hósdagur 21. mai 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Úr Mondli:
- -
i Nr. 57 — 21. mai 1987
Svensk vitjan í Havn í 1863
Fyrsta nummarið av blaðnum »Mondul«,
sum Føroya Fornminnissaun gevur út, er
útkomið. Sum vant eru fleiri áhugaverdar
greinar m.a. um útgreustur í Sandavági og
í Leirvík.
Eisini er týðing av parti av dagbókini /
herflotayvirmanninum
Govert Adolph Indebetou, sum vitjaði á |
hjá
svenska
Havnini í 1863 við fregattini Eugenie.
Vit loyva okkum at endurprenta hesa
týðing við tekningum úr dagbókini hjá svi-
anum.
AÐ / Crecqerices
"EG é
Í
r
PTA LÆS TO
26 >> Al Jer, PECDP'E r = #€S
£. , >
) era læk kr Tag He -
/
Á FO få ECT
Svenski
maðurin (Kommandørkap-
herflotayvir-
ten) Govert Adolph
Indebetou (1807-91) var í
bæði svenskari og preuss-
iskari tænastu, og tók lut í
mongum rannsóknar-
ferðum. Hann plagdi at
skriva dagbók, sum hann
eisini teknaði og málaði í.
Ferðabók hansara »Resa
till Levanten med áng-
korvetten »Danzig« ár
1854« — hetta var, tá
hann var í preussiskari
tænastu — varð givin út í
1952. Bókin er skrýdd við
einføldum naivistiskum
tekningum og vatnlits-
myndum, ið eru væl
samansettar í litunum.
Meðan hann tænti í
í 1863
svensku herflotahavnini
Karlskrona, lærdi hann
ungar sjómenn at tekna
og lavera í heimi sínum
um kveldarnar.
Á eini ferð við fregattini
»Eugenie« summarið 1863
leggur hann at í Feroyum.
Hendan herflotavitjan má
hava sett sín dám á tann
lítla Havnarbý, tí mann-
ingin taldi 344 mans, sum
í heila viku gingu og vál-
aðu í Havnar getum.
Ein ættarmaður Inde-
betou, Otto von Fieandt,
ið nú, stórthundrað ár
seinni, vitjaði í Feroyum
sum ferðamaður — hetta
var í fjør summar — eigur
dagbókina frá ferðini.
Hann vitjaði inn á gólvið á
Fornminnissavninum, og
var so beinasamur at læna
okkum hetta forvitnisliga
tilfar. Ymiskt av tí, Inde-
betou hevur givið gætur í
hesum fjarskotnu oyggj-
um, hevur áhuga í dag, og
kann gera ta mynd, vit
hava av einum gomlum
vanabundnum smábýar-
samfelag, enn meira full-
fíggjaða. Hetta er stutt
eftir, at einahandilin var
avtikin. Tann stóra broyt-
ingartíðin, — við handils-
skapi, fiskavirking og sigl-
ing, ið skuldi eyðkenna
restina av eldini, er ikki
rættiliga komir enn.
Dagbókin
»Eugenie« kemur norðan-
ífrá. Indebetou sigur seg
koma úr »Ishavet«. Til
tess at lýsa, hvussu har er
vorðið, tekur hann til
svenska skaldið Tegnér:
Varest intet vásen andats
alltsen skapardagen
randats.
Liv ej rør sig, våxt ej gror.
Tystnan hår hos døden
bor.
»Og undir slikum um-
stødum er ikki so lætt at
læa sjålvur ella lokka
onnur til tað. Hóast hetta
er 2. juli, um middags-
leitið, er ikki heitari á
dekkinum enn 10*, umenn
sólin sær. Skipið hevur
góða ferð í fríska lotinum,
atlantiska havaldan ger,
at eg má krøkja meg
fastan í chatollið, tá eg
skrivi, og varmin í kahútt-
ini fæst ikki upp um 15*.
Tað er ræðuliga keðiligt at
sigla á einum havi, har ein
er fullvísur í ikki at fáa
eyga á skip, og einans er
saman við nekrum
másum, ið elta Klintins
loggið.
Tó — hvat er tað eg sigi?
Eg havi jú hevi til at tosa
við tykkum allar mínar
lesarar og mong onnur, og
somuleiðis minnast
kanska betur enn Fritz
sjálvur ella seymikonan,
at feðingardagur hansara
er í dag. Umframt fái eg
mær hvenn dag høvi til at
rópa onkun av manningini
inn í kahúttina og rósa
honum ella líva hann upp
við einum kaffimunni ella
einum glasi av punsi.
Soleiðis fái eg hóast alt
tosað við onnur.
