hátt
veksur, og hetta hendir
ongantíð brádliga, men
tekur ofta langa tíð, men
tá verður tað eisini sunn-
ari.
Vit síggja hvussu stór
broyting er farin fram á
okkara veiðiflota — frá út-
róðri við opnum bátum til
deksbátar. Frá deksbátum
til sluppir. Frá sluppum til
stálskip, bæði til línu og
til trol. Frá bert at fiska vi
sneri, til nú tá veitt verður
við snellu — línu — troli —
nót — gernum — eftir at
kalla mest øllum fiska-
sløgum, ja eisini skeljum,
og á djúpum vatni, sum
tað bert fyri fáum árum
síðan varð hildið vónleyst
at koma niður á við veiði-
amboðum. Ja, tað var
næstan sum tá Columbus
sigldi vestureftir, teir
væntaðu seg sigla útav —.
Líka vónleyst varð hildið
at meguligt var at koma
niður á havsins dýpir.
Hetta hevur gingið sera
skjótt, ja onkur vil halda
alt ov skjótt, tí hvar skal
hetta enda. Hvussu skjótt
hesin framburður hevur
gingið, kunnu vit taka eitt
demi. Far umborð á
»Vesturvén«, elal ein av
teimum nýggjastu trol-
arunum og síggj, hvat har
er umborð. Fyrst am-
boðini at veiða vid, og øll
tann tekniska útgerð, sum
har hoyrir til. Vit síggja
manningarrúmini, og
kunnu meta tey saman við
lugarið á sluppunum, har
ein ikki var turrur, sjálvt
ikki í koyggjuni. Og um
vit so fara upp á brúnna,
so ógvast vit við, bæði um
rúmið, men ikki minst um
øll tey tól, ið har eru.
Hugsa tær so til, at teir
menn, sum stóðu niðri á
A EEE
dekkinum á sluppunum
við ongum stýrihúsi,
ongum motori, ongum
rætti, men stóðu har í
øllum veðri og stýrdu við
taljum, hesir liva enn!
Jú! knáir vóru teir
gomlu og væl varð
avrikað, tí annars vóru vit
ikki komin upp á tað steði,
vit eru nú.
Eitt annað, sum
eyðkendi tey gomlu, var
negdsemi. Tey livdu eftir
orðinum at -Guðsótti
saman við negdsemi er
mikil vinningur«. Hevdi
okkara tid ått eitt sindur
meira av hesi livsåskodan.
Nú verður sagt, at veiði-
orkan er alt ov stór. Ég
veit ikki, men undarligt
skal tað vera, um ikki
nógv er eftir í havinum,
sum ikki er troytt enn, tá
hugsað verður um, at á
hesum knetti, vit liva á,
eru 0.u. 70 prosent vatn,
men av tí, sum manna-
ættin livir av, kemur
einans u.l. 5 prosent úr
havinum. So her má okk-
urt vera eftir.
Í sama mun, sum henda
broyting fór fram á okkara
veiðiflota, fór eisini ein
stór broyting fram uppi á
landi. Tey eldru okkara
millum minnast, hvussu
saltfiskalastirnar vóru
virkaðar til klippfisk runt
landið. Hetta varð gjert
um summarið, og fyri tað
mesta fór arbeiðið fram í
fjøruni. Alt til sina tíð, og
kom hetta vist væl við hjá
Skeivur tekstur
Av misgáum brúktu vit skeivan
tekst til greinina omanfyri úr fiska-
sølubladnum >Okkara Millum«. Vit
prenta ti greinina við somu yvirskrift
og tí rætta tekstinum.
005
Nr. 56 — 79. maí 1987
»
— Størsta og dyggiligasta
bygdamenningartiltak,
sum enn er framt her å
landi, kom. tå flakavirkini
i 1960-70 árunum vórðu
bygd, sigur Ernst Hansen
mongum húsarhaldi, at
vinna nakrar krónur. Men
størsta og dyggiligasta
bygdamenningartiltak,
um enn er framt her á
landi, kom tá flakavirkini í
1960-70 árunum vórðu
bygd. Tað hevur verið
nógv at hoyrt um, hví vit
skulu byggja flakavirkir á
hverjum tanga, men eitt
er vist, soltið hevði verið í
nógvum bygdum, um
flakavirkini ikki vóru, tað
eru runt landið nógv demi
um hetta.
Eftir er bert at vóna, at
ráveran ikki fer at tróta,
so sjómaðurin, sum feðir
flakavirkini, fær eina góða
úrteku, og tað altíð verða
aðrir, ið herja á, so henda
menning kann standa við,
og verða til framburð fyri
bygdirnar, og harav eisini
fyri alt Foroya land.
Líka so væl, sum saman-
hald gevur styrki í tí
smáa, gevur tað eisini
styrki í tí stóra, í eiga vit
eisini úteftir at standa
saman, og skipa okkara
fiskaútflutning gjøgnum
eina sterka selusamskipan
»Føroya Fiskasølu«.
rn