Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Gullak Gullaksen, skipari á Raðhamar: Kolldømingin av svartkjaftinum eigur at fáa fylgjur fyri eysturtýskarar — sum hava svartkjaftakvotu undir Før- oyum Svartkjaftatrolarin Rað- hamar hevur nú lagt alla lastina upp í Hirtshals og roynt verður nú at selja hana aðrastaðni. M.a. eru samráðingar við Feroya Fiskaselu, sum kanska hevur keypara til lastina. Gullak Gullaksen, skip- ari og eigari av Raðhamar, sigur, at einki er til hind- urs fyri at sleppa av við fiskin, men tað verður so ikki fyri tær umleið 9 - 10 kr. kilo, sum mett varð teir skuldu fáa í Eystur- týsklandi. Hvat viðvíkur seluni til Eysturtýsklands, so sigur Gullakkur, at teir als einki vilja hava við eysturtýsk- arar at gera eftir hetta. Hann heldur tað eisini vera eina sjálvfylgju, at avgerðin hjá eysturtýsk- arum at kolldøma lastina hjá Raðhamar eigur at fáa avleiðingar fyri teirra fiskiskap í feroyskum sjógvi. Hann vísir á, at eystur- týskarar hava fingið eina ókeypis kvotu frá fer- oyingum. Tað teir skulu „lata aftur fyri« er rætt og slætt at keypa 1600 tons av svartkjaftaflaki frá føroyingum. Tað hava teir so bundið seg til. Sjálvur ivast Gullakur ikki í, at veruliga orsekin til ikki at taka fiskin frá Raðhamar ella Olaf í Garðastovu er tann, at eysturtýskarar als ikki ynskja at keypa svart- kjaft frå føroyingum. Enn hava teir so einki keypt i år og fara neyvan at keypa nakað. Hvat viðvíkur steðuni hjá eysturtýsku niður- góðskueftirlitsmonnunum so heldur Gullakkur lítið um hana, tí hvussu kann ein kolldema eina heila last, tá ein bert hevur kannað ein evarska lítlan part av lastini, spyr hann og leggur afturat, at okkurt annað má liggja undir. Eisini heldur hann tað vera legið av eysturtýsk- arum at bjóða nærum 10 kr. fyri flak, tá føroyingar ikki hava verið kunnugir við nýggju og strongu krøvini i matverulóg teirra. — Eysturtyskarar vita væl, at tað ber als ikki til at framleiða eina veru fyri 9-10 kr. kilo, um hon skal vera munandi frægari enn tann vit hava latið teim- um. Skulu vit gera meira við veruna og harvið lúka Síða 9 HM Valderien teirra krøv, so mugu vit eisini hava nógv meira prís fyri hana. Skiparin á Raðhamar er sera vónsvikin av, at umboð fyri feroyskar góðskueftirlitsmyndug- leikar fara til Eysturtýsk- lands og geva teimum har viðhald í teirra kolldeming av feroysku lastunum. — Hvussu kunnu fólk frá Heilsufreðiligu Starvs- stovuni úttala seg um vánaliga hagreiding um- borð hjá okkum, tå við- komandi bert hevur sæð ein blokk av teimum mongu, sum vóru í lastini, spyr Gullakkur! Uppá fyrispurning um ikki okkurt kann gerast fyri at betra um góðskuna undir hagreiðingini umborð, sigur hann, at við verandi maskinum og teknologi er einki at gera. — Vit framleiða eina veru, sum verandi maskin- ur geva meguleika fyri. Skulu vit lata eina betri veru, so mugu vit brúka meira tíð uppá arbeiði og harvið fáa minni negd, ella vit mugu bíða eftir teim- um nýggju maskinunum, sum sviar eru við at út- vikla. Gullakkur sigur, at talan er um maskinur, sum kunnu skera skræðu- leyst og beinfrítt flak og vera feroyingar millum teir fyrstu, sum sleppa at royna hesar maskinur. Til ta tíð verður so neyðugt at arbeiða við verandi maskinum. Ætlanin er, at Rað- hamar skal fara út aftur skjótt. Men tað verður neyvan til svartkjaft, tí so nógv liggur óselt. Gullakkur Gullaksen: — Eg havi ongantíð trúð bara uppá svartkjaft, men at tílíkt skip eisini má fiska annan fisk, og ætlan Framhald á síðu 14 eee | Osmund Guðjónsson frå Heilsufrødiligu Starvsstovuni: - Vit hava ikki kolldømt lastina — tað er ikki rætt, at vit frá Heilsufreðiligu Starvsstovuni hava kolldemt nakra fiska- last, um hetta er tað fólk hava fingið burtur úr tíðindunum um last- ina hjá Raðhamri, sum eysturtýskarar ikki vildu keypa. Hetta sigur Osmund Guðjónsson frá Heilsu- freðiligu Starvsstov- uni, sum var í Eystur- týsklandi nú um dagar- nar og hugdi at fiski- num hjá Raðhamri. Hann vísir á, at leið- arin av føroysku við- skiftastovuni í Keyp- mannahavn, sum hev- ur samráðst við eystur- týskarar um selu av svartkjafti, helt tað vera rætt, at ein góðskueftirlitsmaður úr Feroyum fór til Týsklands at kanna eftir, um úttalilsini hjá eysturtýskarum um fiskin hjá Raðhamri vóru rett. — Vit kannaðu fyrst fiskin hjá Olafi í Garða- stovu, sum lá í Hirts- hals, og var hann í lagi. Vit fóru síðani til Ro- stock, har vit kannaðu fisk av teimum 40 tonsunum, sum vóru send frá Olafi í Garða- stovu til Týsklands. Eisini tey hildu vit vera góð fløk. Men tå teir so vístu okkum fløk, sum teir sjålvir hava framleitt umborð á teirra egnu skipum, máttu vit viðganga, at teirra fiskur var mun- andi betri enn okkara. Og tá vit so sluppu at síggja ein av blokku- num frá Raðhamri, so sóu vit, at hesin fiskur- in var í verri standi enn hann frá Olafi í Garða- stovu, sigur Osmund Guðjónsson og vísir á, at her vóru fleiri skeiv- leikar við fiskinum t.v.s. at hann var ikki hagreiddur eins væl og tann eysturtýski fiskurin vit sóu. — Hvat gjerdu tit so? — Okkara uppgáva var bert at tjekka kanningarnar hjá eyst- urtýskarunum, og tað gjerdu vit. Vit hava ikki kolldømt nakra last. Tað kunnu eystur- týskararnir bert gera sjálvir. Osmund sigur, at tað tykist rættiliga legið, at eysturtýskararnir nú bráddliga kolldema allan fiskin teir fáa frá føroyingum og vísa skip burtur. Teir hava als ikki verið so kritisk- ir áður. Upp á fyrispurning hvat kann gerast fyri at betra um góðskuna á feroysku svartkjafta- veruni sigur Osmund, at vit mugu rætt og slætt leggja okkum meira í geyma, at talan er um at framleiða eina veru, sum skal etast. Eysturtýskarar hava fingið eina matverulóg- gåvu, sum setir sokall- að etiestetisk krev til veruna. Her er so eisini gald- andi, at butterflyflek- ini verða upptiðna og seld beinleiðis til de- tailhandlarnar. Slík fløk mugu síggja fræg út og kunnu ikki hava bein, sandmaðk ella annað í sær. Hvat viðvíkur fram- leiðsluni umborð so heldur Osmundur, at vit meguliga hevdu kunnað komið hesum trupulleikum til lívs við at havt eitt internt góðskueftirlit umborð. jan —————É— [f——”————