Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Eysturtyskarar vrakaðu lastirnar hjá Raðhamri og Olafi í Garðastovu Orsokin: ov négvur sandmaðkur í fiskin- um, sum heldur ikki er nóg væl hagreidd- ur, siga eysturtýskarar Góðskan á svartkjafta- flaki, sum er framleitt um- borð á verksmiðjutrol- arunum Olaf í Garðastovu og Raðhamar, er ov vána- lig. Ja, so vánalig, at eysturtýskarar, sum sam- bært avtalu hava bundið seg til at keypa 1600 tons av svartkjaftaflaki frá før- oyingum, als einki vilja hava við feroyska svart- kjaftin at gera. Tá 40 tons av flaki frá Olaf í Garðastovu nú um dagarnar vórðu flutt til Eysturtýsklands við flutningsbili, og fiskurin varð kannaður av góðski- eftirlitsfólki har, varð komið eftir, at ov nógvur sandmaðkur er í fiskinum. Eysturtýskarar segdu seg ikki vilja hava fiskin, men góðtóku kortini at keypa hetta eina lítla partíið fyri minni prís. Restin av last- ini hjá Olafi, umleið 1050 tons, liggur nú á goymslu í Hirtshals. Segan endurtók seg nakrar dagar seinni, tá Raðhamar legði at bryggju í Rostock í Eyst- urtýsklandi. Góðskieftir- litsfólk kannaðu alt fyri eitt nakrar blokkar og kolldømdu ikki bert teir, men alla lastina uppá 750 tons. Raðhamar hevði annars »kvotu« at selja eysturtýskarum 400 tons og meguleiki var so fyri at selja meira. Grundgevingin fyri ikki at keypa fiskin skal vera hon, at ov nógvur sand- maðkur er í og at ov nógv- ir feilir eru við flakinum. Fyri at fáa tjekkað týsku niðursteðuna, vórðu boð send eftir einum góðskieftirlitsmanni = úr Feroyum. Hann slapp at síggja ein blokk av før- oyska flakinum og so eisini at sammeta hann við flak, sum er framleitt umborð á eysturtýskum trolara. Sambært honum og somuleiðis leiðaranum á foroysku viðskiftastovuni í Keypmannahavn, so var stórur munur á hesum Nr. 57 — 21. maí 1987 fløkum. Týsku flekini vóru munandi betri hag- reidd og vakrari á at líta sum mannafeði. Síðani er tað hent, at Raðhamar hevur lagt alla veiðuna upp í Hirtshals. Enn er so óvist, hvussu verður við fiskinum hjá hesum báðum verksmiðju- trolarunum. Roynt verður nú at selja fiskin aðra- staðni. Talan er um tilsamans 1600 tons, ið hava eitt virði uppá 14-16 mill. kr. jan