Fornnorrønar
målleivdir
Men hvat eru hetta fyri
legnar tåmmyndir, ið
tunga skýferðin í vestri
skapar? Tað er eins og
hegir skuggar við týði-
ligum rondum til báðar
síður renna saman við
samdrigna loftið í erva —
glampandi brot úr forn-
aldarsegum. Og nú er
hetta ikki einans »edlir
skuggar, virðiligir fedrar«
— uttan hetta er land, ella
tað, ið eftir er av einum
landi, sum forfedrar okk-
ara vitjaðu eina tíð, tá teir,
uttan kumpass, uttan
dekk í skipum sínum og
uttan siglingartól leitaðu
til Vínlands, hundravís av
árum áðrenn Christoval
Colon slapp at læna tey
bæði smáu træskipini frá
Isabellu drotning at finna
Amerika við. Hetta eru nú
Feroyar, sum eg havi
fingið um um at »gåi sikte
av och dár ankra om
omstándigheterna før-
anleda«.
Eins og mangir aðrir
ferðamenn hevur
Indebetou sína hugsan um
heitið á oyggjunum, nevn-
ir ymsar meguleikar, men
tað lata vit fara í hesum
sambandi.
Til Føroya 4. juli
„3. juli, beint eftir middag,
dagaðu Feroya norðastu
drangar og stakkar fram
eins og súlur. Men av tí at
eitt tám lá yvir sjónum,
sýnið var ringt og ættin
skiftandi, mátti eg skák-
sigla á ymsar begir, uttan
altíð at kunna síggja
oyggjarnar Fugloy,
Svínoy, Borðoy, Eysturoy
og Nólsoy, sum vóru 3
svenskar sjómíl burtur og
forðaðu útsýninum til inn-
siglingina til Tórshavn á
Streymoy, ið er stersta
oyggin í miðjuni. Men tá
sólin setti um tiggju-
tíðina, sóust fjallagreinar-
nar so týðiliga, at eg kundi
gissa mær til, hvar eg var
staddur.
Eg skáksigldi so alla
náttina, heldur illa við, tí
eg visti ikki, hvar eg
skuldi finna ein loðs, ið
kundi hjálpa mær inn
millum oyggjarnar. Nú
tók vestfallið seg upp, og
tað mundi ikki fíra fyri at
føra eitt skjóttsiglandi
skip móti lotinum. Men so
sá eg ein útróðrarbát og
fór at elta hann, til eg
umsíðir fekk hann at
koma at borði kl. hålvgum
sjey á morgni. Nú lá væl
fyri at koma inn móti
Tórshavn. Tá vit nærk-
aðust, kom fjáltur á tann
óvana loðsin, hann mátti
uggast og eggjast til. Eg
bað hann ikki hugsa um,
hvussu stýrast skuldi og
arbeiðast við seglunum,
bara hann vildi vísa okk-
um á, hvar vit kundu
kasta akker. Akkerið varð
kastað væl uttan fyri ta
trongu havnina, har eitt
skip kravdi at vera bundið
við endum í land fyri at
kunna liggja. Tá ið eg
hevði vaskað og hampað
mær, latið 9 skot av til
tess at heilsa >skansan-
um«, og umsíðir fingið
svar, róði eg í land at hitta
amtmannin, t.v.s. hevd-
ingin yvir hesum 25
oyggjum við teimum
9.000 íbúgvunum. Ein lítil
partur av teimum dugir at
skriva danskt mál, og tey
tosa sínámillum — »før-
oyskt« í(íslendskt?), ið
hevur mong orð, ið líkjast
meira svenskum enn
donskum.
Moåttøkuveitsla
Tad er torført at lysa ein
by, har húsini eru stáplað
upp á heyggjar og ryggir
við krókutum skotum
ímillum, ið stundum eru
alin breiðar smogur,
stundum 3 alin til breidd-
ar og eitast at vera getur.
Summar getur kunnu
sigast at hava breytar-
skapilsi, men so brattar
eru tær, at ross munnu
hava ilt við at ganga mót-
brekku við byrðu. Eitt
vaktarlið, ið taldi 8 mans,
tók ímóti mær við brúnna
— te. á helluni, og visti
mær til von Holten amt-
mann, ið bar seg at sum
fraklendingur, hóast hann
var ektadur skandinavi
(betedde sig som en
fransos, var en árke-
skandinav). Hann hevði
fingið Vasa-heiðursmerkið
fyri strandferðsluuppgerð
og Norðstjornuheiðurs-
merkið í sambandi við, at
tollfrælsið í Oyrasundi
varð stillað, hevði vakran
bústað, gjørdi nógv
burtur úr landshevdinga-
tign síni og vísti mær á
keypmenn, sum kanska
… - 8
= LET 5 4
se" F i
- + "3
já
- á P F ser , í A
Y