Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 21. maí 1987 Hans Jacob Jacobsen farin Mánamorgunin 18. mai 1987 andaðist Hans Jacob Jacobsen á Landssjúkrahúsinum. Skaldið Heðin Brú er ikki meira, ein av dýrastu synum Feroya lands er slóknaður. Hans Jacob var feddur í Skálavík 17. august 1901. Hann fekk útbúgving í Dan- mark sum landbúnaðarráðgevari. Virkaði sum slíkur øll árini, til hann fór frå við eftir- løn. Hans Jacob giftist Katu, sálu, f. Dalsgarð av Velbastað. Bernini eru Ottar, Bjarki, Gunnvá, Bárður og Hanna. Tað er sum skaldið Heðin Brú ell kenna Hans Jacob. Øll hava vit nomið almikid av hansara skaldagávum; hansara flog, hansara pennur hevur givið okkum nakað av tí besta pennur hevur fest á blað. Dýrgripir, ið fara at liva so leingi okkara ætt ríkir á hesum klettum. So avbera ríkur var hann. Alla sína tíð livdi Hans Jacob fyri at skriva, geva frá sær av avbera ríkidemi sín- um. Meistarliga, sum eingin annar, megnaði hann at festa á blað, so vit livdu við í tí, hann átti í sær av góðum til okkara. Hann gjørdi fortíðina livandi, megnaði at skriva um gerandisdagin, so vit livdu saman við forfedrunum. Málvinurin mikli var hann, ávirkaði so tað Alt hetta vita vit fullvæl. Fátækur er hann, sum ikki hevur nomið av skaldaverk- um hansara. Hans Jacob var eisini vinurin og felags- maðurin burturav. Hevði sínar bjørtu hug- sjónir, sum hann ongantíð veik frá. Hann var javnaðarmaður. Mong ár sat hann í stjórn Suðurstreymoyar Javnaðar- felags, onkuntíð í triatiårunum sum formað- ur; var í leiðslu Føroya Javnaðarfloks og var heilur og trúgvur felagsmaður. Hann talaði á fundi, á veitslu. Tað vóru letur tú goymir. At hoyra skaldið mýkja setningin og upp- gávuna. Javnaðarpolitikkin sum vil eitt rættvísari samfelag, so rættvísi meira og meira valdaði á ollum økjum. Rættin hjá øll- um at sekja sær útbúgving, lesnað, so hver skal sleppa at mýkja evni síni, sínar dygdir, fremja nýskipanir, broyta samfelagið, styðja tey veikaru, tað vóru evni, hann ofta talaði um. Politiskt arbeiði var neyðugt, hóast tað kundi vera skitið og strævið — tað var tunga arbeiði, ið mátti gerast, tók hann onkuntíð til. Vit minnast manga góða letuna, har Kata og Hans Jacob segdu teirra hugsan; tað lá teimum nær, at orkan var brúkt til at ala fram dygdina sum mest. Nú Hans Jacob er farin unna vit honum hvíldina. Frið lýsa vit yvir minnið um hann. Takka honum fyri tann dýra arv, hann hevur givið fólkinum og tað hann hevur verið fyri okkum. J. Lindenskov hevur munad. Rakstrarroknskapur 1. januar 1986 til 31. desember 1986 SUDUROYAR SPARIKASSI 900 VÁGI — Tlf. 7 30 64 Útreiðslur Kr Rentur av innsettum peningi „... 7.402.489,04 Rentur av ábyrgdarpeningi . ..-- 4.523,75 Inntøkur Kostnaður 1.989.055,93 | ; ; ist. Avskrivað av fastari ogn og búnyttum 64.592,25 Rentur av innlánum í banka og sparikassa 568.242,77 Hall av útlánum 94.870,19 Rentur av åtlånum 9.624.743,84 Flutt til kursjavningargrunn Á 18.935,00 Rentur av virðisbrevum 24.300,0 Provisjón 663.190,31 Aðrar inntekur 4.391,80 Flutt frá kursjavningargrunni 18.935,00 Vinningur kr. 1.329.337,56 býtt soleiðis: til gávugrunn 67.700,00 VV, VW til grunn móti ognartapi 20.000,00 AA AAMA nn til byggigrunn : 200.000,00 til tiltaksgrunn .041.637,56 1.329.337,56 10.903.803,72 10.903.803,72 Fíggjarstoða 31. desember 1986 Ogn Skuld Kr Kassapeningur 382.661,61 Innlán í banka og sparikassa . 11.833.232,99 Virdisbrøv . 354.120,00 Utlån: móti 8.277.647,86 móti veð í húsum 72.843.079,06 móti hondveð 3.936.113,95 móti sjálvskuldaraábyrgd 3.401.126,22 til kommunur mere 2.131.11931 uttan veðhald ........ 968.295,05 kassakredittur .. 2.595.012,80 94.152.394,25 Fest ogn We 745.000,00 Bunyttur ... 250.000,00 Rentur tilgóðar av útlánum 567.562,04 Stovningarútreiðslur .... su 70.290,95 108.355.261,84 Frammanfyristandandi roknskapur er í dag framlagdur og góðkendur av umsjónarráðnum. Vágur, hin 14. april 1987 Dán. Petur Vilhelm formaður næstformaður Hans J. Hjelm Lars Djurhuus Sjúrður Magnussen Poul Johs. Poulsen Hans Sumberg Kári Hammer ————— K Innsettur peningur: uttan uppsegn uppá uppsegn á kekk- og foliokonto ... 84.779.111,16 Innlán frá banka og sparikassa .. .395,10 Rentur av åbyrgdarpeningi 523,75 Renta til skuldar .- 5.417,62 Ognarar ener 7.445,62 Gåvugrunnur . : 7 00 Ábyrgdarpeningur Kursjavningargrunnur Grunnur móti ognartapi Byggigrunnur Tiltaksgrunnur 108.355. SUÐUROYAR SPARIKASSI Mikkjal Sorensen Undirritaðu grannskoðarar hava sambært vidtøkum sparikassans og spari- kassalógina grannskoðað frammanfyristandandi roknskap og funnið hann at vera samsvarandi bekur sparikassans og sæð, at tey bókaðu virði eru til staðar. Tórshavn, hin 10. apríl 1987 C. V. Weihe Bresti Ryggshamar statsgóðkendur grannskoðari K. Rasmussen cand. polit. —